týsdagur 18. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
21
Við sigrinum á KÍ
syrgdi HB fyri, at teir
enn standa einsamall-
ir við FM-avgerðini.
Men tað krevur so
eisini ein sigur í sein-
asta umfarinum, tá
grannauppgerðin er á
skránni
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað eydnaðist ikki KÍ at
arga HB á sama hátt, sum
klaksvíkingarnir
annars
hava gjørt tað við Skála og
B36 seinasta mánaðin ella
so.
Klaksvíkingarnir royndu
ananrs til tað allar seinasta,
og til tíðir kókaði blóðið hjá
báðum pørtum yvir. Men tá
alt kom til alt, so hevði HB
tikið væntaða favoritt-sig-
urin, soleiðis at teir fram til
tað seinasta eru partur av
FM-stríðnum. Eitt stríð,
sum teir nú kunnu avgera
sjálvir, um teir vinna sein-
asta dystin á árinum.
Vakurt mál
punkteraði dystin
Fyrstu longu løtuna var
annars ikki so nógv, sum
bendi á, at HB skuldi fáa
teir heilt stóru trupulleik-
arnar á degnum. KÍ byrjaði
varisliga á sama hátt, sum
teir gjørdu tað móti B36,
men tað gekk tó ikki long
tíð, áðrenn hol kom á
ballónina.
Høgni Madsen klossaði
við bóltinum á miðvøllin-
um, og so gekk tað skjótt
fyri seg. Rasmus Nolsøe
sendi bóltin inn um tunnu
KÍ-verjuna, og hóast gestir-
nir vildu vera við, at talan
var um rangstøðu, so var
Uni Arge ísakaldur.
Hetta gav bara HB enn
betri fortreytir at spæla, og
eina løtu spruttaðu teir
nakað. Kanska ikki soleið-
is, at talan var um reinan
sjampanjufótbólt, men tá
teir høvdu møguleika, so
gekk tað aloftast skjótt fyri
seg. Og einar tvær ferðir
dansaði bólturin inni móti
málstrikuni, uttan at hetta
tó kastaði nakað av sær.
Tað gjørt tað tó á hálva
tímanum. KÍ var annars
spakuliga um at koma fyri
seg, og einar tvær ferðir
høvdu teir eisini skapt
vandastøður, tá teir við
longum sendingum eftir
kantinum spældu HB-verj-
una tunna. Men hetta varð
alt gjørt at kalla fyri ong-
um.
Jákup á Borg fekk eina
langa sending úr vinstra
verjuborðið. Sera hegnis-
liga stýrdi hann bóltinum
inn um Eyðun Klakstein í
temjingini, áðrenn hann av
brotsteigar markinum
meddaði til móti nærmasta
stólpa. Eitt sera vakurt mál,
sum á sín hátt eisini undir-
strikaði styrkina, sum HB-
liðið hevur havt í ár. Tí
hóast tað kanska ikki altíð
hevur verið so elegant, so
hava teir í avgerandi løt-
unum havt avgerandi spæl-
ararnar sum hava skotið
avgerandi málini.
Málið setti ferð á
Tað tóktist leingi, sum
hevði seinna HB-málið
fullkomuliga
punkterað
dystin.
Klaksvíkingarnir
tóktust ikki veruliga trúgva
upp á møguleikan at koma
aftur í dystin. Og í sínum
lag kundu vertirnir taka tað
hampuliga
róligt.
Ikki
minst eftir ein fyrra hálv-
leik, sum til tíðir varð
merktur av ljótum spæli,
sum dómarin tíverri ikki
megnaði at steðga.
Tað líktist eini friðarlig-
ari avspáking, men brádliga
kom av álvara lív í aftur
dystin. KÍ hevði álop í
høgru síðu, og tá bólturin
varð sendir innfyri, megn-
aði Bárður Johannesen ikki
at halda bóltinum, tá Ovi
Nysted leyp í krovið á
málverjanum. Heimamenn-
inir vildu hava fríspark,
men floytan tagdi, og so
kundi Símun Joensen senda
returin í netið.
HB'arnir vóru í øðini, og
millum annað fekk Bárður
sjálvur eitt gult kort, tá
hann mótmælti málinum,
men hetta stóð kortini við.
Og so fingu klaksvíking-
arnir av álvara eina vón um,
at hetta skuldi bera til.
Serstakliga royndu teir við
longum bóltum at seta HB-
verjuna undir trýst. Rætti-
ligir møguleikar spurdust
tó ikki burturúr, men oftani
gjørdist talan um innlegg í
brotsteigin,
soleiðis
at
spentar støður stóðust av.
Og eisini úti á vøllinum
gjørdist talan meira enn ta
einu ferðina um somikið
spentar støður, dómarin
ikki heilt megnaði at stýra
spælinum.
Heilt galið gjørdist tað
móti endanum. Í frustratión
um, at dómarin ikki vildi
geva KÍ brotsspark, fóru
fleiri klaksvíkingar yvir
móti svarta manninum,
sum at enda eisini gav reytt
kort til Ova Nysted fyri
áhaldandi mótmæli hans-
ara.
Eiga enn avgerðina
HB-spælararnir vóru sum
so heldur ikki heilt nøgdir,
men úrslitið var júst tað,
sum teir vildu hava. Enn er
liðið partur av FM-stríð-
num, og enn kunnu teir
avgera hetta sjálvir.
Og tað fingu teir eisini at
kenna frá áskoðarunum.
