Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 21. oktober 2000 13 12 Nr. 203 - 21. oktober 2000 Leivur Hansen borgarstjóri Enn eina ferð sær ikki mætari út enn, at landsins myndugleikar aftur eru í ferð við at máa støðið undan Tekniska Skúlanum í Havn. Hetta hóast lærlingatil- gongdin er støðugt vaks- andi (takkað veri økta virk- seminum innan handverks- vinnuna), og brúk sostatt er fyri skúlanum nú meira enn nakrantíð. Men trongu fíggjarkarm- arnir, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur kroyst oman yvir skúlan næsta ár, taka snøgt sagt grundarlagið undan honum. Munurin millum uppskot skúlans til fíggjarætlan fyri 2001 og tað, sum UMMS hevur álagt skúlanum at halda seg innan fyri, er slakar fimm miljónir krón- ur. Leiðsla skúlans hevur gjørt myndugleikunum greitt, at verður hetta úr- slitið, fær tað sera álvar- samar avleiðingar fyri undirvísingarvirksemið á skúlanum. Krøvini til vinnuskúlar gerast alt størri, og fær Tekniski Skúlin ikki tær sømdir, ið neyðugar eru fyri at kunna lúka hesi krøv, ja, so fær hann heilt einfalt ikki virkað sum ein vinnu- skúli. Soleiðis, sum skúlin hevur verið viðfarin av myndugleikunum gjøgnum árini, kann ein ikki annað enn freistast til at fáa ill- gruna um, at hetta er liður í eini miðvísari herferð ímóti skúlanum við tí endamáli fyrr ella seinni at taka hann av! Tingið viðger í løtuni uppskotið til løgtingsfíggj- arlóg fyri næsta ár, har landskassastuðulin til Tekniska Skúlan er settur til 14,3 milj. kr., meðan tørvurin hjá skúlanum er 19,1 milj. kr. Undirritaði fer í hesum sambandi at loyva sær at heita á allar tingmenn, ikki minst teir úr Suðurstreymi, um at reisa uggafjaðrarnar í hesum máli og koma Tekniska Skúlanum til hjálpar, so hann fær ta neyðugu játtanina at virka undir næsta ár. Fær hann ikki tað, verður avleiðingin sambært leiðslu skúlans m.a., at nýggir lær- lingar ikki sleppa í læru fyrrenn um tvey ár, og at teir, ið hava gjørt sáttmála eftir 1. august í ár, ikki sleppa í skúla fyrrenn um tvey ár. Umframt at neyðugt verður at leggja deildir nið- ur við teimum harav stand- andi avleiðingum fyri við- komandi vinnugreinar. Hetta verður ein dyggur smeitur fyri handverks- vinnuna, ið eftir sváru kreppuárini nú so smátt er um at koma fyri seg aftur. Støðan er við øðrum orð- um sera hættislig, og vón- andi leggja tingmenn sær hetta bæði væl og virðiliga í geyma í sambandi við víðari viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Tekniski skúlin aftur hóttur LESARABRØV / VIÐMERKINGAR Tað er ein sera stór upp- hædd sum Býráðið hevur sett av til barnaansing og tað er rættuliga tankavekja- ndi at tørvurin kortini ikki verður nøktaður. Ongin ivi er um, at øll barnaansingin eigur at verða endurskoð- að. Eg eri sannførdir um., at alt ov nógvar dupult- funktiónir og órationellar loysnir eru nógva staðni. Tey bestu at ansa eftir sínum børnum eru foreldr- ini og tað er ongin ivi um, at frægasta loysnin, ella valmøgulleikin, er hon, at Býráðið letur eina munandi upphædd sum ger tað møguligt at annað av for- eldrunum er heima hjá barninum/børnunum.Vit skulu ikki lata bureakrati ella smásinni forða slíkum ætlanum um foreldragjald. Ein gongd leið er sjálva- ndi eisini at størri arbeiðs- pláss útvega sær barna- garðar, men eri eg bangin fyri at ein í slíkum føri kann koma gera at gera