Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • týsdagur • 18. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Rúni skal venja AB Eftir øllum at døma skal HB-liðformaður- in komandi ár venja AB, og sum skilst, so fær hann kanska hjálp frá Allani Mørkøre í hesum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Enn eru boðini ikki al- menn, men tað skuldi verið heilt víst. Rúni Nolsøe, sum er maðurin við dystarmet- inum í HB, og sum hevur verið liðformaður til sein- astu fýra FM-heitini hjá HB, fer næsta ár at royna seg sum venjara hjá AB. Boðini verða ikki váttað alment. Hvørki frá Rúna ella frá felagnum sjálvum. Einasta viðmerkingin í so máta er frá formanninum í AB, Tórálvi Stenberg. Hann vil ikki siga nakað sum helst um, hvør tað verður, sum skal stýra besta liðnum hjá felagnum kom- andi ár, men hann váttar, at tann spurningin helst verð- ur greiddur mánakvøldið. Og tað samsvarar eisini við tær upplýsingar, sum vit her á blaðnum hava fingið um málið. Og sum skilst, so verður Rúni Nolsøe ikki einsa- mallur nýggjur maður í AB. Afturat sær hevur hann nevnliga fingið hjálp frá einum fyrrverandi liðfel- aga, sum tó verður millum argastu kappingarneytarnar komandi leygardag. Allan Mørkøre tykist í ár at spæla sítt seinasta ár í toppinum av føroyskum fótbólti, og sambært tí, sum vit hava fingið upplýst, so verður hann eisini nýggjur maður í AB komandi ár. Mánakvøldið er so dag- urin, tá avtalurnar hjá teim- um báðum verða undir- skrivaðar, men áðrenn tank- arnir fara at ferðast alt ov langt, so er tó eitt annað mál, sum teir báðir vin- menninir skulu avgreiða. Við oddastríðnum í For- mula-deildini í mentu eru ikki ráð til at lata kenslur og vinskap koma ímillum, tá teir leygardagin spæla sín seinasta dyst í toppinum av føroyskum fótbólti í hesum umfarinum. Og einki er at ivast í, at teir báðir ynskja sær júst somu fráfaringar- gávuna. Skrivstovunæmingur Ert tú ágrýtin, virkin, fyrikomandi og hevur hægri handilsskúlaprógv? So ert tú kanska tann heilt rætti/rætta at byrja sum skrivstovunæmingur á heilsølu okkara. Starvsøkið er í høvuðsheitum kundatænasta og telefonsøla umframt bókhald og annað skriv- stovuarbeiði. Lærutíðin er 2 ár. Lønin er sambært sáttmála við S&K. Um hetta hevur vakt tín áhuga, send eina skriv- liga umsókn við møguligum váttanum/prógvum til P/f Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 79, FO-100 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 1. november 2005. Ætlanin er, at tú byrjar beinanvegin. Vinarliga vend tær til Sólrún Michelsen, stjóra, ella Niels Juel Arge, fíggjarstjóra, á tlf. 314650, um tú hevur spurningar. P/f Poul Michelsen ________________________________________ P/F Poul Michelsen ella bara PM, sum heilsølan ofta verður nevnd millum manna, varð stovnað í 1972. PM er í dag førandi heilsøla innan sítt virkisøki og hevur kundar kring alt landið. PM er skipað í 5 deildir: Søludeild, inn- keyps-, fíggjar-, goymslu- og bildeild. Umleið 50 fólk starvast hjá PM. Eftir øllum at døma fer Rúni Nolsøe at spæla sín seinasta fyrstudeildardyst í hesum umfarinum, tá HB leygardagin skal dystast við B36. Eftir hetta verður tað í venjarayrkinum, at Rúni fer at royna seg