Við fagnarrópum marker-
aðu hesir, at enn eru meis-
tararnir ikki lidnir. Fram til
seinasta bóltin ætla teir sær
aftur í ár at teljast millum
teirra, sum stríðast um
gullið, og so er einasti
spurningurin, hvørt tað
eisini skal eydnast at fáa
fjórða av slagnum til høld-
ar. Hóast tað kanska ikki
altíð hevur sæð eins vakurt
út, so hava teir røkt skyld-
una higartil. Nú ræður bert
um at gera arbeiðið liðugt.
HB-KÍ 2-1 (2-0):
HB eigur framvegis avgerðina
Sera nógvir og harðir nærdystir vóru á skránni í Gundadali. Her eru tað Høgni Madsen og
Vagnur Mohr Mortensen, sum stríðast um bóltin
Mynd: Hilmar Jan Hansen
HB-KÍ 2-1 (2-0)
1-0: Uni Arge, 11.
2-0: Jákup á Borg, 30.
2-1: Símun Joensen, 58.
Dómari: Dagfinn Olsen. Loyvdi alt ov nógvum grovum
fríspørkum fyrstu løtuna, og fekk tí ongan tíð lagt eina
greiða linju í dystinum.
HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Hans á Lag,
Rasmus Nolsøe, Svend F. Jacobsen - Rúni Nolsøe, Kári
Nielsen,Vagnur M. Mortensen - Jákup á Borg (Johan
Eivind Mouritsen, 78.), Uni Arge (Hendrik Rubeksen, 41.),
Rókur Jespersen (Rani Christiansen, 75.)
GK: Vagnur M. Mortensen, 30., Jákup á Borg, 39., Bárður
Johannesen, 60., Rúni Nolsøe, 65.
KÍ: Meinhardt Joensen - Harley Bertholdsen, Jan
Andreasen, Niclas Niclasen, Eyðun Klakstein (Leon
Bjartalíð, 90.) - Arnhold Joensen (Kristoffur Jacobsen,
75.), Høgni Madsen, Marek Wierzbicki (Ovi Nysted, 55.),
Símun Joensen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør
GK: Jan Andreasen, 6., Símun Joensen, 65.
RK: Ovi Nysted, 90.
Fakta um dystin
Hallur Danielsen
staðfesti eftir dystin
móti KÍ, at HB nú
veruliga koyrir upp á
pumpurnar. Men sum
hann sigur, so klára
teir nokk eisini at
taka eitt seinasta tak
afturat á árinum
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Í HB rigga tey seg nú til
at spæla FM-finalu móti
grannunum
úr
B36.
Fyritreytin fyri hesum
var, at dysturin móti KÍ
skuldi vinnast. Tað var
sum tað einasta, sum
hevði týdning hendan
dagin, staðfesti HB-vete-
ranurin, Hallur Daniel-
sen.
- Nú er alt sjálvandi
púrasta opið undan sein-
asta dystinum.
Og tað var kanska eis-
ini ein harður dystur?
- Tað varð tað, men tað
kundi eisini roknast við.
KÍ'arnir skuldu sum so
ikki hugsa stórvegis um
at spara fólk til næstu
uppgávuna, so teir herj-
aðu á. Og sjálvandi mugu
vit svara aftur, so talan
verður um ein sera trupl-
an dyst at døma
Men hóast talan var
um trupla uppgávu, so
helt Hallur, at teir fyri tað
nógva høvdu eitt heilt
gott tak á.
- Fram til teir skora,
haldi eg okkum hava gott
tamarhald á, men tá
gjørdist talan um dekan
ov nógvar nervar hjá
okkum.
Teir
skaptu
kanska ikki tað stóra,
men teir høvdu fleiri
deyðbóltsstøður,
sum
kundu verði vandamikl-
ar. Ikki minst tá vit sam-
stundis frættu, at Skála
hevði skorað, tí tá var
kravið til okkum ein
sigur.
Men tað hóskaði tykk-
um kanska væl, at Skála
vann sín dyst kortini.
- Nú skal B36 so eisini
út at vinna dystin næsta
vikuskifti. Tað vildi heilt
greitt verið ein enn trupl-
ari uppgáva, um teir
kundu staðið seg við
javnleiki, so í so máta er
uppgerðin kanska meira
opin.
Men tá tosið fór at
snúgva seg um FM-final-
una, tóktist Hallur ikki
vilja gera nakrar sum
helst staðfestingar her og
nú.
- Nú mugu vit fyrst
síggja, hvussu vit eru fyri
til dystin. Kári er so leik-
bannaður, men hartil tyk-
ist ivamál vera um fleiri
spælarar. Uni og Jákup
fara báðir út við skaða í
dag. Jóhannis er fram-
vegis skaddur, og vit vita
ikki, hvussu Janus og
Tór-Ingar eru fyri. Og
knæið hjá Hans hevur
ofta argað, so har eru
nógv ivamál.
Men tit klára kanska at
svinga tykkum upp til ein
seinasta dyst?
- Jú sjálvandi verða vit
ellivu á vøllinum, men
nú koyrir tað alvorliga
upp á tað allar seinasta.
Sjálvur rokni eg tó við, at
vit allir sum ein klára at
taka okkum saman til
seinasta
dystin.
Ikki
minst, nú hann verður av
hesum slagnum.
Ikki nógv gott eftir
Hallur Danielsen helt, at
dómarin hevði havt eina
øgiliga trupla uppgávu
sunnudagin