Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 198 - 18. oktober 2005 B36 fekk ein skelk B36 miðvallarin Klæmint Matras ásannar, at teir fyrstu løtuna vóru undir ógvusligum trýsti, men hann heldur, at teir síðani stýrdu spælinum, og at tað var strevið, at tað ikki eydnaðist at fáa triðja málið B36 Jóannes Hansen B36 og trúføstu floks- menninir vóru í góðum hýri, tá ið tey seint seinnapartin sunnudagin fóru úr Gøtu. 2-1 sigurin bar við sær, at oddasess- urin framvegis er hjá B36. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa fult í Sarpugerði. - GÍ legði sera væl fyri. Vit vóru eitt sindur sperd- ir fyrstu løtuna, men eftir at teir høvdu fingið mál- ið, fótaðu vit okkum, og síðani haldi eg, at vit høvdu takið, sjálvt um vit á ongan hátt megnaðu heilt at seta teir upp á pláss. Tíbetur fingu vit tvey mál, men hóast vit stýrdu, so lúrdi vandin alla tíðina, tí vit megnaðu ikki at skjóta triðja málið og harvið at taka spenn- ingin burtur, ásannar miðvallarstríðsmaðurin Klæmint Matras. Í B36 fóru teir seint seinnapartin í gjár undir fyrireikingarnar til final- una, sum verður móti HB leygardagin. - Hetta er fantastiska spennandi. At tað undan 27. umfarinum eru trý lið, sum kunnu gerast meist- arar. Tað er ótrúligt! Hvat roknar tú við? - Sjálvandi fara vit eftir sigrinum. Einki annað fer at telja, og eg ivist ikki í, at tað fer at vera rættuliga tætt. Vit hava fyrr í ár spælt 0-0 og 1-1 móti HB. Um tað aftur hesa ferð verður javnt, so bendir alt á, at meistaraskapurin fer at enda á Skála. Tí verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at tørna út í Gundadali, um tað verður javnt, tá ið tað fer at ganga fram móti dystarenda, vísir Klæmint Matras á. GÍ-B36 1-2 (1-1): Lítil munur á botni og toppi Gøtumenn vóru bragdligari enn leingi, men kortini var tað avmálda oddaliðið, sum fór við øllum, tá ið saman um kom GÍ-B36 Jóannes Hansen Gøtumenn eru í vanda fyri at flyta niður. B36 hevur undan síðsta umfarinum bestu kortini á hondini í kappingini um meistara- skapin. Í Sarpigerði sunnudagin sást einki til, at talan var um botn móti toppi, og ser- liga fyrra partin av 1. hálv- leiki var tað illa sperda heimaliðið, sum leikliga var omaná. B36 var sera avmált. Teir tóktust ikki ætla sær at lata nakað frá sær. Heldur ráddi tað um við væl skipaðum verjuspæli og nógvum spælarum aftanfyri bóltin at halda tætt og at bíða eftir, at GÍ skuldi vága sær fram á vøllin. Gøtumenn vóru ágang- andi, men teir hugsaðu eis- ini nógv um verjupartin. Popczynski var einsamallur á toppinum, og Sámal Joen- sen, sum undan næstsíðsta umfarinum hevði skorað ella av 32 GÍ málum (Súni Olsen sum er í Danmark hevur skorað níggju!), var mest verjukendi miðvallar- in. Hann fylti nógv í verju- partinum, men tað bar hon- um ikki til, sum hann annars hevur verið so góður til, at søkja í dýpdina og harvið at vera hóttan móti mótstøðu- málinum. B36 saknaði leikbannaða Inga Højsted og Mikkjal Thomassen, sum ikki hevði møguleika at spæla, á mið- vøllinum. Teir royndu at binda um í verjupartinum, men teir kundu einki gera, tá ið Áslakur R. Petersen, sum nú aftur hevur fingið leiklutin á høgra vongverja, sendi eitt av sínum frágera góðu fríspørkum móti mál- inum hjá Jákupi Mikkelsen. Fjarstøðan var einar tred- ivu metrar, og bólturin fór dygst upp undir saman- komingina til høgru fyri Jákup. Eitt upplagt evni til ársins mál, og undir skýlin- um frammanfyri GÍ húsið var fagnaðurin, sum hann plagdi at vera í góðu og gomlu døgunum. B36 kvaklaðist við, tá ið heimaliðið hevði lagt seg á odda. Teir fluttu seg eitt sindur longri fram, og teir høvdu onkrar góðar atsókn- ir. Sum so ofta so var tað serliga í vinstra borði, at teir bygdu upp, og aftur hesa ferð var Santos sentralur. Samanspæl millum hann og Wellington, sum hesa ferð hevði fingið leiklutin