Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 18. oktober 2005 23 ÍF, sum ofta hevur staðið seg væl í Runa- vík, legði bragdliga fyri, men misti alt á gólvið eftir lítlari løtu í 1. hálvleiki NSÍ-ÍF Jóannes Hansen Fuglfirðingar kundu bæði smílast og pínast, tá ið teir sunnudagin fóru til hús eftir vitjanina í Runavík. 4- 1 tapinum áttu teir ógvuliga stóran lut í, hóast teir vóru teir fyrru at fáa mál. Á hinari síðuni taldi tað sjálv- andi ógvuliga nógv, at teir undan uppgerðini á heima- vølli móti TB í síðsta um- farinum hava fingið vissu fyri, at ÍF eisini næsta ár fer at verða partur av bestu deildini. Hjá NSÍ hevur tað gingið sum eftir ánni síðani summarsteðgin. Undantøk- ini hava verið 4-4 á Sev- mýri og 5-2 tapið á heima- vølli móti EB/Streymi. Hesa ferð vann NSÍ størsta sigurin. Teir vóru teir ein- astu, sum vunnu við trim- um málum, og tað er ikki á hvørjum ári, at teir vinna so stórt á heimavølli móti ÍF. Eftir 26. umfari er FM møguleikin hjá NSÍ - hóast trivaliga sigurin - burtur. Møguleikin hevur støðugt lúrt, men kappingarneytar- nir hava verið støðugir nú upp undir endan, og í NSÍ staðfesta teir, at tey fimm stigini, sum teir síðani summarsteðgin hava mist móti TB og EB/Streymi, hava kostað FM møgu- leikan. ÍF skoraði fyrsta málið í Runavík. Sylla var einsa- mallur á toppinum, meðan góðu bóltspælararnir Bárð- ur á Lakjuni og Hanus Elia- sen royndu at stuðla honum í hvør sínum borði. Bárður á Lakjuni spældi ta einu ferðina Sylla leysan, uttan at mál spurdist burturúr. Men í 24. minutti eydnaðist tað við somu uppskriftini. Sylla gjørdist leysur innan- fyri NSÍ verjuna, og hann setti bóltin framvið Jens Martini Knudsen. NSÍ fór kortini ikki niður við nakkanum. Heldur spentu teir seg meiri út, og tólv minuttir eftir, at ÍF hevði lagt seg á odda, var heimaliðið frammanfyri 3- 1. Útjavnandi málið átti Helgi L. Petersen. Eftir nakrar ferðir aftur og fram og ÍF bjarginarroyndir, sum kortini ikki vóru nóg av- gjørdar, fekk Helgi, sum aftur hesa ferð var sentralur miðvallari, bóltin í málið. NSÍ fagnaðurin var stór- ur, og hann var ikki meiri enn tagnaður, so var aftur orsøk at fegnast - bæði yvir 2-1 og 3-1. Í fyrra førinum var talan um brotsspark, sum dómarin dømdi móti miðverjanum Símuni Elia- sen. Innlegg úr borðinum rakti í armin. Nógvir dóm- arar bríksla ikki fyri brots- sparki í sovornum førum, men tað gjørdi dómarin hesa ferð, eftir at linju- verjin hevði veittrað væl og leingi. Andy Olsen, sum hesa ferð var miðvallari í høgru, var tryggur úr ellivu metrum, og lítla løtu seinni var tað Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði til 3- 1 og harvið legði seg upp á síðuna av Sorin Anghel ovast á máltindinum. Eftir steðgin var eingin orsøk hjá heimaliðnum at spenna álopsbogan. ÍF setti Bartal Eliasen, sum fyrra umfarið hevði verið á beink- inum, millum teir fremstu. Tað kundi kanska havt borið meiri tyngd við sær, um ikki besti framrættaði bóltspæl- arin hjá fuglfirðingum, Bárður á Lakjuni, var komin á vøllin eftir steðgin. Tað gjørdi hann ikki. ÍF álopsparturin var kort- ini ikki støðugur. NSÍ hevði fleiri møguleikar, og mið- skeiðis í 2. hálvleiki øktu teir til 4-1. Málinum syrgdi ÍF miðverjin Símun Eliasen fyri. Hann man hava verið mest støðugi ÍF spælarin í ár. Sunnudagurin 16. oktober 2005 í Runavík fer tó ikki at standa millum teir glæsilig- astu hjá veteraninum. Andy Olsen sendi innfyri, og áðr- enn bólturin náddi til NSÍ álopsspælaran, var ÍF veter- anurin fyrstur á, og so var 4- 1 til NSÍ, sum framvegis hevur møguleika at vinna bronsumerkini leygardagin. Tá skulu teir spæla í Klaks- vík, har teir fyri trimum ár- um síðani fyri fyrstu ferð vunnu heiðurskrónur - úr silvuri. Fuglfirðingar hava tryggj- að sær plássið í bestu deild- ini. Leygardagin vera teir við til at gera av, um TB ella kanska GÍ skal flyta niður. NSÍ-ÍF 4-1 (3-1): NSÍ gjørdi størsta hálið NSÍ-ÍF 4-1 (3-1) 0-1: Sylla D. Ahmed 24. 1-1: Helgi L. Petersen 27. 2-1: Andy Olsen br 34. 3-1: Christian Høgni Jacobsen 36. 4-1: sjálvmál 64. Dómari: Jens Petur Brattalíð NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen,Viggo Johannesen, Sjúrður Jacobsen (Einar Hansen, 80.) - Andy Olsen, Jústinus R. Han- sen, Helgi L. Petersen (Bogi Løkin, 80.), Jónstein Petersen - Páll Mohr Joensen (Dánial Hansen, 63.), Christian Høgni Jacobsen Gult kort: Viggo Johannesen og Jónstein Petersen ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen,Poul Ennigarð,Símun Eliasen,Jonn Thomsen - Eyðun Ryggshamar (Bartal Eliasen,46.),Emil Nolsøe Leifsson,Høgni Zacharias- sen - Hanus Thorleifsson (Frank Poulsen,86.),Sylla D.Ahmed,Bárður á Lakjuni (Atli Petersen,46.) Gult kort: Símun Eliasen FAKTA UM DYSTIN Hóast Sylla royndi at sprutta eitt sindur, so høvdu Óli Hansen og hinir í NSÍ eitt gott tak á ÍF sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen