Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 21. oktober 2000 27 26 Nr. 203 - 21. oktober 2000 Skilnaðurin er byrjaður Orsakað av royndarvenjingini hjá Ingu Danberg í Íslandi, má Neistin vera stríðsvilja hennara fyri uttan fram til 7. november Annika ivasom Sunnudagin orkaði eg illa at renna, og eg helt sjálv, at okkurt var gal- ið, sigur Annika Ljós- stein, sum er ivasom undan dystinum móti Neistanum Síðani tá hevur hon verið hjá lækna, og um- framt at hon hevur fing- ið staðfest hjáholu- bruna, umframt at talan møguliga eisini er um ein ferðil av lungna- bruna. – Um dystin móti Neistanum er eitt sindur ilt at siga, hvørjum vit rokna við. Eg havi als ikki sæð Neistan í ár, so einasta, sum eg havi at ganga eftir, eru úrslitini higartil, og tey hava ver- ið svingandi hjá báðum pørtum. – Hinvegin spæla vit sjálvandi fyri at vinna, og hesum fara vit sjálv- andi at gera alt fyri at røkka, sigur Annika Ljósstein. Annars leggur hon afturat, at eisini Anna Kristina Samson er iva- som, eftir at hon í dyst- inum móti VÍF fyri viku síðani fekk hald í ryggin. Í fleiri av dystunum hetta vikuskiftið eru á pappírinum greiðir favorittar, men sam- stundis er talan um dystir, sum í fjør góvu oddaliðunum onkra skeinu Hondbóltur Jákup Mørk Nú hondbóltskappingin av álvara er komin í gongd, er munur so smátt um at koma ímillum tey bestu liðini og so hini í teimum báðum fremstu røðunum. Hetta vikuskiftið skulu fimm dystir avgreiðast, og tað er ikki óhugsandi, at vit aftur hesu ferð fáa onkra ábending um, hvør fer at manna ávíkavist odda- og botnsessirnar, tá kapping- arárið fer at halla. Greiðir favorittleiklutir Hóast tað í teimum báðum kvinnudystunum, sum verða leiktir um viku- skiftið, eru greiðir favoritt- leiklutir, so kann tað meira enn so verða, at okkurt av oddaliðunum fer at fáa ein hvøkk. Tá Stjørnan í fjør gjørdist føroyameistari, hendi hetta, samstundis sum tær vóru fyri næsta tapinum á kappingarárin- um, sum samstundis var einasta tap í endaspælinum. Mótstøðuliðið ta ferðina var júst Neistin, og ivaleyst vil Stjørnan gera alt tær eru mentar, til tess at vaska hendan blettin av sær aftur. Sigurin hjá Neistanum í fjør prógvaði tó, at tær kunnu gera ein vørr móti øllum liðum, og sálarliga er hetta ivaleyst ein góð bar- last at hava. Neistaliðið er tó fram- vegis nakað skert, tí eins og í dystinum móti Kyndli mugu tær eisini sunnudagin vera Ingu Danberg fyri utt- an. Honvar fyri stuttum og royndi seg hjá ÍBV í Ís- landi, og hóast hetta ikki bleiv til nakað varandi sam- starv, so royndi hon seg í dysti fyri felagið. Hesin dystur varð leiktur 8. oktober, og hetta merkir, at hon ikki verður tøk hjá Neistanum fyrr enn 7. nov- ember. Hetta tí § 4, petti 1 í kappingarreglunum fyri hondbólt áseta, at tað skulu ganga í minsta lagi 30 dag- ar ímillum, at leikari kann spæla dyst við tveimum ymsum feløgum. Ivaleyst ein dyggur smeitur hjá Neistanum, sum ivaleyst hevði vónað, at Inga, eins og undanfarnu árini, fór at gerast ein av týdningarmestu leikarun- um á liðnum. Tað kann hon framvegis gerast, men altso ikki fyrr enn eftir 7. novem- ber. Í hinum dystinum sunnu- dagin skal VÍF á heimavølli