týsdagur 18. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skála fekk loksins teir
so væl kendu margi-
nalarnar í sín part, og
nú liggja teir av álvara
í bakhjólinum undan
seinasta umfarinum í
Formula-deildini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað líktist eini endurtøku
av seinasta dystinum í fjør,
tá Skála sunnudagin fór av
Eiði við einum 1-0 sigri í
viðførinum. Ta
ferðina
tóktust teir hjá Skála at
hava mist luftina í stríðnum
um heiðursmerki og euro-
peiskan fótbólt, men við
einum 1-0 sigri megnaðu
teir kortini at halda sær á
bronsuplássinum.
Hesa ferð var tað tó gull-
ið, sum stóð upp á spæl.
Eftir fýra dystir uttan sigur,
stóð nú nógv á hjá Skála,
og í veruleikanum var talan
um allar seinasta útkall,
skuldu teir framvegis vera
partur av oddastríðnum.
Og eftir 80 minuttum var
Skála at kalla úti úr stríð-
num. Bæði B36 og HB
høvdu kós móti sigri í
ávíkavist Gøtu og Havn, og
varð talan um málleysan
javnleik á Eiði, so kundi
Skála í mesta lagi gera sær
vónir um silvurmerkini.
Men Nenad Stankovic vildi
tað øðrvísi.
Maðurin, sum av mong-
um verður mettur sum
favorittur til heitið sum
ársins
spælari,
hevur
kanska ikki skotið so nógv
mál. Men afturfyri, so hev-
ur talan verið um týðandi
spørk. Soleiðis var tað
hann, sum við einum máli í
Havn vissaði Skála sigurin,
tá teir á útivølli bastu HB,
og aftur hesa ferð var hann
bjargingin. Hesa ferð var
uppskriftin
hornaspark,
sum Iulian Florescu sendi
væl innfyri, og tá eingin
heimamaður fekk sparkað
burtur, var Nenad rætti
maðurin á rætta staðnum.
Linligur dystur
Talan var annars um ein
dyst av teimum heldur lin-
ligu á Eiði sunnudagin.
Báðir partar høvdu stóra
virðing fyri hvørjum øðr-
um, og fyri tað nógva ráddi
um at halda seg frá óneyð-
ugum
mistøkum,
sum
kundu bera tap við sær.
Gestirnir
høvdu
ikki
óvæntað lagt seg eftir at
ansa Sorin Anghel sera væl,
og tann setningin greiddi
Pætur Dam Jacobsen til
fulnar. EB/Streymur hevði
tó einstakar møguleikar,
men teir megnaðu ikki at
gera sær dælt av hesum.
Skála dúvaði hinvegin
upp á eyðkendu kviku
kontra-álopini. Teir lógu
rættiliga djúpt á vøllinum,
men tá teir so fóru fram-
eftir, gekk tað aftur fyri
skjótt fyri seg. Bogi Greg-
ersen var eisini heilt nær
við ta einu ferðina, men
skotið fór framvið málin-
um, og so líktist tað søguni,
sum hon so ofta hevur verið
hjá Skála seinasta mánaðin.
Men tann søgan broyttist
altso, tá Nenad slapp fram-
at. Og úrslitið hevur við
sær, at Skála nú av álvara
hevur lagt seg í bakhjólið
undan seinasta umfarinum.
Sum góðir súkklarar kunnu
teir nú strúka fram við bæði
B36 og HB beint undan
sjálvari málstrikuni, men
tað krevur so eisini, at úr-
slitini laga seg. Fyrst og
fremst er treytin, at Skála
ger sítt, tá GÍ kemur á vitj-
an. Og í øðrum lagi er
treytin, at teir báðir grann-
arnir í Havn fyri triðu ferð í
ár spæla javnleik. Kanska
ikki eitt heilt ósannlíkt úr-
slit, menn hinvegin eitt úr-
slit, sum teir hjá Skála ikki
eru harrar fyri sjálvir. Í so
máta munnu teir í dag iðra
seg um, at tað ikki eydnað-
ist at fáa betri úrtøku móti
TB, NSÍ, HB ella KÍ sein-
astu fýra dystirnar.
22
Nr. 198 - 18. oktober 2005
Á Skála ásanna tey, at
tað ikki longur er upp
til teir at gera av,
hvørt talan verður
um gull ella ikki. Men
teir staðfesta, at tað
nyttar einki at iðra
seg um tað, sum er
farið
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
- Hatta var øgiliga deiligt.
