Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 198 - 18. oktober 2005 Tað var ein kátur Alonso, ið tryggjaði sær sjeynda sigurin í ár aftan á eina formel 1 koyring, ið var merkt av ruðuleika Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Koyringin á Shanghai breytini gjørdist spennandi av teimum heilt galnu or- søkunum. Fyrstu nógvu umførini vóru sera lítið áhugaverd, við ongum, ið líktist yvirhálingum í fremra partið av flokkinum. Óhappið skapti spenning Men so loysnaði eitt veg- deksul á breytini, og Mon- toya, ið lá á fjórða plássi, koyrdi á tað og punkteraði. Trygdarbilurin kom á breytina. Montoya var tvær ferðir í pit, fyrstu ferð fyri at skifta dekkið, og síðan fyri at fáa bensin. Tú hevur ikki loyvið at gera hetta í sama pitstoppið. Hetta var longu endin á dreyminum hjá McLaren um heims- meistaraheitið fyri lið. Hetta er einki minnið enn ein gøla, at ein vegdeksil kann fara leyst á eini breyt, har fólk koyra útvið 300 km/t., tað eigur ikki at henda. Fyri Montoya gjørdist dagurin uppaftur verri - í somu løtu sum trygdarbil- urin fór av breytini, fekk Montoya motortrupulleikar og noyddist at gevast. Niðurslitin dekk Men hetta var ikki einasta óhappið, á veg úr pittinum út at stilla bilin í byrjunar- støðuna, rendu Michael Schumacher og Christjan Albers saman. Báðir noyddust at byrja úr pittin- um í eykabilunum. Hetta var klossutt og tápuligt, og sera menniskjaligt. Albers kom ongantíð veruliga við í koyringina, og lá aftast alla koyringina. Michael Schumacher har- afturímóti megnaði at koma eitt sindur frameftir. Hann var komin upp á tíggjunda pláss, tá hann knappiliga aftan fyri trygdarbilin snar- aði runt av breytini og steðgaði upp. Hetta líktist eini koyrivillu frá roynda týskaranum. Hann greiddi aftan á koyringina frá, at dekkini vóru niðurslitin, og tá ein bilur beint framman fyri honum bremsaði, royndi hann somuleiðis at bremsa, men bilurin fór at snara. Hann segði seg ivast í, um hann hevði megnað í mál á so slitnum dekkum. Eldur í bilinum Fernando Alonso vann koyringina, og varð ongan- tíð veruliga hóttur. Tvær ferðir hevði hann koyrt eitt stórt glopp niður til bilin á øðrum plássi, og tvær ferð kom trygdarbilurin á breyt- ina og gloppið hvarv. Men hann megnaði alla tíðina at halda seg fremst. Seinnu ferðina trygdar- bilurin kom á breytina, var aftan á at indiski formel 1 koyrarin Narain Karthi- keyan koyrdi av breytini við nógvari ferð, og bilurin rakti ein vegg. Bilurin endaði aftur á breytini har eldur kom í hann. Narain Karthikeyan var sitandi í bilinum, og nógv mundu halda ondina, tí tað er ong- antíð hugnaligt at síggja, ein koyrara sita fastan í einum brennandi bili. Karthikeyan var eftir øllum at døma ikki greiður yvir eldin, tí aftan á eina løtu reisti hann seg og gekk óskalaður burtur úr óhapp- inum. Pulvur úr eldsløkkj- arum og vrakpetti vóru um alla breytina, og upprudd- ingin tók eina góða løtu. Revsing til Fisichella Ralf Schumacher koyrdi eina sera trygga koyring, hann megnaði væl hjálptur av trygdarbilinum at fáa triðja pláss aftan fyri Kimi Räikkönen, sum koyrdi væl, men ongantíð veruliga trýsti Alonso. Giancarlo Fisichella lá leingi nummar tvey, men misti plássið í pittinum til Räikkönen. Hann fekk somuleiðis eina gjøgjumkoyringar revsing, fyri at koyra sera spakuliga inn í pittin, seinnu ferðina trygdarbilurin var á breyt- ini. Hetta gav liðfelaganum Alonso ein fyrimun, og gjørdi at Fisichella ikki noyddist at bíða, meðan Alonso skifti dekk. Revs- ingin gjørdi, at Fisichella endaði á fjórða plássi. Henda revsing kemur eitt sindur óvænta, tí fyri nøkr- um vikum síðan gjørdi Kimi Räikkönen, júst tað sama, uttan at fáa nakra revsing. Sambært motor- kappingarfelagskapinum FIA, er orsøkin tann, at síð- an Räikkönen gjørdi hetta, hevur felagskapurin gjørt greitt, at hetta ikki verður góðtikið, og er ósportligt. Sato lítið sannførandi Fyri Takuma Sato, ið koyrdi sína seinastu koyr- ing fyri BAR-Honda, í seinastu koyring hjá BAR- Honda, var dagurin sum teir seinastu nógvu, øgiliga óheppin. Sato var ov ótolin og tjóvbyrjaði, hetta gav honum eina gjøgnumkoyr- ingarrevsing. Eina løtu seinni koyrdi hann útav, soleiðis at nakrir koyrarar sluppu framvið honum. Miðskeiðis í koyringini fekk