leygardagur 15. oktober 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
37
myrlar í 110 ár
mark. Í 1901 var Smiril í Malmø
og fekk eina kahútt, sum stóð á
dekkinum har afturi, men tá
Smiril var á veg til Klaksvíkar í
januar 1928 fekk hann á Mjóva-
nesi ein sjógv, sum tók kahúttina.
Fimm ferðafólk sjólótust.
A/S J. Mortensen Eftf. seldi
Smiril til Færøernes Amts-
kommune í 1917, men heim-
staðurin var Trongisvágur til
1921, tá handilsvirkið fekk
endaliga skeytið. Tá varð hann
skrásettur í Tórshavn. Men tann
nýggi Smyril er aftur skrásettur í
Suðuroy - nú á Tvøroyri.
Tá Løgtingið fekk nýtt skip til
strandfarasiglingina í 1932, varð
tann gamli seldur til Íslands, og
fekk navnið Sverrir.
Álitið í 35 ár
Tá fyrsti Smiril hevði pløgt firðir
og sund í 37 ár, kundi Løgtingið
bjóða føroyingum eitt nýtt og
stásiligt ferða- og farmaskip í
1932. Hetta skipið var væl størri
og hevði bæði royki- og mat-
salong. Eisini bar til at fáa sær
eina koyggju umborð.
Talan er um tann Smiril, sum
tey flestu minnast - við tí høga
skorsteininum og tí eyðkendu
floytuni. Eitt gott skip, søgdu
summi, men onur halda, at hann
var ein rullibukka. Mong munnu
minnast sjóverkstúrarnar um
Suðuroyarfjørð - og ikki minst
matarroykin frá kabússini, har
Poul Egilsnes og aðrir kokkað-
ust….
Hann hevði dampmaskinu, so
larmurin var eingin. Hann var
kolfýrdur til í fimmtiárunum, tá
olja kom í staðin fyri kolið.
Eisini fekk hann radara um hetta
mundið. Tað var eitt stórt
framstig, tí tá slapst undan
floytuni fyri at kanna, um hann
var nærhendis landi ella ikki.
Skipari tey nógvu árini var
Símun Vilhelm, á Tjørn, úr Vági.
Hann førdi Smiril til 1949, tá
Hanus Jensen tók við. Eftir 10 ár
á brúnni, lat hann Christiani
Kruse starvið at føra Smiril.
Hesin Smiril sigldi fyrst og
fremst til Suðuroyar, men líka til
í sekstiárunum sigldi hann eisini
á Vág, Hvalba, Sandvík, Dal,
Skálavík og Húsavík. Men tá
vegasambandið bøttist og tunnlar
komu helt henda sigling so við
og við uppat. Tó varð onkran dag
í viku siglt á Vág.
Álopin tvær ferðir
Undir krígnum skutu týsk flogfør
tvær ferðir eftir Smirli út fyri
Skálavík - í juli og í desember
1941. Fyrru ferðina kastaði
flúgvarin fýra bumbur. Eingin
rakti, men skipið fór at leka.
Fólk vórðu skelkað, nøkur fingu
smásnuddir og fleiri fóru í land í
Skálavík. Seinru ferðina kastaði
flúgvarin tvær bumbur og skeyt
somuleiðis eftir Smirli. Ein
bretskur hermaður varð raktur.
Hann doyði seinri av løstinum.
Ein kúla fór gjøgnum ein stól,
har ein ferðamaður hevði sitið
beint frammanundan. Ein onnur
kúla fór gjøgnum brókina á
einum manni. Fólk í Skálavík
søgdu eftir hendingina, at
bumbubrestirnir vóru so ógvus-
ligir, at tað var ikki meira enn at
mastrartopparnir sóust, tá sjógv-
urin tók seg upp eftir brestin.
Smyril varð smíðaður
í Havn
Sum tíðin leið var Smiril, sum
varð smíðaður í Frederikshavn,
ikki tíðarhóskandi, men ráðini at
fáa nýtt skip vóru ikki tey bestu í
fimmti og fyrst í seksti árunum.
Men "sjálvstýrislandsstýrið" setti
sær fyri at fáa nýtt skip. Lands-
stýrið gjørdi sáttmála við Tórs-
havnar Skipasmiðju um at smíða
nýggja skipið, sum var royndar-
túr á vári í 1967. Seinri sama ár,
tók hann upp regluliga sigling
millum høvuðsstaðin og Suður-
oynna.
Nýggja skipið kallaðist Smyril.
Málfrøðingar komu eftir, at
málsliga var tað rættari at stava
navnið við seinra y í staðin fyri
við fyrra i.
