Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 198 - 18. oktober 2005 Fyrst í hesum mánað- inum var stór ung- dómsráðstevna í Havn, og niðurstøðan á stevnuni var tann, at myndugleikarnir og tey vaksnu sum heild noyðast at lurta betur eftir teimum ungu og ikki altíð halda, at tey sjálvi vita betur UNGDÓMS- POLITIKKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað vóru Tórshavnar Kommuna og Føroya Ung- dómsráð, sum í felag skipaðu fyri ráðstevnuni, sum bar heitið "hetta er tín kommuna". Ráðstevnan var fyrst og fremst ætlað teim- um 14 til 18 ára gomlu, sum á ráðstevnuni høvdu møguleika at taka lut í ymiskum verkstøðum. Høvdu nógv at geva Trý av teimum, sum skip- aðu fyri ungdómsráðstevn- uni, eru Alisa Hammer, Salua Manai og Bogi Andreassen, ið er leiðari á Margarinfabrikkini í Havn. Vit hava hitt tey, hvussu ráðstevnan eydnaðist, og hvat kom burturúr. - Endamálið hjá okkum við ráðstevnuni var fyrst og fremst at savna tey ungu fyri at vita, hvønn tørv tey ungu hava fyri at tey skulu trívast í kommununi. Hetta haldi eg eydnaðist serstak- liga væl, og vit kunnu stað- festa, nú ráðstevnan er farin aftur um bak, at tey ungu hava nógv at geva, sigur Salua Manai, pedagogur. Sum áðurnevnt vóru fleiri verkstøð á ráðstevn- uni, har tey ungu fingu høvi at royna seg á ymsan hátt, kanska serliga á tí skapandi økinum. Men ein bólkur var eisini settur, ið skuldi taka samanum ung- dómspolitikk og koma við uppskotum til, hvat kann gerast fyri at bøta um trivnaðin hjá teimum ungu í kommununi. - Hesin bólkurin fekk ótrúliga nógv burturúr, og tey komu við rættuliga nógvum góðum hugskot- um, ið man kann arbeiða víðari við. Eitt tað týdning- armiklasta sambært hesum bólki er tó tað, at tey vaksnu og myndugleikarnir taka tey ungu í størri álvara. Tey ungu halda, at tað í alt ov stóran mun verður tosað niður til tey ístaðin fyri við tey. Somu- leiðis hava tey ungu alt ov ofta sæð, at spurnarkann- ingar hava verið gjørdar í sambandi við ungdóms- politikk, men at tað ongan- tíð er hent nakað víðari, hóast tey ungu hava gjørt vart við sína misnøgd. Tí hava tey als einki álit á myndugleikunum og teim- um vaksnu sum heild, siga Lurta eftir teim Eitt av verkstøðunum á ráðstevnuni var innan videoframleiðslu, og tað hevði stóran áhuga millum tey ungu.