Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 203 - 21. oktober 2000 Pippi á palli í Sjónleikarhúsinum í kvøld Lesið um sterku Pippi Síða 20 - 21 Nr. 203 • leygardagur • 21. oktober 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Scorsese var vanur at lata leikararnar improvisera fleiri scenur undir upptøku- num, fyri at fáa eitt livandi og lætt mál, tingini henda á staðnum, beint her og nú. Tarantino hevur lagt seg eftir at skriva á sama hátt: Persónarnir tosa sum um tað, teir siga, kemur beint úr høvdinum á teimum, beint her og nú. Og Martin McDonagh ger tað sama. Hetta førir til langar samrøður, sum í fyrstani tykjast at snúgva seg um onki! Eitt dømi úr leikinum er ein scena uppá einar fýra-fimm minuttir, har ein per- sónur stendur í handlinum og tosar um bomm - og harafturat um bomm, sum ikki eru at fáa í handlinum! Tað kann tykjast tómt og einkisigandi, men tað gevur persónunum lív, og fær áskoð- aran (um alt gongur sum tað skal) at gloyma, at hetta eru fiktiv menniskju, hann hyggur at. Hann fer at síggja per- sónarnar annarleiðis, ikki sum fjarar verur á einum palli, sum úr eini fjar- støðu skulu lýsa okkum vanligu menn- iskju, men ístaðin júst sum vanlig, ger- andislig menniskju. Tá tað so hendir hesum fólkunum okkurt, verður styrkin í tí nógv størri - tað hendir beint her og nú, og tað hendir fyri eitt "almindeligt" fólk, sum kundi verið tú ella eg. Síða 18-19 Pallkanturin Mynd: Jens Kristian Vang Hækkaði oljuprísurin kemur illa við hjá húsarhaldunum í Føroyum. Men tað er ein sum rættiliga skúmar rómar, lands- kassin. Av hvørjari oljurokning fer ein triðingur beinleiðis í landskassan, sum her- við fær eina eyka- inntøku OLJA Stefan í Skorini Tað eru ikki bara tey stóru altjóða oljufeløgini og OPEC londini, sum nøra at sær við høgu oljuprísunum, men landskassin fær sanni- liga eisini sítt burturúr. Prísurin fyri gassolju, sum verður nýtt til húsar- haldið, er hækkaður mun- andi seinastu mánaðirnar. Fyri fjúrtan mánaðum síð- ani kundi eitt húsarhald keypa 1000 litrar av olju fyri 3.017,5 krónur. Sama nøgd av olju kostar í dag 4.710 krónur. Prísurin í hesum tíðarskeiðnum er hækkaður ein góðan trið- ing. Kemur illa við Prísurin fyri ein litur av gassolju er í dag 4,71 krónur. Íroknað hendan prísin er eitt avgjald, ið er 80 oyru, og sum fer bein- leiðis í landskassan. MVG verður roknað av prísinum, tá avgjaldið fyrst er drigið frá. Tí kunnu vit koma fram til, at hvørja ferð eitt húsarhald keypir ein litur av olju, fara 1,58 krónur beinleiðis í lands- kassan. 78 oyru eru MVG, meðan 80 oyru er avgjald. Hinar 3,13 krónurnar fara til oljufelagið. Hetta er nærum ein trið- ingur av samlaða prísinum, sum landskassin skavar inn undir seg í avgjaldi og MVG. Um eitt vanligt húsarhald í dag hevur tørv á 3000 litrum av olju um árið, ljóð- ar oljurokningin uppá 14.130 krónur. Sama nøgd kostaði einum húsarhaldi 9.030 krónur fyri fjúrtan mánaðum síðani. Eitt hús- arhald má tí nú rokna við eini meirútreiðslu uppá eini 5.000 krónur um árið, um prísurin fer at halda seg í eini hampuliga støðugari legu. Kemur væl við hjá landskassanum Oljuavgjaldið er fastlagt, og tí verður tað ikki ávirkað av broyttum oljuprísum. Hinvegin verður MVG roknað í prosentum av prís- inum. Tí fær landið meira í kassan, tá oljuprísurin er høgur. Fyri fjúrtan mánaðum síðani fekk landskassin 44 oyru í MVG fyri hvønn litur, sum varð seldur. Í dag fær landskassin 78 oyru í MVG fyri hvønn liturin, tí oljuprísurin er hækkaður. Umframt MVG-ið kemur eisini avgjaldið, sum er 80 oyru fyri liturin. Eitt húsarhald, sum nýtir 3000 litrar av olju um árið, skal sostatt í dag lata lands- kassanum 2340 krónur í MVG. Fyri fjúrtan mán- aðum síðani fekk lands- kassin 1320 frá einum hús- arhaldi, sum skuldi hava 3000 litrar av olju. Her er avgjaldið ikki tikið við. MVG inntøkurnar frá oljusølu hjá landskassanum eru sostatt næstan tvífald- aðar eftir einum góðum ári. Skip, sum eru yvir 20 bruttoregistartons, sleppa undan avgjaldinum og MVG. Metingar, sum Sosialurin hevur fingið frá Føroya Shell og Statoil, siga, at føroyski marknaðurin á landi er eini 100 milliónir litrar av olju um árið. Her er øll gassolja, sum er seld á landi, tikin við. Umframt húsarhaldini eru virkir og almennir stovnar eisini tikin við í hesa metingina. Um 100 milliónir litrar av olju verða seldir kom- andi árið fyri 4,71 krónur, fær landskassin 158 milli- ónir í avgjaldi og MVG. Um roknað verður við olju- prísinum í august í 1999, hevði landskassin bara fingið 124 milliónir krónur um árið. Tað eru 34 milli- ónir meira. Gjørt skal vera vart við, at príshækkingarnar, sum hava verið á brennievni til bilar ikki er tikin við í nak- að roknistykki, men eisini her fær landskassin bæði avgjald og MVG. Røddir á tingi hava verið frammi um at avtaka av- gjaldið, sum er 80 oyru fyri liturin. Hetta hevði lætt munandi um hjá vanliga húsarhaldinum, tí tá litrarn- ir gerast so nógvir í tali, gerst avgjaldsupphæddin stór. Enn hevur samgongan einki beinleiðis stig tikið til at lækka hetta avgjaldið, men tað verður hon óivað noydd at gera, tí støðan hjá húsarhaldunum kann ikki góðtakast í longdini, tá príshækkingarnar gerast so ógvusligar, sum vit hava upplivað seinastu mánað- irnar. Húsarhaldini bløða - landið skúmar róman Kostnaður pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan út. Klipp myndina út og send hana saman við lepanum til Sosialin. Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Navn: Blað nr.: Síða: Stødd: Mongd: Bústaður: Telefon: Nú er møguleiki at keypa myndir sum standa í Sosialinum Oljubilarnir hjá oljufeløgunum syrgja fyri at húsarhaldini fáa ta neyðugu oljuna, men tað er okurprísur, sum í løtuni verða kravdir, og tað kemst ikki minst av avgjaldinum og MVG- num, sum fer beinleiðis í landskassan