Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000 17 16 Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000 Dagfinn Olsen Upp á tá - av og á. Soleiðis kann ein konsert í Parkini í Keypmannahavn lýsast. Í hvussu er, tá tú hevur standi- pláss á vøllinum og ikki frá nátt- úrunnar hond er útgjørdur við longum beinum ella ryggjageisl- um - mótvegis so mongum dana. Men líkamikið! Hetta var fyrst í august, veðrið og lagið gott. Ikki minst, tí tað longu í juni hevði eydnast at fáa fatur á at- gongumerkjum til konsertina við Tinu Turner. Útselt varð skjótt og saman við 46.000 áhoyrarum funnu vit leið í Parkina. Vit á miðjum vøllinum sóu Tinu í glimtum og so annars á stóru sjónvarpsrútunum yvir pallinum. Og ljóðið, tónleikin, hoyrdu vit alla tíðina, sjálvsagt. Ein bólkur úr Australia hitaði upp, sum tað verður rópt. Hetta var tó einki at rópa hurrá fyri. Vánalig ljóðgóðska. Sera vána- lig! Hvør bólkurin var, var ringt at finna út av. Ikki eitt orð, ið varð sagt ella sungið, var skilligt. At hetta vóru australiumenn, fingu vit uppspurt seinni. Kanska stjørnur ella komandi, men ilt var at hoyra hvussu leikt og sungið varð. Simply The Best Anna May Bullock. Soleiðis nevndist unga dáman, sum tann vældámdi og kendi Ike Turner fall fyri. Tey gjørdust væl, leiktu saman, giftust og høvdu viðrák á palli í seksti- og sjeytiárunum. Hon fekk navnið Tina, Tina Turner. Men handan pallin gekk illa hjá Ike og Tinu Turner. Umframt tónleikin, so var harðskapur og evnismisnýtsla gerandiskostur og Ike sakk alt djúpri. Skal langa søgan skrivast stutt, so var endin, at Tina fór frá Ike. Fyrst í áttatiárunum kom hon í samband við fólk innan tónleika- ídnaðin, ið høvdu álit á henni og lótu hana fáa møguleikan. Í 1984 kom plátan Private Dancer og síðani hevur Tina Turner verið á heimsins tónleikatindum. Løg hennara eru landaplágur, ella heimsplágur. Og dugnaliga Tina gjørdi tað, ið eingin helt vera gjørligt. Hon kom sær enn long- ur fram, enn Ike og Tina Turner nakrantíð høvdu verið, og í dag kenna tey flestu Tinu, men ikki øll kenna ella minnast Ike. Hann endaði í gloymibókini. Hendir tað seg, at onkur tekur hann uppá tungu, so er oftast tað í samband við Tinu ella í samband við onkra rús- ella harðskapsgølu. Tina staðfesti, at hon var Simply The Best, sum hon sjálv syngur tað so sannførandi. Konsertin Konsertin í Keypmannahavn fyrst í august var partur av stór- ari farvælferð. Tina er, sum onn- ur stór nøvn, t.d. Rolling Stones, fleiri ferðir farin undir farvæl- ferðir kring heimin. Um hetta so veruliga verður hennara síðsta stóra ferð, kann bert tíðin vísa. Tina er fødd í 1938. At hon nú er 62 ára gomul merkist ikki, tá hon er palli. Men havandi hetta í huga, so eru ynski hennara væl skiljandi. Hon ætlar í framtíðini at halda seg til smærri framførsl- ur á smærri pallum. Eftir konsertina í Parkini vóru leiðandi bløðini sera ójøvn á máli. Tina átti tó forsíðuna á báðum fyrrapartsbløðunum dag- in eftir konsertina. Ekstrablaðið hevði yvirskrift- ina »Rutina«. B.T. skrivaði um »Tinas Turbo Triumf«. Ekstrablaðið hevði hug at finn- ast at Tinu og tónleikarunum. Hesar nevndi blaðið eitt harkalið, ið óivað fekst fyri bíligan penga. Ljóðgóðskuna dámdi ummælara- num heldur ikki. Tina sjálv slapp heldur ikki undan. Ummælarin helt, at t.d. Beatleslagið, Help, á konsertini hjá Tinu var vánaligt. Enntá heimsins vánaligasta og grátiligasta framførsla av lagnum nakrantíð í tónleikasøgu heims- ins. So kunnu vit, ið kenna lagið í