Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000 19 18 Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000 iska útbúgving, ella grad. Annars er Teaterhögskolan einasti sjónleikaraskúli í norðurlondum sum kann bjóða næmingunum eina slíka útbúgving. Í skránni fyri aktuella leikin verður sagt, at frá í ár er Gríma ikki longur ein yrkisleikbólkur, men eitt leikhús. Hvat vil tað siga? Fyrst og fremst: Á- herðslan skal liggja á - bólkur og -hús! Og tað er so at siga einasti munurin: Bólkurin hevur fingið eitt hús at vera í! Gríma hevur síðani byrjanina onki fast innivist havt. Men so í '93 fingu vit innivist í niðaru hæddini á gomlu Margar- infabrikkini, og í '98 fingu vit sýningarhøli á gamla Meiarínum, og so í ár gjørdu vit av at umskipa bólkin til eitt leikhús. Hetta førir sum so ongar broytingar við sær - annað enn at fólk vita, hvar Gríma heldur til nú; inni- haldið er enn tað sama. Fólkini eru tey somu, valið av leikum er tað sama. Vit hava bara betri møguleikar nú, sleppa undan at læna hús, og kunnu sjálvi avgera nær vit spæla, og hvussu leingi vit spæla. Vit eru eisini í ferð við so smátt at keypa útgerð til húsið; hava beint nú investerað í eitt nýtt ljósannlegg, nýggj teppi, og - ein gleðilig nýggjheit til tey flestu, sum hava verið til tiltøk á Meiarínum: Vit eru í ferð við at keypa nýggjar stól- ar!! Tað verður gott fyri end- an. Men hvussu eru sjón- leikarar annars skipaðir í Føroyum? Sjónleikarar í Føroyum eru skipaðir í tvey megin- feløg: Áhugaleikararnir í Meginfelag áhugaleikara- felag Føroya, og yrkisleik- ararnir í Leikarafelag Før- oya, sum taka sær av áhug- amálum hjá teimum báð- um bólkunum. Yrkisleikar- arnir í Føroyum eru jú øgi- liga fáir - tað er, sum er, bara Grímuleikararnir! Leikarafelagið hevur tí bara til uppgávu at umsita játtanina frá Leikpalli Før- oya til yrkissjónleik í Før- oyum, og at reka leikhúsið Gríma. Vit hava leingi havt ætlanir um at umskipa Leikarafelagið til eitt fak- felag, men sum er nú ber hetta ikki til. ...og tær fíggjarligu ván- irnar? Hvussu eru tær og hvat heldur tú um tær? Tær fíggjarligu vánirnar kundu verið betri. Vit hava sum er ráð til tvær uppset- ingar um árið, um báðar halda seg til eitt minimum av leikarum, pallútgerð, o.s.fr. Tey seinastu árini hevur bara ein sýning hvørt ár verið budgettløgd - restin er sjálvboðið ar- beiðið, sum leikararnir á- taka sær fyri at tjena eitt sindur eyka. Aftur til "Krypilin úr Ini- shmaan". Í forhondsum- røðuni og í skránni eisini verða filmsleikstjórar sum Tarantino og Scorsese nevndir. Kennir tú tað, sum tú flytir hesar leikstjórar - við respekt fyri Eyðuni, sjálvandi - um scenukant- in, tá áskoðarar møta til sýning á Gamla Meiarí- num? Altso eitt serligt Tar- antino/Scorsese útrykk? Hesir leikstjórar hava so at siga, uppfunnið nýggj úttrykk, ella úttrykkshættir. Scorsese var vanur at lata leikararnar improvisera fleiri scenur undir upptøk- unum, fyri at fáa eitt livandi og lætt mál, tingini henda á staðnum, beint her og nú. Tarantino hevur lagt seg eftir at skriva á sama hátt: Persónarnir tosa sum um tað teir siga kemur beint úr høvdinum á teimum, beint her og nú. Og Martin McDonagh ger tað sama. Hetta førir til langar samrøður, sum í fyrstani tykjast at snúgva seg um onki! Eitt dømi úr leikinum er ein scena uppá einar fýra-fimm minuttir, har ein persónur stendur í handlinum