Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 18. oktober 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sigrid Semona Gaard Oyndarfjørður andaðist á Eysturoyar Ellis-og Røktarheimi sunnudagin 16. oktober, 92 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum týsdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Oyndarfjarðar kirkju mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Elin, Jens Petur, Sigga og Margretha Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálptu til, tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Maja Dalsgarð Argir andaðist og fór til gravar. Takk fyri alla umsorgan og stuðul. Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur. Filip 1:21 Familjunnar vegna Sigrid, Mortan, Jóannes, Rakul og Betty Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara John Nielsen Hvalba doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Missiónshúsið. Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Birgit Bjørg, Páll, Sunniva og Bjartur Brúdleyp Fríggjadagin 14. oktober giftust í prestagarðinum í Kvívík Rannvá Dam og Sten Hjaltalin Jensen, Leynum. Prógv 7. oktober fekk Dánjal Pauli Poulsen, Vatnsoyrar, prógv í Industriens Lederuddannelse frá Dansk Teknologisk Institut. BP og Amerada Hess hava játtað stuðul til hesa førleikamenning. 80 ára føðingardagur Týsdagin 18. oktober verður Kjartan Dalbúð, Fuglafirði, 80 ár. Dagurin verður hildin í Vesturstovu millum kl. 18.00- 21.00. Tórshavnar alfrøði: Konfirmant- arnir í 1914 Konfirmantarnir um hesti 1914: Tvær konfirmatiónir vóru um heystið í 1914, tann fyrra var 4. oktober og tann seinna 11. oktober. Til tað fyrru konfirm- atiónina vóru 25 konfirm- antar, og til tað seinnu vóru teir 9. Myndin er uttan iva av tí fyrru konfirmatiónini. Á myndini eru 23 konfirm- antar. Tey, sum blivu fermd tann 4. oktober 1914 vóru: Kathrine Henriksen (Kirkjubø), Anna Hansen (Havn), Klemma Ragnhild Johannesen (Havn), Marie Sophie Bærentsen (Havn), Anna Sofie Amalie Eg- holm (Havn), Else Juliane Arge (Havn), Julie Jaco- bine Thomsen (Nólsoy), Alma Katy Fosaa (Havn), Anna Margrethe Sofie Rein (Havn), Jenny Jako- bine Augusta Hansen (Havn), Alexandra Chris- tine Christiansen (Havn), Susanne Olsen (Borðan), Marie Dorthea Udbø (Havn), Sunneva Poulsen (Havn), Attilia Florentine Hansen (Havn), Johannes Albin Bærentsen (Havn), Ludvig Joensen (Havn), Frans Danielsen (Hestur), Hans Peter Hansen (Argir), Willum Stein Poulsen (Velbastaður), Jakob Martin Frits Joensen (Havn), Christian Finnur Finnsson (Havn), Jacob Andreas Zakarias Severin Petersen (Havn), Jens Han- sen (Nólsoy) og Zakarias Emarius Christiansen. Vit kenna 3 av nøvnunum á myndini. Drongurin aftast nr. 3 f.v., er Jens Hansen (Nólsoy). Gentan nr. 3 frá vinstru í miðraðnum er Julie Jacobine Thomsen (Nólsoy) og gentan nr. 3 f.h. í miðraðnum, er Susanne Olsen, úti á Borð- ini. Hon er í hvítum kjóla. Konfirmantarnir tann 11. oktober 1914 vóru: Johann- es Sofus Olsen (Havn), Laurids Christian Reinert (Norðradalur), Zacharias Emarius Jensen (Stykkið), Poul Poulsen (Eiði), Thomas Nygaard (Eiði), Karl Ingvard Johannesen (Hvalvík), Eline Susanne Irena Johansen (Havn), Marie Olsen (Havn) og Anna Malene Joensen (Havn). Møguliga er mynd tikin av teimum 9 konfirm- antunum sum blivu fermdir tann 11. oktober 1914. Um so er, hevði tað verið gott um onkur hevði upp- lýsingar um myndina. Tey, sum kenna fólk á myndini, kunnu ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647, so vit kunna fáa røttu nøvnini á røttu persónarnar. Mynd: Anna Juul Thomsen, Nólsoy Dagurin 18. oktober. Lukas. Evangelistur og ápostlasøgu- skrivari. Halgisøgan sigur, at hann eisini var lista- málari og málaði eina mynd av Mariu Moy. Eisini verður sagt, at hann doyði friðarliga 84 ára gamal. Navnið er grikst og merkir maður úr Suðuri.