týsdagur 18. oktober 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
3
Leygarnáttina fekk
løgreglan í Havn boð
frá einum skeinking-
arstað í Havn, at ein
ung genta varð illa
fyri, og at gentan
segði seg hava tikið
okkurt hvítt pulvur
LØGREGLAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sjúkrabilur varð sendur á
staðið beinan vegin, og
gentan var flutt á skaða-
stovuna á Landssjúkrahús-
inum til kanningar.
Ein maður var afturhildin
av starvsfólkum á skeink-
ingarstaðnum, tí tey høvdu
illgruna um, at tað varð
hann, ið hevði givið ungu
gentuni hvíta pulvurið.
Løgreglan kom á staðið og
tók mannin við sær, men av
tí at einki illgrunarvert varð
funnið á honum, bleiv hann
stutt eftir leyslatin aftur.
Unga gentan bleiv kann-
að á Landssjúkrahúsinum,
men hon hevði tað eftir
umstøðunum gott og bleiv
koyrd heim til hús.
Hvítt pulvur sendi gentu
á sjúkrahúsið
Olivia Danielsen, sum
er lívfrøðislesandi á
Fróðskaparsetrinum,
vil nú hava greiðu á,
hví miðalvektin á
seyði er so ymisk
kring landið
HØVUÐSUPPGÁVA
Jákup Mørk
Hetta evnið hevur Olivia
valt sær sum høvuðsupp-
gávu í samband við lesna
sín.
Tað er vælkent, at vektin
á lombum er ymisk í ymsu
økjunum kring landið. Men
enn hevur eingin nágreini-
liga kannað eftir, hví hetta
er so. Eitt nú hevur verið
nevnt, at áseyðatal av
lombum og hæddin av
haganum eru viðurskifti,
sum spæla inn, men nú skal
so ein verulig greining
gerast av hesum.
Sum liður í kanningini
hevur Olivia í fyrstu syftu
sent út spurnarbløð til 100
føroyskar
bøndur.
Her
veðrur millum annað spurt
um miðalvektina á lomb-
unum, sum vórðu flett í
heyst. Hvussu nógv lomb
vórðu tikin. Um hvussu
lembingin hilnaðist, hvussu
nógvar tvílembur vóru og
um seyðurin verður fóðr-
aður um veturin.
Hví er vektin so ymisk?
Tá greiða er fingin á miðal-
vektunum kring landið,
verður næsta stigið at
greinað tilfarið. Ætlanin er
at samanbera miðalvekt-
irnar í teimum ymisku
hagapørtunum í mun til eitt
nú: markatal, vídd á hagan-
um, hvussu høgt hagin
liggur, áseyðatal, tal av
lombum, og hvussu lendið
og bitið er í haganum.
Tað verður ofta sagt, at
grasvøksturin er betur í
hagapørtum, sum venda
móti sólini. Ætlanin er tí
eisini at kanna eftir, hvørt
tað ávirkar støddina á seyð-
inum, hvønn veg hagin
vendir. Eisini verður sagt,
at seyðurin er størri norðan
fyri enn sunnanfyri. Við at
samanbera miðalvektirnar
er ætlanin eisini at fá
greiðu á hesum spurning-
um.
Skal ætlanin eydnast, er
umráðandi, at so nógv hag-
talstilfar
sum
gjørligt,
verður fingið til vega, og
heitir Olivia tí á bøndurnar
um at taka sær tíð til hetta
arbeiði eisini. Eitt arbeiði,
sum væl kann vísa seg at
verða til stórt gagn. Bæði
hjá einstøku bøndunum
men eisini fyri føroyskt
seyðahald sum heild.
Kann vektina á seyði
Harðligur við
unnustuna
Leygarnáttina varð ein
maður tikin í miðbýnum í
Havn, tí at hann var harð-
ligur við unnustuna hjá
sær. Maðurin og unnustan
gjørdust ósamd uttan fyri
eitt skeinkingarstað í mið-
býnum, og øði spann í
mannin, sum legði unn-
ustuna niður á vegin og
tók kvørkratak á hana.
Løgreglan bleiv boð-
send, og maðurin varð
handtikin. Málið verður
nú viðgjørt sum eitt
harðsskapsmál.
tn
Roykur uttan eld
Stutt fyri nátturða sunnu-
dagin fekk løgreglan í
Eysturoynni fráboðan um,
at eldur var í einum hús-
um í Fuglafirði.
Sløkkiliðið kom skjótt á
staðið, og teir kundu stað-
festa, at talan bert var um
royk og ongan eld. Talan
var um eitt ventilatiónsan-
legg á loftinum, har ein
motorur helst varð brend-
ur saman. Nógvur roykur
stóðst av hesum, men
eldur var eingin. Húsini
fingu ongan skaða av
tilburðinum.
tn
Herverk á
deksbát
Sunnudagin fekk løgregl-
an í Eysturoynni fráboðan
um, at onkur hevði verið
umborð á 20-tonsaranum,
Hamranes, sum liggur við
bryggju í Runavík, og
gjørt herverk.
Tveir rútar vóru brotnir
umborð á deksbátinum,
men ótangarnir, ið høvdu
framt herverkið, høvdu
ikki stolið nakað umborð.
Eigarin av Hamranes var
sjálvur burturstaddur, og
tí er ógreitt, nær herverkið
er gjørt.
tn
Gjørdi seg inn á
løgregluna
Um níggjutíðina sunnu-
kvøldið bleiv løgreglan
boðsend, tí at ein maður
gekk og bar seg ófanta-
ligani at í Sigmundargøtu.
Løgreglan kom á staðið,
og roynt var at fáa mannin
at skikka sær eitt sindur
betur.
Maðurin lat tó ikki við
seg koma, og tá ið løg-
reglan ætlaði at taka hann
við sær, gjørdi maðurin
mótstøðu og gjørdu seg
inn á eitt av løgreglu-
fólkunum. Maðurin bleiv
koyrdur í hondjørn og
fluttur á politistøðina, og
hann verður nú ákærdur
fyri harðskap móti tæn-
astumanni.
tn