mun á fólki at og at tey virkini sum eru betur fyri fíggjarliga koma at hava betur sømdir enn onnur td., virkir innan fiskivinnuna. Eg haldi at tað yvirhøvur er so mannminkandi og ósømuligt at barnaansingin ídag í Føroya Høvuðsstaði er ein so stórur trupulleiki og sum kanska ger at ung fólk aftra seg við at fáa børn. Tórshavn fer at vaksa sera nógv í komandi árum og verður tørvurin fyri ansing at vaksa almikið. Tjóðveldisflokkurin skal loysa hetta álvarsmál til fulnar. Foreldraløn – Barnaansing Johan Mortensen, valevni fyri Tjóðveldis- flokkin til býráðið Argir en forstad John Sigurd Joensen Valevni á Javnaðar- listanum í Klaksvík Á fleiri vegastrekkjum er onki skil á parkeringini. Nevnast kann: Víkaveg- urin, undir Fossum, undir Brúnni og fleiri aðra staðir í býnum. Har má skil fáast á. Bilar standa sum best ber til, tað mátti ikki verið so ringt at fingið parkeringsviður- skiftini í rættlag um viljin var til staðar. Gongubreytir Nógva staðir í býnum mugu fótgangarnir ganga á vegnum. Stórir mangul er á gongubreytum. Hetta mugu vit fáa í rættlag so fótgangarin kann føla seg tryggan tá tey fara út. Gott val. Skil má fáast á parkerings- viðurskiftinum Henning Christensen valevni til býráðsvalið í Havn Næsten fire år er gået siden, at Argir ophørte, som en selv-stændig kommune, og blev en part af Torshavn kom- mune fra 1. januar 1997. Argir er nu en forstad til Torshavn. Ved sidste kommune- valg havde de fleste argjafolk forventet, at en eller flere fra Argir blev valgt ind i Torshavn byråd. Desværre fik argjafolk ikke nogen valgt i by- rådet, og dermed heller ikke no-gen direkte ind- flydelse på byrådsar-bej- det vedrørende forhold, som måtte være i den nu nedlagte Argja kom- mune. I Dimmalætting 19. oktober er en artikel med et forhenværende by- rådsmedlem i det davær- ende Argja kommune. Han giver blandt andet udtryk for hans opfat- telse af hvordan opstil- lin-gen til kommunevalg burde være. Endvidere påpeger han det uheldige i, at Argir ikki har fået en lokal valgt ind i Tors- havn byråd. Vi er nok flere, som kan tage under ved dette syns-punkt. Muligheden for, at få valgt folk på Argir ind i Tors-havn byråd til kom- mune-valget 21. nov. er til stede. Den 31.12.1999 havde 1.061 folk på Argir valgret – nok til at få valgt 2-3 ind i det kommende by-råd om argjafolk vil dette. Som valgemne til by- rådsvalget i Torshavn kommune vil underteg- nede – hvis dette bliver muligt arbejde for, at Argir og folket, som her bor, ikke bliver glemt i det kommende byråds- arbejde. I en tidligere artikel har jeg skrevet angående forholdene vedrørende bådehavnen på Argir. Flere af vejene og for- tovene er i en tilstand, som grænser til det ufor- svarlige. Trafikken til og fra Argir er nu så stor, særligt om morgenen og aftenen, at der må findes en måde, at regulere færdslen på hurtigst muligt. Det må være selvsagt, at Argir som forstad får tildelt en part af den fremtidige opførelse af børnehaver/vuggestuer, ældre og ungdomsbo- liger – en sportshal, samt en forbedring af de nuværende forhold hvor- under skolen fungerer. Súni í Hjøllum, bygdaráðslimur Undirritaði fer enn einaferð at gera vart við, at vegirnir úti á Nesi, sum eru lands- vegir, eru sera vandafullir — í ávísum førum deyðs- fellur. Eingin við ábyrgd kann lata hetta sita á sær. Sum umboð fyri Nes