Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 198 - 18. oktober 2005 Nú starvsmanna- felagið er í verkfall, fær Landssjúkrahúsið bert tikið sær av bráfeingis tilburðum. – Tað er bert ein spurningur um tíð, hvussu leingi vit kunnu halda tí brá- neyðuga arbeiðinum koyrandi við verandi undantøkum, sigur Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkra- húsinum VERKFALL Anna V. Ellingsgard anna@sosialurin.fo Ein stórur partur av starvs- fólkunum á Landssjúkra- húsinum eru limir í Starvs- mannafelagnum, og eru flestu deildir tí raktar, nú verfall er. Allar vanligar innleggingar, kanningar og viðgerðir eru útsettar, og í móttøkuni verða bert bráneyðugar uppringingar umstillaðar. Enn fleiri undantaksloyvi Poul Gert Hansen, sjúkra- hússtjóri sigur, at umvegis Fíggjarmálaráðið hava tey fingið undantaksloyvi, so at eitt nú maskinverk-stað- urin og KT deildin, sum røkja tey ymsu teknisku tólini, framvegis virka. Móttøkan virkar í ávísan mun við tað at fólk, sum ikki hava bráneyðug ørindi, fáa vegleiðing í, hvussu tey sjálvi kunnu ringja bein- leiðis til deildirnar. Í veruleikanum er Lands- sjúkrahúsið í ein undan- taksstøðu, har tað bert er ein spurningur um tíð, hvussu leingi støðan kann halda áfram. Tí verður nú søkt um fleiri undantaks- loyvi, í fyrstu atløgu fyri at halda tí mest bráneyðuga arbeiðinum koyrandi. Innan leingi verður neyðugt at fáa undantaksloyvi til goymsl- una, sum útflýggjar útgerð av ymsum slagi til deildirn- ar, og leiðslan hevur longu søkt um undantaksloyvi til arbeiðsøkið hjá lækna- skrivaranum. – Tað má avgjørt metast at vera bráneyðugt, eisini fyri eftirfylgjandi viðgerðir at allar sjúkrajournalir verða førdar, sum tær skulu. Í løtuni verða upp- lýsingar bert noteraðir, og støðan er ikki haldbar í longdini, sigur Poul Geert Hansen. Hann leggur afturat, at enn er ringt at meta um, hvørjar avleiðingar støðan hevur fyri sjúklingar. Men bíðilistarnir gerast í øllum førum longri, og harvið økist eisini vandin fyri at fleiri av viðgerðunum ger- ast bráfeingis. Verfall: Landssjúkrahúsið í undantaksstøðu Verkfallið hevur við sær, at bíðilistarnir verða støðugt longri, og harvið økist eisini vandin fyri, at fleiri tilburðir gerast bráfeingis, sigur Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum Í oktober mánaða sýnir Bárður Osk- arsson fram 7 av sínum málningum í Leikalund í Klaks- vík. Bárður hevur millum annað myndprýtt bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum nú verður útgivin í Fraklandi FRAMSÝNING Bárður er føddur í 1972, og umframt at vera tekn- ari og málari, er hann eisini rithøvundur. Hann hevur málað síðani 1985, og teknað barnabøkur síðan 1986. Um málningarnar hjá Bárði kann sigast, at teir onk- untíð mynda fólk, onkun- tíð kanska og onkuntíð als ikki. Málningarnir eru einfaldar myndir, vektleys rúm og verur av ymsum bregði. Bárður Oskarsson hev- ur áður tikið lut á fylg- jandi framsýningum: Ólavsøkuframsýning- in, 1992, 1995 og 1998- 2004 Várframsýningin 2003, 2004 og 2005 Bryggen 2004 Føroyingahúsið í Keypmannahavn 1994, 1995 og 2002 Smiðjan í lítluvík 2002 og 