royna seg móti uppflytarun- um úr Sóljuni. Á pappírin- um er VÍF uttan iva favor- ittur, og hóast tær hava verið eina vitjan í Klaksvík, eru tær framvegis ósigrað- ar. Úrslitini hjá Sóljuni hig- artil boða tó frá, at tær væl kunnu bíta frá sær, og ser- liga er tað toppskjuttin í deildini, Simona Dzikgyte, sum er orsøkin til hetta. Spenningur á Hálsi Hjá monnunum verða tríggir dystir hetta viku- skiftið. Uttan at vit skulu avgera hesar áðrenn teir eru leiktir, ber tó til at siga, at í tveimum av trimum førum eigur talan at gerast um greiðar sigrar til liðini, sum bera favoritt heitið. Leygardagin vitjar Kyn- dil í Vestmanna, har KÍF framvegis eigur heimavøll. Hóast tað í endaspælinum í fjør var nær við, at kollfirð- ingar koppaðu teimum grønu, so er einki at ivast í, at Kyndil er favorittur. Dysturin í fjør prógvaði tó, at tað er neyðugt, at upp- gávan verður tikin í álvara, og Kyndil sleppur neyvan eins væl sum í fjør, um ikki verður rætt atborið. KÍF tykist í øllum førum at betri fyri nú, og so er spurning- urin, hvat úrslit stendst av hesum. Sunnudagin er tað VÍF, sum eigur høllina í Vest- manna, tá H71 kemur á vitjan. Heldur ikki her eig- ur nakar sum helst ivi at vera um úrslitið, og spæla vestmenningar á bara nøk- unlunda sama støði, sum teir hava gjørt higartil, verður talan her um greiðan heimasigur. At síggja til eru teir í løtuni nógv sterkasta manslið í landinum, og tað verður ikki roknað við, at hoyvíkingar fáa gjørt nakað, til tess at broyta um hetta. Seinasti dysturin sunnu- dagin verður í Havn, har Neistin og StÍF bresta saman. Hetta líkist einum dysti, sum kann gerast rættiliga spennandi, og samstundis tykist hann eisini avgerandi fyri, hvat av liðunum megnar at fylgja við vestmenningum á stigatavuni. Strandingar hava longu tapt fyri vestmenningum, og spurningurin er nú, um teir megna at reisa seg aft- ur. Ein týðandi liður í hes- um er, hvørt leikandi venj- arin, Costin Dumitrescu, er tøkur aftur. Sunnudagin prógvaði hann, hvussu stór- an týdning hann hevur hjá strandingum, og ikki minst varð hetta sjónligt, tá hann noyddist av vøllinum. Heimaliðið noyðist tó at vera veteranin, Kára Mort- ensen, fyri uttan, eftir at hann sá reytt í grannaupp- gerðini móti Kyndli. Iva- leyst ein stórur missur, og so er spurningurin, hvussu venjaraparið hjá Neistanum fer at loysa hendan trupul- leikan. Skal takast í álvara Venjarin hjá vestmenn- ingum ávarar leikarar sínar ímóti at taka ov lætt upp á dystin móti H71. – Um leikararnir taka uppgávana í álvara, egia vit at kunna vinna dyst- in, men verður tað ikki gjørt, kann tað gerast sera trupult. Í fjør var um reppið, at tað kiks- aði móti H71, tá vit skoraðu sigursmálið í seinastu sekundunum. Annars heldur Hjalm- ar Klein Olsen, at hoyvíkingar tykjast vera betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør, og ikki minst tykist hann vera spentur um, hvussu Halgir Dahl-Olesen fer at standa seg í ár. jm Støðan, 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- d v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 3 2 - 1 - 0 81 72 9 5 2 Kyndil 3 2 - 0 - 1 76 74 2 4 3 VÍF 2 1 - 1 - 0 50 39 11 3 4 VB 2 1 - 0 - 1 62 39 23 