Smyril hevði eini hálvtannað
hundrað sitipláss, fleiri kømur,
útsølu og harafturat kundi hann
taka einar 8-10 bilar. Við øðrum
orðum var tænastustigið nógv
hægri, men hann varð skjótt
ótíðarhóskandi, tí fyrst í sjeyti-
árunum gjørdi "bilisman" av
álvara vart við seg, og kravið um
eitt skip, sum tók fleiri bilar,
gjørdist natúrligt.
Morten Mols stórt framstig
Tá nýggja landsstýrið millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin varð
skipað í januar í 1975 varð
avgjørt at útvega nýtt skip til
strandfarasigling. Finnbogi
Ísakson, sum umsat samferðslu-
mál, Atli Dam, løgmaður, og
Tummas Arabo, stjóri á Strand-
faraskipum Landsins, stungu út í
kortið.
Skjótt varð borið at, og Løg-
tingið samtykti skjótt at keypa
donsku ferjuna Morten Mols,
sum kom á Havnina 12. juni
1975. Sjálvandi fekk hann
navnið Smyril, og gamli Smyril
fekk navnið Dúgvan. Keypið
elvdi til eitt sindur av politiskum
orðaskifti, tí Sambandsflokkurin
helt keypið vera óðamannaverk.
Bara suðuroyartingmaðurin hjá
Sambandinum, Jákup Morten-
sen, atkvøddi fyri keypinum.
Umframt at sigla suðuroyar-
leiðina sigldi Smyril eisini fyrsta
árið á til Noregs og Íslands. Árið
eftir kom Skotland uppí sigling-
ina. Dúgvan røkti tí eisini suður-
oyarsiglingina fyrstu árini, men
skjótt varð Teistin keyptur.
Politiskt rok og
landsstýrið fer frá
Áhugin fyri uttanlandssiglingini
vaks, og hugsjónirnar um at fáa
sigling millum nýggju olju-
londini Noreg og Skotland
gjørdu, at Smyril fór at sigla
hesa leið á vetri eisini. Ætlanin
at keypa nýtt skip, Lassa 2, tók
seg upp, men hon elvdi til
politisk rok, og Fólkaflokkurin
leyp frá. Val varð skrivað út í
ótíð í 1980. Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin skipaðu lands-
stýrið saman við Sjálvstýris-
flokkinum, og vetrarsiglingin
fekk mønustingin.
Sum heild royndist Smyril -
eins og Teistin - væl, men tá
ynskini um betri skip til uttan-
landssiglingina ikki fingu undir-
tøku í almennum høpi, tóku m.a.
yvirmenn á Smyrli seg saman at
stovna nýtt felag at keypa skip til
uttanlandssigling burturav. Ein
av oddamonnnum var skiparin á
Smyrli, Óli Hammer. Smyril
Line varð stovnað, og Norrøna
fór at sigla í Norðurhøvum í
1983.
Eitt skifti, tá Strandfaraskip
Landsins átti tvey skip, varð
Teistin langtíðarleigaður til
Trinidad. Onkuntíð hevur Smyril
siglt fyri P & O Ferries, og eitt
skifti var hann uppi í eini ævin-
týrasigling millum Noreg og
Norðurjútland.
Siglingin - serliga vantandi
sigling, tá suðuroyingar vóru við
sviðusoð - hevur eisini elvt til
mótmæli, og einaferð fóru
mótmælisfólk til Havnar undir
herrópinum "Okur eiga Smyrol".
Strandferðslan tók seinri upp
aftur siglingina til Skotlands,
m.a. eftir ynski frá fiskaútflyt-
arum, men miðskeiðis í níti-
árunum steðgaði landsstýrið við
Sambands-, Fólka- og Sjálv-
stýrisflokkinum siglingina og
seldi Teistan.
Skiparar við Smyrli hava verið
Frederik Meklenburg, Óli
Hammer, Alfred Jacobsen,
Hanus Lassen og Pauli Larsen.
Smyril hevur røkt siglingina
einsamallur seinastu árini. Hann
hevur bara siglt um Suðuroyar-
fjørð og túratalið er so við og við
hækkað, so nú siglir hann tveir
túrar dagliga. Var hann eitt
glæsiligt skip, tá hann kom,
hevur hann verið í so lítil
seinastu árini, serliga tí hann
tekur bara einar 120 bilar, og tað
er ov lítið um høgtíðir og tá
okkurt serligt er á vási.
Men hetta broytist nú, tá nýtt
skip kemur, sum bæði kann taka
fleiri ferðafólk, fleiri bilar og
hevur nógv betri umstøður til
ferðafólkini.
Keldur: Føroya Siglingarsøga, Føroyar
undir fríum handli í 100 ár og
Hugbirtingar.
Fjórði Smyril
Fimti Smyril