og tosar um bomm - og harafturat um bomm, sum ikki eru at fáa í handlinum! Tað kann tykjast tómt og einkisigandi, men tað gevur persónunum lív, og fær áskoðaran (um alt gongur sum tað skal) at gloyma, at hetta eru fiktiv menniskju, hann hyggur at. Hann fer at síggja persón- arnar annarleiðis, ikki sum fjarar verur á einum palli, sum úr eini fjarstøðu skulu lýsa okkum vanligu menn- iskju, men ístaðin júst sum vanlig, gerandislig menn- iskju. Tá tað so hendir hes- um fólkunum okkurt, verð- ur styrkin í tí nógv størri - tað hendir beint her og nú, og tað hendir fyri eitt "al- mindeligt" fólk, sum kundi verið tú ella eg. Hvat heldur tú annars um viðurskiftini millum film og sjónleik? Kunnu hesar listagreinar læra nakað av hvørji aðrari, ella útilokað tær hvørja aðra? Tú hoyrir ofta fólk siga, at ein pallsjónleikari kann ikki brúkast á filmi, og umvent, ein filmssjónleik- ari er ómøguligur á palli. Tað er nú ikki so einfalt. Ein skal ansa eftir ikki at blanda saman tað út- trykkið, sum sjónleikarin gevur á pallinum, ella lør- iftinum, við handverkaran sum stendur aftanfyri. Kar- akterurin og leikarin eru ikki sami persónur. Ein pallkarakterur riggar ikki á filmi. Hann er ógvisligari enn neyðugt, hann hevur kanska tjúkka sminku á sær, sum sæst langan veg, hann rópar ov hart. Og umvent: Ein filmskarakter- ur á palli hoyrist ikki, ong- in sær hansara andlitsrørsl- ur langt burturfrá, og hann fellur inn í bakgrundina. Hesir munirnir eru tó eis- ini so smátt við at hvørva. Vit hava á pallinum, langt um leingi, lært okkum at minka um úttrykkið um tað er neyðugt. Tildømis ber væl til at teska heilt spakuliga á Meiarínum, og kortini hoyrast á aftasta bonki. Og um tú veitst at tað ber til, so er eisini møguligt at brúka tað, um leikurin krevur tað. Tildø- mis er tað upplagt í "Kryplinum" at tosa heilt vanligt, við tann persónin sum situr undir liðini á tær, uttan at hugsa um at rødd- in og rørslan skal so langt út. Tað hoyrist og sæst kortini, tá avstandurin er so lítil. Men hetta er ikki bara sum at siga tað: Vit eru von við ein ávísan "pall-teknikk", sum kann verða ringur at sleppa frá. Tað krevur arbeiði. Eisini eru fleiri films- leikstjórar, sum leita eftir einum stórum og ógvislig- um, ella teatralskum, út- trykkið, t.d. Peter Greena- way í "The Baby of Mac- an". Og leikhøvundar brúka eisini filmin sum beinleiðis úttrykshátt í leikum. Eg kann t.d. nevna tað scenuna í "Kryplinum", har ein filmur verður víst- ur á løriftið á bakveggi- num, meðan leikararnir sita frammanfyri, við baki- num til áskoðaran og kommentera filmin. Hvat er tað tá, sum er høvuðsút- trykkið? Men sjálvandi er enn langt ímillum hesar báðar úttrykkshættirnir, filmin og pallsjónleikin. Tað eru fleiri størri munir í sjálvum frásøguháttinum, og myndamálinum t.d. Men so leingi fólk eru op- in fyri íblástri alla staðni frá, so ber til at læra av hvørjum øðrum. Tá ein er atfinningar- samur - sum ein rættur føroyingur - og einki hevur at finnast at, so er MÁLIÐ altíð eitt takksamt stríðs- evni. Saman við Eyðuni Johannessen hevur tú um- sett leikin. Hví hava tit valt eitt orðalag, har tit ikki smæðast fyri danismum og eitt nú siga "rolla" ístaðin fyri "leiklutur"? "Rolla" og "leiklutur"?? Eg helt tú fórt at finna okkurt nógv verri dømi enn tað...Hetta hongur sjálvandi eisini saman við úttryksháttinum, frásøgu- háttinum í júst