2 5 Neistin 2 1 - 0 - 1 46 46 0 2 6 Sóljan 3 1 - 0 - 2 70 70 0 2 7 Tjaldur 3 0 - 0 - 3 52 97 -45 0 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- d v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 3 3 - 0 - 0 89 74 15 6 2 StÍF 3 2 - 0 - 1 103 69 34 4 3 Neistin 2 2 - 0 - 0 55 45 10 4 4 Kyndil 3 1 - 0 - 2 88 82 6 2 5 H71 2 1 - 0 - 1 59 60 -1 2 6 KÍF 2 0 - 0 - 2 43 58 -15 0 7 Tjaldur 3 0 - 0 - 3 67 116 -49 0 Hans Fróði Hansen er komin til ta niður- støðu, at hann heldur vil vera partur av vanliga lívinum í Før- oyum, enn at ofra familju, vinir og út- búgving uttan at hava trygd fyri, at fótbólt- urin fer at geva nakra serliga inntøku Fótbóltur Jóannes Hansen Fótbóltsspælarar við nýggj- um royndum eru so smátt farnir at síggjast í føroysku feløgunum. Talan er um spælarar, sum eitt tíðar- skeið hava verið fulltíðar yrkisspælarar í útlendskum feløgum, men sum síðani eru komnir aftur til Føroya, har teir spæla fótbólt og arbeiða ella útbúgva seg. Fyrsta dømið um hetta var Allan Mørkøre, sum í summar kom aftur úr ÍBV í Vestmannaoyggjunum og í HB. Har hevur hann verið seinnapartin av kappingar- árinum, samstundis sum hann hevur hildið fram við pedagog útbúgvingini. Um Allan Mørkøre aftur fer av landinum ífótbóltsørindum, er ikki greitt enn. Næsta dømið um yrkis- spælara, sum so at siga stingur í sekkin í útlandin- um og kemur heim aftur á klettarnar, er Hans Fróði Hansen. Hjá Hans Fróða er trupulleikin ikki, at hann ikki sleppur upp í part í Noregi. Burtursæð frá tá hann hevur verið skaddur, hevur Hans Fróði spælt so at siga hvørja ferð. Síðani hann fyri einum ári síðani fór til Sogndal IL, hevur miðverjin spælt 22 dystir, og hann hevur skorað eitt mál. Ítróttarsosialurin bar síðsta leygardag tíðindini um, at Hans Fróði Hansen komandi kappingarár skal spæla við B68, sum hevur gjørt avtalu við Sogndal. Sáttmálin við norska felag- ið var annars eisini gald- andi fyri komandi ár. Á heimasíðuni hjá Sogn- dal IL vóru tíðindini um Hans Fróða Hansen at lesa nú mikudagin. Har stóð, at Hans Fróði fer aftur til Føroya av familju orsøkum. Krevur nógv Hesi seinastu árini hevur verið tosað og skrivað nógv um føroyskar fótbóltsspæl- arar, sum ætla sær av land- inum at spæla fótbólt. Ung- ir dreingir hava fingið møguleikan at royndar- venja í stóru feløgunum. Nógvir hava ivaleyst dreymar um at liva av fót- bóltinum. Tað verður gjørt meiri burturúr teimum, sum tað eydnast væl hjá, at teir eftir nøkrum fáum árum kunnu tryggja seg fíggjarliga, enn tað verður gjørt burturúr teimum mongu, sum ikki fáa so mikið burturúr fót- bóltinum, at tað kann brúk- ast til framtíðar trygging. Hans Fróði Hansen duldi í fjør ikki fyri, at dreymurin hjá honum var at spæla í einum felag í bestu ella næstbestu deildini í Ong- landi. Hann royndarvandi tvær ferðir í Onglandi og Skotlandi, og tá sáttmálin við Sogndal varð undir- skrivaður fyri einum ári síðani, so var tað í teirri vón, at talan so at siga fór at verða um lopfjøl til bretsk- an fótbólt. – Eg havi umhugsað støðuna gjølla. Avgerðin um at flyta aftur til Føroya er ikki tikin eftir einum degi. Men nú er hon tikin, og tað eri eg fegin um. Mínar royndir sum