týsdagur 18. oktober 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 198 - 18. oktober 2005
Bulgariumaðurin
Veselin Topalov var í
serklassa, tá heims-
meistarakappingin í
talvi varð leikt í San
Luis, Argentina
HM Í TALVI
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tá Topalov leikti javnt
ímóti Kasimjanov í trett-
anda og næstseinasta um-
fari, varð greitt, at Topalov
varð heimsmeistari. Nærm-
astu
kappingarneytarnir
Anand og Svidler máttu tá
geva skarvin yvir.
Vældámdur
heimsmeistari
Tað eru bert góð og rósandi
orð ein hoyrir um okkara
nýggja heimsmeistara. Allir
talvjournalistar og telvarar
eru í øllum førum glað fyri
sigur Topalovs.
Kanska ein orsøk er, at
Topalov nú er opin fyri
øllum møguleikum at sam-
ansjóða telvingina. Vit hava
síðani 1993 havt ein fløkta
støðu við tveimum heims-
meistarum. Vónandi verður
tað skjótt søga, nú Topalov
sigur seg vera heitan fyri
einum dysti móti Kramnik
ella sjálvum Kasparov. Eg
vildi hildið, at fyrst er
neyðugt at telva ein dyst
móti Kramnik áðrenn talan
kann verða um, at Kaspa-
rov kemur inn í myndina
aftur. Um pensioneraða
legendan
yvirhøvur
er
áhuga, er ein onnur søk.
Venjarin hjá Topalov
mongu
seinastu
árini,
Silvio Dainalov, nevnir
novembur 2006 sum eitt
gott og realistiskt tíðspunkt
til ein ultimativan HM-
dyst. Spurningurin er so um
altjóða
talvsamgongan
FIDE og Kramnik eisini
síggja ljóst uppá hendan
møguleika.
Fyrra helvtin avgjørdi
Topalov var í serklassa í
San
Luis.
Eftir
eina
óhoyrda fyrru helvt, har
hann skúgvaði alla mót-
støðu til viks, gearaði Topa-
lov nakað niður og remiser-
aði seg til heimsmeistara-
heitið. 6 sigrar og 8 javn-
leikir.
Topalov er sera sterkur á
øllum økjum. Tað er ikki av
tilvild at hann er heims-
meistari. Kanska ein veik-
leiki er, at hann til tíðir tyk-
ist heldur ótryggur tá hann
hevur vinnandi fyrimun og
skal avgera talvini. T.d.
hevði hann slíkar støður
ímóti Anand og Moroze-
vich, sum ikki góvu meira
enn javnleikar. Men tað er
so tað einasta neiliga ein
kann siga um telvingina hjá
honum. Hann dugur eitt nú
væl at koma í støður, ið
hann veit mótstøðumenn-
irnir ikki dáma. Ein sterkur
allround telvari við kom-
binatoriskum eginleikum í
serklassa.
Anand vaknaði upp úr
dvala í seinnu hálvu. Men
kortini varð hann alt ov
stuttur til at hótta Topalov.
Anand vinnur sær nakað av
rating omaná sítt høga 2788
ratingtal og tí varð hansara
úrslit á heilt góðari leið.
Svidler verður av teimum
flestu undirmettur. Hann
fær ikki so ofta innbjóðing-
ar til sterkastu kappingar-
nar, so sum Linares og Wijk
aan Zee, men eftir HM-
kappingina eiga fleiri hurð-
ar at opnast fyri honum.
Hann telvaði rættiliga sann-
førandi og tapti einans eitt
talv. Ímóti Topalov, sjálv-
andi.
Fjórði maðurin í røðini
varð Morozevich. Ilt sá út
hjá honum fyrstu umførini,
men tríggir sigrar á rað
miðskeiðis í kappingini
broytti hesa støðu. Hann
stríddist væl sum hann
plagar og av og á sóu vit
hansara eyðkenda talvstíl.
Morozevich er helst nøgdur
við 50% skoruna.
Botnurin
Størsta vónbrot varð Leko.
Eftir at hann tapti ímóti
Topalov í fyrsta umfari,
reistist hann og hevði 50%
skoru tá kappingin var
hálvrunnin. Men so knekk-
aði Leko óvæntað og vann
ikki aftur fyrr enn í seinasta
umfari.
Adams og Kasimjanov
fingu báðir 5,5 stig. Adams
hevur ikki telvað serliga
væl seinasta árið og í San
Luis vann hann einki talv.
Trý tap og ellivu javnleikir
er einki at reypa av.
Kasimjanov, sum hevði
lægsta
ratingtal,
kann
hinvegin vera hampiliga
nøgdur við avrikið. Hann
stendur í stað í rating.
Fremsta kvinnan í heim-
inum, Judit Polgar, hevði
eina vánaliga kapping. Hon
hevði annars bert havt góð
úrslit í seinastuni, men í
Argentina tyktist hon ikki
at vera serliga væl fyrireik-
að. Serliga galið var byrjan-
arspæl hennara. Hon er væl
betur enn úrslit sítt og
kemur ivaleyst sterkt aftur.
