leygardagur 21. oktober 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • leygardagur • 21. oktober 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo
24
Sosialurin Nr. 203 - 21. oktober 2000
Nýbygda Skandinaviahús-
ið í New York varð vígt 17.
oktober við stórari norður-
lendskari luttøku. M. a. var
Karl Gustav kongur av
Svøríki til staðar, Bena-
dikta prinsessa úr Dan-
mark, Martha Luisa prins-
essa úr Noregi, Ólafur
Ragnar Grímsson, forseti
Íslands og Kimmo Sasi,
uttanríkisráðharri Finn-
lands. Skandinaviska Hús-
ið verður miðstøð hjá
norðurlondum, og stjórnir-
nar í teimum fimm sjálv-
støðugu norðurlondunum
hava stuðlað húsinum, og
Ráðharraráðið hevur latið
250.000 USdollarar.
Framsýningin »Vikings -
the North Atlantic Saga«
hevur fingið sera góða
undirtøku í Washington,
har fleir ein ein millión
fólk hava sæð hana. Nú
verður hon flutt til New
York, og lat hon upp hós-
dagin í American Museum
of Natural Histori. Í New
York er framsýningin opin
til 20. januar komandi ár.
Síðani heldur hon fram í
øðrum stórbýum á amerik-
an ska meginlandinum.
Scandinavia House í Now
York tiki í nýtslu
Tekstur, lyndi og mentan
Danska brúkararáðið tekur
undir við einum bólki av
bretskum ES-politikarum,
sum vilja hava eitt forboð
ímóti Kinder-eggjum.
Orsøkin til kravið um
eitt forboð er, at saman-
tvinningin av góðgæti og
leikum er óheppin og hev-
ur seinastu árini kravt fleiri
mannalív. Vandin er nevni-
liga stórur fyri, at børn
svølgja leikuna, tá hon
verður seld saman við
góðgæti ella mati annars.
Seinastu 15 árini eru
sjey børn í ES-londum
deyð, eftir at tey hava
roynt at svølgja leikur av
hesum slagi.
Í Svøríki heldur brúkara-
ráðið eisini, at neyðugt er
við einum forboði, og í
USA eru framleiðslur sum
Kinder-egg forboðin.
Tað er italska fyritøkan
Ferrero, sum framleiðir
Kinder-eggini, sum eisini
eru at fáa til keyps í
Føroyum.
ek
Vilja hava Kinder-egg
av hillunum
Írski rockbólkurin U2,
sum í drúgva tíð hevur
verið taldur millum
mætastu av sínum slagi,
gevur nýggja fløgu út
hin 30. oktober. Ein
forsmakk hava
viðhaldsfólk fingið um
alnótina við sonevndum
e-cards á heimasíðuni
hjá bólkinum. Heiti á
nýggju fløguni er "All
that you can't leave
behind". Mánadagin 23.
oktober verður høvi at
hoyra enn meir frá írsku
garpunum, sum vilja
annað og meir enn bert
undirhald. Tá fer
bólkurin í útvarpshøli
hjá BBC Radio One, har
útvarpsfólk tosa við
limirnar í bólkinum,
eins og brot úr nýggju
fløguni verða framførd.
Útvarpssendingin, sum
bara BBC sleppur at
senda, verður tó eisini
send á heimasíðuna hjá
bólkinum sjálvum. Her
kann allur heimurin
bæði síggja og lurta "on
line", tey rópa. Adressan
er www.u2.com. Tað eru
tey bæði Simon Mayo
og Jo Whiley, ið sum
einastu journalistar í
heiminum hava fingið
orð á U2, sum í dag
man verða heimsins
stórsti rockbólkur. Tey
bæði BBC fólkini halda
til í sonevndu Maida
Vale upptøkuhølunum í
London og útvarpssend-
ingin byrjar mánadagin
klokkan 11 bretska tíð
og varir tveir tímar. Iva-
leyst verða mangir løg-
reglumenn at síggja við
dyrnar hjá BBC mána-
dagin.
Tveir tímar við U2”
Í 8 ár havi eg verið búsitandi í Danmark,
havi fingi góðar og ringar danskar vanar
og næstan fingi útrudda mín føroyska
accent. Men innast inni eri eg enn tann
sami, sum tá ið eg flutti niður í 1992. Ein
føroyingur.
