leygardagur 15. oktober 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 152 - 13. august 2005
TINGHELLAN
Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Nú er dagurin endiliga komin, at
Suðuroyggin fær nýggja sam-
ferðsluakfarið, skipið Smyril, at
sigla millum Suðuroynna og
Miðstaðarøkið. Glæsiliga Suður-
oyggin, sum fyri gott 100 árum
síðan var búskaparliga kraft-
sentrið í Føroyum, er í dag ein
útjaðari, bæði landafrøðiliga og
búskaparliga. Ein serlig Suður-
oyðarætlan skal gerast fyri at fáa
økið í gongd aftur, og fleiri eru
helst av tí meting, at betraðir
samferðslumøguleikar eru ein
stórur partur av bæði trivnaði og
vinnuligum møguleikum, sum
t.d. ferðavinnan er partur av.
Binda oyggjar saman
Føroyar eru eitt oyggjaland og
hevur søguliga verið merkt av, at
ferðing ikki var løtt. Nýmótans
undirstøðikervið hevur tó við
sær, at partar av Norðoyggjum,
Vágar og skjótt Sandoyggin
verða partur av Miðstaðarøki-
num og verða tí bæði fyritreytir
og møguleikar í samfelagnum
broyttir. Hetta merkir m.a. at
undantikið smærri útoyggjum, so
er tað bert Suðuroyggin sum ikki
verður bundin føst í Miðstaðar-
økið. Við nýggja Smyrli gerst
talan tó um flótandi tunnil, sum í
góðsku eigur at betra munandi
um sambandið. Farleiðin fer tó at
taka um hálvanannan tíma og
Suðuroyggin verður tí verðandi
langt frá miðstaðarøkinum, og
helst ov langt til at fólk fara at
vilja ferðast aftur og fram
millum heimið og arbeiði ella
skúla.
Mál við samferðsluni
Nýggja skipið skal síggjast í
heildarhøpi og í teim tonkum,
sum eru við framtíðar sam-
ferðslunetinum í Føroyum. Av
hesum eru bæði undirsjóvar-
tunnlar og skip partur. Tað er
vist, at eitt nýmótans samfelag
skal hava eitt gott undirstøði-
kervi. Men tað átti at verið eitt
krav, at eitt mál var við hesum
undirstøðukervinum sum eina
partur av, hvørjar Føroyar vit
ynskja at menna. Eitt veganet
sum bindir meginpartin av
Føroyum saman, kann brúkast til
at fólk ikki neyðturviliga skulu
búgva í høvuðstaðarøkinum fyri
at arbeiða har. Tað kann eisini
brúkast til at t.d at hava almennar
stovnar aðrastaðni, eitt gott dømi
er skipaeftirlitið. Tí ofta ber til at
fáa bæði betri og bíligari
bygningar uttanfyri Havnina.
Sum er, sær út til at Smyril
skal sigla tvær ferðir aftur og
fram millum Havnina og
Suðuroynna, hóast ætlanin
upprunaliga var eitt hæggri
túratal. Eitt uppskot er eisini lagt
fyri Løgtingið, um at Smyril skal
sigla minst tríggjar túrar um
dagin.
Flótandi tunnil
Tað er ein frøi at síggja gleðina í
Suðuroy um endiliga at fáa eitt
skip, sum er bæði tíðarhóskandi
og bygt til farleiðina. Til ber ikki
fyri rímiligan pening, enn í
hvussu so er, at gera ein undir-
sjóvartunnil til Suðuroy, men nú
verdur talan kanska um ein
flótandi tunnil. Skipið er stási-
ligt, tekur nógv ferðafólk og gott
pláss er fyri bæði bilum og trail-
arum. Skipið er sostatt vælegnað
til flutning av bæði fólki og frakt
til og úr Suðuroynni og eitt um-
ráðandi amboð til at reisa Suður-
oynna aftur. Men Smyril er ikki
sjálv loysnin.
Skipið hevur størri møguleikar
fyri vinnuna, at flyta t.d. fisk,
soleiðis at lættari verður at hava
vinnu í oynni. Tað ger eisini, at
tað ber til at arbeiða í Havnini og
sigla ímillum, hóast ferðatíðin
gerst minst tríggjar tímar. Fyri
næmingar á lærustovnum í Havn
kann ferðatíðin umborð á Smyrli
brúkast til heimaarbeiði í skúl-
anum. Til dømis hevur ferjan
millum Frederikshavn og Læsø,
ið eisini hevur eina siglingstíð
uppá hálvanannan tíma, inn-
rættað lesirúm, so hesin møgu-
leikin er til.
