týsdagur 18. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
15
Heils-
anir úr
øllum
heim-
inum
Í sambandi við at Krún-
prinsessa Mary hevur átt
ein son, eru heilsanir úr
øllum heiminum komnar
til danska kongshúsið,
millum annað hevur John
Howard forsætismálaráð-
harri í Avstralia sent eina
barnabók, og eina sjón-
varpsheilsan til prinsin og
foreldrinini.
Eisini úr Føroyum eru
heilsanir komnar. Løg-
maður hevur sent krún-
prinsahjúnunum
og
kongshúsinum heilsan,
har hann vegnað lands-
stýrið og alt Føroya fólk,
ynskir Krúnprinsahjún-
unum hjartaliga tillukku
við soninum.
Grønlenski lanstýrisfor-
maðurin Hans Enoksen,
hevur vegna grønlendska
landstýrið sent eina heils-
an Landsstýrisformaðurin
sigur, at lanstýrið gleðist
um boðini, at ein nýggjur
trúnarvingur er føddur, og
at móður og barn hava tað
gott.
Eisini danski statsmin-
istarin Anders Fogh var
kvikur við eini heilsan,
har hann vegna danska
fólkið ynskti teimum
tillukku.
Í tí sokallaða "Det gule
Palæ" við Amalienborg
ber til at bera gávir til ný-
fødda prinsin. Sambært
Ekstra
Bladet
hevur
prinsurin leygardagin og
sunnudagin fingið 400
gávur, og fleiri hundra
brøv og blómutyssi. Í
nógvu pakkunum, er alt
ímillum himmal og jørð,
alt frá barnabókum og
bamsum til ein barnavogn
og leikur.
nud
Mary og Fríðrikur fingu ein son
NÝGGJUR PRINSUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Leygarnáttina
klokkan
01.57 danska tíð fekk
Danmark ein nýggjan krún-
prins. Hann vigaði 3500
gramm og var 51 senti-
metrar
langurFøðingin
gekk væl og tað gingu um-
leið tíggju tímar frá, at
verkirnar byrjaðu til, at
prinsurin var føddur. Mary
fekk eina epidural blokadu,
fyri at minka um pínuna,
hetta fekk prinsessa Alex-
andra somuleiðis, tá hon
átti sínar synir.
Sambært serfrøðingi hjá
Danmarks Radio, verður
hetta ivaleyst trendsetandi,
og hetta kann merkja, at
epidural
blokadur
vera
brúktar uppaftur meira í
framtíðini.
Prinsur við hári
Sambært Morten Hede-
gaard professara á Ríkis-
sjúkrahúsinum, ið var við
undir føðingini gekk alt
væl.
Bæði mamma og barn
høvdu tað gott undir allari
føðingini, ja, sjálvt Fríðrik-
ur krúnprinsur hevði tað
gott alla tíðina segði Mort-
en Hedegaard.
Hedegaard visti eisini at
siga, at prinsurin varð fødd-
ur við hári á høvdinum, og
helt at talan var um eitt sera
vakurt barn.
Ein lukkuligur
prinsur
Fríðrikur krúnprinsur var
sera glaður á at líta á tíð-
indafundinum, ið hann helt
beint
áðrenn
hálvgum
níggju
leygarmorgunin.
Hann var móður, men segði
seg vera sera ernan av konu
síni, ið hevði klára hetta
sera væl. Hann helt sjálvur,
at hann hevði verið ein
góður stuðul hjá krúnprin-
sessuni og hevði gjørt sítt
fyri at hjálpa.
Hann segði, at hetta ikki
var nakað man kundi fyri-
reika seg til, men man mátti
bara lata føðingina ganga
sína gongd. Hann greiddi
frá, at hann hevði klipt
nalvastreingin. Løtan hevði
sambært prinsinum verið
sera kensluborðin, og hann
viðgekk, at hann hevði
grátið, hetta var ikki løtan
at spæla superman, segði
hann.
Líkist einum
nýføðingi
Tá miðlarnir royndu at
fregnast um hvørjum nýggi
prinsurin líktist, svaraði
Fríðrikur, at hann líktist
einum nýføðingi.
Fríðrikur segði eisini, at
Mary var so smátt farin at
leggja prinsin til. Men at
higartil svav hann fyri tað
mesta. Hann veit ikki, hvat
hann hevur í væntu, smílti
Fríðrikur,
áðrenn
hann
skundaði sær uppaftur til
konuna og sonin.
Tað tykist greitt, at
tann lítli prinsurin
fær navnið Christian
eftir oldurabbanum,
men stórur ivi er um
hini nøvnini
PRINSURIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fríðriki krúnprinsi og Mary
krúnprinsessu nýtist ikki at
hyggja í navnabókina fyri
at finna navnið til tann lítla
sonin, tí tað er mest sum
avgjørt frammanundan, at
hann skal eita Christian.
Seinastu nógvu øldirnar
hava teir donsku kongarnir
itið annaðhvørt Christian
ella
Fríðrikur,
seinast
Christian 10. og Fríðrikur
9. So kom Margretha
drotning inn ímillum. Var
hon drongur, hevði hon itið
Christian, og so skuldi ein
kanska trúð, at hon valdi at
geva eldra syni sínum tað
navnið. Men tað gjørdi hon
ikki, tí so hevði ólag komið
í raðfylgjuna. Núverandi
krúnprinsurin fær kongs-
navnið Fríðrikur 10., og so
stendur aftur á jøvnum
ímillum tey bæði kongs-
nøvnini. Í hvussu er til tann
næsta Margretha kemur.