útgávuni hjá Tinu, vera samd ella ósamd. B.T. var sum heild meira rós- andi. Um Help segði ummælarin t. d., at hetta var flott. Enntá, at Tina sang tað, sum var endamál- ið eittans, nevniliga at vekja tón- asmiðin, John Lennon, aftur til lívs. Tveir sera ósamdir ummælarar. Tó haldi eg ikki, at fjøldin í Parkini uppá eini 46.000 sálir høvdu fleiri metingar um kon- sertina. Góð!! Eftir at upphitingin var liðug, og steðgurin uppá ein góðan tíma var farin framvið, átti Tina pallin, og alt var sum tað átti. Ljóðgóðskan góð. Eldsálir høvdu í góðari tíð ognað sær at- gongumerki til eldsálina Tinu. Og neyvan tiðnaði nøkur sál, ið hoyrdi 62 ára gomlu Tinu hetta kvøld undir opnum himli. Stjørnan Tina hevur hildið sær sveimandi. Samstarvið við Ike føddi stjørnuna, men skerdi eisini flogið og kundi gjørt enda á henni. Men veingjaða røddin fann aftur veg ímóti hæddunum og fann sess á ovastu rók. Valla finnast røkur, ið eru hægri, og finnast tær, so munnu tær vera so gott sum manntómar. Eitt gott og flott upplivilsi í Parkini. Rock-omman var hin sama. Flott og full av orku. Ósvikaligu rockdansifetini vóru har, so sum bert Tina kann trína tey. Røddin og útstrálingin vóru har. Tina var har. Samstundis vóru dansigenturnar við, sum tær altíð hava verið og eiga at vera. Og Tina rakk so sanniliga út um pallkantin, sum so ofta verð- ur tikið til og dentur lagdur á. Hon rann út á smáar ræsur til sama endamál og ein krani lyfti hana eisini út yvir fólkið. Soleið- is rakk hon í orðsins rætta týdn- ingi út um pallin. Men eisini í víðari merking fekk hon hin ein- staka et kenna, at hon var Private Dancer hjá hinum einstaka. Ein rockdrotning segði farvæl við stíli og við góðskuni í hásæti. Twenty Four Seven túrurin steðg- aði á í danska høvuðsstaðnum og gav lurtarum og áskoðarum fult njótilsi fyri daglønina, ið latin var fyri upplivilsið. Tina er í dag eldri, ekta, erfarin og eyðkend. Ein freistast til at siga "leingi livi Tina, minst 62 ár afturat....". Tað er alment kent, at stór nøvn fara á fleiri stórar ferðir við hóttanum um, at hetta er seinasta farvælferðin - Frank Sinatra var t.d. á eini slíkari í eini 20 ár. Og skuldi tað hent, at hetta ikki er síðsta farvælferðin hjá Tinu, so kann eitt atgongumerki viðmæl- ast. Tina er ikki tiðnað, men líka heit sum altíð. Birgir Kruse Fyrr í ar spurdist, at bókmentunar- liga tíðarritið Nordisk Litteratur hevði fingið nýggja stjórn. Og hugsa vit her um føroysku umboð- anina, vóru vit heppin. Tá norrønur bókmentakønur ritstjóri skuldi velj- ast, fall valið á Jógvan Isaksen. Jógvan Isaksen er lektari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Jógvan er serkønur í norrønum bók- mentum og hevur seinastu árini ser- liga arbeitt við skaldskapinum hjá Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen. Umframt at vera virkin rithøvundi í egnum navni, er Jógvan eisini við í norrønari verkætlan, har bókmentir í trimum smámálum verða viðgjørdar. Verkætlanin skal kanna, hvussu Før- oyar, Áland og Grønland handfara teirra viðkvomu mentunarligu støðu. Tað er stovnurin Nordbok, sum á hvørjum ári gevur út Nordisk Litter- atur. Føroyska umboðið í Nordbok er Hanus Andreassen. Ritið, sum hesaferðina hevur klipp eftir Willi- am Heinesen á permuni, lýsir á skandinaviskum og enskum máli aktuellu støðuna í norrønu bókment- unum. Nakrar nýggjar føroyskar bøkur verða umrøddar, og av teim 26 greinunum eru tvær um føroysk bókmentunarlig viðurskifti. Onnur greinin snýr seg um teir báðar Willi- am