Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Suðuroyingar settu seg upp ímóti bæði vindi og regni fyri at taka ímóti nýggja Smyrli NÝGGI SMYRIL Nýggi Smyril fekk eina stórfingna móttøku, tá ið hann kom til Suðuroyar á miðdegi leygardaginm. Ferðin heim gekk avbera væl og allan leygarmorgun- in lá Smyril eystanfyri Suðuroynna og bíðaði til miðdags, tá ið hann skuldi koma til lands. Tað vóru sjálvandi nakrir heilt fáir suðuroyingar, sum høvdu fingið sær seyð at fletta leygardagin. Men næstan allir hinir vóru á Tvøroyri og tóku ímóti nýggja Smyrli, tí hóast tað var reiðiliga illsligt við regni og fitt av vindi, vóru eini 4000 fólk á samferðsluhavnini á Tvør- oyri og tóku Smyrli. Her skal havast í huga, at tað búgva bara 5000 fólk í Suðuroy. Fyrst gingu hundraðtals fólk skrúðgongu av gomlu samferðsluhavnini á Drel- nesi, út í nýggju Sam- ferðsluhavnina á Kramba- tanga, sum er ein lítlan kilometur ytri á fjørðinum. Har vóru røðu hildnar, hornorkestrið spældi og felagssagnur var, áðrenn hekkuportið fór upp og fólk fingu høvi til at sleppa umborð at síggja skipið. Fyri ikki at dálkað ov illa, fingu øll skóleistar úr plasti upp á beinini. Teir høvdu 3000-4000 skóleistar og teir vórðu allir brúktir og tí fæst ein reiðiliga góð ábending um, hvussu nógv fólk var umborð. Og tey vóru øll sum ein samd um, at her var talan um eitt avbera stásiligt far. Hóast vit fleiri ferðir hava hoyrt, hvussu stórur og flottur Smyril er, vóru øll mestsum ovfarin tá ið tey komu umborð og sóu við egnum eygum, hvussu stór- fingin hann í verleikanum er. – Tað er so stórt pláss, at vit skulu ferðast fleiri ferðir, áðrenn vit finna runt, helt onkur fyri. Onkur annar helt fyri í skemti, at tað verður ikki lukkuligt at missa børnini vekk umborð, tí tað verðu torført at finna tey aftur, tí tað er so nógva staðni at fara. Umborð eru nógvir leysir stólar og tað hava fólk fýlst á, men tey, sum hava havt við skipið at gera, siga, at tað er so gott í sjónum, at tað verður ongin trupul- leiki. Annars eru eisini ein hópur av bleytum, djúpum benkrum, ið mest av øllum líkist sofum, so har er eisini nógv betri pláss at leggja seg enn umborða Smyrli, sum nú fer í søguna. Men vil onkur hava kam- ar, ber eisini til at fáa eitt slíkt umborð og tey eru bæði góð og rúmlig. Annars eru eisini flúgv- arasetur at sita í. Tá ið fólk fóru iland aftur av Smyrli, var farið í høll- ina í Trongisvági, har tiltak varð alt kvøldið og í alla náttina við og tað var alt ókeypis. Av tí at veðrið var so ills- ligt og tað gekk so illa at fáa hekkuportrið niður, vóru tað nógv fólk, sum fóru avstað aftur, uttan at hava verið umborð. Tí var Smyril somuleiðis opin fyri almenninginum sunnudagin og eisini tá var reiðiliga nógv fólk umborð. 6 Nr. 198 - 18. oktober 2005 Tá suðuroyingar leygar- dagin tóku ímóti nýggja Smyrli, var eisini nógvur tónleikur á skránni, hóast arbeiðssteðgurin nærum beindi fyri einum parti av tónleikaskránni. Ljómur sang á bryggjuni, hornorkestur leikti og felagssangur var. Í høllini varð skipað fyri tónleiki. Har leiktu Guðrun Sólja og Neil. Eyðun Nol- søe leikti saman við brøðr- unum Brandi og Tróndi Enni og síðani leiktu Brandur Enni og góðir tón- leikarar. Brandur Jacobsen á trummur, Bjarki Meitil á bass, Kim Hansen á klaver, Eyðun Nolsøe á guitar og Tróndur Enni á horn. Men hesin síðsti parturin av skránni fór nærum í vaski, tí tónleikararnir sluppu ikki úr Havn og til Suðuroyar vegna arbeiðs- steðgin. Sum skilst varð farið til hægsta politiska vald at leita eftir hjálp, og endin var, at tónleikararnir komu, nakað seinkaðir, úr Vágunum við tyrlu. Sostatt gekk tónleika- skráin sum ætlað í høllini í Trongisvági, so hesin part- urin av undirhaldinum gekk sum eftir ánni, hóast tað eina løtu sá svart út, tí ongin fartur var suðureftir. -do- Børn, pylsur, speekers corner og teknikapping Ongin hoppiborg, men tónleikarar, sum komu í evstu løtu við tyrlu til Suðuroyar. Arbeiðs- steðgurin merktist í Suðuroynni leygar- dagin, men hóast hetta, so var lagið gott á teim mongu, sum leitaðu sær í høllina í Trongis- vági, tí har var nevni- liga so nógv annað, enn tann vantandi hoppiborgin. Pylsur og sodavatn til øll, alt ókeypis - sjálvandi, og góður tónleikur. Toastmast- arin Torgerð Suðuroy skipaði fyri undirhaldi saman við børnunum og har var eisini høvi hjá børnum at tekna nýggja Smyril. Nakrar av tekningunum verða at síggja umborð. Skipað varð eisini fyri speekers corner, Suðuroyar Forum, har framtíðin stóð á skránni og orðið ann- ars var frítt. Á kvøldi var før- oyskur dansur og tá tað nærkaðist náttini, var dansur við livandi tón- leiki. -do- Nógvur tónleikur fyri Smyrli 4000 fólk tóku ímóti nýggja Smyrli Her liggja nýggi og Gamli Smyril lið um lið í sam- ferðsluhavnini á Kramba- tanga á Trongisvágsfirði. Eitt sindur av muni er á skútunum báðum Eini 4000 fólk hava verið umborð og hugt eftir nýggja Smyrli í Suðuroy og tað eru bara góð orð at hoyra um skipið. Nógv høvdu myndatól við og her eru tað tvær, sum kanna eina mynd. Myndina tók Erik Christensen