2003 Cafe Jonas í Keyp- mannahavn 2004 Christiania í Keyp- mannahavn 2005 Baarse Bibliotek í 1994. Framsýningin verður at síggja allan oktober mánaða. Opið er: Mánadag til fríggjadag: 10.00-23.00 Leygardag: 10.00-13.00 og 19.00-23.00 Sunnudag: 19.00-23.00 FYRILESTUR tíðindaskriv Bókasavni hevur í nøkur ár skipað fyri ymsum fyrilestrum í vetrarhálv- uni. Mikukvøldið 19. oktober klokkan 20 skip- ar Sunda Bókasavn fyri fyrilestrum um gásahald og tilgerð av gás. Andreas Reinert fer at halda fyrilestur um gása- sløg og gásahald í Føroyum, meðan Kristi- anna Rein fer at greiða frá um tilgerð av gás og onkrum serstøkum gása- rættum. Eftir fyrilestrarnar verður eisini høvið at smakka breyðbitar við turkaðari gás sum við- skera og at fáa ein drekkamunn við køku. Tiltakið verður í høllini í Norðskála-Oyrar skúla. Seinastu vikuskiftini hava Páll Finnur Páll spælt fyri nógvum fólki í Suðuroynni og í Kambs- dali, næsta vikuskiftið vitjar væl dámdi bólkurin í Havn. Í ítróttarhøllini á Hálsi, verður høvið at hoyra um partering av grannum, mannaát og kynsligt misbrúk og um at sova hjá Kaj. Men eisini tey fittaru løgini verða ivaleyst á skránni, og havnarfólk fáa høvið at syngja við til størsta hittið í nýggjari tíð »Forelskaður Sjón- leikari«, og spurningurin er um takið lyftir seg, tá ein full ítróttarhøll brølar við »Hey, hey, gev mær ost uppá breyð…« Konsertin í Havn verð- ur síðsta konsertin á hesum sinni. Eisini verð- ur diskotek við tí allar nýggjasta. Tað er DJ- Markyman sum fer at rokka húsið, sum fyri- skiparin tekur til í tíð- indaskrivið. Tiltakið byrjar kl. 23:30 og endar kl. 03:30. Bussamband verður úr Eysturoynni, Vágunum og Vestmanna.Tað ber til at bíleggja pláss á telefon (Vága og Vestmanna- leiðin) 21 77 53 ( E y s t u r o y a l e i ð i n ) 505220. nud Bárður í Leikalund Gásafyrilestrar á Sunda Bókasavni Páll Finnur Páll á Hálsi Tað gekk ikki heilt eftir vild hjá føroysku umboðunum í Heimsmeistarakappi ngini í brettspælinum Settlers, sum um vikuskiftið hevur verið í Týskalandi SETTLERS Snorri Brend Mong hava helst fylgt við spenningi eftir úrslitinum hjá teimum báðum føroy- ingunum – Reimundi Langgård og Súsonnu Joensen. Um vikuskifti luttóku tey saman við 50 øðrum í hesi heimsmeistarakappingini, og vóru í gjár komin víðari til hálvfinaluna, sum var í dag. Íalt vóru 16 fólk við í hálvfinaluni. Tíverri, so var eydnan ikki heilt við teimum báð- um, Reimundi og Súsonnu. Tey vórðu í dag útsligin í hálvfinaluni, og fingu so ikki nakað heiðursmerki á hesum sinni. Hinvegin so eru tey í øllum førum vorðin eitt stórt upplivilsi ríkari. Tað er sjálvandi ikki heilt kostnaðarleyst at fara eina slíka ferð, men Reimund og Súsanna fingu góðan stuð- ul frá Atlantsflogi, Kall og Thomas Dam á Hálsi, so- leiðis at hetta kundi gerast veruleiki. Bárður Oskarson hevur vakt stóran áhuga uttan- lands við tekningunum í bókini Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum nú verður útgivin í Fraklandi Settlers: Føroyingarnir steðgaðir í hálvfinaluni Settlers er spennandi brettspæl, har tað nú eisini verður kappast um heimsmeistaraheiti