leygardagur 15. oktober 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
39
HUGLEIÐING
Jógvan Sundstein,
fyrrv. løgmaður
T
að var hugaligt at hoyra og
síggja í sjónvarpinum, tá
yvirtøkan av nýggja Smyrli
fór fram í Spania. Øll "avvarð-
andi" vóru til staðar, og øll vóru
samd um, at hetta var eitt væla
skip og eitt stórt frambrot fyri
føroyska innanoyggja skipa-
ferðslu. Hendingin fekk meg til
at koma við nøkrum smávegis
hugleiðingum um menningina av
samferðsluni í Føroyum.
Sum smádrongur beint undan
og undir krígnum sigldi eg fleiri
ferðir við tí Smyrli, sum seinri
fekk navnið "Gamli Smiril".
Hetta kom av, at pápi mín, sum
um vetrarnar tá var lærari á Sjó-
mansskúlanum, mangan um
sumrarnar avloysti sum stýri-
maður við Smyrli. Hetta var tá
roknað fyri at vera okkara besta
innanoyggja ferðamannaskip,
sum - minnist meg rætt - eisini
onkuntíð gjørdi túrar uttanlands.
Eg minnist túrar til Suðuroyar og
eisini norðureftir. Serliga stendur
mær í huganum túrar út til Miki-
nesar eftir oksum.
Í sekstiárunum kom avloysari
fyri hetta væl tjenta skipið.
Nýggjur Smyril varð bygdur á
Tórshavnar Skipasmiðju. Eitt
væla skip, sum var eitt stórt
framstig fyri innanoyggja sigl-
ingina. Men samfelagsmenningin
gekk so skjótt, at tað gingu bert
fá ár, so stóð tað klárt fyri mong-
um, at hendan loysnin ikki var
optimal. Tíðin kravdi størri skip
og betri útbygt skip, sum eisini,
og serliga, kundi føra bilar, bæði
last- og fraktbilar og persónbilar.
Tað var fyrst og fremst Suðuroya
leiðin, sum í mun til restina av
landinum, merkti, at framburð-
urin ikki fylgdi við.
Landsstýrið, sum tók við í
januar 1975 setti sær fyri at gera
nakað við ferðasambandið til
Suðuroyar. Fólkaflokkurin var
við í hesum landsstýri saman við
Javnaðarflokkinum og Tjóðveld-
isflokkinum. Av tí, at eg helst var
tann av táverandi tingmanning
Fólkaflokksins, sum mest gekk
inn fyri tí samgonguni var tað
kanska ikki so løgi, at Atli Dam
og Finnbogi Ísakson, sum høvdu
sama leiklut innan sínar flokkar,
talaðu nógv saman um ymisk
mál, og harímillum ikki minst
spurningin um innanoyggja
ferðasambandið. Tað stóð okkum
greitt, at her var longu nógv
gjørt við vegum, tunnlum og
ferjum, men nógv var eftir at
gera, og tað ráddi um, at ikki
partar av landinum vórðu aftur-
útsigldir.
Várið 1975 løgdu Finnbogi,
sum hevði Strandferðsluna um
hendi, og Atli fyri mær eitt pro-
jekt um at keypa eina bilferju úr
Danmark til fyrst og fremst at
røkja Suðuroyasiglingina. Talan
var um skipið "Morten Mols",
sum sigldi millum Sjællands
Odde og Ebeltoft. Skipið var 5-6
ára gamalt og hevði ein kapaci-
tet, sum kundi nøkta okkara tørv
í mong ár. Tað kostaði um leið
25 mió. kr. at keypa. Tað var stór
peningaupphædd tá. Samstundis
var sjálvandi greitt, at rakstrar-
útreiðslurnar eisini fóru at økjast
í mun til verandi skip.
Hetta var ein stórur biti at
svølgja. Men persónliga hevði eg
áðrenn valið í 1974 lovað frá
tingsins røðarapallið, at eg eftir
valið vildi stuðla eini nýskipan
av ferðasambandinum millum
Suðuroynna og restina av land-
inum. Hetta vildi eg halda. Sjálvt
um eg var greiður yvir, at ikki
allur Fólkaflokkurin fór at taka
undir við málinum, lovaði eg at
gera tað og eisini royna at fáa so
stóran part sum møguligt av
flokkinum at gera tað.
