leygardagur 21. oktober 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Birgir Kruse
Familjusjónleikur: Í dag
verður sjónleikurin um
stuttligu, men balstýrnu
gentuna, Pippi, sýndur í
Sjónleikarhúsinum í Havn.
Liðin eru 55 ár síðani hin
brátt 93 ára gamla Astrid
Lindgren fyrstu ferð segði
søguna um Pippi Langsokk
í bók. Síðani er ein røð av
søgum um Pippi komnar,
sum fleiri eru gjørdar til
film. Eftir at hava ferðast á
teim sjey høvunum, hoyrdu
vit hana í Útvarpinum og í
dag fáa vit so høvi at hitta
hana enn nærri — á heim-
ligum palli í 74 ára gamla
Sjónleikarhúsinum, har
upprunaligi tónleikurin hjá
Georg Ridel rungar aftur-
við. So nú er at syngja
hjúlahopp, hjúlahey, hjúla-
hoppsasa.
Sterka gentan
Fáar gentur eru so kendar
sum Pippi. Allastaðni í
heiminum er hon kend. Og
allastaðni er hon hetjan.
Pippi er ímyndin av sterka
barninum, sum gongur
egnar leiðir — og megnar
tað.
Stundum hevur hon ver-
ið mett í so balstýrin, ja
beinleiðis anarkistisk og
kollveltandi. Samstundis
hevur rithøvundin aftanfyri
Pippi, aldrandi svenska As-
trid Lindgren, livað eina
skiftandi tilveru, tá umræð-
ur viðurkenning í bók-
mentunarligum gransk-
ingarhøpi.
Ta tíðina, realisman var í
høvuðssæti og alt ráddi um
at verða tilbúgvin, vórðu
søgur Lindgrens blakaðar
út í myrkrið, tí tær lærdu
okkum ikki at vaska upp
og ganga rætt tvørtur um
vegin. At
hugflogið
eisini hevði
heimarætt,
lærdu vit
seinni. Tá
gjørdist
Lindgren við
stórbærum, tíðar-
leysum søgum,
bjartasta navn
tá umráddi bøkur
til børn. Og tað hóast
hon kundi taka upp
døpur evni sum deyða,
myrkur og ótta, sum í
søgunum um brøðurnar
Leyvuhjarta og Mio mín
Mio.
Lindgren hevur sum
eingin sligið navnið fast
innan tað bókmentanarliga
rák, sum nevnt verður fan-
tastikkur, ella listahugflog.
Øll makt — ikki til Tengil
— men til hugflogið.
Orðið í norði
Men stuttlig er hon
sanniliga eisini, hon
Lindgren. Tak til dømis
søgurnar um Emil og
skálkabrøgd hansara á
Kattholti. Á hvørjum ári,
tá veturin er í nánd, plaga
bókasøvn at skipa fyri
einhvørjum norrønum
bókmentunarligum tiltaki.
"Orðið í norði" hevur
føroyska heiti verið.
Í ár fer tiltakið av bakka-
stokki 13.-19. november.
Ljós verða slókt, kertur
tendraðar og um somu tíð
verður á móðirmálinum í
øllum Norðanlondum lisið
úr bókini "Emil í Lønni-
bergi ger spildurnýggj
skálkabrøgd" (bls. 15 og
fram). Bókin, sum kom á
føroyskum í 1996, er týdd
til øll norðurlendsk mál. Í
somu viku, hin 14. novem-
ber, er 93 ára føðingardag-
ur Astrid Lindgrens. So tá
er verulig orsøk at tendra
kertur.
Mest lánt
Bæði
Landsbóka-
savnið og Bý-
arbókasavnið hava
lagt seg eftir at
vera væl við á al-
nótini. Umframt at
kunna um bók-
mentunarlig rák og við-
urskifti, hava søvnini gjørt
upp, hvør bókin er hin
mest lánta. Hyggja vit at
barnabókum, er júst ein
Pippi-bók hin mest útlánta
á Býarbókasavninum í
Havn. Bókin er "Kennir tú
Pippi Langsokk?", sum er
ein av fleiri bókum, sum
Turið Sigurðardóttir hevur
týtt úr svenskum og
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur givið
út. Hendan, sum er ein
myndabók, kom út í 1996.