Vit hava ikki havt tað alt ov
lætt seinastu vikurnar, og
serliga var tapið á Sevmýri
herskin biti hjá okkum. So
tú kanst ætla, at vit vóru
glaðir
Soleiðis
segði
Bogi
Gregersen, tá vit fingu
orðið á hann, eftir at Skála
sunnudagin vann lykladyst-
in á Eiði, og soleiðis fram-
vegis er partur av gullstríð-
num.
Teir so væl kendu margi-
nalarnir hava annars ikki
verið við Skála seinastu tíð-
ina, men hesa ferð helt
Bogi, at úrslitið kundi
koppað báðar vegir.
- Tað var kanska eisini
tað, sum gjørdi tað so stutt-
ligt fyri okkara viðkom-
andi. Vit hava spælt hópin
av jøvnum dystum seinastu
tíðina, men hesa ferð kopp-
aði tað so til okkara fyri-
mun.
Og nú hava tit framvegis
møguleikan fyri gullinum.
Er tað nakað, sum tit hugsa
um?
- Ikki so øgiliga nógv.
Fyrst og fremst, so ræður
um hjá okkum at vinna
seinasta
dystin.
Undan
hesum dystinum settu vit
okkum fyri, at fingu vit
seks stig í teimum báðum
seinastu
dystunum,
so
fingu vit í minsta lagi
silvur. Sjálvandi kann tað
framvegis gerast talan um
gull, men tað er so ikki
nakað, sum vit gera av. Og í
øllum førum er silvur eitt
betri, enn vit fingu í fjør.
Men iðra tit tykkum ikki
eitt sindur um mongu
stigamissirnar seinastu tíð-
ina?
- Sjálvandi hava vit mist
fleiri heldur óneyðug stig.
Men tað hjálpir bara einki
at hugsa um tað. Tú skalt
eisini hugsa um, at bæði
B36 og HB eisini hava mist
tað, sum tey helst halda
vera óneyðug stig, so í so
máta standa vit líka. Og
vunnu vit ikki á Eiði, so
kundu vit kanska enda á
fimta plássinum, so tað er
fyrst og fremst tað, sum vit
nú fegnast um.
Og hetta er væl undir
øllum umstøðum meira
hugaligt, enn talan var um
fyrstu árini í bestu deildini.
- Sjálvandi. Ikki tí, tá var
tað eisini stuttligt, tí vit ár
um ár bjargaðu okkum við
einum ótrúligum enda-
spurti. Men hetta er nakað
heilt annað. Nú stríðast vit
fyri at halda okkum í odd-
inum, og tað er alt annað
líka nakað væl hugaligari,
staðfesti ein væl nøgdur
Bogi Gregersen at enda.
Nyttar einki at iðra seg
EB/Streymur-Skála 0-1 (0-0):
So koppaði rætta vegin
Jónhard Fredriksberg fylgir spentur við, meðan Iulian og Ronnie stríðast um bóltin. Tað sama mundu mongu áskoðararnir av Skála eisini gerast, men tíggju
minuttir fyri leiklok kundu hesi loksins aftur fegnast um ein sigur
Mynd: Sofus D. Johannesen
EB/Streymur-Skála 0-1 (0-0)
0-1: Nenad Stankovic, 80.
Dómari: Georg N. Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð - Esmar Eiðisgarð (Hans
Pauli Samuelsen, 85.), Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jóhan á
Stongum - Bárður Olsen, Ronnie Samuelsen, Gert
Hansen, Jákup Martin Joensen (Teitur Joensen, 72.) -
Sorin Anghel, Sonni L. Petersen (Leif Niclasen, 69.)
GK: Ronnie Samuelsen, Sorin Anghel, Bárður Olsen,
Jóhan á Stongum, Marni Djurhuus
Skála: Eugen Voda - Pætur Dam Jacobsen (Volmar
Poulsen, 83.), Milic Curcic, Rúni Rasmussen, Iulian
Florescu - Rói Jacobsen, Pauli G. Hansen, Nenad
Stankovic, Hanus Thorleifsson - Jónhard Frederiksberg,
Bogi Gregersen (Teitur Joensen, 90.).
GK: Rúni Rasmussen, Pauli G. Hansen
Fakta um dystin