týsdagur 18. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
9
Suðuroyggin hevur ein
glæsiligan møguleika
- Um suðuroyingar
samstarva, hevur
oyggin ein glæsiligan
møguleika, men uttan
samstarv verður neyv-
an borið boð í bý,
segði landsstýrismað-
urin, Jógvan við Keldu
á Krambatanga, tá ið
hann heilsaði nýggja
Smyrli vælkomnum
SUÐUROYGGIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jógvan við Keldu var við til
móttøkuna, tá ið nýggi
Smyril legði til bryggju á
Tvøroyri. Landsstýrismað-
urin slapp um Leirvíksfjørð
við Brandal, koyrdi vestur í
Vágar og haðani við tyrlu til
Suðuroyar. Heimferðin var á
sama hátt – við tyrlu, bili og
báti um Leirvíksfjørð.
Í røðu síni á Kramba-
tanga vísti Jógvan við
Keldu á, at tað júst var hið-
ani av Tvøroyri, at fyrsta
átakið varð framt við at
skipa innanoyggjasigling.
- Hetta kom eftir, at ein
tingnevnd í áravís hevði
sitið við málinum – uttan,
at nakað var komið burtur
úr. Bráddliga kemur Mort-
ensens handil upp í leikin,
og uttan nakað uttanumtos
byggja teir fyrsta Smirilin,
sum varð brúktur til bæði
danmarkarsigling og skot-
landssigling – og eisini í
ávísum førum til verju av
føroyskum sjóøki.
Jógvan segði, at møgu-
leikarnir eru ovurhonds
nógvir við hesum nýggja
og stásiliga fari, men legði
dent á, at aðalendamálið er
sambandið um Suðuroyar-
fjørð.
- Fyri 100 árum síðani
gekk Suðuroyggin greitt á
odda í mong ár og var ein
glæsilig fyrimynd fyri hinar
partarnar av Føroyum.
Hann segði, at í 1930-
árunum liðu Føroyar – eins
og allur heimurin - búskap-
arligt skipbrot, og hetta
gjørdi eisini vart við seg í
Suðuroynni.
- Eftir krígslok og heima-
stýrislógina, rendu Føroyar
seg í eina sentraliseringar-
trongd av almennum fyri-
takssemi, sum allur útjað-
arin síðani hevur kent svið-
an av - og einamest
Suðuroyggin.
Jógvan við Keldu vísti á,
at suðuroyingar vóru væl
fyri útbúgvingarliga. Teir
fóru í útlond at lesa, men av
tí, at almenni sektorurin var
sentraliseraður, komu hesi
ikki aftur til Suðuroyar.
- Í dag standa tit suðuroy-
ingar fyri eini risa avbjóð-
ing, sum ikki verður greidd
uttan eitt dygt samstarv
millum kommunur, vinnu-
lív og fakfeløg.
Hann segði, at við sínum
royndum sum borgarstjóri í
eini útjaðarakommunu í 16
ár, kundi hann siga, at
roknast skal ikki við teirri
stóru hjálpini uttanífrá.
- Men um suðuroyingar
samstarva, hevur oyggin
ein glæsiligan møguleika.
Uttan samstarv, verður
neyvan borið boð í bý,
segði landsstýrismaðurin.
Sæunn
í býráðið
fyri Kára
Sæunn Ólavsdóttir Han-
sen hevur tikið sæti í
Runavíkar býráði fyri
Kára P. Højgaard, býráðs-
lim. Hon situr frá 15.
oktober og 14 dagar fram.
Sæunn sat í undanfarnu
setu og var næstformaður
í fíggjarnevndini, næst-
formaður í sosialu nevnd
og stýrisformaður fyri
Eysturoyar Røktar-og Ell-
isheimi.
Runavíkar býráð hevur í
hesum valskeiði onga
kvinnu sitandi, men nú
Sæunn hevur tikið sæti
fyri Kára, er ein kvinna
millum tey 11, sum er
talið av býráðslimur í
Runavíkar býráði.
Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður,
hevur onga viðmerk-
ing til, um møguleiki
er fyri, at løgtingið
við lóg fer at syrgja
fyri, at strandfara-
skipini verða undan-
tikin arbeiðssteðg-
inum
SAMFERÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað endurtekur seg ferð
eftir ferð, tá ið verkfall,
verkbann ella arbeiðs-
steðgur er, at tær oyggjar,
har fjørður er til "fast-
landið", verða serliga hart
raktar, tí strandfaraskipini
verða løgd. Serliga galið
er tað hjá teimum, sum
skulu um Suðuroyarfjørð,
tí henda farleið er long,
og farvatnið er sum oftast
ringt hesa ársins tíð.
