Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 21. oktober 2000 29 28 Nr. 203 - 21. oktober 2000 Føroyski landsliðs- leikarin, Øssur Han- sen, er í hesum døg- um í Onglandi, har hann í fyribils ein mánað skal royna seg hjá Oldham Fótbóltur Jákup Mørk Tað var um hetta mundi fyri einum ári síðani, at Øssur Hansen av fyrstan tíð fór til Onglands at royna seg. Hann var tá í eina viku til royndarvenjingar hjá Old- ham, men í fyrsta umfari spurdist tó einki burtur úr hesum venjingum. Tørvur á lámum Heilt gloymdur eftir venj- ingarnar var føroyski spæl- arin tó ikki, tí í heyst hevur Oldham aftur sett seg í samband við hansara. Felagið hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kapp- ingarárið, og hetta hava sjálvandi verið fleiri or- søkir til. Ein av hesum orsøkum hevur allar helst verið, at ov fáir lámar hava verið á lið- num, og hetta hevur felagið so gjørt nakað við nú. Sjálvur er Øssur triði lámurin, sum nú kemur til felagið, og í fyrsta umfarið verður talan um eitt leigu- mál upp á ein mánað. - Eg kundi helst fingið ein leigusáttmála, sum fevndi um eitt longri tíðar- skeið, men eg vildi líka sum fyrst vita, hvussu eg fall til í nýggja umhvørvi- num. Eru báðir partar nøgdir, er jú einki til hind- urs fyri at leingja leigumál- ið, sigur Øssur Hansen við Sosialin. Hørð kapping Enn hevur Øssur ikki roynt seg í dysti fyri nýggja fel- agið, men hann hevur so sæð, hvat skal til, fyri at vinna sær pláss á liðnum. - Eg sá seinasta dyst teirra móti Wycombe Wanderers, og eg má siga, at okkara lið spældi væl. Teir vunnu 2-0, og tað, sum eg serliga beit merki í, var at leikferðin var sera høg. - Enn havi eg ikki sjálvur roynt meg í dysti, men væntandi skal eg spæla við eykaliðnum um vikuskiftið. Eg skuldi annars spælt við eykamonnunum mikudag- in, men tann dysturin varð útsettur, orsakað av regni, sigur Øssur. Grundað á dystin móti Wycombe roknar hann við, at tað verður torført at sleppa á liðið, men vón- leyst heldur hann tað kort- ini ikki vera. - Vit hava vant sera nógv, einar tríggjar tímar um dag- in, og tað hevur gingið hampuliga væl. Trívist væl Eisini uttan fyri vøllin letur Øssur væl at umstøðunum. Hann greiðir frá, at um- støðurnar at venja eru av teimum allabestu. Í frítíðini tykist eisini alt at vera i lagi. - Eg búgvi hjá eini fam- ilju her niðri, og eg havi bara gott at bera teimum. Um dagin eru tey til arbeið- is, men eg fái kortini tíðina at ganga, tá venjing ikki er á skránni. Gangi kanska ein túr í býnum, og sjónvarps- rásirnar eru nógvar, so har er eingin trupulleiki, sigur Øssur at enda. Hvør veit. Teir føroying- ar, sum síggja SkySports, hava hvørja viku høvi at síggja samandráttir úr trið- bestu ensku deildini, har Oldham er eitt av liðunum, og møguliga verður Øssur at síggja á skýggjanum komandi tíðina. Kurt Mørkøre verður í morgin einasti før- oyingurin á liðnum hjá Sogndal. Mána- dagin verður tað greitt, um Hans Fróði verður við í uppflyt- ingardystunum, ella um hann er liðugur í Sogndal Fótbóltur Jóannes Hansen Seinnapartin í morgin fara áskoðararnir í Sogndal at fagna teirra spælarum fyri, at teir hava ognað sær bronsukrónurnar í næst- bestu norsku deildini. Dysturin ímóti Kjelsås hevur ongan týdning fyri endastøðuna hjá Sogndal. Tað er greitt, at teir skulu spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tá dystirnir í bestu deildini eru av seinnapartin í morgin verður greitt, hvat lið fer at enda á triði aftasta plássinum í bestu deildini og harvið hvat lið skal spæla ímóti Sogndal. Í morgin verður Kurt Mørkøre í álopinum hjá Sogndal. Kurt var leikbann- aður, tá Sogndal síðsta sunnudag vann á útivølli í- móti Raufoss. Í morgin verður Julian Johnsson leikbannaður. Hans Fróði Hansen var skaddur síðsta sunnudag, og tað er greitt, at hann heldur ikki verður við í morgin. Fyrri uppflytingardystu- rin verður longu mikudag- in, og tann seinni verður leygardagin í komandi viku. Ivaleyst verða bæði Kurt Mørkøre og Julian Johnsson við í teimum dystunum. Støðan hjá Hans Fróða Hansen var í gjár meiri ivasom: – Tað er ytra liðbandið í øðrum fótinum, sum er eitt sindur leyst. Eg havi ikki vant saman við liðfeløgu- num, síðani vit komu aftur úr Sveis, men eg havi vant fyri meg sjálvan. Mánadag- in skal eg til kanningar hjá læknanum. Tá verður av- gjørt, um eg skal spæla í uppflytingardystunum. Eg