kommunu hava vit á ótelj- andi fundum og við ótelj- andi skrivum til Landsverk- frøðingin gjørt vart við støðuna, men tað hendir einki, tí onnur arbeiði verða raðfest hægri. Í løtuni arbeiðir fíggar- nevnd løgtingsins við løg- tingsfíggjarlógini fyri 2001, og tí fer undirritaði at heita á limirnar í fíggjar- nevndini um at seta pening av til nevnda endamál. Fíggjarnevndarlimirnir eru eisini vælkomnir inn á Nes at kunna seg við um- støðurnar! Vælkomin inn á Nes Tíðindaskriv Leygardagin 28. oktober kl. 15.00 heldur Óluva Klett- skarð, lærari í søgu og før- oyskum á Føroya Stu- dentaskúla og HF-skeiði, almennan fyrilestur um Føroyingasøgu í søguligum og bókmentaligum ljósi. Fyrilesturin verður í Lofts- stovu á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð. Føroyingasøga er eitt høvuðsverk í bókmentum okkara. Hon viðger tíðina um ár 1000, men serfrøð- ingar eru misjavnir á máli, um hon skal metast sum søgulig kelda ella sum skaldskapur. Fleiri rithøvundar hava gjøgnum tíðina brúkt tilfar úr Føroyingasøgu í verkum sínum. Sjóvarbøndurnir yrktu kvæði við evnum úr Føroyingasøgu, Mikkjal á Ryggi yrkti Brestiskvæði, og skaldabrøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus yrktu við evnum úr Før- oyingasøgu, Janus eitt nú Gandkvæði Tróndar, og Hans Andrias eitt nú Deyðastund Tróndar. Jeffrei Henriksen hevur yrkt Bjarnabana, og mong onnur dømi kundu verið nevnd. Hesi dømi benda á, at Føroyingasøga hevur havt – og framvegis hevur – stóran týdning fyri føroysk- an samleika. At viðgera Føroyinga- søgu úr bókmentaligum og søguligum sjónarhorni, er tí áhugavert og viðkom- andi, ikki minst hjá teim- um, sum í dag undirvísa í søgu og føroyskum. Tað er Móðurmálslærara- felag Føroya, sum skipar fyri fyrilestrinum. Fyrilestur um Føroyingasøgu LESARABRØV / VIÐMERKINGAR Elin Lindenskov býráðslimur, valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Nú oljuvinnan er við at taka dik á seg í Føroyum, kunnu vit vænta, at fleiri fólk í styttri ella longri tíðarskeið fara at búseta seg i Føroym. Spurningurin, hvar hesi fólkini ynskja at búgva er greiður. Tey vilja búgva í miðstaðarøkinum. Tí kunnu vit uttan iva vænta, at fólkatalið í miðstaðar- økinum og serstakliga Havnini fer at vaksa enn ógvusligari enn nú. Okkurt oljufelag hevur longu tosað um, at teirra felag kemur at brúka eini 15 útlendsk starvsfólk. Hesir tilflytarnir hava sínar familjur við til Føroyar, so tað talið kann lættliga gerast nógv hægri. Hetta er bert byrjanin. Vit eiga tí at seta okkum spurningin, hvussu so verður, um vit finna olju. Ein so stór tilflyting krevur ein skipaðan bústaðarpo- litikk. Vit eiga at seta okkum spurningin, um vit framhaldandi skulu byggja hvør sítt hús og harvið lata tað upp til hvønn einstakan at finna sær bústað, ella vit vilja skipa ein bústaðar- politikk, har pláss og møguleikar eru hjá øllum. Um vit velja at lata standa til, so kunnu vit vænta, at bæði leigu- og húsaprísirnir fara at hækka enn meira. Tá verða tað tey háløntu, sum hava møguleika at útvega sær bústaðir, meðan vanliga fólkið má taka við tí, sum einaferð verður eftir, ella tað, sum tey eru før fyri at gjalda. Tað fyrsta, vit kunna gera, er at fáa eina leigulóg, eina lóg ,sum ásetir krøv til bæði leigaran og eigaran. Krøv um, hvussu ein íbúð skal vera, kostnað, leigu- sáttmálar o.s.fr. Vit