Øktir møguleikar
Við tí tøkni, sum í dag er møgu-
ligt, er talan í veruleikanum
eisini um, at landið hugsar um
tøkniligt kerv. Møguleikarnir við
teldu og telefon gera, at tað í dag
ber til at skipa fjarstøðuarbeiðs-
pláss. Ein møguleiki er, at fólk
sum t.d. hava hug at búgva í
Suðuroy, sleppa at sita heima og
arbeiða tveir ella tríggjar dagar
um vikuna, og kunnu so ferðast í
millum hinar dagarnar, um tey
hava arbeiði sum egnar seg til
hetta. Fleiri fyrimunir eru við
slíkum leisti. Arbeiðsloysi í
Suðuroy er høgt, og tí kann
verða torført hjá báðum í einum
parlagi at finna arbeiði í oynni,
men við at hyggja at teim møgu-
leikum nýggja ferjan og tøknin
geva, eigur at verða farið meira
progressivt til verka. Samfelags-
ligi ágóðin er, at vit gagnnýta
størri part av landinum, fólk fáa
betri møguleika at búgva har tey
helst vilja og verða nærri familju
og vinum, og ikki minst óneyð-
uga bústaðartrýstið á Havnina og
harvið tálming av prísunum.
Fólk við útbúgving kunnu koma
aftur til heimbygdina, og sjálvt
um tey ikki arbeiða har, kunnu
tey verða við í at menna og
styrkja útjaðara- og bygdasam-
feløgini.
Tilvitaðar raðfestingar
Gongur alt eftir ætlan, er um
nøkur ár fast samband millum
Eysturoynna, Streymoynna,
Vágar,, Sandoynna, partar av
Norðoyggjum, og so eitt mun-
andi betri sjóvegis samband til
Suðuroynna. Sum sagt er tað
neyðturviligt hjá einum nýmót-
ans samfelagi at hava eitt gott
undirstøðikervi, men tá slíkar
raðfestingar verða gjørdar, er
alneyðugt eisini at hugsa um,
hvat endamálið við undirstøði-
kervinum er, og soleiðis raðfesta
út frá vitan og ætlanum. T.d. er
neyðugt at vita, um okkara
samfelagsvirðir leggja høvuðs-
dentin á góðar vegir, so vit oftari
kunnu vitja familju, ella at tað
eisini er fyri at tað skal verða
møguligt at búgva einastaðni og
arbeiða aðrastaðni.
Smyril er bert eitt amboð
Suðuroyðingar fáa við hesum eitt
stásiligt skip, eitt innanoyggja
cruise skip, gjørt til at klára
torføru nátturuna á siglingar-
leiðini. Men skipið er bert eitt
amboð, serliga hjá suðuroying-
um, men eisini hjá okkum øllum
øðrum í Føroyum. Nýggi Smyril
loysir ongan trupulleika, um vit
ikki seta okkum fyri at gagnnýta
teir møguleikar, hann letur upp.
Við opnum sinni, íblástri og
samstarvi, kann nýggi Smyril
gerast eitt Southern Cruise, sum
leggur grundarsteinin til at vit
byrja at brúka okkara sam-
ferðslukerv nógv betri. Har
kundi tað almenna t.d. gingið á
odda at gera skipanir við part-
vísum heimaarbeiðsplássum, har
hetta er møguligt. Men eisini í
einari heildarmeting, um tað er
samfelagsgagnligt at hava størri
túratal fyri Suðuroynna og sam-
felagið sum heild, og henda
metingin skal verða meira um-
fatandi enn bert størri oljuút-
reiðslur. T.d. er hugskotið hjá
Jógvan við Keldu um ókeypis
eykatúrar fyri at fáa gongd á
nýtsluna av hesum møguleika,
eitt stig rætta
vegin.Samferðslulig stórhending
Southern Cruise
– flótandi undirsjóvartunnil
Hesir vilja helst hava fleiri túrar og Hergeir Nielsen hevur lagt fram uppskot fyri Tingið, at tað verður álagt Smyrli at sigla minst tríggjar túrar um dagin
vanligar dagar.
Tá Smyril var hansara ábyrgdarøki
var arbeitt við at skipið skuldi
sigla fleiri túrar um dagin.
Hann hevur nú ábyrgdina og mælir
m.a. til ókeypis túrar