týsdagur 18. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað gekk ikki heilt
sum eftir ánni, tá ið
nýggi Smyril skuldi
leggja at á Tvøroyri í
dag. Men skipakøn
halda at tað gekk
avbera væl
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað gekk rættiliga væl at
leggja nýggja Smyril at, tá
ið hann kom á Tvøroyri
leygardagin- hóast tað ikki
gekk akkurát sum ætlað.
Og tað skerst ikki burtur,
at øll tey mongu, sum vóru
komin saman á bryggjuni
at taka ímóti, fingu ein
lítlan hvøkk.
Frammanundan var ivast
í um tað yvirhøvur fór at
bera til at leggja at í sam-
ferðsluhavnini, tí Smyril 1
lá har frammanundan. Men
tað vildu mong ikki góð-
taka, tí har eru tvey atløgu-
pláss.
Men at tað ikki er bara
sum at siga tað at koma til
lands við so stórum, nýggj-
um skipið, gekk sjón fyri
søgn, tá ið hann skuldi
leggja at.
Tá ið hann var komin
heilt inn ímóti bryggjuni og
var bundin við einum enda,
fór hann brádliga útfrá aftur
við fitt av kraft á maskin-
unum.
Tað stóð heilt nógv á
endanum og nógv stúrdu
fyri, at hann skuldi slitna og
gera skaða. Men teir um-
borð vóru kvikir at lora og
tað bjargaði støðuni.
Hetta hendi tvær ferðir,
men so kom hann at og
varð liggjandi í øllum góð-
um.
Pauli Larsen, skipari,
sigur, at hetta var fyrstu
ferð, at hann leggur skipið
at og tað er slíkt, sum kann
henda, tá ið ein er fullkomi-
liga óvanur við eitt so stórt
skip.
Sjálvur er hann kendur
bæði av ferðafólki og
manning á Smyrli sum ein
avbera lagaligur og hegnig-
ur skipari so ongin ivast í,
at tá ið hann hevur roynt
hetta nakrar ferðir, verður
hetta ikki nakar trupulleiki.
Eitt av fólkunum, sum
var við at sigla Smyril heim
úr Spania, var Magnus
Magnussen, sum var tekn-
iskur stjóri á Strandferðsl-
uni, táið Smyril var fyri-
reikaður og hann hevði eis-
ini byggileiðsluna til fyri
einum ári síðani, tá ið hann
fór í annað starv.
– Hóast summi kanska
halda, at tað gekk seint at
leggja at, haldi eg, at tað
gekk avbera væl, heldur
hann.
Hann sigur, at tað, sum
hendi, er ikki annað enn,
hvat er væntandi, tí hetta er
eitt heilt annað skip, bæði í
stødd og maskinkraft, enn
Smyril, sum nú gevst. Tí-
skil er tað skilligt, at tað
skal venjing til.
– Tað er onki uttan venj-
ingin, sum manglar og tá ið
skiparin hevur roynt hetta
nakrar ferðir, verður hetta
ongin trupulleiki, heldur
hann.
Verri var, at tá ið fólkið
skuldi sleppa umborð at
hyggja,
tóku
tøkniligir
trupulleikar seg upp við
hekkuportrinum, so tað tók
langa tíð at fáa tað niður.
Men eisini tað dugdu tey
flestu at taka sum eitt upp-
livilsi. Onkur spurdi um tey
mundu hava gloymt lykilin
til portrið eftir í Spania.
Nei, heilt onkur annar, or-
søkin var, at brúkaraveg-
leiðingin til portrið var
skrivað á sponskum....
Veruliga støðan var, at
eitt lítið, tøkniligt brek
gjørdi, at tað ikki gekk sum
ætlað at fáa portið niður.
– Tað er heldur ikki ann-
að enn hvat er væntandi, tá
ið eitt skip, sum er so stórt
og hevur so nógva tøkni,
verður tikið í nýtslu fyrstu
ferð, sigur Magnus Magn-
ussen.
