týsdagur 18. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
25
Besta liðið hjá úti-
setafelagnum í Keyp-
mannahavn hevur
um vikuskiftið
tryggjað sær uppflyt-
ing til keypmanna-
havnarseriuna
Eftir trý kappingarár í seriu
1 undir KBU (Københavns
Boldspil Union), eydnaðist
tað enn einaferð 1. liði hjá
ÍF Føroyum at flyta upp.
Síðst liðið flutti upp var í
2002, tá tað vann seriu 2.
Leygardagin spældi ÍF
Føroyar á útivølli ímóti
Fremad Valby, og úrslitið
gjørdist 1-1. Pætur Dahl
skoraði málið hjá føroying-
unum. Hóast ÍF Føroyar
hevði greiða yvirvág, eydn-
aðist ikki at fáa vinnandi
málið.
Tá nærmasti kappingar-
neytin eisini misti stig í
dag, sunnudagin, var greitt,
at ÍF Føroyar komandi
kappingarár spælir í keyp-
mannahavnarseriuni. Und-
an seinasta umfarinum er
nevniliga greitt, at ÍF
Føroyar endar á einum
øðrum plássi, og tað gevur
beinleiðis uppflyting.
Julian Hansen var venjari
meginpartin av kappingar-
árinum, men tá boð vóru
eftir honum úr barndómsfe-
lagnum HB, tók Frankie
Jensen um endan og full-
førdi tað verk, ið Julian
sum venjari legði lunnar
undir.
-sís
Tríggir føroyskir
spælarar vóru á lið-
num, tá ið Frem
endiliga megnaði at
fáa fulla úrtøku, og
tók seg eitt vet burtur
frá botninum
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Í hálvt annað ár hevur hann
vant og spælt á næstbesta
liðnum og á U 21 landslið-
num. 19 ára gamli Gunnar
Nielsen, sum fyri hálvari
aðru viku síðani var við
landsliðnum í Ísrael, og
sum fleiri ferðir hevur verið
saman við landsliðnum, tá
ið teir hava fyrreikað seg til
HM undankappingardyst-
irnar, hevur verið ógvuliga
tolin. Hann hevur seinastu
tjúgu mánaðirnar í so at
siga hvørjum einasta lands-
kappingardysti sitið á Frem
beinkinum. Har hevur hann
verið eykamaður hjá Jørgen
Nielsen, sum hevur verið í
Frem í trý ár, eftir at hann í
fimm ár var í sjálvum
Liverpool.
- Eg havi kent mín leik-
lut. Hann hevur verið at
verið gardering. Eg havi
vitað, at eg eina ferð fór at
fáa møguleikan á besta
liðnum, og eg havi roynt at
verið tilvitaður um, hvussu
týdningarmikið tað hevur
verið at vera hundrað pro-
sent klárur, tá ið møgu-
leikin fór at koma.
Leygardagin fekk Gunn-
ar Nielsen møguleikan á
besta Frem liðnum. Jørgen
Nielsen varð skaddur undir
venjing
mikudagin,
og
longu tá vóru tað greiðar
ábendingar um, at føroyski
málverjin skuldi fáa kjans-
in.
- Undan fráferðini leyg-
armorgunin til Århus, har
vit spældu móti Brabrand,
varð undir venjing staðfest,
at tað fór ikki at bera til hjá
Jørgen Nielsen at spæla, og
so var tað mín ábyrgd at
verja málið, og eg haldi
sjálvur, at tað gekk hampu-
liga væl. Eg hevði ikki
stórar bjargingar, men held-
ur var talan um uppgerð,
har tað alla tíðina ráddi um
at vera klárur og at luttaka í
spælinum, greiðir Gunnar
Nielsen frá úr Keypmanna-
havn, har hann umframt at
spæla fótbólt eisini gongur
triðja árið á handilsskúla í
Ishøj. Sáttmálaskeiðið í
Frem er fram til á sumri í
2007.