og Jørgen-Frantz, og hin greinin snýr seg um at ummæla í Føroyum. Tað ber til Ertandi leggur Jógvan Isaksen fyri við at staðfesta, at Anders And og Dante eru hvør sítt. Hetta í einum uppleggi til kjak við týska teoretik- aran Hans Magnus Enzensberger, sum heldur beint øvugt. Heðin Brú verður síðani siteraður fyri at hava sagt, at ikki ber til at skriva samtíð- arskaldskap í einum lítlum samfel- ag. Tí bendir hann skaldskaparliga sjónarvinkulin aftureftir. Ein kundi so freistast til at sagt, at ikki ber til at ummæla í einum lítlum samfelag. Men hetta er ikki beint, heldur Jógvan. Sjálvandi ber tað til, sigur hann. Tað er bara eitt sindur torfør- ari enn í einum størri høpi. Og tað er ikki hvør sum helst, ið sigur hesi orð. Jógvan Isaksen hevur ummælt føroyskar bøkur í fjórðings- øld. Men eg eri sannførdur um, sig- ur Jógvan, at tann veruleiki at eg búgvi í Keypmannahavn, er orsøkin til at eg havi hildið á so leingi. Fjar- støðan gevur mær eitt ávíst frælsi. Men eins og aðrir ummælarar eri eg heftur, og kanska í størri mun enn teir, sigur Jógvan. Eg kenni jú flestu teirra. Harafturat eri eg forleggjari hjá fleiri. So her krevst reiðiligheit og sannføri í størsta mun. Miðlarnir Jógvan Isaksen hevur ummælt bøkur í Sosialinum og fer framhaldandi at gera tað. Men lesa fólk ummæli, spyr Jógvan í Nordisk Litteratur. Jú, sigur hann. Men ymiskt er, hvussu føroysku miðlarnir viðgera mentun- arliga marknaðin. Bløðini gera nak- að burturúr, og hesar greinar verða stundum savnaðar í bók og hava tí eina ávísa livitíð.Verri er við Út- varpinum, sigur Jógvan. Her verða hópin av bókum umrøddar um heystið og so er tað av. Kann henda at útvarpaðu sendingarnar náa ein størri skara, men har stendir so lítið eftir. Heilt út av lagi metir Jógvan tann føroyska miðilin vera, sum hevur stórstu ávirkanina. Tað er Sjónvarpið. Sjónvarpið Meðan bókmentunarligar sendingar vóru vanligar í Sjónvarpinum í áttatiárunum, so eru tær ein rár hending í dag. Verður ein bók nevnd, óansæð hvussu góð hon er, so mugu allar nevnast, óansæð hvussu vánaligar tær eru. Tí er best einki at siga. Hetta er sambært Jógvani orsøkin til, at Sjónvarpið so siga ikki tekur bøkur uppá tungu í dag. Men Jógvan ræður samstundis til sinniligheit. Tí henda hugsan er vanlig í smásamfeløgum. Og hin- vegin er fremsta uppgávan hjá sjón- varpsmanninum júst at redigera. At velja og vraka millum gott og minni gott. Tað er lønta uppgáva hansara. So, hvør skal siga, her er bara at bretta upp um armar. Krimi Longu nú verður arbeitt við næstu útgávuni av Nordisk Litteratur, sum kemur í vár. Til tess at gera ritið meiri aktuelt, er ætlanin at tað her- eftir skal koma tvær ferðir um árið. Tá gerast eisini rúmligari ræsur fyri at viðgera skaldskaparlig evni burt- urav. Ritið, sum kemur til várs, fer í høvuðsheitum at snúgva seg um norrønan krimiskaldskap. Ikki heilt óvæntað, tá vit kenna ritsjóran og avrik hansara. Seti meg við telduna, einki hendir. Hugurin vil ikki sveima. Jarðbundnar leinkjur fjørtra ravnaføt- urnar. Hyggjandi út síggi eg meg sjálvan speglast í tí opna glugganum. Við eitt loypir sjálvkritikkurin á, dugi eg at skriva, ella? Longur tori eg ikki at hugsa. Hvat er at duga at skriva? Snýr tað seg í grundini ikki um at hava gott rensl frá heilanum og til hendurnar, sum dansa á knappaborðinum? Ella kanska snýr tað seg um at súgva svampin fullan av inspiration og eftir hetta kroysta ella lokka orðini niður á hvítu síðuna? Á grasplenuni brennur ein lítil