Í hesum Pippi-døgum
kemur frá sama týðara og
forlag enn ein myndabók
um sterku gentuna, sum
dugir so væl at hava tað
stuttligt og leggur líka í,
hvat hini halda. Bókin
nevnist "Pippi heldur føð-
ingardag". So nú Pippi
skal á pallin og "mamma"
hennara fyllir 93, er gott at
vita, at hon er "still going
strong". Bæði mamman og
Pippi.
Pippi
Hyggja vit í svensku orða-
bókina, so kann orðið
"pippi" merkja fjas, ør-
skapur og
at verða í
sjúkliga
góðum
lag, mót-
vegis
tung-
lyndi.
Eisini
sipar
navn-
ið til
fugl
í
búri.
Ein av góðu gomlu stutt-
filmunum hjá Laurel og
Hardy (Gøg og Gokke)
"Wrong Again" frá 1929
rópast á svenskum "Pippi i
kvadrat". Søgan er í stutt-
um, at ein ríkmaður vil
hava eina mynd av einum
hesti. Ístaðin fyri inn-
rammaðu myndina fær
ríkmaðurin ein veruligan,
livandi hest. Kanska hevur
Astrid Lindgren sæð
filmin og funnið uppá
Pippi, ella í minsta lagi
hestin. Hvør veit? Hug-
flogið setur eingi mørk.
Frá bók til film
Í 1945 kom fyrsta bókin á
svenskum um Pippi. Árið
fyri hevði Astrid Lindgren,
meðan hon lá sjúk, skrivað
fyrstu søguna um Pippi og
givið dótturini Karin hana í
føðingardagsgávu. Eitt
bókaforlag fekk søguna og
tíðarskeiðið 1945-48 komu
tríggjar Pippi bøkur, sum
allar blivu til film.
Fyrsta filmin gjørdi Per
Gunvall í 1949. Hann rópt-
ist stutt og greitt "Pippi
Långstrump" og høvuðs-
leiklutin hevði Viveca Ser-
lacius.
Tjúgu ár seinni bleiv
Inger Nilsson stóra barna-
stjørnan sum Pippi í eini
sjónvarpsrøð, sum sviar og
týskarar gjørdu saman.
Leikstjóri var sviin Olle
Hellbom og tónleikin átti
Georg Ridel, sum er ættað-
ur úr Tjekkoslovakia.
Sangurin hjá Inger Nilsson
bleiv kendur víða hvar og
tað er júst hesin tónleikur-
in, sum er partur av før-
oyska leikinum í Sjónleik-
arhúsinum í Havn. Pauli
Nielsen, sum hevur týtt
leikin, hevur fingið hjálp
frá Jytte Joensen, tá um-
ræður sangirnar.
Væleydnaða svensk-
týska sjónvarpsrøðin um
Pippi í 1969 bleiv árið eftir
til tveir svenskar biograf-
filmar "Pippi Lånstrupm
på på de sju haven" og "På
Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000
21
rymmen med Pippi Lång-
strump", eins og drúgva
sjónvarpsrøðin varð sett
saman til ein triðja bio-
graffilm um Pippi trý ár
seinni "Här kommer Pippi
Långstrump".
Altjóða teknifilmur
Í 1997 verður Pippi til al-
tjóða teknifilmin "Pippi
Longstocking". Tað eru
sviar og kanadiar, sum
standa saman um verkætl-
anina. Undir leiðslu Clive
Smiths, verður filmurin
marknaðarførdur undir
heitinum "The world’s
strongest girl", hvørs fulla
navn á enskum er Miss
Pippilotta Delicatessa
Windowshade Mack-
relmint Efraimsdottir
Longstocking. Sangirnir í
hesum teknaða filmi um 9
ára gomlu Pippi eru ikki
teir kendu kvøðuljómsslag-
ararnir hjá Georg Ridel,
men nýyrktir í vanligu og
mangan tannleysu musical-
traditiónin. Tónleikin eigur
Anders Berglund og
svensku orðini Ture Rang-
ström. Teir fáa vánaligt
skoðsmál. "The songs are
dreary" sigur kendi um-
mælarin Leonard Maltin.
So her er enn ein orsøk at
fara í Sjónleikarhúsið og
hoyra røttu Pippi-
sangirnar.