Ella eri eg?
Nú eitt kvøldi kom ein vinmaður
framvið har eg búgvi. Hann kom bara,
hatta freka apparatið! Einki við at ringja
áðrenn og spyrja um eg var inni, ella um
eg hevði tíð til at fáa gestir. Og eg sum
júst var við at skriva eitt ella annað sera
tydningarmikið á telduna. Hevði rokna
við at hava kvøldið fyri meg sjálvan.
Men nei!
Tá ið eg lat hurðina upp, og sá, at hann
stóð har, var eg eitt sindur súrur. Men so
trein eg inn í leiklutin sum fryntligur og
altíð fyrikomandi vertur. Lat hann ikki
síggja hvussu argur og tvitin eg var.
»Kom indenfor« segdi eg brosandi og
lat úthurðina aftur.
Nú skal eingin halda, at eg altíð eri
argur, tá ið vinmenn ella kenningar koma
framvið. Men í Danmark er tað nú
einaferð soleiðis at fólk ringja áðrenn tey
koma framvið. So tosar man saman um
leyst og fast, áðrenn man saman finnur
eitt passanði tíðspunkt sum passar.
»Det er en aftale. Vi snakkes ved«.
Og so fer man í holt við at fyrireika at
fåa vitjan. Keypir kanska okkurt serligt
til matna, vín og bjór, eina góða køku
kanska?
Soleiðis er tað í Danmark, tá fólk vitja
hvønn annan. Tað er organisera, tíðarfest
og lagt til rættis sum eitt væl umhugsa
bankarán. Ikki nakað við bara at koma
brestandi uttan at boða frá. Nei, dansk-
arar - teir flestu ið hvussu er - kenna sína
vitjunartíð.
Eg eri føroyingur. Men longu nú sært
tú nokk, kæri lesari, at okkurt er galið.
Tað er okkurt ravruskandi gali við einum
persóni, ið ikki kann tola at fåa vitjan
uttan at alt er avtala niður til minsta
punktum. Hvar er spontaniteturin. Hvar
er treytaleysa samanhaldið? Hvar er
víðagitna, føroyska gestablídni?
Nú eitt árið var eg ein túr uppi á klettu-
num saman við gentu míni. Tað er altíð
hugnaligt at koma til Føroyar, og sita
heima í køkinum hjá mammu síni og eta
seg um koll við skerpikjøtið, rullipylsu
og røstun fiski. Genta mín hevur fleiri
ferðir undrast á óføra gestablídni sum
føroyingurin vísir, ta ið fólk koma á gátt.
Tað er líkamikið um tað er skilfólk, vinir
ella fremmandafólk.
Serliga øtaðist hon einaferð vit fóru á
Ólavsøku uttan at hava biðji um innivist
nakrastaðni.
»Tað gongur nokk«, segði eg bara. Og
tað gekk!
Soleiðis eru føroyingar bara. Eg minn-
ist serliga tá ið eg var blaðungur, og ikki
ein stevna ella rockkonsert fór framvið
uttan at eg og vinmenn mínir luttóku.
Ofta fóru vit inn í fyrsta og besta húsið
fyri at lána telefon, toilet ella - jú tað er
satt - fyri at vita, um ikki ein góður
nátturabiti stóð á borðinum.
Eg kann ikki minnast at húsfólkini
vórðu avvísandi, tvitin ella bóðu okkum
fara okkara veg aftur. Tú skalt sera langt
út á landið í Danmark fyri at uppliva
nakað nær námind. Í Føroyum er tílíkt
gestablídni ein partur av gerandisdeg-
num.
Í mínum barnaárum vóru fleiri heim,
har tað hvønn dag var ein tættur trafikkur
út og inn ígjøgnum úthurðina. Fólk komu
og fóru allatíðina. Tosaðu eina løtu, fingu
kanska ein hálvan kopp af kaffi, og so
avstað aftur.
Einki var avtalað áðrenn. At fólk komu
og fóru um gáttina var ein líka fastur tátt-
ur í gerandisdegnum sum at keypa inn
ella busta tenn.
Eg eri føroyingur. Og eg skal viðganga,
at sum árini ganga hugsi eg alt meira um
at flyta aftur á klettarnar. At njóta før-
oysku náttúrina, tað frísku luftina, tað
føroyska sinnalagi og serstakliga tað
føroyska gestablídni. So ein fagran dag,
so eri eg sikkurt búsitandi í Føroyum.
