Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 18. oktober 2005 11 Bárður Nielsen tók ikki ímóti eini útrættari hond – Sjálvt um vit í veru- leikanum góðtóku at fara niður í løn, vildi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki góðtaka tað ARBEIÐSSTEÐGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er fíggjarmálaráðið og landsstýrið, sum hevur alla skyldina av arbeiðs- steðginum sum nú er. Tað ivast Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ikki eina løtu. Hann sigur, at í veru- leikanum góðtók Starvs- mannafelagið at fara niður í løn, men kortini vildi Bárð- ur Nielsen ikki góðtaka tað. – Vit rættu honum hond- ina, men hann tók hana ikki, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Semingsuppskotið gav Starvsmannafelagnum eina lønarhækking upp á 1%, men sáttmálin skuldi bara vera galdandi í eitt ár. – Prísvøksturin seinastu tíðina hevur verið meiri enn 1% og tí er talan í veruleik- anum um eina lønarlækk- ing. Men vit voru sinnað at góðtaka tað í eitt ár, fyri at fáa frið á arbeiðsmarknað- inum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Men landsstýrið vrakaði semingsuppskotið og Bárður Nielsen tvíheldur framvegis um, at lønin skal ikki hækka. Hann vil heldur ikki góð- taka ein eittárs sáttmála, tí hann metir ikki, at tað fer at geva frið á arbeiðsmarkn- aðinum. Av tí at tað er Fíggjar- málaráðið, sum hevur vrakað semjuna, er ongin sáttmáli og so ber ikki til at arbeiða. – Men sostatt er tað Fíggjarmálaráðið, sum einsamalt hevur skyldina av arbeiðssteðginum og tí er tað eisini fíggjarmálaráðið , sum hevur bóltin og eigur at spæla út. Eitt, sum nógv hevur verið tosað um í sambandi við arbeiðssteðgin, er tað, at skipini hjá Strandferðsl- una. Í gjáramorgunin hevði ongin tosað við Starvs- mannafelagið um at gera undantak fyri skipini hjá Strandferðsluni so at Suð- uroy, Sandoy og Norð- oyggjar, ikki vórðu avbyrgd frá meginøkinum. – Vil Fíggjarmálaráðið hava partar av tí almenna virkseminum í gongd aftur, má landsstýrismaðurin venda sær til Starvsmanna- felagið at vita um ein avtala ella ein fyribilsavtala kann gerast millum partarnar um tey økini, sum ætlanin er at fáa ígongd aftur, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann vil kortini ikki siga um Starvsmannafelagið hevði verið sinnað at tosa um undantaksloyvi til Strandferðsluna. – Kortini fýlist hann á, at politikarar og onnur hava mestsum hug til at geva Starvsmannafelagnum skyldina fyri støðuna. – Hetta er tað, sum hend- ir, tá ið ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ikki at leggjast eftir nøkrum ávísing. At Strandferðslan liggur er einfalt ein avleiðing av eini ósemju og onki annað, sigur formaðurin í Starvs- mannfelagnum. – Og av tí, at tað var Fíggjarmálaráðið, sum vrakaði semingsuppskotið er tað eisini Fíggjarmála- ráðið, sum spælir høgt spæl við samferåsluni ímillum oyggjarnar. Og trupulleikin kann loysastheilt einfalt við at góðtaka semingsupp- skotið, leggur hann afturat. Landsstýrið fer nú at taka ítøkilig stig fyri at forða fyri, at sam- ferðslan aftur verður løgd lamin av ar- beiðssteðgum ARBEIÐSSTEÐGUR OG SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta hongur ikki saman longur! Jóannes Eidesgaard, løg- maður, sigur, at tað kann ikki góðtakast longur, at samferðslan verður løgd lamin av einum arbeiðs- steðgi. Tí hevur hann tosað við Bjarna Djurholm, lands- stýrismann í arbeiðsmarkn- aðarmálum um at so skjótt hesin arbeiðssteðgurin er av, skal landsstýrið seta ein arbeiðsbólk at arbeiða fyri at finna eina loysn, so at samferðslan ikki aftur verð- ur løgd lamin av arbeiðs- steðgi. – Tað kunnu vit gera útfrá tí sjónarmiði, at Smyril, Teistin og onnur Strand- ferðsluskip, eru partur av veganetinum. Vegenetið er annars ikki skert av ar- beiðssteðginum og tí er tað ikki góðtakiligt, at tey, sum bara hava strandferðsluna at dúva uppá, skulu verða tey einastu, sum verða rakt í so máta. – Tí ætlar landsstýrið at seta ein bólk at kanna eftir, hvussu tað kann fyribyrgj- ast at samferðslan verður løgd lamin, tí hon hevur so avgerðandi týdning. Hann ásannar, at hetta er ein stórur trupulleiki hjá vanligum fólki, men ikki minst er hetta darvandi fyri vinnuna, sum missur pen- ing og ikki fær lagt til rættis og hetta darvar eisini íløg- um í heis øki í landinum, tí íleggjarar vilja hava støðug viðurskifti. – Hetta eru ikki umstøður at bjóða vinnulívinum, staðfestir hann. Hetta er annars eitt, sum politikarar hava tosað um í nógv ár. Beinanvegin hend- an samgongan kom til, var ætlanin at taka málið upp, men tá sat ein bólkur og arbeiddi við viðurskiftun- um á arbeiðsmarknaðinum og tað var ikki mett at vera skilagott at órógva tað arbeiðið. – Men nú slepst so ikki undan at taka málið upp. Eitt álvarsmál Løgmaður leggur dent á, at hann ætlar ikki at skerja rættin hjá fakfeløgunum. – Men tað er við at verða ov nógv av tí góða, at tey somu økini í Føroyum ferð eftir ferð skulu kenna svið- an av arbeiðssteðgum og tað kann ikki vera mein- ingin. Hann metir heldur ikki, at tað er heilt vandaleyst at so nógvir smábátar sigla við ferðafólki ímillum oyggjarnar nú á vetrardegi. – Og tað er ikki lætt at greiða frá, at tað skal vera neyðugt hjá ferðafólki at sigla við eini gamlari slupp og smábátum, ímeðan tvey stór ferðamannaskip liggja bundin av eini ósemju. Tí heldur løgmaður, at hetta avgjørt er rætta tíðin til at taka hetta málið um samferðsluna og arbeiðs- steðgir upp til ítøkiliga viðgerð og tað verður nú gjørt. Hann vil ikki siga nakað um, hvør loysnin skal vera, tí tað heldur hann at arbeiðsbólkurin skal koma til eina niðurstøð um. Ein møguleiki hevur, sum hevur verið nevndur,er at gera manningarnar til tænastufólk, sum ikki hava loyvi at fara í verkfall. Útjaðarin skal ikki aftur leggjast lamin av arbeiðssteðgi – Vil Fíggjarmálaráðið, at skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla, má landsstýris- maðurin venda sær til Starvsmannafelagið at vita um ein avtala kann gerast, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Her er nýggi Smyril í Trongisvágsfirði leygarmorg- unin. Lýsing hevur tikið myndina Eisini løgmaður var umborð á nýggja Smyrli. Her er hann í práti við Elberg Klettheyggj úr Sandvík, vinstrumegin og John Berg úr Nesi í Hvalba. So skjótt hesin arbeiðssteðg- urin er av, fer landsstýrið at seta ein arbeiðsbólk at við- gera, hvussu vit sleppa undan at samferðslan verður rakt av arbeiðssteðgi