hesum leik- inum. Tað er tað fyrsta, ein skal hugsa um sum týðari: At laga seg eftir uppruna- handritinum, og ikki skriva sítt egna. Shakespeare skal týðast á ein hátt, og Mc- Donagh á ein annan. Fólk- ini vit sígga í "Kryplinum" skulu helst vera vanligir, gerandisligir persónar, og tað teir tosa um, letur seg ikki siga á bókmálið. So høvdu teir beinanvegin blivið "fiktivir" aftur, óver- uligir. Hjá okkum í Føroy- um er tað tíverri so, at tal- umálið er eitt "danismu- mál", og tað noyðist ein so at laga seg eftir sum týðari. Hesin leikurin er harafturat upprunaliga skrivaður á di- alekt, og tað noyðist týðar- in so eisini at minnast til. Og so skal ein eisini ansa sær við 1934: Hóast leik- urin sigst at ganga fyri seg tá, so er hann skrivaður í 1997, og hann er meira merktur av einum hálv- femsara-hugsunarhátti enn einum tríatiára-hugsunar- hátti. Hondina á hjarta - hevði tú nakrantíð filmin um "Barbu" í huganum, tá tit vandu? Nei, aldrin í lívinum.... Hvussu kundi tú koma uppá tann tankan???? Eg havi hoyrt onkustaðni at man kann ikki vera iron- iskur í mail-formi. So eg má heldur svara ordiligt aftur: "Barbara" var ein av orsøkunum til at vit valdu hendan leikin. Hvat verður næsta tiltak- ið, tú verður við í? Ja, tað er ikki minni spennandi: Tað verður ein nýskrivaður føroyskur leik- ur: "Eitur nakað land Week-end" eftir Jóanes Nielsen, sum vann leikrita- kappingina hjá Leikpalli Føroya í august. Hann fer at hava heims-frumsýning um miðjan marts. .....og altso ikki ein ferð til Inishmaan? Hevði tú havt hug til tað? Ferð og ferð, er tað ein charter-ferð, so nei takk. Men eg kundi so sanniliga hugsað mær ein túr til Inis- hmaan, tað er heilt vist. Ella Írland yvirhøvur. Eg havi ongantíð verið í Ír- landi, og tað stendur ovar- liga á ynskilistanum. Næsta ár verður Lista- hátíð í Føroyum. Hvat kundi tú hugsað tær stóð á skránni? Tað er lætt at verða iso- leraður í Føroyum, og vit hava tí hart brúk fyri at sleppa at síggja sjónleik úr øðrum londum av og á. Og ikki bara úr hinum norðan- londunum. Eg vóni at List- ahátíðin fer at gera tað møguligt at fáa sjónleika- bólkar aðrastaðni frá henda vegin. Nakað serligt ynski...? Tjað, eystureu- ropa er rættiliga spennandi beint nú. T.d. hevur ein litavisk uppseting av "Hamlet" gingið um meg- inpartin av Europa tey seinastu árini. Tað hevði ikki verið so galið at fing- ið hana hendavegin. Eg takki og loggi av. Bei. birk@post.olivant.fo Birgir Kruse Hvussu hevur tú »latið teg í« leiklutin sum Halti-Billy, ella bert Billy? Nakran á- vísan framferðarhátt, ella inspiratiónskeldu? Hetta er ein av teimum meira krevjandi leiklutu- num. Tað krevur eitt rætti- liga stórt kroppsligt arbeiði at gera ein sonevndan "krypil". Ávísir musklar og liðir eru undir hørðum trýsti, og mugu venjast. Afturat tí kemur so røddin, og annars tað vanliga kar- akterarbeiðið: Hvør er hann, hvat ger hann, hví ger hann tað sum hann ger, hví ger hann tað soleiðis, o.s.fr. Í leikritinum stendur so at siga onki um, á hvønn hátt Billy er brekað- ur. Hann haltar. Tað er alt, sum sjónleikarin fær at vita frá høvundanum. So restin er upp til ein sjálvan. Eg royndi so m.a. at lesa meg fram til okkurt ser- stakt brek, sum Billy kundi hava, men fann so útav, at tað kanska var best at lata hugflogið ráða - royna at vera so lítið "spesifikkur" sum gjørligt. Høvuðssakin er, at Billy er