Trý afturat
Kongar og drotningar hava
sum kunnugt fleiri nøvn, og
í Danmark rokna tey ser-
kønu við, at tann lítli prins-
urin skal hava fýra nøvn
t.v.s. trý afturat Christiani.
Men hvørji tey vera, veit
eingin við vissu enn.
Gitingarnar og uppskot-
ini eru mong. Tey serkønu í
kongsviðurskiftum vænta,
at hann fer at eita Fríðrikur
eins og pápin, og so vænta
tey eisini, at hann fer at eita
Henrik ella kanska Henri
eftir abbanum á Amalien-
borg. Hinvegin vænta tey
ikki, at hann fer at eita John
eftir skotska abbanum. Tey
vísa á, at synirnir hjá Joa-
kim og Alexandru eita ikki
eftir pápa hennara, og so er
tað heldur ikki siður í
danska kongshúsinum at
kalla børnini upp eftir páp-
anum hjá mammuni. Í so
máta er Fríðrikur krún-
prinsur eitt undantak.
Avstralski forsætisráð-
harrin, John Howard, hevði
onga viðmerking, tá hann
bleiv spurdur, hvussu prins-
urin skal eita, tí tað er ein
spurningur, sum foreldrini
skulu taka støðu til, helt
hann. Harafturímóti hava
nógvir avstraliumenn stór-
an áhuga í spurninginum,
og tey flestu tykjast halda,
at hann eigur at fáa eitt
enskt navn so sum Curtis
ella Peter.
Grønlendskt ella
føroyskt
Í Grønlandi bíða fólk eisini
við spenningi eftir, hvussu
prinsurin fer at eita. Tað
kemst av, at Fríðrikur krún-
prinsur er sera nógv av-
hildin í Grønlandi, eftir at
hann ferðaðist tvørtur um
innlandsísin. Krúnprinsurin
hevur heldur ikki dult fyri,
at hann kennir seg hava eitt
serligt tilknýti til Grønland.
Tí halda fleiri grønlending-
ar, at tann lítli eigur at fáa
eitt grønlendskt navn, og
tað sama halda í hvussu er
summir danir.
Føroyingar noyðast helst
at ásanna tann veruleika, at
sannlíkið fyri einum før-
oyskum kongsnavni er ikki
serliga stórt. Annars kundi
eitt navn sum Jógvan verið
hóskandi. So hevði eingin í
hvussu er verið í iva um,
hvat land tann lítli hevur
samband við. Og so hava
vit tann fyrimun fram um
grønlendingar, at vit eiga
eitt næstan túsund ára gam-
alt kongsnavn at vísa
teimum á.
Margretha drotning eitur
millum annað íslendska
navnið Álfhildur. Tá var
Ísland partur av ríkisfelags-
skapinum, so kanska fær
tann lítli prinsurin eitt
grønlendskt ella kanska
føroyskt navn. Men íslend-
ingar slitu ríkisfelagsskapin
stutt eftir, so kanska hugsar
kongshúsið seg betur um
hesaferð.
Hvussu er og ikki, so fáa
vit væntandi svarið um ein
mánað ella so, tá tann lítli
prinsurin fer til dópin.
Summi av teimum kongs-
kønu halda, at tað verður í
Holmens Kirke, har bæði
pápin og omman vórðu
doypt, men onnur halda, at
hann fer til dópin í Vor Frue
Kirke.
Hann skal eita Christian
Pressu-
verkir
í ein
mánað
Pressuverkir kalla tey
tað, øll tann danska
pressan og nakað av tí
avstralsku
stóð
alt
fríggjakvøldið
og
leygarnáttina uttan fyri
Ríkissjúkrahúsið, og eitt
lítið bil aftan á, at
Ritzau visti at siga, at
føðingin var farin í
gongd, visti heimasíðan
hjá BT at siga, at nú var
arvingurin
komin
í
heimin. Hetta var kl. 22
fríggjakvøldið,
fleiri
tímar áðrenn prinsurin
varð føddur. Men tað
var kanska ikki so løgið
eftirsum
miðlarnir
høvdu havt pressuverkir
síðan prinsessan var
innløgd við plukkverk-
um miðskeiðis í sep-
tember.
Mary sjálv hevði ikki
so nógvan skund leygar-
náttina kl. 01.57 hetta
var góðar tvær vikur,
áðrenn hon var sett at
eiga og tað verður rokn-
að sum vanlig tíð.
Um alt Danmark vóru
leygarkvøldið tendraðir
vareldar, 200 bál brendu
um alt landið fyri at há-
tíðarhalda, at ein nýggjur
prinsurin
var
føddur.
Hetta er gamal siður og
bálini hava í Danmark
eins og í Føroyum verið
brúkt til at bera boð úr býi
til bý. Á sjónum tendraðu
32 donsk herskip ljóskast-
ararnar og bóru soleiðis
eisini boðini á sjógvi.
Leygardagin á miðdegi
var skotið við kanónum á
Krúnborg slot og Hjá
Batteriet Sixtus á Holm-
inum í Keypmannahavn
21 ferð. Samstundis vóru
fløgg vundin á fulla stong
á øllum almennum bygn-
ingum,
og
bussarnir
flaggaðu. Eisini í Grøn-
landi varð skotið við kan-
ónum í kolinihavnini í
Nuuk eisini her vóru 21
skot skotin.
Føroyingar hátíðarhildu
somuleiðis
dagin,
og
landið var flaggskrýtt við
Merkinum og Danebrog.
nud
Kanónir, bál, ljós og fløgg