Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 197 - 15. oktober 2005 Í sambandi við menning, viðlíkahald og dagligu leiðsluna av tekniska øki felagsins søkja vit eftir Tekniskum leiðara Um starvið: • Starvið er skipað við ábyrgd yvir fyri stjóranum og í samstarvi við skiparar og maskinstjórar um- borð á skipunum. • Starvsstaðið verður skrivstova felagsins í Gøtu, umframt at vera umborð á skipunum, tá tað krevst. Roknast má við nakað av ferðing, bæði innan- og uttanlands. Umframt at hava ábyrgd og leiðslu av tekniska øki felagsins verða uppgávurnar m.a.: • At hava umsjón við arbeiði, sum verður gjørt umborð á skipunum • At leggja til rættis, saman við manning: viðlíka- hald, umvælingar, evt. nýgerð og fylgja upp garantikrøvum • At eftirmeta gjørd arbeiði í samráð við avvarandi manning • At fáa til vega tilboð upp á ymiskt tilfar og arbeiði • At standa fyri eykalutagoymslu og tekniskum arkivi • At fylgja upp, saman við avvarandi manning, krøvum frá klassa, skipaeftirliti o.ø. myndug- leikum • At taka lut á stevnum og messum, har nýggj útgerð og tøkni verður víst fram • At fylgja upp útgreiningar av fakturum saman við umsitingini Førleikakrøv - her vænta vit, at tú hevur: • maskinmeistaraútbúgving ella tilsvarandi tekn- iskan førleiki • siglingstíð ella tilsvarandi royndir, t.d. frá skipa- smíði • teldukunnleika á brúkarastøði • lætt við at samskifta á skandinaviskum og enskum Sum persónur vænta vit, at tú ert ágrýtin og miðvís- ur,tær dámar væl stórar avbjóðingar og tú hevur lætt við at samstarva.Harafturat vænta vit,at tú ert fleksi- bul og altíð ert tøkur,tá skipini eru inni,og tá tað ann- ars krevst. Av tí, at størsti parturin av dagliga sam- skiftinum er um skip og fiskivinnu, kunnu umsøkj- arar við kunnleika til hesa vinnu hava ávísan fyrimun. Løn og setanartreytir annars verða sambært avtalu við arbeiðsgevara. Umsóknir verða, skjótast gjørligt og í seinasta lagi 20. oktober 2005, sendar til: P/F Vinnan Boks 33 FO 510 Gøtu Nærri upplýsingar um starvið fást við at venda sær til skrivstovuna.Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Vinnan tlf. 441660 t-postur: vinnan@vinnan.fo P/F Vinnan í Gøtu er ein fyritøka í støðugari menning. Fyritøkan eigur og rekur 3 pelagisk fiskifør og hevur umleið 50 fólk í starvi. Í umsitingini starvast, umframt stjóran,2 fólk á skrivstovuni. T Ó R S H A V N A R K O M M U N A Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 6. okto- ber 2005 samtykti broytingar í almennu byggisam- tyktini fyri Tórshavnar kommunu. Ætlaða broytingin er, at ein partur av D3 økinum (kannað stórum almennum stovnum fyri umsiting heilsurøkt v.m.) við Landssjúkrahúsið verður broytt til A2 øki (høg bústaðabygging). Broytingin umfatar matr. nr. 1000 a, Tórshavn. Tilfar, sum lýsir broytingina liggur frammi í Snar- skivuni á Vaglinum, frá 17. oktober til og við 7. november 2005, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.30 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 17. januar 2006. w w w . t o r s h a v n . f o Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu T Ó R S H A V N A R K O M M U N A Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 6. okto- ber 2005 samtykti at gera nýggja serstaka byggi- samtykt fram við Dr. Jakobsensgøtu og Sverrisgøtu. Endamálið við serstøku byggisamtyktini er, at økja um tættleikan kring tað, ið lagt verður upp til skal koma at verða handilgøta/gongugøta í miðbýnum. Serstaka byggisamtyktin umfatar matr. nr. 419, 384a, 370, 369, 368, 322, 321, 312, 311, 265, 253, 254b, 252c, 252a, 251, 250, 249m, 249b, 421, 383, 372a, 372b, 371, 300, 301, 310, 309, 266, 246a, 247a, 247b, 247c, 248b, 248c, 248d, 248g, 232a og 232b Tilfar, sum lýsir broytingina liggur frammi í Snar- skivuni á Vaglinum, frá 17. oktober til og við 7. november 2005, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.30 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 17. januar 2006. w w w . t o r s h a v n . f o Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu Søla ella leiga av bygningi á Kambsdali Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið bygning kommununar á matr. nr. 859a á Kambsdali til sølu, hetta sambært § 1 í kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn. Talan er um fyrrverandi bygningin hjá P/F Havnar Timburhandil á Kambsdali, sum er umleið 860 fermetrar til víddar partvíst í tveimum hæddum. Møgulig áhugað verður biðin um at seta seg í sam- band við Pætur Joensen, býarverkfrøðing ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 444.006. Ognin verður lýst til sølu við teirri treyt,at kommun- uni stendur frítt av velja millum innkomin tilboð ella einki at taka. Møguleiki er eisini hjá áhugaðum, um bygningurin ikki verður seldur, at fáa henda til leigu. Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fugla- fjørður í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. oktober 2005 kl. 15.00. Fuglafjørður, tann 14. oktober 2005 Fuglafjarðar býráð Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Internet Sosialur i l i f in