Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 198 - 18. oktober 2005 Tey byrjaðu á berum sunnukvøldið. Men seinnapartin leygar- dagin prógvaði felags- kórið at hóast stutta tíð til venjing, so kann eitt ótrúligt úrslit spyrjast burtur úr, tá øll eru samd um at fáa sum mest burtur úr. Konsertin í høllini á Eiði leygardagin prógv- aði, at dugur er í anda- ligum føroyskum sangi, tónleiki og leiðslu UMMÆLI Snorri Brend Kórið hevur sungið nakrar nýggjar sangir á enskum og á føroyskum. Vit er komin nakað miðskeiðis í konsert- ina. Pallurin sær út sum pallar eiga til eina slíka hugnaliga konsert: Livandi ljós framman fyri og úr erva strála tey ljósini, sum kunnu broyta ein pall úr grønum til reytt eftir brøk- parti av einum sekundi. Og úr einum blásara aftanfyri pallin legst roykur inn yvir pallin. Í vinstru síðu sita teir svørtklæddu tónleikararnir og teimum við lið stendur tað stóra kórið. Í dag telur tað beint omanfyri 100 sangarar úr øllum landin- um. Kórleiðarin hevur júst sligið av tann undanfarna sangin. Hann gevur nú tekin til trummuspælaran um at byrja næsta sang. Trummustikkararnir fara í loft, hann slær taktina ann og so er hesin sangurin í gongd. Tónleikararnir spæla eina vakra intro til henda sangin – eina intro, sum ikki gevur áhoyrarunum nakra ábend- ing um, hvat er í væntu. Hjálp til lagið Hesar intro’ir líkjast rætti- liga nógv, og tí hildu tey flestu helst, at hetta fór bara at verða enn ein nýggjur – og ókendur – sangur frá kórsins síðu. Men so var ikki. Longu í fyrstu sangregl- uni er okkurt sum tú festir teg við í sanginum. Sungu tey ikki okkurt um ein silv- urstrong?! Nei, tað ber ikki til, tí hatta lagið er jú ikki tað, sum vanliga verður brúkt til henda sangin í teim ymisku samkomunum. Tú fært líka tíð til at murra eina hálva reglu av hesum sanginum innantanna, tá kórið kemur til niðurlagið. Ein solistur tekur nú yvir. Lagið tykist framvegis vera ókent – ella kann tað veru- liga vera so, at hetta lagið líkist so nógv tí kenda? Er hetta bert ein umskriving, ella ... ? Orðini tykjast í øll- um førum at vera tey somu. Tú byrjar nú so smátt at kenna lagið út frá tí, sum kórið ber fram, og so líð- andi kemur teksturin tær eisini í hug – tí hetta er veruliga kendi sangurin: Ein dag so røddin tagna skal, tí silvurstrongur brost- in er. Orðini eiga Fanny Cros- by og Olfert Richard, og týðingina Edmund í Garði. Lagið eigur ein ið kallast Georges Coles Stebbins, men umframt øll hesi stríðsfólkini á trúarleið, so hevur kórleiðarin sjálvur, Ole Mouritsen havt ein av- gerandi leiklut í hesi ótrú- liga vøkru útsetingini. Hann hevur í fyrsta um- fari hjálpt mr. Stebbins við lagnum, men hevur so tikið henda sangin til sítt hjarta og hevur givið honum eitt nýtt og meiri spennandi skap við vøkru og øðrvísi útseting síni. Kórið hevur eisini tikið henda sangin til sín, og fyri tey er tað ein frøi at kunna frambera henda sangin her í ítróttarhøllini á Eiði. Við hesum sanginum prógva tey at eitt gamalt lag til ein góðan, gamlan tekst kann íklæðast nútíðarbúna, uttan at tað tekur nakað frá innihaldinum. Barnarørslur Konsertin í fullsettu ítrótt- arhøllini byrjaði annars við einum barnakóri. Til hetta sangskeiðið hevði tað eydnast sang- nevndini hjá Heimamissi- ónini at fáa danan, Ole Mouritsen at koma til Før- oyar at stjórna felagskórin- um. Tey vóru haraftrat so heppin at kona hansara, Anetta