Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 - Tað var uppá tíðina, halda tey flestu "Pinter hevur endurnýggja sjónleik sum listagrein ... Hans- ara leikir vísa avgrundina undir gerandisprátinum og treingir inn í kúganinar stongdu rúm", varð millum annað sagt í grundgev- ingini, hjá akademinum. Harold Pinter verður hildin at verða tað leikskaldið, ið hevur havt størst týdning fyri modern- aðan sjónleik í 20. øld. Hansara leikir skapa ein absurdan heim, tømdur fyri meining, har ræðslan lúrir aftanfyri alt, persónarnir gera, uttan mun til, hvussu sak- leyst tað kann síggja út. Sam- stundis er tað ein heimur, sum tykist óunniliga væl kendur. Persónarnir eru stuttligir men á ein hátt, har áskoðarin tekur synd í teimum, tí teir tykjast so tor- næmir og avmarkaðir. Teir eru taparar, sum til fánýtis stríðast fyri at fáa vald, tryggleika, eitt pláss í heiminum, ein samleika. Málsliga er alt skorið inn á bein, so setningarnir verða smáar yrkingar, har tøgnin oftast hevur meir at týða enn tað, ið verður sagt - ein heilt egin stílur, sum er farin yvir í bókmentástøði sum "Pinterisma" Pinter fekk Nobelvirðislønina: Tað óunniliga væl kenda Loyndarfullir heimir Bókadeildin hevur hesa vikuna givið út tvær bøkur, sum hvør á sín hátt snýr seg um, ein loyndarfullan heim. Leyvan, gívurin og klædn- askápið er onnur bókin av sjey í bókaverkinum um Narnia. Lovisa er av óvart dottin inn í eitt undurfult land við favnum og kentaurum, dísum og talandi dýrum. Men skjótt varnast hon, at hin ræðuliga hvíta gívurin ræður í Narnia, og tey einastu, ið kunnu bjarga landinum, eru Aslan og fýra børn… Carl Jóhan Jensen týddi úr enskum. Bókin er væl egnað hjá teimum 10-12 ára gomlu. Einkabarnið er hugvekjandi bók til ung, ið Judi Fagerland týddi úr norskum. Bókin er um Elisu, sum hevur tað trupult. Hini siga, at hon lýgur, men hon hevur einki annað val, tí hon minnist einki frá barnaárunum, og mammuna nyttar einki at spyrja. Nógv temu eru í skald- søguni: saknur, svik og skuldar- kensla. Søgugongdin er uttaná næstan sum eitt ævintýr: at fara til eini manntóm hús, at leita eftir svørum um fortíðina. Álvarin í søguni gerst átrokandi, og avdúkingarnar eru skakandi lesnaður. Bókin er um eina ferð aftur til barnaheimið at leita eftir sporum av lívinum og svarinum uppá, hví hon einki minnist. Ein hjartanemandi bók um at hava tað trupult og at koma ígjøgnum tað, hóast alt. Norðurlendsku málini – søga og framtíð Fara tær 18 milliónirnar norður- lendingar, sum tosa skandinavisk mál, eisini í framtíðini at kunna tosa saman á teirra móðurmáli - ella fara øll sum frá líður at tosa enskt? Um tann norðurlendska mál- fatanin skal hava eina framtíð, er neyðugt hjá norðurlendingum at kenna líkleikir og munir millum teirra mál. Og ivaleyst fer tilvitið um málsliga og mentanarliga felagskapin at gera okkum meir opin og tollynt mótvegis teimum ymsu mentanunum í nútíðar samfelagnum Soleiðis verður sagt í sam- bandi við útgávuna av nýggju bókini Norðurlandamál við rótum og fótum frá Málráð Norðurlanda, sum gevur øllum áhugaðum møguleika at finna seg sjálvan í tí norðurlendska málfelagsskapinum. Sakliga og livandi greiðir bókin frá søguni hjá teimum norðurlendsku málunum, og hvussu hesi eru slektað hvørt við annað. Eisini verður kunnað um málini í Finnlandi, samisku økjunum og í Grønlandi. Frá novembur fær bókin eitt ískoyti av eini røð av styttri tekstum, sum millum annað snúgva seg um støðuna og framtíðina hjá smáum málum í alheimseringini. Tekstirnir verða at finna á www.norden.org/pub, har bókin eisini kann bíleggjast á føroyskum, íslendkum, svensk- um, norskum og donskum. Eisini ber til at taka bókina niður sum pdf fílu. Svenska akademiið hevur tilnevnt 75 ára gamla bretska leikskaldið, Harold Pinter, Nobelvirðislønina í bókmentum. Og sum heild hevur bókaheimurin higartil tikið væl ímóti tíðindunum Forlagið Nýlendi hevur givið út bókina Á heima-vígvøllinum eftir finska rithøvundin Kari Hota- kainen. Hjúnarlagið hjá Matti ridlar. Ein dagin, tey hava skeldast, ger Matti nakað, hann aldrin hevði droymt um ... Konan verður so skelkað, at hon tekur dóttrina við sær og flytir frá Matti. Matti er sinnaður at gera alt fyri at fáa tær aftur og fær sannført seg sjálvan um, at tað bara kann gerast á ein hátt: Hann má gerast húsaeigari, so konan kann fáa tað, hon altíð hevur droymt um. Og so fer Matti til verka ... Undir yvirskriftini "Liðugt við friðsælu" segði norski rithøvund- urin Knut Faldbakken soleiðis um Á heima-vígvøllinum. - Við speiska gløggskygni hansara, ið stendur avbyrgdur, leggur Matti sær rætt og slætt alt í geyma, sum hugsast kann at lokka konuna og dóttrina heim aftur. Samstundis sum verkætlan hansara ger, at hann verður uppaftur meir sjálvskoðandi og fjartøkin, tí hann gjøgnumskoðar tómleikan í tí, hann tráar eftir. Tá ið hann so umsíðir er komin hagar, at hann skal gera sín dreym til veruleika, stendur hann við vónloysisinnar dyr. Skaldsøgan er ein stílvøkur bygging av klókskapi, vídd og speisemi um eitt bládýpi av ráðaloysi. Á heima-vígvøllinum fekk Bókmentavirðisløn Norðurlanda- ráðsins í fjør umframt Finlandiavirðislønina í 2002. Jákup í Skemmuni hevur týtt bókina til føroyskt. Nýggj týðing: Á heima-vígvøllinum á føroyskum Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyri aðru ferð eftir fimm árum fór Nobelvirðislønin í bókmentum í ár til ein bretskan høvund – hesuferð til leikskaldið Harold Pinter