brekaður - ikki hvørjum brekið hann líður av. At gera ella mynda ein brekaðan per- són er ofta ein spurningur um at gera forðingar fyri ein sjálvan og so royna at loysa tær. Í fyrstani hevði eg ætlað mær at gjørt hann bara lamnan í øðrum beini- num og kanska øðrum arminum. Men tað vísti seg skjótt, at hetta var nak- að smáligt: Hann verður róptur "krypil", so tað ljóð- ar av eitt sindur meira. Og tað er so spakuliga vaksið fram undir venjingum - bæði teimum venjingum, vit gera saman á palli, og tað arbeiðið sum eg sjálvur havi gjørt við síðuna av. Ávirkanin, ella íblástur- in, kemur annars úr um- hvørvinum - fólk á gøtuni, sjónvarpi, bókum, o.s.fr. Eisini havi eg fingið eitt sindur av "kunstigari" hjálp. M.a. eina kúlu á ryggin av gipsi, sum hjálp- ir til at geva mær ein ser- ligan kroppsburð, og — handilstenn — eitt gebiss at seta uttaná mínar egnu tenn, sum bæði broytir andlitið, andlitsrørslurnar og røddina. So tað liggur rættiliga nógv aftanfyri ein tílíkan persón. Ikki tí, eg ivist ikki í at minni kundi gjørt tað - men tað er stutt- ligari, bæði hjá leikaranum og áskoðarunum, at fáa okkurt eyka. Hvussu er at "lata seg úr aftur" hesum leikluti? Tá ið leikluturin er kom- in so at siga inn í kroppin, er tað skjótt at bæði fara úr honum og fara í hann. Kroppurin hevur vant seg við ein nýggjan "veru- máta", og innstillar seg beinanvegin. Tú kemur úr einum hús- um, har fleiri hava valt sjónleik sum lívsleið, so ella so. Hvør er orsøkin? Er hon innanhýsis ella úr Kvíkstúni? Eg veit ikki. Og eg havi ongantíð hugsað nakað serligt um tað heldur. Hvør var fyrsti leiklutur, tú spældi? Tað var Klintrimús í "Dýrini í Valbakkaskógi", sum vit gjørdu í skúlanum í Kvívík tá eg var eini tíggju-ellivu ár. Systir mín Ria var leikstjóri. Hvør eggjaði tær - fremst av øllum - at gerast sjónleikari? Ongin, sum eg kann minnast. Á heimasíðuni hjá Grímu sæst, at tú hevur havt ein heilan hóp av leiklutum. Ógvuliga ym- iskir eisini. Er nakar av hesum, sum á einhvønn hátt skilja seg burturúr, tá tú lítir aftur á teir? Antin strævnir ella gleðiligir? Allir skilja seg burturúr á sín hátt. Allir hava (ella høvdu) sítt egna lív. Summir strævnari enn aðr- ir, summir keðiligari og summir gleðiligari. Eg veit ikki, um eg kann taka nakran framum - tað hevði næstan verið at gjørt mis- mun. Tað, sum tú minnist sum nakað framúr, hevur sum oftast nakað við sjálv- an leikin, søguna í leiki- num at gera, heldur enn leiklutin. Men einmans- leikir eru nakað fyri seg: Tað er nógv einsamallari enn annars. Eg havi gjørt tveir einmansleikir við stuttum millumbili, og tað verður nokk ein góð løta áðrenn tann næsta. Tú ert yngsti limur í Grímu, føddur í 1969, men samstundis hin einasti sjónleikarin, sum kann prýða seg við heitinum "mag.art.". Hvussu hongur tað saman? Tað er sera einfalt: Skúl- in, sum eg gekk á, Teater- högskolan i Helsingfors, er ein partur av Helsingfors Universitet, mest av fyrisit- ingarligum og fíggjarligum orsøkum. Og á einum uni- versitetið taka næmingar- nir vanliga eina akadem- Loystar forðingar Teldupostsamrøða við Hans Tórgarð um leiklutin sum Krypilin í leikinum "Krypilin frá Inishmaan" hjá Grímu á Gamla Meiarínum undir leikstjórn Eyðun Johannessens – At gera ella mynda ein brekaðan persón er ofta ein spurningur um at gera forðingar fyri ein sjálvan, og so royna at loysa tær Myndir: Jens Kristian Vang