fakkul. Eg eri øvund- sjúkur. Hevði mín inspri- ratón í kvøld verið líka reyðgløðandi. Onkuntíð hevur tað verið sera gott at skrivað. Eg minnist eina ferð, tá eg var sera deprimeraður. Eg visti eingi góð ráð. Tá tók eg pennin í hond. Eg skrivaði og eg skrivaði, yrking eft- ir yrking í fleiri tímar. Tá hvarv myrkrið, og sólin glógvaði aftur. Onkuntíð havi eg merkt inspiratión- ina, sera sterka innan í mær. Ein sermerkt pína. So havi eg skrivað til trýstið lætnaði, men beint nú hjálpir tað mær lítið. Inspiratón er at finna næstan alla staðni. Trup- ulleikin er, at ein ongantíð veit, hvar hon goymir seg. Tá eg gangi í egnum tonkum, so hendir tað seg ofta, at eg verði sligin av toruni og knappliga veit sera nógv at skriva, men í kvøld er veðrið gott. Tað føroyska skriftmálið er alt ov fløkt. Tað skuldi ligið nógv nærri talumálinum. Tá barnið kemur í skúla, fær tað sligið í høvdið, at talumálið ikki er nóg gott at skriva. Tað fær at vita, at skriftmálið er ein »heil- ag kúgv«, sum skal verj- ast. Her verður gloymt, at skriftmálið er fyrst og fremst eitt amboð. Før- oyskt er tað, sum fólkið tosar. Fyri ikki at tosa um suðuroyingar, hví skulu tey verða noydd, at skriva tað føroyska »standard- málið«? Fer hetta ikki at føra til, at teirra talumál doyr út? Fjølbroytni er ein fyrimunur og ikki ein vansi. Eg eri eitt gott dømi um, at tað ber væl til at skriva uttan at vera kønur í mállæru. Tað tyk- ist sum um, at tað bara eru lærarar og onnur lærd, ið duga at skriva nóg væl føroyskt, ella tað halda tey í hvussu so er sjálv. Her ruggar ikki rætt. Hetta førir til, at fleiri føroyingar duga betri at skriva bæði danskt og enskt, enn sítt egna móð- urmál. Tað er kanska ein fyrimunur at hava eitt so torført skriftmál. Tí so er tað lættari at læra onnur lættari mál. Vansin er, at tað eru fólk, ið halda seg frá at skriva føroyskt, tí tey ikki vilja »dálka« mál- ið við danismun og fremmandaorðum. Hetta kemur av, at eisini á hes- um økinum, hava teir so- kallaðu puritanarinir alt ov stóra makt. Eitt sindur av puritanismu er kanska gott, men tá tað køvir hugin at skriva, tá er lítið vunnið. Næstan ein heil tjóð hevur undirlutakensl- ur viðvíkjandi sínum egna skriftmáli. Álikavæl broytist skriftmálið lítið og einki. Mín hugsan var bara at skriva um at skriva. Ins- piratiónin førdi meg á arða leið. At stýra tí villa ravninum, tá hann onkun- tíð fer flog, ber illa til. Bara ein fríur ravnur flýgur frítt. Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: eirikur@sosialurin.fo Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov EG MEINI TAÐ At skriva Bárður Olsen, Sandavágur skrivar: Norrønur ritstjóri Upp á tá - av og á. Vit á miðjum vøllinum sóu Tinu av og annars á stóru sjónvarpsrútunum yvir pall- inum. Eitt upplivilsi við góðari ljóð- og tónleikagóðsku. Tina er ikki tinðnað, men enn líka heit, um altíð mynd: D. Olsen Hópurin av samankomnum áhoyrarum var at sammeta við, at allir føroyingar hittust á einum stað. Og hóast ummælarar á leiðandi bløðunum dagin eftir konsertina ikki vóru á einum máli, so má sigast, at Tina enn er Tina. Full ferð á og góðskan góð Mangan verður sagt, at vit eiga ov fáar føroyingar í skipaðum størvum í norrønu miðfyrisitingini. Og helst er tað rætt. Hiðani av blaðnum er eydnast okkum at telja tveir føroyingar í tílíkum størvum, ein í Álandi og ein í Keypmannahavn ? Tina tiðnað Tina Turner er enn eitt sera heitt navn. Fyrst í august vitjaði rock-omman yvir øllum rock-ommum í Keypmannahavn