eiga at gera tað møguligt at byggja og reka leiguíbúðir.Vit mugu skapa møguleikar so- leiðis, at vit veruliga kunna velja, hvussu vit skulu búseta okkum, vit mugu burturúr okkara siðbundna hug- burði, at hvør einstakur sjálvur skal verða bundin av at byggja síni hús og har- við binda seg fíggjarliga restina av lívinum. Hetta er ein av fortreyt- unum fyri, at vit kunnu hava eitt livandi miðstaðar- øki. Oljuvinnan krevur bústaðarpolitikk Fleiri privatfólk hava seinastu tíðina fingið bót fyri at seta bil sín til sølu við almennan veg. Tað er, sambært politiviðtøkunum, ikki loyvt Ikki munnu teir bilarnir vera so fáir, sum hava stað- ið til sølu við Hvítanes- vegin í Havn. Beint niðanfyri hjá Skógrøktini, er eitt stórt øki, sum eingin brúkar, og tí hava nógv privatfólk nýtt høvi til at seta bilin, sum er til sølu, har. Men hetta er ikki nakað, sum hóvar løgregluni, tí tað er ikki loyvt. Av støðini í Havn sigur vakthavandi, at løgreglan hevur givið nógvum bøtur, sum hava havt bilar sínar standandi á økinum niðanfyri Skóg- røktina. - Grein 35 í politiviðtøk- unum sigur, at tað er ikki loyvt at seta privatar lutir til sølu á almennum øki. So einfalt er tað, og tí fáa tey bót, sigur vakthavandi. - Stendur hann á privat- um øki, so er einki sum forðar fyri, at skelt verður sett í bilin, um at hann er til sølu, men ikki á almenn- um, leggur vakthavandi afturat. Vakthavandi sigur, at bótin plagar at vera 3 til 400 krónur. Forboðið at selja bilar við almennan veg TÍÐINDI Tað er IKKI loyvt privatfólki, at seta bil sín til sølu við almennan veg, um tey ikki eiga stykki sjálvi. Ikki er óvanligt, at nógvir bilar standa á hesum øki við Hvítanesvegin, men tað kostar eina bót upp á 3-400 krónur (Mynd: Portal.fo) orsøkir at ferðast við MAERSK AIR Haldið jól í Danmark við MAERSK AIR Frá 8. desember 2000 til og við 7. januar 2001 ber til at ferðast bíliga til Danmarkar og aftur. Forsølan er frá 1. november til 11. desember 2000. Hoyr nærri um teir bíligu ferðaseðlarnar frá Maersk Air á tíni ferðaskrivstovu... Børn 0-2 ár: -90% og 2-11 ár: -50% Føroyar - Danmark (Keypmannahavn ella Billund) og aftur 2) 1250,- + ferðaavgjøld Fyri hvønn 1000 kr. av vanliga APEX-prísinum Frá 23. oktober til og við 10. desember 2000 ber til at ferðast bíliga til og úr Føroyum. Forsølan er frá 16. oktober til 3. desember 2000. Treytin er at tvey ferðast saman. Hoyr nærri um teir bíligu ferðaseðlarnar frá Maersk Air á tíni ferðaskrivstovu... Børn 0-2 ár: -90% og 2-11 ár: -50% Føroyar - Danmark (Keypmannahavn ella Billund) ella Danmark - Føroyar og aftur 1) 1500,- + ferðaavgjøld Fyri hvønn 1) Ferðaseðlarnir skulu bíleggjast minst 7 dagar frammanundan. Broyting av bílegging kann ikki gerast. Ferðaseðilin kann ikki endurrindast. Ferðatíðarskeiðið skal fara um leygardag og sunnudag. Ferðin kann í mesta lagi vara 1 mánað. Minst tvey skulu ferðast saman. Ferðaavgjaldið til Keypmannahavnar og aftur er 335,- kr. og til Billund og aftur 378,- kr. fyri hvønn. EuroBonus. 2) Ferðaseðlarnir skulu bíleggjast minst 7 dagar frammanundan. Broyting av bílegging kann ikki gerast. Ferðaseðilin kann ikki endurrindast. Ferðin skal vara millum 7 og 21 dagar. Ferðaavgjaldið til Keypmannahavnar og aftur er 335,- kr. og til Billund og aftur 378,- kr. fyri hvønn. EuroBonus. p e t u r o g p e t u r 3 2 0 8 7 0