leygardagur 21. oktober 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000
23
22
Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000
Birgir Kruse
– Og jú, eg nýti Botox at
slætta rukkurnar á enni-
num og havi als einki í-
móti kosmetiskari skurð-
viðgerð heldur, sigur Cliff
Richard.
Do you wanna dance
Eftir ein góðan dag í rík-
mannaparadísinum Monte
Carlo varð farið umborð á
skipið at eta ein betri bita
og seinni spældi orkestrið
upp til dans, har millum
onnur Olivia Newton John,
Shirley Bassey, Bobby
Davro og Bruce Welch
vóru við.
Move it
Cliff Richard, hvørs veru-
liga navn er Harry Rodger
Webb, og varð borin í
heim í India 14. oktober
1940, gjørdist ein av teim
fáu bretum, sum megnaðu
at fáa fótin fyri seg innan
upprunaliga rock and roll
tónleikin í fimtiárunum.
Miðilin var single-plátan,
og fyrsta útspælið var
"Move it" í 1958. Plátan
gjørdist í Bretlandi og á
evropeiska meginlandinum
eins væl umtókt og tær frá
amerikanskum stjørnum,
sum Elvis Presley, sum í
nøkur ár varð kappingar-
neyti hjá Cliff.
Please don’t tease
Meðan stóra umskiftið hjá
Elvis hendi, tá hann fór í
herðin í 1958 - beint innan
Cliff-plátan "Move it" kom
fram - valdi Cliff at gerast
siðiligi hampamaðurin,
sum vendi harðbalnu und-
irhaldsverðini bakið.
Fyrsta stigið hendan vegin
var leikluturin Bongo
Herbert í filminum, "Ex-
presso Bongo", í 1959.
Sama árið hevði Cliff í
fyrsta leikluti sínum spælt
hálvkriminellur rokkari í
filminum "Serious
Charge".
My kinda life
Eftir siðiliga hampaleiklut-
in í "Expresso Bongo"
varð lívsleiðin hjá Cliff
løgd. Tónleikurin gjørdist
mjúkur og sangbærur.
Eingin uppreistur, eingin
skuggi úr undirverðini. Til
denna dag hevur Cliff tó
megnað at bergtikið fólk
og ger tað enn. Lakasta
skeiði hjá Cliff var fyrst í
sjeytiárunum, tá hann
einans hevði tveir sangir
millum 10 teir bestu í 6 ár.
The only way out
Síðani miðskeiðis í seksti-
árunum hevur Cliff Ric-
hard verið millum kend-
astu kristnu sangarar og
framsøgufólk. Tíggju ár
seinni, í 1976, tá hann tók
Devulin uppá tungu, gekk
tó betur við plátusøluni.
Hetta árið taldist hann
millum 10 tær bestu bæði í
Bretlandi og USA við
"Devil Woman". Árið eftir
spyr hann "Why should the
Devil have all the good
music?".
Travellin’ light
Í 1979 varð Cliff á tíggj-
unda sinnið á fyrsta plássi í
Bretlandi. Tað var við
sanginum "We don’t talk
anymore", sum er mest
selda pláta hjá Cliff í Bret-
landi. Gloppið millum
undanfarnu plátuna, sum
náddi eins høgt - Grand
Prix sangurin frá 1968
"Congratulations"- var
meiri enn 10 ár.
It’s all in the game
Í 1980 hittir Cliff drotning-
ina og fær OBE-heiðurs-
merkið. Í túninum syngja
øll "Congratulations".
Gjøgnum áttatiárini kemur
ein javnur streymur av
plátum, sum í ikki færri
enn 12 førum teljast
millum 10 tær bestu í
heimlandinum. Fyrsta-
plássið náddi hann um
jólini 1988 við "Misteltoe
and Wine". Jólini 1990
endurtók eydnan seg og
Cliff varð á toppinum við
"Saviour’s Day".
Constantly
Um hetta mundið, í 1989,
hevði Cliff givið út 100
single-plátur. Støðufasti
hampamaðurin sang hetta
árið "The best of me".
Henda single-pláta
nummar 100 gjørdist
seksogtjúginda top-trý
pláta í Bretlandi hjá sama
sangara í meiri enn tríati
ár.
I just don’t have
the heart
Í 1995 er Cliff við í
sangleikinum "Songs from
Heathcliff", sum John
Farrar og Tim Rice hava
sett saman yvir kendu søgu
Emily Bronte’s
"Harveðurshæddir". Gamla
vinkonan Olivia Newton-
John medvirkar sum Cathy.