Johan B. Hansen, sum
alla tíðina var í verj-
uni hjá Horsens, var
tann einasti av før-
oysku landsliðsspæl-
arunum í superliguni,
sum fekk stig
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tá ið dómararnir bríkslaðu
fyri síðstu ferð í trettanda
umfarinum í superliguni,
sum var á skránni í viku-
skiftinum, vóru tríggir før-
oyskir landsliðsspælarar á
fremstu fótbóltsvøllunum í
Danmark. Bara hjá einum
teirra eydnaðist tað at fáa
stig.
Johan B. Hansen var tann
einasti, sum var á vøllinum
alla tíðina. Hann var vinstri
vongverji hjá Horsens, sum
á heimavølli var partur av
málleysum javnleiki móti
FC Nordsjælland. Hetta var
sætti javnleikurin hjá Hor-
sens í trettan dystum. Stað-
fest verður í Danmark, at
Horsens hevur ikki álops-
tyngd at spæla seg til sigrar,
og tí er tað í verjupartinum,
sum Johan B. Hansen er
liður í, at teir verja seg til
stig.
Súni Olsen varð beinan-
vegin eftir steðgin settur á
vøllin, tá ið AaB vitjaði í
Esbjerg. Sambært svenska
AaB venjaran, so hevur Es-
bjerg í fyrsta stóra trið-
inginum
av
kappingini
verið tað liðið, ið úrslitaliga
hevur verið størsta vón-
brotið, meðan hann heldur,
at AaB hevur verið næst-
størsta úrslitaliga vónbrot-
ið.
Í Esbjerg hilnaðist tað
ikki væl hjá AaB, sum tapti
2-1. Súni Olsen hevði góða
frísparksroynd, men bóltur-
in fór dygst omanfyri tvør-
træið. Tá ið Esbjerg fekk
sigursmálið, kundi tað sæð
út sum um, at Súni Olsen
átti at havt verið nærri
manninum, sum skoraði.
Rógvi
Jacobsen
var
síðstu løtuna á vøllinum, tá
ið SønderjyskE, sum er aft-
ast í superliguni, hevði vitj-
an av Brøndby, sum er
næstovast. Munurin á lið-
unum var ikki so ógvuliga
stórur, og serliga í 1. hálv-
leiki megnaði botnliðið at
hótta stjørnurnar. Brøndby
tóktist hava tamarhald á
støðuni í 2. hálvleiki, tá ið
teir vóru frammanfyri 2-0,
og teir høvdu møguleikar at
økja um leiðsluna til 3-0.
Teir søplaðu møguleikarnar
burtur, og tá ið Sønderjyske
eftir fríspark úr vinstru við
snittara minkaði um munin
til 2-1, kom rættuligur
spenningur í.
Rógvi Jacobsen hevði
okkurt gott innlegg, og
hann var framvið fleiri
ferðir, tá ið langar sending-
ar vórðu lagdar í nógv
mannaða brotsteigin fram-
man fyri Brøndby málverj-
an, men tað spurdist ikki
meiri burturúr, og so hevði
SønderjyskE
tapt
fyri
níggjundu ferðina í hesum
kappingarárinum.
Toppliðini vunnu
FCK er framvegis oddalið.
Teir vóru ógvuliga sannfør-
andi, tá ið teir vunnu 3-0 í
Silkeborg. Hetta var tíggj-
undi sigurin hjá FCK í
trettan dystum, og eftir
trettan umfør hava teir ikki
tapt. Úrtøkan er 33 stig, og
tað boðar frá framúr støð-
ugum avrikum.
Viborg hongur væl uppi í
teimum báðu stóru úr høv-
uðsstaðnum. Leygardagin
var Viborg í Herning, og
teir vunnu 1-0 á FCM, sum
higartil hevur verið stórt
vónbrot.
OB er á fjórða plássinum.
Hesa ferð vunnu teir 3-1 á
AGF, sum skifti venjara
fyri tveimum vikum síðani.
Spælararnir skulu pískast
til at stríðast meiri fyri
søkini, siga teir í AGF. Og
tað er nógv at stríðast fyri,
tí AGF er av álvara hótt av
niðurflytingar strikuni.
Endaliga støðan
Navn
Land
Rat.
Stig
Topalov
Bulg
2788
10,0
Svidler
Russ
2738
8,5
Anand
India
2788
8,5
Morozevich
Russ
2707
7,0
Leko
Ung
2763
6,5
Kasimjanov
Usbk
2670
5,5
Adams
Ong
2719
5,5
Polgar
Ung
2735
4,5
Allir føroyingarnir vóru á vøllinum
Topalov heimsmeistari
Veselin Topalov sigur seg vera fyri einum dysti, sum eina ferð
med alla kann gera av, hvør er heimsins besti telvari
Judit Polger er fremsti kvinnuligi telvarin í heiminum, men hon hevði ikki nakra serliga góða
kapping í Argentina