eisini hevur stóran áhuga fyri sangi – barna- sangi. Tá hon so varð spurd um at leiða barnakórið var tað heilt natúrligt fyri hana at játta hesi umbønini. Hóast tíðin er avmarkað til venjingarnar og at læra børnini tað nýggja tilfarið, so sló barnakórið beinan- vegin tónan ann. Tey vístu, at við miðvís- ari venjing í seks dagar kann ein koma ótrúliga langt, bæði tá talan er um at instruera teir ungu tón- leikararnar og við at fáa solistarnar at frambera sínar sangir við slíkari sannføring, sum gjørt varð henda seinnapartin á Eiði. Tað mundi helst undra onkran, at tey kundu fáa so væl burtur úr eftir so stuttari tíð. Men hegnið hjá Anette at leiða tey í sang var eingin í iva um, tá hesi børnini og ungfólkini stóð her á pallinum. Við rørslum, góðum tón- leiki og sanggleði bergtóku tey áhoyrararnar frá fyrst løtu. Orsøk at lovsyngja Hóast talan var um eina konsert, so var eisini høvið til eina andakt. Heri Trónd- heim av Argjum tosaði her um tað at fáa misgerð sína fyrigivna. - At ein annar bar synd okkara upp á krossin, tað gevur orsøk at fegnast og at syngja lovsang, segði hann. Við hesum orðum legði hann líkasum upp til seinnu helvtina av konsertini. Teir svørtklæddu í vinstru síðu á pallinum byrjaðu nú at spæla, og við ein byrjaði fólkið í høllini at klappa: Nú kemur kórið marsjerandi inn. Tey fara upp á pallin, og í somu løtu summ seinasti sopranurin er komin uppá pláss, stemmar kórið í fyrsta sangin: You’re not alone. Umframt ta stóru fyri- reikingina til eitt slíkt skeið og til konsertina, so vóru fyrireikararnir somuleiðis væl fyrireikaðir uppá tann veruleika, at øll ikki skilja tað enska málið til fulnar. Fyri at geva áhoyrarunum eina fatan av innihaldinum í teim ensku sangunum, høvdu teir sett upp ein stórskíggja í høgra borði. Her varð greitt frá innihald- inum í teim ensku sangin- um. Eitt sera heppið stig, má sigast. Rapp Hinvegin so átti eina at gjørt enn meiri brúk av hes- um møguleikanum á kon- sertini. Til aðrar konsertir er vanligt at fáa eina sang- skrá í hondina, tá ein rindar fyri atgongumerkið, men tað varð ikki gjørt her. Tað kann ein so gera næstu ferð. Ein kundi her brúkt stór- skíggjan til at sagt frá tí næsta sanginum – heiti, hvør átti orðini, lagið, út- setingina, og ikki minst nøvnini á teimum, sum sungu solo ella rappaðu, eins og gjørt varð í eina sanginum. Hetta tekur tó einki frá konsertini, sum var eitt upplivilsi og eitt prógv um, at ein við miðvísum arbeiði kann røkka ótrúlig úrslit eftir bert einari viku. Konsertin prógvaði eis- ini, at tað ber til at syngja enskar og føroyskar sangir saman, og at teir góðu og gomlu sangirnir eisini hóska seg við nútíðar tón- leiki og útsetingum. At áhoyrarunum dámdu hetta væl, sást best av tí at kórið varð klappað til at syngja enn ein sang til seinast. Slakar tveir tímar seinni var konsertin at enda kom- in. Øll fóru við gleði hvør til sín, murrandi okkurt av løgunum frá konsertini – kanska henda: Gud, tú ert mín styrki! Og tað ER Hann, bæði á konsertini og tá gerandis- dagurin kom aftur. Gott gamalt latið í nútíðar búna Felagskórið fór eisini eina ferð til bakgarðarnar í New York. Og tá ein er staddur har so hoyrir eisini eitt rapp-nummar til. Tað syrgdu hesir báðir garparnir fyri Hóast barnakórið bert hevði sungið í eina viku, so hoyrdist tað ikki á nakran hátt. Undir kønari leiðslu av Anettu sungu tey so tað brakaði