Sambært donskum fjøl-
miðlum stóð føroyski mál-
verjin seg væl í fyrstu
royndini á besta Frem lið-
num. Eftir at tað leingi
hevur gingið illa, vann
Frem leygardagin 3-1. Bra-
brand minkaði um munin
til 3-1 við brotssparki, tá ið
ein tími var farin.
Merkisvert var tað, at tað
síðstu løtuna vóru tríggir
føroyingar á Frem liðnum.
Jón Rói Jacobsen var alla
tíðina í miðverjuni, og
Jónas Þór Næs kom á
vøllin, tá ið fimm minuttir
vóru eftir.
- Vit fegnast um, at vit
fluttu trý stig burtur frá
botninum. Higartil hevur
tað ikki gingið nakað
serligt. Vit mistu fleirir
spælarar í summar, og vit
hava ikki fingið so nógvar,
og so hava vit fleiri ferðir
mett okkum at hava verið
óhepnar. Men kanska fer
sigurin hesa ferð at vera við
til at venda gongdini, held-
ur Gunnar Nielsen.
Føroyski málverjin veit,
at hansara lutur framvegis
verður at vera eykamálverji
hjá veteraninum. Spurning-
urin er nú, um hin málverj-
in verður tøkur í annað-
kvøld, ella um tað aftur
verður Gunnar, sum skal
verja Frem málið:
- Talan verður um steypa-
dyst á heimavølli í Valby
móti Viborg, sum spælir í
superliguni. Eg hevði av-
gjørt einki havt ímóti at
fingið møguleikan í tí
uppgerðini, men nú fáa vit
at síggja, hvussu tað verður.
Soltið føroyskt
vikuskifti
Eftir stóra 7-0 lúsingin
næstseinasta
sunnudag
skuldi Fremad Amager
royna at reisa seg á Gen-
tofte stadion móti HIK. Tað
eydnaðist ikki. Heimaliðið
vann 2-1, og harvið datt
Fremad Amager uppaftur
fleiri pláss niður frá topp-
inum. Andrew av Fløtum
var á vøllinum allar 90
minuttirnar.
Heldur ikki hjá Lyngby
og Christian Lamhauge
Holst hilnaðist tað væl.
Lyngby spældi í Kolding,
og teir taptu 2-1.
Skjold, sum hevur Atla
Gregersen á liðnum, og
sum higartil hevur verið
botnlið, fekk eitt stig burt-
urúr ferðini av Eysturbrúgv
í Keypmannahavn og til
Ølstykke. Úrslitið var 1-1.
Mest merkisverda dystar-
gongdin var, tá ið Brønshøj
hevði vitjan av Vejle. Gest-
irnir vóru á odda 3-0 -
Ulrik Balling skoraði eitt
av málunum - áðrenn
heimaliðið fekk um endan.
Úrslitið gjørdist 3-3!
Niðurflytararnir úr Rand-
ers eru oddalið. Teir vunnu
3-1 í Herfølge. Køge vann
1-0 í Nykøbing Falster og
fylgir væl við í toppinum.
Gunnar stóð royndina í Frem
ÍF Føroyar flutti upp
Leygardagin fekk Gunnar
Nielsen møguleikan á besta
liðnum hjá Frem. Sambært
donskum miðlum, so stóð
hann seg væl, nú Frem
loksins aftur fekk ein sigur
Manningin, sum var við í næstsíðsta dystinum í hesum kappingarárinum. Aftast frá vinstru:
Niels Joensen, Petur Óli Samuelsen, Jan Skoradal, Rógvi Joensen, Høgni Warberg, Pætur
Marjunarson Dahl, Jan Guttesen, Heini í Skorini, Frankie Jensen (venjari). Fremst frá vinstru:
Ken Nónklett, Jan C. Dam, Eyðun Højgaard, Sunvard Joensen, Andras Splidt, Finn Mørk,
Eyðstein Simonsen. Leivur Hansen vantar á myndini.