týsdagur 18. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 198 - 18. oktober 2005
Uttan at taka dagar í millum partarnar í tí lønar-
ósemju, sum nú hevur elvt til arbeiðssteðg á stórum
parti av almenna arbeiðsmarknaðinum, so kunnu vit
uttan víðari staðfesta, at útjaðarin enn einferð er
vorðin gísli. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki,
ið sum kunnugt stendst av, at ein stórur partur av
manningunum á strandfaraskipunum eru limir í
Starvsmannafelagnum.
Fylgjurnar av einum arbeiðssteðgi á hesum sátt-
málaøki eru sera ymiskar. Tað kann soleiðis uttan víð-
ari staðfestast, at negativu avleiðingarnar í megin-
økinum í fyrstu atløgu eru avmarkaðar. Lívið gongur
víðari næstan, sum um einki var hent. Almennu
skrivstovurnar eru framvegis opnar. Hóast vekslarar
kanska eru stongdir, so sleppur ein framat at kalla
øllum teimum embætisfólkum, sum ikki eru í
verkfalli, tí beinleiðis telefonnummar standa á
flestøllum heimsíðum. Tað ber til at senda teldubrøv
til allar almennar teldupostadressur. Løgting og
landsstýri, landsstovnar, býráðs- og bygdaráðsstovur,
kommunalir stovnar, tunnlar og Bygdaleiðir alt virkar
at kalla ónervað av arbeiðssteðginum. Fólk sleppa
aftur og fram til arbeiðis, børnini sleppa í skúla og á
dagstovn sum um eingin arbeiðssteðgur var.
Verður sæð burtur frá, at vit einki SvF hava og bert
eitt skert ÚF, so eru avleiðingarnar fyri meginøkið so-
statt sera avmarkaðar. Vit vita væl, at sum frálíður, tá
lønir, pensiónir og aðrar almennar veitingar eiga at
verða avgreiddar, fara avleiðingarnar eisini at merkj-
ast í meginøkinum á sama hátt sum tær frá fyrsta degi
merkjast í útjaðaraøkjunum. Men sum sagt í fyrstu
atløgu er tað útjaðarin, sum verður revsaður fyri eina
ósemju, sum í roynd og veru er millum eitt fakfelag,
sum hevur flestallar sínar limir í meginøkinum og so
ein myndugleika í sama meginøki.
Heildarmyndin av einum verkfalli ella einum ar-
beiðssteðgi á starvsmannaøkinum verður ósvitaliga,
at útjaðarin, ið er púra ósekur og mestsum ikki part-
ur í konfliktini, verður revsaður og gerst gísli hvørja
einastu ferð. Hetta er ikki fyri mark. Uttan mun til,
hvør ið hevur ábyrgdina av ósemjuni, so styrkir
hetta ikki starvsmannafelagspartin. Uttan mun til,
hvør ið má sigast at verða atvoldin til ein arbeiðs-
steðg, so kostar arbeiðssteðgurin altíð Starvsmanna-
felagnum goodwill ella góðvild. Sum gongdin er
innan almennu fyrisitingina, tørvar Starvsmanna-
felagnum góðvild. Tað kann ikki góðtakast, at útjað-
arin gerst gísli hvørja ferð. Uttan mun til, hvør av
pørtunum nú einaferð er atvoldin til eina ómsemju,
ið leiðir til verkfall, verkbann ella arbeiðssteðg, áttu
partarnir eina aðru ferð at funnið eina loysn, har
útjaðarin ikki verður revsaður fyri eina ósemju, sum
í høvuðsheitunum er staðsett í meginøkinum. Tað
ber uttan iva til og kunnu ivaleyst finnast útvegir, ið
eru eins effektivir og nú, har útjaðarin at kalla einsa-
mallur í hvussu so er í fyrstu atløgu má bøta við at
gerast gísli.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Útjaðarin gísli
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Fullveldisríki, tjóðríki og hjálandaveldi
Kaj Leo Johannesen,
sambandsfloksins
formaður, royndi í
grein herfyri at greiða
frá ráki í altjóðasam-
felagnum. Tíverri var
einki skil á tí, sum
hann skrivaði. Her
royni eg at rætta har,
sum Kaj Leo fór
skeivur
Jógvan Jacobsen,
formaður Unga
Tjóðveldisins
Fyrst nakrar skilmarkingar
(da:
definitioner).
Eitt
fullveldisríki (da: suvuræn
stat) er ein politisk og
landafrøðilig eind, sum er
viðurkend av øðrum full-
veldisríkjum. Eitt tjóðríki
(da: nationalstat) er eitt
fullveldisríki við einari tjóð
sum íbúgvar, politisk og
tjóðalig mørk samsvara
nøkunlunda. Eitt hjálanda-
veldi (da: kolonimakt) er
eitt fullveldisríki við undir-
skipaðum hjálondum ella
hitt hægsta landið í hesum
hjálandasambandinum. Kaj
Leo Johannesen blandar
hesi hugtøkini saman.
