Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 198 - 18. oktober 2005 UTTAN ÚR HEIMI Palme-morðið spøkir aftur Tann serliga Palme-deildin hjá svensku løgregluni hev- ur nú fingið upplýsingar frá einum manni, sum sigur seg minnast, at hann sá ein mann tveita eitt ella annað í eina á nakrar fárar dagar eftir, at Olof Palme, forsætis- ráðharri, var myrdur. Maðurin minnist, at ein Volvo 242 ella 244 steðgaði á einari brúgv um ánna í býnum Gævle. Hann fór úr bilinum, lat baklúkuna upp og tók eitt ella annað, sum hann síðani tveitti í ánna. So fór hann aftur í bilin og koyrdi avstað. Stig Edqvist, sum er leiðari í Palme-deildini hjá løg- regluni, sigur við Aftonbladet, at upplýsingarnar eru áhugaverdar, tí talan kann vera um morðvápnið, sum ongantíð er funnið. Kanningar vístu, at Palme bleiv skotin við einari skammbyrsu av slagnum Magnum 357. Um vikuskiftið hava fýra kavarar hjá løgregluni kavað í ánni, men teir funnu kortini einki. Men leit- ingin heldur fram, sigur Edqvist. Maðurin, sum hevur greitt løgregluni frá tí, sum hann sá tíðliga í mars í 1986, sigur, at hann hevði ikki hugsað so nógv um tað, fyrr enn hann las í bløðunum, at Christer Pettersson var deyður, og at hann plagdi at halda til í summarhúsunum hjá foreldrunum stutt frá Gævle. Christer Pettersson bleiv dømdur fyri at hava skotið Palme, men hann varð seinni fríkendur. Eingin skattalætti Undir valstríðnum upp undir valið til týska samveldis- dagin segði kanslaraevnið hjá teimum kristiligu demo- kratunum, Angela Merkel, at bleiv hon kanslari, skuldu týskarar fáa skattalætta. Men tað kemur ikki upp á tal, sigur sosialdemokrat- urin Peter Steinbruck, sum verður fíggjarmálaráðharri í nýggju stjórnini. Fjórða árið á rað hevur Týskland størri hall á fíggjarlógini, enn ES vanliga loyvir, og Peter Steinbruck sigur, at hetta kann ikki halda fram. Hansara mál er at skarva so mikið av hallinum, at Týskland longu í 2007 skal lúka krøvini hjá ES. Í gjár skuldu samgonguflokkarnir tosa um ymisk fíggjarmál. Í tí sambandi hevur verið nevnt, at flokkar- nir umhugsa at einskilja motorvegakervið, tí tað hevði givið ríkiskassanum nógvar milliardir evrur. Tað er kortini ikki greitt, um meiriluti er fyri einum tílíkum uppskoti í samgonguni. Er í fangalegu nr. 13 Í seinastuni hava russiskir fjølmiðlar gitt, hvat mundi vera vorðið av ríkmanninum Mikhail Khodorkovskij, sum herfyri varð dømdur átta og eitt hálvt ára fongsul fyri skattasvik og fíggjarundandrátt. Ta fyrstu tíðina sat Khodorkovskij í einum fongsli í Moskva, men herfyri varð hann fluttur haðani. Nú skrivar tíðindastovan Interfax frá keldum í innanríkis- ráðnum, at hann situr fangi í "Fangalegu nr. 13", sum er einar 700 kilometrar í landssynning úr Moskva. Sambært keldunum skal hann sita dómin har. Keldur hjá BBC vilja kortini vera við, at Khodorkovskij er ikki í "Fangalegu nr. 13", men at hann er fluttur til eina fangalegu eysturi í Sibir. Verjarnir hjá Khodorkovskij vistu ikki, at hann var vorðin fluttur úr Moskva, fyrr enn teir komu í fongslið har í síðstu viku, tí teir vildu hava orð á