Pippi í Sjón-
leikarhúsinum
Tá Sjónleikarhúsið í kvøld
letur dyrnar upp fyri leiki-
num um Pippi, er tað Elin
Karbech Mouritsen, ið
hevur leikstjórnanina um
hendi. Elina kenna vit
bæði av palli, úr útvarpi,
sjónvarpi og eisini í filmi-
num hjá Katrini Ottarsdótt-
ir "Bye, bye bluebird". Áð-
ur hevur hon m.a. leik-
stjórnað barnaleikinum um
"Kardummummubýin"
eftir søgu hjá Torbjørn
Egner.
Til høvuðsleikara hevur
hon valt Beintu K. Clothi-
er, meðan Gunn Weihe
Reinert og Turpin N. Djur-
huus hava leiklutirnar sum
ávikavist Annika og
Tommy. Í drúgva leiklista-
num síggja vit hestar,
klovnar og sirkusstjórar —
og Sonna Smith sum
matrós!
Tað er Pauli Nilsen, sum
hevur týtt leikin úr
svenskum.
At seta leik upp er um-
fatandi arbeiði. Tað sæst í
eini og hvørjari leikskrá.
Framleiðslustjórin er hann,
ið skal fáa alt at bera til, so
dyrnar kunnu latast upp og
vit kunnu njóta listarliga
avrikið hjá fremst av øllum
leikstjóranum og sceno-
grafinum.
Oddvá Nattestad er
dagsins framleiðslustjóri.
Og tá hon er leys av frum-
framførsluni av Pippi
Langsokki, tekur hon við
sum samskipari í verkætl-
anini Listahátíð Føroya.
Oddvá, hvørs dagliga yrki
er at undirvísa í Hoyvíkar
skúla, hevur eins og Elin
eisini gjørt barnaútvarp.
Einaferðina hevði hon
samrøðu við rithøvundan,
Astrid Lindgren, og um
sama mundi royndu føroy-
ingar at fáa aldrandi Lind-
gren til Føroya. Í góðslig-
um brævi svaraði hon snið-
fundig sum altíð, at nú var
hon ov gomul til at gremja
seg um aldri at hava vitja
smáu oyggjarnar í útnorðri.
"Men" legði hon afturat
"mangan havi eg flogið
yvir oyggjum tykkara og tá
plagdi eg altíð at hugsa um
tykkum, sum har munnu
liva".
Pallmyndina og búnarnar
í leikinum um Pippi Lang-
sokk hevur Edward Fuglø
gjørt. Hetta er triðja ferðin,
at hann ger pallmynd til
leik, ið byggir á søgu eftir
Astrid Lindgren. Fyri
Klaksvíkar Sjónleikarafel-
ag hevur hann áður gjørt
pallmynd til leikirnar
Brøðurnir Leyvuhjarta og
Mio mín mio. Tilsamans
hevur Edward gjørt fleiri
enn 40 pallmyndir og hev-
ur myndskrýtt hópin av
bókum, eisini í altjóða
høpi. Myndir hjá Edwardi
kunnu eisini síggjast á
heimasíðuni
www.fararts.com.
Sjónleikarhúsið
brátt 75
Formaður í Havnar Sjón-
leikarafelag er Heðin
Mortensen og dagligur
leiðari er Birita Krossteig.
Í skránni bjóðar Birita
stórum og smáum væl-
komin til Pippi-sýningina
við hesum orðum: "Kom-
andi ár fyllir Sjónleikar-
húsið 75 ár og í øll hesi ár
hevur sjónleikur verið
spældur í húsinum. Vit
hava dansað og sungið á
palli og handan pall. Vit
hava grátið og flent, vit
hava havt góðar tíðir og
ringar tíðir, men vit, sjón-
leikaáhugað, hava megnað
at standa saman um okkara
elskaða hús. Verri enn so
samd í øllum, men altíð til
frama fyri Sjónleikarhúsið,
og hetta er júst andin, sum
PIPPI-hópurin er fyltur av,
og soleiðis eigur tað at
verða í Sjónleikarhúsi-
num".
Strakosch forlagið
Eins og vit kenna tað úr
tónleikinum, eru fleiri, ið
vara av rættindum hjá
teimum, sum gera sjónleik.
Forlagið, sum eigur Pippi-
leikin, eitir Nordiska
Strakosch Teaterförlaget og
hevur heimstað í Keyp-
mannahavn. Strakosch-for-
lagið umboðar eisini Pippi-
sangleikin hjá Sebastian.