fulltíðar yrkisspælari eru, at hetta er eitt lív, sum krevur ógvu- liga nógv av tær, bæði á ein og annan hátt, sigur Hans Fróði Hansen, og hann hevur einki ímóti at út- greina: – Síðani vit byrjaðu beint eftir ársskiftið hava vit havt einar seks frídagar. Vit venja eina og tvær ferðir um dagin. Um tú skalt vera væl fyri, so krevur tað nógva hvíld, og tað er neyð- ugt við nógvari sjálvsdisi- plin. Tað havi eg lært nógv av. Dreymurin er kámaður Fótbóltslívið í Noregi hev- ur Hans Fróði kent soleiðis, at hann hevur verið noydd- ur at leggja alt í tað. – Hjá teimum spælarun- um, sum fáa so stóran á- góða burturúr, at teir kunnu tryggja seg fíggjarliga, man hetta vera at liva við. Men tað eru ikki mong feløg í Norðurlondum, har upp- hæddirnar eru so stórar. Í Noregi er tað bara i Rosen- borg, at spælararnir vinna so mikið nógv, og mín fatan er, at tað eru heilt fá feløg í Danmark og Svøríki, har umstøðurnar eru soleiðis. Hjá teimum flestu er tað so- leiðis, at teir mugu so at siga byrja av nýggjum, tá tíðarskeiðið sum fótbólts- spælari er liðugt. – Mær dámar framvegis væl at spæla fótbólt. Avtal- una við B68 kenni eg sum stóra avbjóðing. Felagið vil kappast um FM, og eg vóni at verða ein styrkur hjá toftamonnum. Um avrikini framvegis fara at vera nóg góð til at spæla á landsliðn- um, verður landsliðsvenjar- in at meta um. Um dreym- urin um fótbólt í útlandin- um skal gerast til veruleika, so skal talan vera um eitt tilboð av tí slagnum, sum eg ikki hava sæð enn, og tað er neyvan serliga sann- líkt, at eg fari at fáa eitt so- vorðið tilboð. Annað telur eisini Hans Fróði Hansen er 25 ára gamal, nú hann kemur aftur til Føroya við eitt ára royndum sum yrkisspælari í útlandinum: – Eg eri fegin um, at leiðslan í Sogndal IL hevur skilt avgerðina, sum eg eri komin til. Nú gleði eg meg til at liva sum ein vanligur føroyingur, at hava familju- lív og at fara undir arbeiði og kanska onkra útbúgving. Royndirnar at liva sum yrkisspælari rokni eg við fara at verða hentar. Kanska onkur av ungu monnunum, sum hava hug at royna seg sum fótbólts- spælarar í útlandinum, fara at fregnast um mínar roynd- ir. Tað er spennandi at fara undir eina sovorna avbjóð- ing. Men eg haldi, at tað skal ikki ganga ov long tíð, áðrenn spurningurin, hvussu tað verður við fram- tíðini, verður tikin uppaftur. Tað er stuttligt at spæla fót- bólt, og kanska er tað ikki so lætt at ásanna, at yrkis- fótbólturin ikki er ein dansur á rósum hjá øllum. Men tað er neyðugt at síggja veruleikan í eyguni, heldur Hans Fróði Hansen. Yrkisfótbólturin hevur eisini skuggasíður Fótbóltsspælari uttanlands: DYSTIR UM VIKUSKIFTI Meistaradeild, kvinnur Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Mjølnir – Dráttur kl. 13.00 Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Fossanes – ÍF kl. 17.00 Sunnudag 22.10.00 Trongisvágur TB – Fleyr kl. 13.00 Meistaradeild, menn Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Mjølnir – SÍ kl. 13.00 Leygardag 21.10.00 Eysturskúlin Fram – Fleyr kl. 15.30 At tilveran sum yrkisleikari ikki bert er ein dansur á rósum, hevur Hans Fróði Hansen ásannað, nú leiðin gongur heim aftur til Føroya FLOGBÓLTUR