Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 45 HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN Deildarleiðari F O O D , V E T E R I N A RY A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: hfs@hfs.fo www.hfs.fo Haraftrat skalt tú duga væl at fara við starvsfólki og viðskiftarum hjá stovninum. Koyrikort til persónbil er neyðugt. Tíð og setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv. Vit bíða fegin eftir rætta umsøkjar- anum, so starvsbyrjan er nakað, ið vit kunnu avtala. Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og antin Magistarafelagið ella Verkfrøðinga- felagið. Sí annars heimasíðuna hjá Lønar- deildini í Fíggjarmálaráðnum: www.lnd.fo. Tú skalt kunna tola broytingar í starvsinnihaldinum. Umsóknin Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 4. november 2005. Stutt um matvørudeildina: Á matvørudeildini starvast íalt 10 fólk. Deildin tekur sær av • góðkenning av og eftirlit við matvøruvirkjum, (íalt er talan um eini 600 góðkenningareindir) • inn- og útflutningi av matvørum • kunngerðararbeiði • yvirvøku- og annað eftirlits- arbeiði • veterinerar uppgávur, sum nátt- úrliga hoyra til á matvørudeildini. Lýsingin er eisini at síggja á heima- síðuni hjá Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, www.hfs.fo. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóri, tel. 356 400 Starvið sum deildarleiðari á mat- vørudeildini er nú leyst at søkja Starvslýsing Deildarleiðarin á matvørudeildini hevur høvuðsábyrgdina av • Fakligu leiðsluni á deildini • Tryggja at arbeiðið á deildini til eina og hvørja tíð er í samsvari við galdandi lógir og kunngerðir, sum deildin umsitur • Tilrættislegging og raðfesting av arbeiðinum á deildini, sum heild, bæði uppá stutt- og longri sikt. • Fylgja við í altjóða gongdini inn- an matvøruøkið • Standa fyri fakligari menning av deildini og starvfólki • Annað, sum hoyrir til deildar- leiðslu. Deildarleiðarin er partur av leiðslu- bólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur. Krøv til útbúgving og kunnleika Akademiskt prógv innan náttúru- vísindi frá hægri lærustovni/univer- siteti innan eitt av hesum økjum: • djóralækni • bromatologur • matvøruverkfrøðingur á MSc. ella BSc. stigi • cand. scient. ella • tilsvarandi útbúgving frá hægri lærustovni/universiteti Tað er eitt krav,at tú hevur nøkur ára starvsroyndir.Tað er ein fyrimunur at hava arbeitt við eftirlitsuppgávum innan matvøruøkið sum heild. Góður kunnleiki krevst til fram- komnar EDV skipanir, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur. Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.