Men eg eri vísur í, at okkurt kvøldið, tá
ið eg havi sett meg væl fyri framman fyri
telduna, skonkt mær ein kpo av kaffi og
alt er í fínasta lagi. So bankar uppá
hurðina, og uttanfyri stendur ein vinmað-
ur, eg ikki havi sæð í øldir.
Innast inni farið eg nokk at verða sera
argur, og hava hug til at biðja hann fara
har sum pipari grør. Men tað endar nokk
við at eg sigi: »Nei nei nei, tú órógvar als
ikki. Kom inn kom inn«.
post@sosialurin.fo
TELDUPOSTURIN
From: edmund_jacobsen@hotmail.com
Reply to: edmund_jacobsen@hotmail.com
To: <post@sosialurin.fo>
Subject: Teldubrævið
Eri eg føroyingur?
Í nýggjari bók, sum
Fróðskaparsetur Føroya
gevur út, eru fyrilestrar
frá norrønari gransking-
arstevnu um bókmentir
og lyndi - mentalitet -
savnaðar. Heiti er
"Nordisk litteratur og
mentalitet" og ritstjórar
eru Malan Marnersdóttir
og Jens Cramer. Stevnan
varð fyriskipað av Før-
oyamálsdeildini og varð
hildin á Fróðskaparsetri-
num 3.-9.august 1998.
Hetta var 22. ferðin at
felagsskapurin Internati-
onal Association for
Scandinavian Studies
møttist at granska norr-
øn viðurskifti. Evnið -
tekstur, lyndi, mentan -
varð samtykt á stevnu í
Bonn tvey ár undan.
Næsti fundur í felags-
skapinum var hildin í
Norwich í Onglandi í
august í ár. Nýggja bók-
in, ið savnar allar fyri-
lestrar og íkast frá
stevnuni í Føroyum í
1998, telur yvir 600 síð-
ur. Í drúgva innihaldsyv-
irlitinum, sum fevnir um
69 greinar, er bert ein,
ið hevur burturav før-
oyskan vinkul. Tað er
Anne-Kari Skarðhamar,
sum viðgerð skaldskap-
in hjá Christiani Matras
undir yvirskriftini
"Hella, hugur og tíð -
tidserfaring i Christian
Matras' diktning". Hin
7. desember er hundrað
ára dagur Chr. Matras. Í
inniganginum verður
upplýst, at eitt annað í-
kast til bólkaarbeiði hes-
ar dagar á Fróðskapar-
setrinum var um Willi-
am Heinesen, sum
Hanne Flohr Sørensen
helt undir heitinum
"William Heinesen og
Færøerne - mellem mid-
delalder og modernitet".
Á sama hátt hevur Vár í
Ólavsstovu í bólki reika
fyri evninum at senda
drunn. Heiti var "Bryl-
lupsskikken at senda
drunn - et levn af en
frugtbarhedskult". Hesir
partar eru tó, eins og 22
líknandi, ikki tiknir við í
bókina. Fyrilestrarnir í
bókini "Nordisk littera-
tur og mentalitet" fevna
um almenn bókmentun-
arlig viðurskifti og ógv-
uliga nágreinilig - spesi-
fikk - fyribrigdi í
granskanini av norr-
ønum teksti, mentan og
lyndi.
Fimm dystir eru á
skránni hetta viku-
skiftið, og ikki minst
man spenningur vera
um dystin í Klaksvík,
tá Dráttur kemur á
vitjan hjá Føroya-
mestarunum
Flogbóltur
Magnus Tausen
Næsta umfar í flogbólts-
landskappingini
er
á
skránni um vikuskiftið.
Einir 25 landskappingar-
dystir eru á skránni í ymsu
deildunum.
Meistaradeild kvinnur
Í
meistaradeildini
hjá
kvinnum eru tríggir dystir.
Dysturin
leygardagin
millum Mjølnir og Drátt er
ógvuliga
áhugaverdur.
Mjølnir hevur seinastu árini
staðið seg sera væl. Tær
hava verið føroyameistarar
ferð eftir ferð, og seinasta
kappingarár taptu tær bara
ein dyst.