– Eg vil ikki kalla trupul-
leikarnar við atleggingini
og hekkuportrinum nakað
óvanligt.Tvørturímóti
er
slíkt púra vanligt, tá ið talan
er um eitt stórt og nýtt skip,
sum ongin er vanur við.
Nr. 198 - 18. oktober 2005
7
SMYRIL
dagfinn@sosialurin.fo
Eitt, kanska eitt sindur
óvæntað, innslag í undir-
haldsskránni í samband við
móttøkuna
av
nýggja
Smyrli, var tá øll tey, sum
fylla 15.oktober, skuldu á
pallin. Torgerð Suðuroy og
Maud Benjardøgg stóðu
fyri hesum og tað hevði
eydnast at savna 8 í ymsum
aldri, sum hava føðingar-
dag sama dag, sum nýggi
Smyril kom til landið.
Upplýst var av pallinum,
at tað eru eini 12 í Suður-
oynni, sum fylla ár 15.
oktober, men á pallinum
sótu átta av hesum.
Toastmastarin
minti
skemtandi á, at hetta er
vorðið sum merkisdagur, tí
Smyril er komin og á palli
sótu føðingardagsbørn í
ymsum aldri, men danska
TV avísin fyllir 40 ár og
danska kongshúsið hevur
fingið ein arving til krún-
una.
15. oktober børnini fingu
ikki bara heiður, men eisini
gávu. Tey fingu eina rósu
og og eina ókeypis ferð við
Smyrli aftur og fram til
Havnar.
15. oktober børn heiðrað
Tá ið teir sigldu
heim úr Spania, var
stormur beint ímóti
ta einu náttina, men
tað gjørdi ikki mun
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggi Smyril verður sera
vælegnaður til Suður-
oyarsiglingina
Tað ivast skiparin á
heimferðini, Pauli Lar-
sen, ikki í.
Hann sigur, at Smyril
er smíðaður serliga til
hesa farleiðina.
– Tað er heilar 24
metrar breitt, sum er 7-8
metrar
breiðari
enn
Smyril er, sum nú fer í
søguna og sostatt er tað
ógvuliga stútt í sjónum
– Harafturat er forskip-
ið ógvuliga slankt, so
hann er smíðaður til at
skera seg ígjøgnum ald-
una og fer ikki at bresta
so illa, tá ið hann er
ímóti.
– Tí er hetta eitt skip,
sum uttan iva fer at vera
heilt munandi róligari í
sjónum enn Smyril 1 er,
sum nú fer í søguna.
Harafturat siglur tað
skjótt og hevur nógva
maskinkraft og er tískil
gott at manøvrera við
Annars siga bæði hann
og onnur, sum vóru við
úr Spania, at hann ber seg
ómetaliga væl.
– Ta einu náttina, vit
sigldu framvið Portugal,
var stormur beint ímóti.
Hann hann uppførdi eg
ógvuliga væl í sjónum og
hann helt ferðina akkurát
sum onki.
Annars er hann sera
væl nøgdur við skipið
annars.
– Tað er í øllum førum
rúmsátt umborð, sigur
Pauli Larsen.
Og so eru umstøðurnar
til ferðafólkið umborð á
hesum skipinum ikki at
samanlíkna við umstøð-
urnar umborð á Smyrli
eitt.
Nýggi Smyril sera
vælegnaður til
Suðuroyarsigling
Meiri um Smyril
Í blaðnum í morhin hava vit meiri tilfar
um móttøkuna av nýggja Smyrli og annað
tilfar í tí sambandi
Pauli Larsen, skipari, ivast ikki í, at Smyril fer at roynast
suðuroyingum væl
Fingu ein lítlan hvøkk
tá ið Smyril legði at
Øll tey túsundtals fólkini, sum tóku ímóti nýggja Smyrli, fingu ein hvøkk. Men tað var onki óvanligt á ferð, tvørturímóti gekk tað
væl, heldur Magnus Magnussen, skipakønur, sum var við