týsdagur 18. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
19
B36 og HB skulu tak-
ast um FM, og um tey
ikki finna út av at
gera mál, so eru
skálamenn klárir at
taka sær av FM, og
samstundis kunnu
teir senda GÍ niður
millum teir næst-
bestu, um TB fær stig
í Fuglafirði
FORMULADEILDIN
26. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Tað er lagt upp til stóra
finalu í Gundadali leygar-
dagin. B36 eigur heimadyst
móti HB og harvið áskoð-
arainntøkurnar. Men spurn-
ingurin er, hvør skal vinna
milliónina frá UEFA, og
hvør tað næsta árið skal
bera høvdið høgt og klikkja
niður á grannarnar.
B36 er best fyri á stiga-
talvuni. HB er eitt stig aftan
fyri grannarnar, og SKÁLA
er aftur eitt stig aftanfyri
HB. Men tað ber ikki til hjá
B36 at sættast við javnleik.
Tann, sum fær trý stig í
Gundadali
leygardagin,
verður meistari. Um tað
endar við javnleiki, so
verður Skála meistari, um
tað eydnast teimum á
heimavølli at fáa fulla úr-
tøku móti GÍ. Tá fara bæði
SKÁLA og B36 at enda á
52 stigum. Í innanhýsis
uppgerðunum hevur tað
hvørja ferð verið javnt (1-1
og 2-2 á Skála og 2-2 í
Gundadali). So verður mál-
munurin avgerandi, og har
er SKÁLA frammanfyri.
Teir hava málmunin +25,
og B36 hevur málmunin
+20.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tað er lagt upp til
finalu í Gundadali millum
B36 og HB um FM, og at
tað er møguleiki fyri, at
hvørgin parturin fer at
vinna FM! Tað fær illa
verið meiri spennandi, enn
tað er undan 27. og síðsta
umfarinum.
NSÍ hevur ikki longur
møguleika at gerast meist-
ari ella at vinna silvurmerk-
ini, men NSÍ hevur fram-
vegis møguleika at vinna
bronsumerkini. Treytin er,
at NSÍ vinnur í Klaksvík í
síðsta umfarnum, og at
Skála tapir á heimavølli
móti GÍ.
Eftir tapið á heimavølli
móti Skála hevur EB/
Streymur mist møguleikan
at vinna heiðursmerkir og
at røkka fjórða plássinum.
Eftir nógv støðug avrik og
eftir leingi at hava havt
møguleika at vinna fyrstu
heiðursmerkini vóru tað
tapini á heimavølli móti
FM biðlunum B36 og
Skála, sum vóru orsøk til,
at tað ikki spurdist meiri
burturúr á Mølini. Saman-
setta liðið er og verður
nummar fimm. Men tað
man vera lítil ivi um, at teir
eisini næsta ár fara at vera
við, har tað er hugaligt at
kappast.
Trý feløg eru í vanda
Hóast bæði ÍF og KÍ taptu
sunnudagin, so bóru úrslit-
ini í 26. umfari við sær, at
tað ikki ber til hjá hesum
báðum feløgunum at flyta
niður. Men spenningurin
um, hvat felag skal flyta
niður úr FORMULA deild-
ini, og hvat felag skal í
endaspæl um eitt pláss í
bestu deildini, er framvegis
sera stórur.
Trý evni eru til tvey tey
niðastu plássini. VB hevur
23 stig, GÍ hevur 22 stig, og
TB hevur 21 stig. KÍ hevur
25 stig, og ÍF hevur 26 stig.
Trý tey niðastu kunnu ikki
røkka stigatalinum hjá ÍF.
TB kann ikki røkka stiga-
talinum hjá KÍ. GÍ kann við
sigri á SKÁLA røkka teim-
um 25 stigunum, sum KÍ
hevur, men gøtumenn hava
ikki møguleika at fara
framum KÍ. Í innanhýsis
uppgerðunum er KÍ omaná.
KÍ hevur vunnið tvær ferðir
2-1 í Gøtu, meðan GÍ eina
ferð hevur vunnið 2-1 í
Klaksvík. VB kann væl og
virðiliga røkka stigatalin-
um hjá KÍ, men tað hevur
ongan týdning fyri plássið
hjá klaksvikingum í ovastu
deildini.
Skráin hjá teimum trim-
um, sum tað rættuliga
brennur undir, sær í 27. og
seinasta umfarinum so-
leiðis út: SKÁLA-GÍ, VB-
EB/STREYMUR og ÍF-
TB.
Allar uppgávurnar tykj-
ast torførar. Um tað ikki
eydnast nøkrum av teimum
trimum niðastu at fáa stig,
og stigaposarnir harvið
verða teir somu seint
seinnapartin leygardagin,
sum teir eru undan síðsta
umfarinum, so verður tað
TB, sum fer at flyta niður,
og so verður tað GÍ, sum
skal spæla um rættin at
halda fram í deildini.
GÍ eigur velduga avbjóð-
ing á Skála, og harafturat er
tað avgerandi fyri møgu-
leikan hjá GÍ, at ÍF tekur
sær væl og virðiliga av
tvørámonnum, tá ið teir
fara at spæla í Fuglafirði.
Tað er ikki komið fyri áður,
at úrslitið hjá ÍF kann ger-
ast avgerandi fyri, um GÍ
skal spæla í bestu ella næst-
bestu deildini! So eisini í
hesum førinum er tað - eins
og tað er í toppinum - upp
til grannarnar at gera av.
Um TB fer at megna
javnleik í Fuglafirði, og um
GÍ fer at tapa á Skála, so fer
at standa á jøvnum í stigum
millum TB og GÍ. Tá verð-
ur TB omaná. Tað verða
teir, tí TB er betri í innan-
hýsis uppgerðum móti GÍ.
Á Sevmýri hevur TB vunn-
ið 3-0 og 3-1, og í Gøtu
vann GÍ 2-1.
Nú er tað upp til grannarnar
Skuldi tað hent seg, at grannarnir í Havn ikki kunnu semjast um, hvar FM-heitið skal fara í ár, eru skálamenn til reiðar at fara avstað við øllum
Mynd: Sofus D. Johannesen
Claus varð útvístur
Coventry tapti aftur, og nú eru teir fimti
aftastir og harvið í vanda fyri at flyta niður
ONGLAND
Jóannes Hansen
Tað hevur ikki gingið væl higartil í ár hjá felagnum hjá
einasta føroyska landsliðsspælaranum í eingilskum
fótbólti, og leygardagin royndist tað aftur illa.
Á heimavølli tapti Coventry 4-1 móti Crystal Palace,
sum við sigrinum styrkti um sína støðu sum oddalið.
Hetta var fjórði sigurin hjá Crystal Palace á rað, meðan
teir í Coventry framvegis bara hava vunnið tvær ferðir
í hesum kappingarárinum. Niðurflytingarstrikan er
rættuliga tætt undir Coventry, sum er fimti aftast.
Claus Bech Jørgensen var millum teir fyrstu ellivu
hjá Coventry, men hann varð rikin av vøllinum átta
minuttir undan leikloki, tá ið støðan var 3-1. Dómarin
metti, at Claus hevði nýtt neyðbremsuna.