Við rót í tónaforlagnum
Wilhelm Hansen, og eini
søgu, sum fevnir um
tríggjar øldir, umboðar
Strakosch-forlagið altjóða
nøvn sum Bertholt Brecth,
Samuel Beckett og fleiri
fronsk, ensk og ameri-
kansk við. Sama forlag
varar av aktuella leikinum
hjá Grímu "Krypilin úr In-
ishmaan" eftir unga, gitna
sjónleikarithøvundan Mart-
in McDonagh.
Strakosch-forlagið um-
boðar eisini norðurlendsk-
ar rithøvundar. Millum
aðrar Astrid Lindgren, sum
forlagsstjórin, Hanne Wil-
helm Hansen, sigur seg
hava havt alstóra gleði av.
Men tá snýr tað seg bara
um sjónleikapartin og ikki
fagurbókmentirnar, sigur
hon. Tey rættindini eiga
onnur. Sum dømi um væl-
eydnað samstarv millum
Astrid Lindgren og Hanne
Wilhelm Hansen er sang-
leikurin um aktuellu Pippi,
har danski Sebastian hevur
gjørt tónleikin. Sum áður
nevnt er tað Georg Ridel,
ið hevur gjørt tónleikin í
teirri uppsetingini, vit nú
síggja í Sjónleikarhúsinum.
Við í skránni hjá Strak-
osch-forlagnum eru eisini
nøvn sum svenski rithøv-
undurin Per Olov Enquist
og amerikanski leikstjórin
og listamaðurin Robert
Wilson, sum saman við
kenda tónleikaranum Tom
Waits arbeiðir við leikinum
"Woyzek" á danska Betty
Nansen sjónleikarhúsinum.
Sami leikur varð settur upp
í Sjónleikarhúsinum mið-
skeiðis í sjeytiárinum.
Nobelvirðisløn?
Fleiri eru tey, sum vilja at
ávísir persónar skulu fáa
virðisløn Nobels. Leingi
hevur hoyrst um fólk, sum
virka fyri, at sangarin og
yrkjarin Bob Dylan skal
fáa virðislønina. Í førinum
Astrid Lindgren er í so
máta einki undantak.
Millum tey, sum hava
sett sær fyri, at Lindgren
skal fáa Nobelvirðislønina
er svenski Fryxell skúlin í
Västerås. Teir um 700
næmingarnir, sum her
ganga og lærarar teirra,
hava tikið alnótina í brúk,
til tess at herða kravið um
at "okkara Astrid" skal fáa
hesa virðisløn.
Næmingarnir vísa til, at
bøkur Lindgrens eru týdd-
ar til 76 tungumál og at
sølan fevnir um fleiri enn
100 milliónir eintøk. Har-
afturat staðfesta svensku
næmingarnir, at hvørt ár
verða tvær millónir eintøk
av Lindgren-bókum læntar
á bókasøvnum. Hetta ger
hana til best umtókta svia,
siga tey. Eisini eru tey
komin eftir, at heilir skúlar
eru uppkallaðir eftir henni.
Ein er Astrid Lindgren
Schule í Ennigerholt í
Týsklandi.
Og so koma ørindini hjá
næmingunum: Ongantíð
hevur Astrid Lindgren
fingið Nobelvirðislønina!
Spurt verður: "Heldur tú,
at svenski kongurin skal
handað okkara Astrid
Nobelvirðislønina, so sig
okkum frá". Skuldi onkur
havt huga at stuðla tiltaki-
num, so er heimasíðan at
finna á
www.fryx.vasteraas.se.
- Góða skemtun!
á palli
20
Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000
Her kemur Pippi
Her kemur Pippi Langsokkur
hjúlahopp, hjúlahey, hjúlahoppsasa
her kemur Pippi Langsokkur
ja, her komi eg! Ha!-Ha!
Hygg, her er mín apa
mín fína, fitta, lítla apa
her er Harra Nilsson
ja, tað er vist, hann eitur so!
Hygga, her er húsið
tað etiur RUMBLI-SKRUMBLI húsið
og vilja tit vita
hví at húsið eitur so?
Jú, har býr Pippi Langsokkur
hjúlahopp, hjúlahey, hjúahoppsasa
har býr Pippi Langsokkur
ja, har búgvi eg! Ha!-Ha