At løgtingið við lóg
steðgar einum verkfalli
ella verkbanni, er ikki so
óvanligt, tá ið tað dregur
út við at loysa ósemjur.
Eingin viðmerking
Seinastu dagarnar hava
tíðindi gingið um, at løg-
tingið møguliga fer at
leggja seg út í arbeiðs-
steðgin, soleiðis at løgdu
strandfaraskipini, eitt nú
Smyril um Suðuroyar-
fjørð og Dúgvan um Leir-
víksfjørð, kunnu fara í
sigling aftur, men Jógvan
við Keldu, landsstýris-
maður, hevur onga við-
merking til hesi tíðindi.
- Nei, hatta havi eg
onga viðmerking til. Tit
mugu spyrja onkran ann-
an!
Jógvan við Keldu heldur
fyri, at fjølmiðlarnir eru
skjótir at ringja til hansara,
tá ið tað er okkurt negativt,
sum er á vási.
Landsstýrismaðurin
hevur tískil ongan hug yv-
irhøvur at gera viðmerk-
ingar til eina møguliga
uppílegging, nú siglingin
hjá strandfaraskipunum
um eitt nú Suðuroyarfjørð
og Leirvíksfjørð liggur í
andaleypi - og fólk noyð-
ast at ferðast um hesar
firðir um øðrum bátum.
Jógvan við Keldu:
"Spyrjið
onkran annan
um tað"
- Eingin viðmerking, sigur
Jógvan við Keldu
- Møguleikarnir við hesum nýggja og stásiliga fari eru ovurhondsstórir, men aðalmálið er
Suðuroyggin, segði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður á Krambatanga
Mynd: Erik Christensen
Bátar, sum hava siglt
um Suðuroyarfjørð
við fólki í vikuskiftin-
um, nú Smyril liggur,
hava tikið heilt upp í
400 krónur fyri
einvegis túrin
SIGLING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Arbeiðssteðgurin
kostar
dýrt hjá teimum, sum noyð-
ast um Suðuroyarfjørð, nú
Smyril liggur. Sluppin, Jó-
hanna, hevur gjørt onkran
túrin, og tað hava bátarnir,
Froyur og Silja Star, eisini.
Aðrir bátar hava eisini siglt
við fólki í vikuskiftinum.
Sosialurin veit við vissu,
at onkur glastrevjabátur av
Tvøroyri hevur tikið heilt
upp í 400 krónur fyri hvønn
fyri einvegis túrin um
fjørðin. Hinvegin hava aðrir
kravt minni, og eitt nú
Froyur hjá Bjarka Skúvadal
í Vestmanna, sum sigldi
tríggjar túrar í vikuskiftin-
um, hevur tikið 200 krónur
fyri hvønn vaksnan ferð-
andi – og 100 krónur fyri
børn.
- Vit sigldu ein túr suður
og norðuraftur leygardagin
og tveir túrar sunnudagin.
Froyur, sum er 14 metrar
langur og 4,22 metrar
breiður, kann hava 48 fólk
við hvønn túrin. Samlaða
talið av ferðandi hesar báð-
ar dagarnar var eini 100, og
tað er ov lítið til, at tað skal
loysa seg at sigla fyri 200
og 100 krónur fyri hvønn
ferðandi.
Bjarki Skúvadal sigur, at
hann hevði ikki samvitsku
til at taka meira frá teimum
ferðandi.
- Vit væntaðu í staðin at
fáa fullan bát, men tað
fingu vit so ikki. Lutfals-
liga lítil flutningur hevur
verið suður, men norður-
aftur hevur væl av fólki
verið við.
Hann sigur, at Froyur
bara sunnudagin brúkti fyri
einar 7.000 krónur í olju.
- Vit royndu at gera sigl-
ingina so lagaliga sum
gjørligt við at sigla millum
Gomlurætt
og
Hvalba.
Hesir túrar taka umleið ein
tíma og 10 minuttir.
Spurdur, hvat hann held-
ur um ein prís upp á 400
krónur um Suðuroyarfjørð,
sigur Bjarki, at hetta ikki er
ov nógv, um bátarnir, sum
sigla, skulu fáa nakað burt-
ur úr hesum.
- Men hetta er meira, enn
vit høvdu samvitsku til at
taka, sigur Bjarki Skúvadal,
sum ivast í, um Froyur fer
at gera fleiri túrar um Suð-
uroyarfjørð í hesum umfari.
Dýrt at ferðast um Suðuroyarfjørð