Hóast Cliff um jólini 1971
segði við pressuna, at ein
møgulig tilstundandi frú
Richard kundi verið ein
blandingur av Oliviu
Newton-John, Cillu Black
og Unu Stubbs, so varð
einki burturúr. Cliff er enn
heiðurskrýndi "Bachelor
Boy" í glitrandi poppríki
Petur Panns.
Congratulations
Í sambandi við seksti ára
dag Cliff Richards er í
vikuni givin út nýggj
savnsfløga "The whole
story". Longu mánadagin
náddi útgávan sjeynda
plássið á almenna bretska
plátulistanum. Sostatt er
tað 35 ferðirnar hent, at ein
LP-pláta hjá Cliff Richard
telist millum 10 tær bestu.
Í hesi viku eru tað bert
Radiohead og nýggja
útgáva teirra "Kid A", sum
fleiri bretar vilja ogna sær,
heldur enn nýggju útgávu
Cliff Richards. Ikki so
galið hjá einum sum í ung-
dómsfikseraðu
handilsbúðini er farin um
tey seksti.
The young ones
Men eitt er vist; eldast vit,
eldist hann eisini. Við
blaðið OK! segði Cliff í
síðstu viku, meðan hann
stákaðist til føðingardagin
"Because of the Peter Pan
of pop title, I have had to
live up to something that
nobody actually can. You
are going to age - that’s a
fact og life"
Hampamaður seksti
"Fyrstu EP-plátur við Cliff Richard,
vinarliga lántar frá Petur Rouch"
"Sir Cliff sum Heathcliff"
"Serious Charge" A sensational play of
its time makes a dull film despite
earnest performances (1959)
"Expresso Bongo" Heavily vulgarized
version of a stage kit on the Tommy
Steele rock phenomenon, divested of
most of its satirical barbs and only
intermittently amusing" (1959*)
"The Young Ones" A shipworn idea is
the springboard for a brave try in a field
where Britain was presumed to have
failed; despite the enthusiasm it with
which it was greeted at the time, it has
dated badly" (1961*)
"Summer Holiday" Pacy, location-
filmed youth musical with plenty of
general appeal (1962*)
"Wonderful Life" Slight but zestful
youth musical with highly illogical
detail; the highlights is a ten-minute
spoof history of the movies (1964*)
"Finders Keepers" Harmless youth
musical without much style. Tunes poor,
comedy rather too easy-going (1966)
"Two a Penny" Naive religious
propaganda sponsored by the Billy
Graham movement and featuring the
evangelist in a cameo (1967)
"Take me High" Jaded youth musical
with no dancing but some zip and
bounce to commend it to mums and
dads if not to its intended young
audience (1973)
(Halliwell’s Film Guide)
Filmar við Cliff Richard, sum Leslie Halliwell metir teir:
Signaturur hjá Cliff Richard! (úr bók 1958-1990 bls. 9)
Úrval av bókum um Cliff Richard:
"Cliff" Patrick Doncaster & Tony Jasper 1981
"Cliff" Jørgen Mylius 1986
"Cliff Richard a celebration" Cliff Richard 1999
"Cliff Richard the Biography" Steve Turner 1999
"Cliff Richard the complete recording sessions
1958-1990" Peter Lewry & Nigel Goodall 1991
Sangirnir á nýggju 60ára savnsfløguni
hjá Cliff Richard "The whole story":
CD1
Move It/Living Doll/Travellin' Light/Please Don't
Tease/I Love You/The Young Ones/It'll Be Me/Do
You Wanna Dance/The Next Time/Bachelor
Boy/Summer Holiday/It's All In The Game/Don't
Talk To Him/Constantly/On The Beach/I Could
Easily Fall/The Minute You're Gone/Visions/In The
Country/The Day I Met Marie/Power To All Our
Friends/Miss You Nights/Devil Woman/My Kinda
Life/We Don't Talk Anymore/Carrie/Dreamin'
CD2
Wired For Sound/Daddy's Home/The Only Way
Out/True Love Ways/Please Don't Fall In
Love/She's So Beautiful/My Pretty One/Some
People/Mistletoe And Wine/The Best of Me/I Just
Don't Have The Heart/Silhouettes/From A
Distance/Saviour's Day/I Still Believe In You/Peace
In Our Time/Be With Me Always/Can't Keep This
Feeling In/The Millennium Prayer
Sir Cliff Heimsins elsti teenagari, poppsøgunnar Petur Pann, er farin um tey seksti. Seinasta leygardag helt hann
føðingardagin saman við 900 av næstrafólkunum umborð á The Sea Goddess hjá Cunard Line