hann, sigur BBC. Teldupostur fitar Læknar í Bretlandi royna nú at fáa fólk at senda fætti teldupostar, enn tey gera, tí tey brúka ov nógv tíð framman fyri telduskíggjanum, siga teir. Í fyrsta umfari hava læknarnir skotið upp, at bretar skulu hava ein teldupostfrían dag um vikuna, og at fólk ístaðin fyri brúka tíðina til at røra seg eitt sindur meiri. Læknin Dorean Dugmore sigur, at telduposturin fer við alt ov nógvari tíð, og at bretar tí missa nógv tíð, sum teir kundu brúkt til eina ella aðra rørslu. -Fyrr gingu fólk inn til grannan at tosa um veður og vind, men í dag senda tey teldupost aftur og fram. Hetta mugu vit broyta, sigur Dorean Drugmore. Reyð-grøna stjórnin hjá Jens Stoltenberg tók við valdinum í gjár NOREG Árni Joensen fartekst@mail.dk Noreg hevur fingið nýggja stjórn. Fyrrapartin í gjár var for- maðurin í Arbeiðaraflokk- inum, Jens Stoltenberg, hjá Haraldi kongi og boðaði frá, at hann hevði skipað nýggja stjórn. Samstundis varð kongur kunnaður um politisku ætlaninar hjá stjórnini, og hvørjar ráð- harrar teir tríggir flokkarnir høvdu valt í stjórnina. Forsætisráðharri er sum nevnt Jens Stoltenberg úr Arbeiðaraflokkinum. Floksfelagi hansara Jonas Gahr Støre er uttanríkis- ráðharri, og forkvinnan í Sosialistiska Vinstraflokk- inum, Kristin Halvorsen, er fíggjarmálaráðharri. For- kvinnan í triðja samgongu- flokkinum, Miðflokkunum, Aslaug Haga, er ráðharri í kommunu- og landsparta- málum. Í Føroyum er tað kanska serliga starvið sum fiski- málaráðharri, sum hevur áhuga. Tað starvið røkir Helga Pedersen úr Arbeið- araflokkinum. Í komandi tíðum hevur ráðharrin í oljumálum kanska eisini okkara áhuga. Hann eitur nú Odd Roger Enoksen og er úr Miðflokkinum. Átta dagar aftan á tann harða jarð- skjálvtan vórðu fýra børn funnin á lívi PAKISTAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Tveir brøður, níggju og sjey ára gamlir, komu sunnu- dagin til eina hjálparstøð nærhendis býnum Belakot har norðuri í Pakistan. Við sær høvdu teir systrina, sum var bara sjey mánaðir gomul. Hana høvdu teir borið teir 17 kilometrarnar úr bygdini Snaghar. Teir báðir brøðurnir áttu eisini eina trý ára gamla systir, men teir kundu ikki taka hana við, tí hon var sjúk av polio. Tá dreingir- nir greiddu frá, at hon var eftir, vórðu fýra hermenn sendir til Snaghar eftir henni. Tey fýra børnini hava eingi foreldur longur. Tey doyðu í jarðskjálvtanum næstseinasta vikuskiftið. Pakistonsku myndugleik- arnir søgdu í gjár, at minst 38.000 fólk doyðu av skjálvtanum, og at umleið 70.000 fingu skaða. Fleiri hundraðtúsund eru vorðin heimleys, og myndugleik- arnir gera nú alt fyri at hjálpa teimum. Men hjálp- ararbeiðið er trupult, tí teir flestu vegirnir eru oyði- lagdir. Harafturat hevur tað regnað illa í Kashmir, og tað hevur økt vandan fyri skiðulopum. Í teimum høgu fjøllunum hevur tað kavað, og har er vandi fyri skalva- lopum, skrivar Reuters. Fýra børn funnin á lívi í Pakistan Fyri aðru ferð er Jens Stoltenberg forsætisráðharri í Noregi Tað gongst sera striltið at fáa neyðhjálpina fram til tey neyðstøddu Noreg nýggja stjórn