Í ár tykist Dráttur at
kunna hótta Mjølnir. Við
nýggja útlendska venjaran-
um á odda fara tær til
Klaksvíkar at gera tað
ómøguliga
–
vinna
á
Mjølni. Hesin dysturin fer
ikki at avgera hvar gullið
endar, men hann fer at geva
ávísar ábendingar.
Mjølnir hevur vunnið
gull 9 ferðir síðan meistara-
deildin varð skipað í 1986.
Dráttur hevur ongantíð
vunnið
føroyameistara-
skapin, tó tað onkuntíð
hevur verið nær við.
Hin dysturin leygardagin
er millum Fossanes og ÍF.
Hesin liðini taptu í fyrsta
umfari og skulu nú fáa
fyrstu stigini til hóldar. Her
má sigast, at ÍF hevur betru
møguleikarnar at vinna, tí
liðið
hevur
royndirnar.
Fossanes er framvegis í
læru í bestu flogbóltsdeild-
ini, men tó skal ikki vera
sagt, at tær longu eru
foknar.
Dysturin hjá kvinnunum
sunnudagin er millum TB
og Fleyr. TB vann í fyrsta
umfari og Fleyr tatpi. Heisi
liðini eru nakað torfør at
meta um, tí TB hevur mist
nógv fólk, og Fleyr er
ógvuliga óstøðugt, bæði
leikliga og innanhýsis á
liðnum. Skulu tær vinna á
TB sunnudagin, skal nógv
gerast betur enn seinasta
sunnudag ímóti Drátti og
TB er væl fyri heima.
Meistaradeild menn
Hjá monnunum er sum vant
bara tveir dystir á skránni:
Í Klaksvík skal Mjølnir
stríðast við SÍ. Tað plagar at
ganga væl hjá Mjølni, tá ið
SÍ er á vitjan, og í ár stend-
ur sera væl til við fólki hjá
Mjølni. Hjá SÍ kann alt
henda, letur tað til. Í dystin-
um seinasta leikumfar, sum
var ímóti Felyr, spældu teir
út av lagi vánaligt fyrst í
dystinum, men vendu so
gongdini og kundu havt
vunnið, tá ið av tornaði.
Mjølnir má tó metast at
vera betur fyri til dystin
leygardagin.
Í Eysturskúlanum verður
so fyrsta slagið um Havn-
ina. Fram og Fleyr hava
leikt mangar sera góðar og
spennandi dystir. Seinasta
kappingarár var tað tó
eingin, ið kundi fylgja við
Fleyr, men í ár er liðið hjá
Fram ment, og liðið hjá
Fleyr er nógv broytt, og
helst eisini viknað nakað.
Hesir dystirnir eru altíð
nakað heilt serligt. Menn
leggja nógv fyri, og ofta
leikar hart á.
Romica Pascu venur í ár
Fram. Hann vandi Fleyr
seinasta kappingarár, so
kanska veit hann okkurt
gott vápn at koppa teir við.
Romica spælir sjálvur við á
liðnum hjá Fram, og styrkir
hann væl um. Eisini er
Heini Weihe komin aftur til
Føroya at búgva, og spælir
hann sjálvandi við barn-
dómsfelagnum Fram.
Fram og Fleyr dystaðust í
FK-kappingini, sum Fleyr
skipaði fyri. Tá megnaði
Fram akkurát at vinna eftir
sera javnan og spennandi
dyst. Alt er tí opið undan
dystinum leygardagin.
Oddabrak í Klaksvík
Lættur sigur
Vongplássið er ein av sessinum, har kyndilslið tykist styrkt, nú Brynhild Klein hevur
tikið harpiksið fram aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-Tajldur 36-24 (15-13)
Hondbóltur, kvinnur:
Uttan stórvegis hóva-
sták vann Kyndil ein
hampuliga tryggan
sigur á Tjaldri, sum
aftur í ár fer at hava
tað trupult
Hondbóltur
Jákup Mørk
Upprunaliga skuldi hetta
vera fyrsti landskappingar-
dystur á árinum hjá liðun-
um báðum, men onkurs-
vegna var dysturin útsettur,
tá kappingin skuldi byrja.
Hóskvøldið høvdu so
bæði liðini stundir til at av-
greiða setningin, og sum
væntað, so gjørdist tað
Kyndil, ið streyk avstað við
báðum stigunum.