Kaj Leo skrivar, at einki
fullveldisríki er til, sum
ikki hevur handil við onnur
lond. Og út frá hesum sín-
um uppáhaldi ger hann ta
niðurstøðu, at einki veruligt
fullveldisríki er til. Ikki eiti
á logikkur.
Hetta byggir á gamla
fatan av fullveldisríkjum
frá teirri tíðini, tá ið øll
vildu vera hjálandaveldi.
Eftir krakkið á Wall-street í
1929 merktist búskaparliga
kreppan millum landa og
eisini í Føroyum. Tí fóru
fullveldisríki at byrgja seg
inni við tollmúrum og øðr-
um, fyri at steðga millum-
tjóðahandli, og heldur flyta
rávørur inn úr hjálondum
sínum. Tá gjørdist vanlig at
halda, at fullveldisríki ikki
skuldu hava handil sína
millum.
Men hetta fór ikki at
halda. Eftir seinra heims-
kríggj gjørdust hjálond
sjálvstøðug fullveldisríki
og hjálandaveldi tjóðríki.
Summi hjálond gjørdust
eisini tjóðríki. Og ongantíð
hava so nógv tjóðríki og
fullveldisríki verið til sum
nú.
Arbeitt verður tó ímóti
hesi tjóðríkjarørsluni. Tap-
ararnir í tjóðríkjarørsluni,
gomlu
evropeisku
hjá-
landaveldini, royndu her-
fyri við ES-grundlógini at
gera ES til eitt satt stór-
samveldi. Men hetta mis-
eydnaðist. ES megnaði ikki
at ganga ímóti tjóðríkja-
rørsluni.
Sostatt kunnu vit stað-
festa, at niðurstøðan hjá
Kaj Leo Johannesen er
skeiv. Hvørki fullveldisríki
ella tjóðríki eru á veg í
søguna. Harafturímóti eru
hjálandaveldini, sum júst
Sambandsflokkurin
um-
boðar, á veg í søguna.
Sanniliga hava lond handil
sína millum. Men hesin
ávirkar ikki støðu teirra
sum fullveldisríki ella tjóð-
ríki.
Sambandið, sum vit hava
til Danmarkar og Grøn-
lands, hetta sum sambands-
fólk nevna ríkisfelagsskap,
er ein leivd av hjálanda-
tíðini. Og hetta sambandið
er á veg í søguna.
Ongantíð hava so nógv
fullveldisríki og tjóðríki
verið til sum júst nú. Og ein
dag verða eisini Føroyar
sum fullveldisríki og tjóð-
ríki partur av altjóða sam-
felagnum, og ikki, sum nú,
innilæst í einari gamlari
leivd av einum hjálanda-
veldi.
Løgmann Jóannes
Ejdesgaard- og sam-
gongutinglimir allar:
Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana
Bill Justinussen
Allir føroyingar harmast í
hesum døgum tað van-
lukkuligu støðu tjóðin er
komin í av tí arbeiðssteðgi,
ið enn einaferð leggur stór-
an part av samfelagnum
lamið.
Í fjølmiðlunum hava ein-
stakir samgonglimir gjørt
vart við sína ónøgd, og 18
teirra, tvs. góður meiriluti
av føroya løgtingi, heita á
partarnar báðar at taka
uppaftur samráðingarnar.
Ásannandi, at annar sam-
ráðingarparturin
longu
treytaleyst hevur tikið undir
við
uppskoti
semings-
manna, og at bakland
landsstýrisins, t.e. sam-
gongumeirilutin, sigur seg
ynskja frið aftur á ar-
beiðsmarknaðinum, heitir
Miðflokkurin á Løgmann
um at vísa samfelagsábyrgd
og steðga verkbanninum.
Skuldi hetta kravt, at
ábyrgdarhavandi landsstýr-
ismaður verður tikin av
ræði, eigur hetta at verða
gjørt, tí hvørki samfelagið
sum heild, ella tey útjaðar-
arøkir, sum aftur hesaferð á
serligan hátt merkja sviðan
av arbeiðssteðginum, eiga
at bera prísin fyri tí stutt-
skygni, sum eyðkennir hesa
avgerð fíggjarmálaráðharr-
ans.
Avgerðin liggur í hond-
um samgongunnar, umráð-
andi er at taka hana, tí með-
an tosað og skrivað verður,
farast samfelagsvirðir.
Áheitan á leiðara samgongunnar