Eg vitsti ikki tá, at málið um
Mortan Mols fór at gerast eitt
hitt størsta politiska stríðsmál í
Føroya søgu. Men tað gjørdist
tað. Vegna landsstýrið bundu
Finnbogi og Atli seg til keypið av
skipinum í álitið á, at teir høvdu
politiskan meiriluta. Teir roknaðu
við fullari undirtøku frá Javnað-
arflokkinum og Tjóðveldisflokk-
inum og lutvíst frá Fólkaflokk-
inum. Men tá ið atkvøðast skuldi
stóð rættiliga nógv á. Stríðið í
tinginum var hart, og fíggjar-
nevndin, sum hevði málið til við-
gerðar, býtti seg í tveir partar.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin tóku undir við keypin-
um, meðan umboðini í nevndini
hjá Fólkaflokkinum, Sambands-
flokkinum og Sjálvstýrisflokkin-
um vóru í móti. Hesir báðir
seinast nevndu flokkarnir vóru í
andstøðu, so tað var so tað var,
men spjaðing kom í Fólkaflokk-
in. Vit høvdu mangan orðadrátt
innanhýsis í flokkinum, og við
hvørt var tað eisini eitt sindur
beiskt. Men flokkurin kom
kortini heilskapaður burtur úr
støðuni.
Tá var tingmannatalið 26. Tá
atkvøðugreiðslan fór fram
atkvøddu 15 fyri uppskotinum,
meðan 9 vóru ímóti. Tveir mugu
sostatt hava verið burturstaddir.
Teir, sum atkvøddu fyri vóru 6
javnaðarmenn, 6 tjóðveldismenn,
2 fólkaflokksmenn og 1 sam-
bandsmaður. Í móti vóru Sjálv-
stýrisflokkurin, Framburðsflokk-
urin, 3 fólkaflokksmenn og Sam-
bandsflokkurin, burtursæð frá
suðuroyatingmanninum hjá
hesum flokki. Minnist meg rætt
var ein javnaðarmaður í móti.
Eitt var tað politiska stríðið og
tann harði politiski ágangurin,
men úti í samfelagnum var
rættilig øsing. Mótstøðumenninir
førdu dúgliga fram, at skipið var
alt ov dýrt, bæði í útvegan og í
rakstri, at tað var alt ov stórt, og
tað als ikki brúk fyri slíkum
stórum skipi. Eisini var ført
fram, at tað kundi ikki nýtast til
sigling í føroyskum farvatni og
als ikki millum lond (tað skuldi
jú eisini brúkast til at sigla til
Noregs og Íslands). Eg gloymi
ongatíð, hvussu glaður ein
kendur politikari var, tá hann
brosandi fortaldi mær, at Smyril
lá uppsteðgaður á veg til
Bergens. Hetta víst seg einki at
hava uppá seg, men vísti sam-
stundis meinfýsni hjá persónum,
sum ynsktu, at tað skuldi ganga
illa.
Men tað gekk væl, og rættiliga
skjótt, sum tíðin leið, vísti tað
seg, at skipið var gott, at tað var
ein stórur bati fyri innanoyggja
samferðsluna, og allir spádómar
um, at skipið var alt ov stórt
vórðu gjørdir til skammar. Eg
dugi ikki rættiliga at ímynda
mær, hvussu støðan hevði verið,
um skipið ikki var komið tá.
Men mótstøðan móti útbygg-
ing hevur altíð verið til staðar.
Vit hava sæð hana tá vegagerðir
skuldu fremjast, tá tunnlar skuldi
byggjast og í øðrum førum við.
Undirsjóvartunnilin til Vágarnar
fekk stóra mótstøðu, men tá
hann so endalig kom var ikki
mark fyri frøðini, og eingin
skilti, hví hann ikki var gjørdur
fyrr.
Sjálvandi eru mørk fyri,
hvussu nógv og hvussu skjótt
tiltøkini kunnu fremjast, men við
teirri framkomnu planlegging,
sum nú verður nýtt, sær tað út
til, sat samanbindingin av land-
inum verður framd á skilagóðan
hátt. Næsta stóra nýbrotið verður
Norðoyatunnilin, og hvør veit
um ikki løgmaður fær rætt, tá
hann hugsar sær til, at eingin
nýggjur Smyril kemur aftaná
hendan, men at til ta tíð verður
landfast samband av onkrum
slag.
Eg havi tað ikki við hondina,
men eg minnist, tá Thorstein
Petersen i fýratiárunum hevði
greinarøð um útbygging av
samferðslukervinum og saman-
binding av oyggjunum. Sum ikki
eina ferð varð hann gjørdur til
láturs. Men hevði hann vita aftur
í verðina, og eisini teir, sum tá
flentu at honum.
Leygardagin kemur Smyril á
Tvøroyri. Tá Mortan Mols kom
noyddist hann fyrst á Tvøroyri, tí
havnin í Havn varð blokerað.
Útróðrarverkfall var og stór
øsing, og hon gekk so eisini út
yvir nýggja suðuroyaskipið.
Vónandi verður fagnaðurin størri
hesu ferð bæði á Tvøroyri og í
Havn og runt um í landinum.
Míni bestu ynski fyri nýggja og
stásiliga skipinum. Vónandi
verða eisini ráð til at sigla fleiri
túrar.
Samferðslulig
stórhending