sum hangandi álopsspælari aft- anfyri Allan Mørkøre, end- aði við fløtum innleggi, og landsliðsspælarin Bergur Midjord var fyrstur á og stýrdi bóltinum í málið. Eftir steðgin kom bara eitt mál. Fróði Benjaminsen hevur fleiri ferðir í ár ikki verið so eyðsýndir, tá ið tað hevur verið pláss fyri hon- um á miðvøllinum, sum hann ofta hevur verið áður. Hesa ferð setti hann rættu- ligan dám á. Saman við Klæmint Matras vann hann í 2. hálvleiki slagið um sentrala partin av vøllinum, og Fróði skoraði sigursmál- ið, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamal. Sum fleiri aðrar ferðir sunnudagin, so var hann nógv hægstur í hesum førin- um, og við høvdinum smekkaði hann bóltin í málið aftanfyri Marcel Da- wid, ið er komin fyri seg aft- ur eftir langa skaðasteðgin. Fyri GÍ var tað smeitur, at Sámal Joensen noyddist av vøllinum. Síðstu løtuna royndu teir seg við trimum álopsspælarum, teir spældu nógv við longum sending- um, og í einstøkum førum var tað nær við og næstan. Men sum heild hevði B36 tak á tí. Tað er eyðkent fyri topplið, at tey fáa fulla úr- tøku burturúr tøttum upp- gerðum, og tað er eyðkent fyri botnlið, at tey fáa einki burturúr tøttum uppgerð- um. Soleiðis var tað eisini í Gøtu sunnudagin! GÍ-B36 1-2 (1-1) 1-0: Áslakur R. Petersen 12. 1-1: Bergur Midjord 37. 1-2: Fróði Benjaminsen 49. Dómari: Páll Augustinussen GÍ: Marcel Dawid - Áslakur R. Petersen, Robert Rzeczycki (Jónreid Dalheim, 88.), Kaj Ennigarð, Poul Henning Jacobsen - Hanus Jacobsen, Sam Jacobsen, Sámal Joensen (Sverri Jacobsen, 78.), Símun Louis Jacobsen (Magni Jarnskor, 58.), Hans Jørgen Djurhuus - Krzystof Popczynski Gult kort: Poul Henning Jacobsen, Símun Louis Jacovsen, Kaj Ennigarð, Hans Jørgin Djurhuus og Magni Jarnskor B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen (Oby, 81.),Pól Thorsteinsson,Bárður H.Joensen (D.P. Johansen,74.),Alex Santos - Bergur Midjord,Fróði Benjaminsen,Klæmint Matras,Levi Hanssen - Well- ington - Allan Mørkøre Gult kort: Bárður H. Joensen FAKTA UM DYSTIN GÍ liðformaðurin heldur, at tað neyvan kann roknast við hjálpt aðra staðni frá, tá ið GÍ á Skála skal stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini GÍ Jóannes Hansen Gøtumenn eru í størri vanda fyri at missa plássið í bestu deildini, enn teir nakrantíð hava verið, síðani teir í 1980 fyrstu ferð royndu seg í 1. deild. Síðani hava teir verið fast inventar í bestu deildini. - Vit eru næstaftast, og vit eiga torføra uppgávu á Skála í síðsta umfarinum. Skálamenn hava FM heitið at spæla fyri, so tað verður ikki lætt. Men B36 dysturin vísti, at vit eiga meiri í okk- um, enn vit oftast hava víst higartil í ár, og tað er gott fyri moralin, nú vit fara at fyrireika okkum, heldur Sámal Joensen. GÍ liðformaðurin fór av vøllinum miðskeiðis í 2. hálvleiki, tí hann hevði fingið ein løst. Hann roknar tó ikki við, at hetta fer at halda honum burtur frá av- bjóðingini á Skála leyg- ardagin. Hvat vart tú nøgdur við, og hvat vart tú ikki nøgdur við hesa ferð? - Serliga væl nøgdur var eg við hugburðin. Allir ofr- aðu seg, og um vit høvdu havt marginalirnar við, so kundu vit havt fingið í hvussu so er eitt stig. Eg eri ikki nøgdur við spælið. Ov ofta varð loysnin at sparka lagt vald í staðin fyri at royna at spæla. Heldur tú tað vera serliga sannlíkt, at tit skulu detta aftur á plássið, sum ber bein- leiðis niðurflyting við sær? - Tað er ein reellur møguleiki. Vit mugu fyrst og fremst syrgja fyri okk- um sjálvum. ÍF tapti stórt í Runavík. Teir hava tryggjað sær pláss í bestu deildini, og tí kann tað hugsast, at TB fer at fáa stig í Fugla- firði. TB hevur nógv at spæla fyri, og tað plagar at síggjast aftur í avrikunum, tá ið eitt lið, sum hevur nógv at stríðast fyri, spælir móti einum, sum ikki hevur so nógv at stríðast fyri. Neyvan hjálp aðra staðni frá