hann trupulleikar við gearunum, og noyddist at gevsast, og soleiðis endaði enn ein skuffandi dagur fyri japanska koyraran. Úrslit á Shanghai breytini: 1 Fernando Alonso Renault 10 2 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 8 3 Ralf Schumacher Toyota 6 4 Giancarlo Fisichella Renault 5 5 Christian Klien Red Bull Racing 4 6 Felipe Massa Sauber-Petronas 3 7 Mark Webber Williams-BMW 2 8 Jenson Button BAR- Honda 1 9 David Coulthard Red Bull Racing 10 Jacques Villeneuve Sauber-Petronas 11 Tiago Monteiro Jordan-Toyota 12 Rubens Barrichello Ferrari 13 Antonio Pizzonia Williams-BMW 14 Robert Doornbos Minardi-Cosworth 15 Jarno Trulli Toyota 16 Christijan Albers Minardi-Cosworth Givnir - Takuma Sato British American Racing Honda - Narain Karthikeyan Jordan-Toyota - Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes - Michael Schumacher Ferrari Endaliga støðan HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso 123 2 Kimi Räikkönen 104 3 Michael Schumacher 62 4 Juan-Pablo Montoya 60 5 Giancarlo Fisichella 53 6 Ralf Schumacher 45 7 Jarno Trulli 43 8 Rubens Barrichello 38 9 Jenson Button 37 10 Mark Webber 36 HM fyri lið 1 Renault F1 191 2 McLaren-Mercedes 182 3 Scuderia Ferrari 100 4 Toyota Racing 88 5 Williams-BMW 66 6 BAR Honda 38 7 Red Bull Cosworth 34 8 Sauber Petronas 20 9 Jordan Toyota 12 10 Minardi Cosworth 7 Við óhappinum í koyrigini í dag endaði ringasta kapp- ingarárið hjá Michael Schumacher síðan hann í 1999 breyt beinið og sat uttan fyri í seks koyringar. Tá endaði hann fimtur í meistaraheitinum. Hann hevur verið heimsmeistari sjey ferðir, harav hevur hann verið heimsmeistari seinastu fimm árini. Í ár hevur hann als ikki kunnað fylgt við, og tað er ikki hent síðan 1996, tað árið hann skifti frá Benetton til Ferr- ari. Michael Schumacher hevur koyrt formel 1 í fimtan heil kappingarár, tey bæði fyrstu árini hjá Benet- ton var talan um uppbyggi- ngartíð av liðnum, og bil- urin var tí ikki kappingar- førur, og tað sama var gald- andi fyri fyrsta árið hjá Ferrari, men hini árini hev- ur Schumacher altíð kapp- ast um heimsmeistaraheit- ið. Tí er hetta ein óvænd støða, har hann uttan nakra orsøk er í einum liði, ið ikki megnar at kappast um sigrar. Hann segði við Forix.com aftan á koyringina, at nú gleddi hann seg til næsta ár, har Ferrari aftur kundi seta tingini uppá pláss. Hann helt eisini, at triðja pláss í kappingini um heimsmeist- araheitið var ikki at for- kasta. -nud Koyringin á Shanghai breytini var tann síðsta í hesum formel 1 árinum, og tað vóru longu fleiri vikur síðan, at Fernando Alonso kundi rópa seg yngsta heimsmeistara í formel 1 nakrantíð, eftir var bara æra at berjast fyri hjá teimum flestu, umframt heims- meistaraheitið fyri lið. Eins og í heimsmeistaraheitin- um fyri koyrarar vann Renault heimsmeistaraheit- ið fyri lið. M c L a r e n - M e r c e d e s megnaði als ikki at avbjóða Fernando Alonso í dag, og tá Montoya varð noyddur at gevast, var greitt at teir ikki fóru at klára at takað meist- araheitið frá Renault. Ferrari høvdu ein sera ringan dag, við hvørgum bili í stigunum, men megn- aðu alíkavæl at halda fæst í triðja pláss í kappingini um meistaraheitið fyri lið. Minardi, Sauber, Jordan og BAR nøvnini verða ikki við í næsta kappingarárið, men av hesum var tað ein- ans Sauber, ið endaði við røttum ryggi. Felipe Massa fekk eitt sætta pláss, og hetta er eitt sera gott úrslit, har sveitsiska liðið við Ferrari motori smurdi Ferrari av, tó er triðj sein- asta plássið í kappingini um meistaraheitið fyri lið ikki nøktandi fyri Sauber. Jenson Button í BAR- Honda fekk eisini eitt stig, men áttanda pláss er als ikki nøktandi fyri bilin ið var næstur í meistaraheiti- num í fjør, í ár gjørdist liðið nummar seks í meistara- heitinum. Jordan og Minardi sluppu ikki í stigini í hesið koyringini. Men Tiago Monteiro á ellinta plássi, kann ivaleyst verða nøgdur við at hava hildið Rubens Barrichello í Ferrari aftan fyri seg. Hesið liðini fingu tey bæði aftarstu plássini í kappingini fyri lið 2006. -nud Renault vann heimsmeistarahetið fyri lið Ringt ár hjá Michael Schumacher Alonso vann gølukoyring Alonso vísti, at hann er tann rætti meistarin, tá hann í ársins seinastu koyring bukaði Kimi Räikkönen av