Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 18. oktober 2005 17 Brandur Karlson Jacobsen var ein klassa oman fyri hin- ar luttakararnar í fyrsta innleiðandi umfari av Singer/ songwriter kapping- ini í Hafnia Lounge leygarkvøldið SINGER/SONGWRITER Orð & myndir: Rókur Jákupson Jakobsen Leygarkvøldið var fyrsta innleiðandi umfar av Sing- er/songwriter kappingini í Hafnia. Fýra lagsmiðir skuldu kappast um rættin at koma í finaluna. Reglurnar eru, at luttakararnir skulu spæla minst tvey heima- gjørd løg, og eitt triðja sum er valfrítt. Tey bæði heima- gjørdu løgini skulu vera á føroyskum. Flestu luttakar- arnir nýta tað triðja, valfría lagið til at syngja eitt heimagjørt lag á enskum. Fyrstur á pallin var Opur Torleifsson. Hann hevur ongantíð áður staðið á palli, og tess vegna var hann sjónliga nervøsur. Men hóast tað var hann stuttligur og nærverandi. Tað mesta av hansara tónleiki skal ikki takast í alt ov stóran álvara. Løgini vóru stuttlig, og man má rósa honum fyri at vera so djarvan at lut- taka, hóast hann so at siga er óroyndur á palli. Síðan trein Petur Háberg Jacobsen á pall. Hann hev- ur áður givið fløgur út, so hetta skakaði hann ikki tað minsta. Við eini professio- nellari framførslu var hann tryggur á pallinum. Hann syngur væl og reint, og so spælir hann eisini væl upp á guittaran. Løgini vóru vøk- ur og trygg. Kanska í so trygg. Ein sat onkutíð við eini kenslu av, at hansara tónleikur saknaði dynamik og øðrvísi hugsan. Tí hetta vóru góð løg, men tey vóru, sum áður nevnt, sera trygg og pen. Petur hevði eisini onkur »hit« í skuffuni. Ongin ivi er um, at Petur er ein góður lagsmiður og sangari, og um hann ger tónleikin eitt sindur litrík- ari, verður úrslitið heilt spennandi. Nú trínur Guðrið Hansen á pallin, og tað hoyrist millum áskoðararnar, at hon hevur nógvar fjepparar í salinum. Við hennara ynd- isliga sangi og country kenda guittarspæli hugtók hon fjøldina. Serliga meist- raði hon lopið frá vanligari rødd og upp í falsettina væl. Hennara løg vóru rættiliga góð. Tó var tað triðja og seinasta lagið tað besta. Eg haldi, at lagið eitur »Noth- ing to write home about«. Hetta var eitt fangandi lag, og tú kundi ikki lata vera við at tralla við Guðrið. Tað verður sera spennandi at fylgja við tónleikinum hjá Guðrið Hansen komandi tíðina. Síðstur á pallin var Brandur Jacobsen. Hann kenna summi frá 90´ara rokkbólkinum Ikaros. Tá ið Brandur legði út, var tað beinanvegin greitt, at her var talan um ein favoritt at vinna seg í finaluna. Hann megnaði meir enn nakar annar hetta kvøld at slíta skilnaðin millum ljóðføri og rødd og sostatt skapa tónleik í eini eind. Brandur syngur sera væl. Hann hevur fult tamarhald á framførsluni, og løgini, sum hann spældi, vóru spennandi og vøkur. Ser- liga lagið »Lands End« var gott. Vit kunnu fegnast um, at Brandur aftur gjørdi um seg á føroyska tónleikapall- inum; hetta átti hann at gjørt oftari. At enda fóru dómararnir at meta um framførslurnar hjá teimum fýra. Og vit kunnu ikki siga, at tað kom óvart á fjøldina, at Brandur vann umfarið. Hann var ein klassa omanfyri hinar lut- takararnar, og hansara evni sum sangari og lagsmiður eru eyðsæð. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Málsviðgeri til Veitingardeildina Arbeiðsroyndir / førleikakrøv: - Arbeiðsroyndir innan almenna umsiting ella líknandi starvs- royndir er ein fyrimunur - Er fleksibul og hevur góð samarbeiðsevnir - Evni og vilja til at arbeiða saman við øðrum toymum og miðstøðum - Evni at hava yvirlit við at kunna arbeiða við fleiri kompleksum problemstillingum í senn - Hava góð evni til at kunna umstilla seg tá broytingar henda - Góð evni at orða seg bæði munnliga og skrivliga - Hollan kunnleika til EDV og Windows Office programmini. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: - Pensiónsmál, - útrokning, áseting og ávísing - Dagpeningamál, - viðgerð, avgerð, útrokning, áseting og ávísing - Forskotsrindan av barnapeningi viðgerð, avgerð, áseting og ávísing - Uppihaldspeningur, - viðgerð, útrokning, áseting og ávísing - Gera upp fíggjarliga partin, tá mál ganga út - Aðrar uppgávur Útbúgving: - Skrivstovuútbúgving, merkonom, HH ella onnur viðkomandi útbúgving - Starvsfólkið skal luttaka á innanhýsis útbúgving hjá Almannastovuni Umsókn: Umsókn við avriti av prógv- um v.m. skulu sendast til: Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Í seinasta lagi mikudagin 26. oktober 2005. Vinarliga merkið brævbjálvan: “Veitingardeildin”. Á deildini starvast 8 málsviðgerar, 2 fulltrúar og 1 deildarleiðari. Av tí at talan er um eitt arbeiðs- umhvørvi, sum er undir støðugari menning, má tann ið sett/-ur verður, tola broytingar í starvs- innihaldinum. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- málanum millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið og lønt í lønarbólki 3. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tummas Djurhuus, deildarleiðara, á telefon 35 35 10, ella á fartelefon 21 54 76. Hevur tú hug á royna teg í einum arbeiðsumhvørvi, sum er undir støðugari menning? So er hetta møguliga nakað fyri teg. Eitt fulltíðarstarv sum málsviðgeri á Veitingardeildini á Almannastovuni, leyst at seta til 1. november 2005. KREA.FO . TEL 47 80 80 Brandur var bara bestur Brandur Karlson Jacobsen vann 1. umfar av Singer/ Songwriter kappingini, sum varð hildin á Hotel Hafnia leygarkvøldið