Lág ferð
Fyrsta partin av dystinum
var annars ikki tann stóri
munurin á liðunum báðum.
Tjaldur fylgdi væl við, og
tær vóru eisini á odda okk-
urt skifti í hálvleikinum.
Tað tóktist tó alla tíðina
eyðsæð, at tað tó bert var
ein spurningur um tíð, so
skuldi Kyndil fara avstað.
Ann Hansen byrjaði á
beinkinum, og tað setti eis-
ini beinan vegin nakað av
ferð á Kyndilsspælið, tá
hon kom inn. Leikferðin
hevði annars fram til tá
verið óvanliga lág. Kyndil
rykti tá nakað, men móti
endanum fekk Tjaldur tó
aftur toga seg eitt sindur
fram aftur.
Orkan ov lítil
Í seinna hálvleiki fór Kyn-
dil rættiliga skjótt at draga
frá, og orsøkin til hetta var
eisini eyðsýnd.
Leikferðin, sum allan
fyrra hálvleik hevði verið í
lægra lagi, varð sett nakað
upp, og so megnaði Tjaldur
ikki at fylgja við.
Longri tað leið út á dyst-
in, størri gjørdist munurin,
og tað var týðiligt, at mun-
urin í venjingarstøðu hjá
liðunum var stórur.
Í einum tveimum førum
slapp Kyndil at skjóta
fimm-seks mál á rað, og
móti endanum tóktust tær
hugsa meira um, at allar
skuldi sleppa á málskjútta-
listan.
Ov tunt
Uttan at leggja nakað ser-
ligt í úrslitið, so ber kortini
til at staðfesta, at enn vænt-
ar nakað í hjá liðunum
báðum.
Ringast stendur til hjá
Tjaldrinum, sum als ikki
tykist vera gearað til fyrstu-
deildarhondbólt. Teknisku
feilirnir eru ov nógvir í tali,
og eisini tykist tað, sum at
orkan til at spæla er ov lítil.
Ein betran av hesi hevði
ivaleyst komið væl við, tí
hóast teknisku manglarnir,
so megna tær tó eisini at
spæla hondbólt, men ikki í
trýss minuttir. Hetta kom
eisini til sjóndar fleiri ferðir
í fjør, tá tær í nøkrum dyst-
um fylgdu væl við í tríggjar
fjórðingar av dystinum,
men so dragnaðu afturúr
seinastu løtuna.
Hjá Kyndli tykist størsti
trupulleikin at vera, at
breiddin í hópinum er ov
lítil.
Ella
skuldi
man
kanska sagt ov lítil á ávís-
um plássum.
Serliga ringt tykist hetta
vera í miðjuni, tí hóast
mótstøðan hóskvøldið ikki
var av teimum størstu, so
fall leikferðin og – dygdin,
hvørja ferð onkur av mið-
ella bakspælarunum fór út
á beinkin at hvíla seg.
Heldur ikki er liðið so
væl fyri á málverjasessin-
um, sum tær onkuntíð hava
verið. Hetta skal tó ikki
vera nýggju málverjunum
til last, tí tað er avgjørt ikki
nøkur løtt uppgáva at skula
loysa
fyrst
og
fremst
Maritu Hermansen av.
Samanumtikið
tykist
soðið vera ov tunt til, at
Kyndil veruliga skal blanda
seg upp í oddastríðið í ár,
men hinvegin kunnu tær
kanska tosa við, tá annað
slag av málmi enn gull skal
býtast út.
Dysturin í tølum:
Kyndil-Tjaldur 36-24
(15-13)
Málskjúttar
Kyndil:
Lotte Sørensen 11(5), Jór-
un Ludvig 7(2), Ann Han-
sen 6(1), Anita Kjærbo 3,
Signhild Petersen 2, Sem-
ona Fjallstein 2, Jensia Pet-
ersen 2, Kristbjørg Petersen
1, Kristina Holm 1, Bryn-
hild Klein 1
Tjaldur:
Beinta Joensen 7(1), Sun-
rid Gleðisheygg 6, Ann-
Mari Østerø 4, Mona Lang-
gaard 3, Kristine Ellings-
gaard 3(1), Oddvá Fossdal-
sá 1
Brotskøst:
Kyndil 8, Tjaldur 4
Útvísingar:
Kyndil 1, Tjaldur 1