Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 198 - 18. oktober 2005 Hóast eingir parker- ingsvørðar eru til arbeiðis, so tykjast bilførarar at parkera bilar sínar so sum teir eiga. Og eisini so langa tíð, sum parkeringssonan loyvir teimum. FERÐSLA Snorri Brend Havn: Vit fara ikki á nakr- an hátt at eggja bilførarum til ólógliga parkering. Men tað er kortini ein sannroynd, at báðir parker- ingsvørðarnir í høvuðs- staðnum eisini eru raktir av verkbanninum, eftir sátt- m á l a s a m r á ð i n g a r n a r millum Starvsmannafelag- ið og Fíggjarmálaráðið. Hetta merkir so aftur, at eingir vørðar eru, sum tryggja at bilarnir standa parkeraðir ta tíðina, teir hava loyvi til tess og á røtt- um básum. Standa bilarnir tí longur enn loyvt er, er í veruleik- anum eingin at skriva út bøtur fyri hesa ólógligu parkeringina. Frágreiðing Hinvegin so kann tað neyv- an loysa seg at seta bilin frá sær á ólógligum støðum, tí løgreglan er framvegis til arbeiðis. Ein av teirra uppgávum er at forða fyri ófantaligari parkering, sum aftur kann vera til ampa fyri teirri vanligu ferðsluni. Teir fara tó ikki inn á økið hjá Parkeringsvørðunum. Hóast støðuna á almenna arbeiðsmarknaðinum so ger løgreglan kortini ikki meiri enn vanligt við henda partin av arbeiði teirra, fáa vit upplýst av Politistøðini í Havn. Er kortini talan um parkering, sum er beinleið- is til ampa fyri hina ferðsl- una, so verður frágreiðing skrivað og málið fer sína vanligu gongd. Upplýst verður tó, at um vikuskiftið er eingin slík frágreiðing skrivað. Parkera lóg- liga hóast vørðarnir ikki arbeiða Bilarnir standa parkeraðir so sum teir eiga í miðbýnum í Havn, hóast eingin parkeringsvørður er til arbeiðis Mynd: Jens Kr. Vang