týsdagur 18. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
5
mum ungu
teir tríggir fyrireikararnir
av ráðstevnuni. Tey halda tí,
at tað er av sera stórum
týdningi, at vit leggja okk-
um eina við at lurta betur
eftir teimum ungu.
Nógvir fordómar
Sambært teimum trimum
pedagogunum er ein aftur-
vendandi trupulleiki í sam-
bandi við tey ungu, at tað
eru so nógvir fordómar
mótvegis teimum ungu í
dag.
- Tey ungu møta fordóm-
um allastaðnis. Allar ræðu-
søgurnar um tey ungu
koma fram í miðlunum, og
tað er við til at halda lív í
teimum mongu fordómun-
um. Margarinfabrikkin er
eitt savningarstað fyri ung
í Havn, og fordómarnir
móti staðnum er øgiligir,
sigur Bogi Andreassen,
leiðari á Margarinfabrikk-
ini.
Hann heldur, at hesir
fordómar einki hald hava, tí
tey allarflestu av teimum
ungu eru stak fitt og løtt at
hava við at gera. Sjálvsagt
eru nøkur undantøk, men
soleiðis vil altíð verða,
sigur hann.
Bæði Bogi Andreassen
og tær báðar Salua Manai
og Alisa Hammer halda, at
tað er stórur tørvur á einum
veristaði fyri tí eldra bólk-
inum av teimum ungu. Tað
vil siga teimum, sum eru
kanska 16 ár og eldri.
Á ráðstevnuni kom eitt
uppskot fram um at gera
Vertshúsið til eitt veristað
hjá ungdóminum í Havn,
har møguleiki var fyri bæði
kafé og spælistað.
Tey halda eisini, at tað er
ógvuliga
óheppið,
at
Margarinfabrikkin liggur í
miðbýnum í Havn, tí tey
flestu av teimum ungu
búgva í útjaðaranum, og
miðbýurin hevur eitt rættu-
liga keðiligt umdømi.
Ein annar vansi við pla-
seringini
av
Margarin-
fabrikkini er tað, at veri-
staðið liggur mitt ímillum
fleiri ølklubbar og skeinki-
støð.
- Tá ið Margarinfabrikkin
í vikuskiftinum steingir um
eitt-tíðina, ganga tey ungu
ofta og vála eina góða løtu,
áðrenn tey fara til hús. Tá
koma tey ofta framvið
skeinkistøðunum, har tey
bæði kunnu møta freist-
ingum og eisini vaksnum
persónum, ið tey kenna
væl, sum eru dýrandi fullir,
og tað er óheppið, siga teir
tríggir pedagogarnir.
Kommunan er positiv
Eftir at ráðstevnan er farin
aftur um bak, verður nú ar-
beitt víðari við, hvussu
summi av teimum uppskot-
um, ið sóu dagsins ljós á
ráðstevnuni, kunnu gerast
veruleiki.
Sambært teimum trimum
fyrireikarunum er Tórs-
havnar Kommuna ógvuliga
positiv og opin fyri nýhugs-
an, og fundast hevur eisini
verið um, hvussu man kem-
ur víðari.
- Vit hava møtt góðum
vilja frá kommununi, og so
vóna vit, at okkurt av upp-
skotunum skjótt kann síggj-
ast aftur í verki, sigur Alisa
Hammer.
Millum tey uppskot, ið
ungdómurin kom við á ráð-
stevnuni, er millum annað
ein opin verkstaður til
myndlist og aðra list.
- Ungdómurin er ótrúliga
skapandi, men karmarnir
fyri skapandi list millum
ung eru als ikki nøktandi.
Bæði Norðurlandahúsið og
Listaskálin eru fullkomi-
liga "lukkað land" fyri ung-
dóminum, og vit noyðast at
gera teir røttu karmarnar
fyri at halda skapandi ung-
dóminum til, siga tey trý.
Náttarbuss
Eitt annað, ið mangan hev-
ur verið ført fram, er, at
tørvur er á einum náttar-
bussi í Havn. Í flestu størru
býum í Danmark er skipan
við náttarbussi, har tað er
møguligt hjá ungum, sum
búgva uttan fyri miðbýin, at
koyra við bussi heim á
miðjari nátt.
Hetta halda tey ungu
hevði verið eitt hugskot at
sett á stovn í Føroyum, tí
hetta hevði forða fyri, at
ung til dømis koyrdu ávirk-
að á prutlum, og foreldrini
høvdu ivaleyst kent seg væl
tryggari, um tey vistu, at
ein náttarbussur var, ið
kundu koyra børnini hjá
teimum til hús.
Fleiri onnur hugskot eru
løgd fram fyri býráðið, og
nú er so bert eftir at vita,
hvat kemur burturúr. Fyri-
skipararnir av ungdómsráð-
stevnuni siga seg vænta, at
tað í hesum førinum verður
lurtað eftir ungdóminum,
sum hevur nógv at bjóða.
Eisini varð nógv dansað á ráðstevnuni, og tey ungu sóknast eftir einum stað, har tey hava
umstøður at venja dans, og har skipast kann fyri dansiskeiðum.
Ungdómspolitiski bólkurin, sum Annlis
Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýriskvinna,
tók sær av, hevði nógv góð hugskot, sum
tað nú verður arbeitt víðari við