fari bara at spæla, um skað- in verður burtur, so nú fáa vit at síggja, sigur Hans Fróði Hansen. Skaðin kom undan frá- ferðini til Sveis. Landsliðs- læknin og fysioterapeuturin arbeiddu alla tíðina við skaðanum. Undan dysti- num roknaði Hans Fróði ikki við, at hann fór at spæla allar 90 minuttirnar. Men so varð Jens Kristian Hansen rikin av vøllinum, og tí bar tað illa til at skifta hin eftiransaran í miðverj- uni út: – Eg hevði nógva pínu, og tað var ikki serliga stutt- ligt, men tað eydnaðist at vera við alla tíðina. Eg haldi ikki, at skaðin gjørd- ist verri av landsdystinum. Men hann hevur verið so mikið meinur, at eg havi ikki fingið vant og spælt, og tað fari eg heldur ikki at gera í morgin. Um fótbólts- árið er liðugt, ella um eg sleppi upp í part í uppflyt- ingardystunum verður av- gjørt mánadagin, segði Hans Fróði Hansen í gjár. Skaðin kann hava við sær, at Hans Fróði ikki fer at spæla aftur við Sogndal IL. Avgerðin um tað verður tikin mánadagin. Tað er í hvussu so er greitt, at Hans Fróði flytir til Føroya, tá uppflytingardystirnir um eina viku eru fingnir frá hondini. Meðan vit fáa eina føroyska lokalupp- gerð sunnudagin, skulu Todi Jóns- son og FCK vitja oddaliðið mána- dagin Fótbóltur Jákup Mørk Frá einum føroyskum sjónarhorni tykist kom- andi vikuskifti at vera eitt av teimum spenn- andi í donsku superlig- uni. Føroysk uppgerð Sunnudagin fara OB og Johan Byrial Hansen á vitjan hjá meistarunum úr Herfølge, har Jákup Mikkelsen sum kunn- ugt verjir málið. Roknast kann við, at teir báðir føroyingarnir vera við frá fyrsta bríkslið, og fyri bæði liðini er alneyðugt, at ein sigur kemur undir land. Herfølge hevur langt ífrá livað upp til meist- aliga avrikið frá undan- farna kappingarárið, og niðurflytingarstrikan er í løtuni óhugnaliga nær. Eisini hjá OB er neyð- ugt við sigri, um teir skulu gera sær vónir um at fylgja við odda- liðunum. Eitt tap kann eisini viðføra, at OB fer at nærkast botnsessu- num, og har hava liðfel- agirnir hjá Johan verið alt ov ofta eftir egnari metan. Skulu uppeftir AGF hevur havt tað alt annað enn lætt seinastu tíðina. Vánalig fíggjar- lig eins og ítróttarlig avrik hava ført við sær, at tað nú rættiliga sans- ar at í fleiri mátar. Fíggjarliga er tað kanska ikki so nógv, sum leikararnir kunnu gera, og so er spurning- urin, hvat teir megna ítróttarliga. Sunnudag- in kemur Lyngby, sum í løtuni er á øðrum plássi, á vitjan, og hetta boðar frá eini torførari uppgávu. Strykin hjá Lyngby hevur serliga verið álopsparturin, har teir í ár hava verið sera ágangandi, so um Óli sleppur at byrja á vølli- num, fær hann ivaleyst sítt at síggja til. Oddadystur Nú er við tíðini vorðið nakað síðani, at FCK seinast var partur av eini oddauppgerð, men mánadagin skulu teir so aftur sleppa at royna hendan heldur óvanda leiklut. Uppflytararnir úr FC Midtjyllan, ella FCM, hava higartil tikið øll á bóli, og tað er millum annað takkað verið ein- um sigri í Parkini, at teir nú eru á fremsta plássi í superliguni. Eitt tap, sum FCK ikki helt seg hava uppiborið, og sum teir nú vilja hava hevnd fyri. Todi Jónsson slapp á vøllin seinastu tíggju minuttirnar undanfarna vikuskifti, og við tveimum málum boð- aði hann venjaranum frá, at hann nú aftur er til reiðar at spæla. Er hann skaðafríur telist Todi uttan iva millum teir fyrstu ellivu hjá Roy Hodgson, og so kunnu eisini føroyskir sjónvarpshhyggjarar kanna eftir, um form- urin er í lagi. Í øllum teir hyggjarar, sum síggja rásina 3+, sum sendir dystin beinleðis mánakvøldið. Øssur í Onglandi Øssur Hansen er í løtuni hjá Oldham og roynir fótbóltsevni síni. Leigumálið er fyri fyrst galdandi í ein mánað Spennandi føroyskt vikuskifti Hans Fróði og Julian verða uttanfyri Vit hava vetrardekk á goymslu í flest øllum støddum, við tí rætta prísinum. Spyr fyrst hjá okkum. Vit senda um alt landið. Fartelefon 214865 FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. Høgaból • 600 Saltangará • Tel. 44 75 60 • Fax 44 84 60 pf.KLEMENT PETERSEN HurÝar til bilhœs, st¿rri bygningar og eisini skj—ttgangandi hurÝar til virkir Sosialurin - 311820 HURÜAR TIL BILHòS Bilur til sølu Um hóskandi bo› fæst, er hesin bilur til sølu. OPEL Corsa 1,4 16 v. - 90 HK, árg. 05.98. Bilurin hevur bert koyrt 20.000 km og er sum n‡ggjur. Áhuga› kunnu ringja á tlf. 313186, eftir kl. 18.00.