Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 199 - 19. oktober 2005 Har vóru fólk heilt til Himmals Eivør helt tað vera fantastisk, at traðka út á pallin og síggja nógva fólkið í salin- um og á teimum fyltu balkongunum, sum gingu heilt upp til Himmals KONSERT Í OPERAHÚSINUM Eivør er sum altíð blíð, tá eg hitti hana aftan fyri pallin aftan á konsertina. Okkurt skilfólk, sjeikurin og umboðskonan eru í skiftingarrúminum, og so Eivør og eg. Hon leggur fyri við siga, at hetta hev- ur ikki verið hennara besta konsert, og at tón- leikaliga vóru konsert- irnar í Føroyum betur. Krevur størri rørslir Men tað sagt, heldur hon, tað vera ótrúliga stuttligt at uppliva hesar karmar- nar. "Tað var ótrúliga flott at síggja, tá eg traðkaði út á pallin, og sá fulla salin. Har sá út, sum um har vóru fólk heilt til Himm- als. " greiddi hon frá. "Tað er altíð avbjóðandi at spæla fyri so nógvum fólki, eg vil ikki siga, at eg beinleiðis var nervøs, men man følir, at man skal røkka fleiri, og tað krevur størri rørslir. Men tá hjálpir tað sjálvandi at hava eitt Big Band aftan fyri seg. Nógva orkan, sum er á pallinum, gevur nógv, og ger tað ordiliga stuttligt." Løgið ljóð Hon sigur frá, at hon heldur hølini vera ótrúliga flott, "Ljósið var soleiðis, at man sá áskoðararnar rættuliga væl, og tað er stuttligt. Ljóðið tyktist eisini at vera øgilig gott í salinum, og eg veit, at ljóðmaðurin har úti var ordiliga góður, men á pallinum kundi tað verið betur. Tað var eitt sindur løgið ljóð, men tað gekk" sigur hon. "Tað er altíð annarleiðis at spæla fyri fólki, ið ikki kenna tónleikin, og man merkir tað beinanvegin, tá man kemur á pallin, ikki annarleiðis á nakran ring- an hátt, faktiskt uppá ein góðan hátt". Ikki síðsta konsert Hetta var fyribils endin á konsertferðini við Dan- marks Radios Big Band, og Eivør heldur hetta hava verið eitt stuttligt sam- starv. "Man verður ordi- liga forkelaður" fólk eru, sum taka sær av øllum , og man skal bara hugsa um at spæla." Hon vænt- ar, at onkur konsert verð- ur við Big Bandinum seinni. Sigvør umboðs- konan sigur, at ein longu er avtalað, so hetta er ikki síðstu ferð, at hetta sam- starv er á palli saman. Danski marknaðurin Eivør leggur ikki skjól á, at hon er í ferð við at royna seg á danska marknaðinum og fortelur, at hon í februar fer á størri konsertferð í Danmark. Eingin ivi er um, at kon- sertferðin og fløgan við Danmark Radios Big Band hava lagt eitt gott støði fyri at klára seg væl á hesum marknaði. So ófatilig Karmar, tónleikur, songkvinnur og áskoðarar gjørdu konsertina í Opera- húsinum í Keyp- mannahavn mána- kvøldið til eina so ófatiliga vakra upp- living KONSERT Í OPERAHÚSINUM Orð: Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Símun J. Hansen Eivør og Caroline Hender- son fyltu stásiligu opera- húsini í Keypmannahavn, tá tær mánakvøldið bjóð- aðu innar til jazzkonsert. Konsertin, ið vardi tríggjar tímar, var ein stór tónlistar- lig uppliving. Tað var Copenhagen Jazzhouse, ið lánti Operahúsið hetta kvøldið, tí sum frásøgumaðurin segði, tá hann bjóðaði væl- komnum, summar kon- sertir krevja størri karmar. Hetta hevur hann rætt í, og torført er at ímynda sær stórslignari karmar enn júst operahúsið. Gásarhold, ið heldur Hóast Big Band tónleikur ofta kann vera eitt sindur easy listening kendur, so var tað ikki hetta, sum merkti konsertina í opera- húsinum. Teir nógvu áskoðararnir vóru mettir og móðir, tá dyrnar til opera- húsið lótu upp aftur. Tvær av teimum heilt góðu sangarindunum í danska kongaríkinum høvdu staðið á pallinum, og aftan fyri seg høvdu tær hvør í sínum lagi tveir av bestu bólkunum innan fyri hvørt sítt økið í sama kongaríki, og so í slíkum kørmunum. Tá eg skrivi hetta 12 tímar eftir, at kon- sertin var av, er enn eitt sløð av gásarholdinum eftir. Tí hóast gásarholdið bert veruliga gjørdi um seg í einum lagi alt kvøldið, so var hetta so ógvusligt, at bara tankin um "Nú brenn- ur tú í mær" gevur gásar- hold um allan kroppin. So vakurt Húsini eru stórsligin, ein fullur salur og tríggjar hæddir av balkongum, í allar hava trý røð av setr- um, eru tilsamans eitt hav av fólki, sjálvt roynda sang- kvinnan Caroline Hender- son, sum hevur spælt kon- sertir seinastu 20 árini, segði heilt spontant í mikrofonina "Hold da op, hvor er her smukt", og tað var júst vakurleiki, sum eyðkendi hesa konsertupp- livingina, vakur tónleikur og vakrar kvinnur í fantast- iska vøkrum karmum. Ljósið var vakurt, serliga tann stóri ljósmyndavegg- urin aftan fyri pallin og ja, áskoðararnir høvdu pyntað Caroline Henderson spældi við standard jazzin, men fekk ikki veruliga veingir fyrr enn poppurin slapp á skránna, og við lagn- um "Made in Europe" bergtók hon áhoyrar- arnar KONSERT Í OPERAHÚSINUM Caroline Henderson legði fyri. Danska sangarindan við svenskari mammu, upp- vøkstri í New York, London og Paris og tónlistarligum støði í popduo’ini Ray-Dee- Ohh, var heitasta danska poppnavnið í 1995, tá frá- líka lagið "Made in Europe" hittaði stórt í Danmark. Fløgan Cinemataztic, ið var løgd til rættis av frálíku Kasper Winding og Thomas Blachmann vann sjey virð- islønir á Danish Music Awards, og seldi eitt ótal av eintøkum. Síðan trip hop kenda poppin á Cinemata- ztic hevur Caroline leita tónlistarliga, tó uttan veru- liga at gera um seg. Tær báðar seinastu fløgurnar hava verið reinar jazzfløgur, og ummælarar hava elska tær, tó uttan at tann breiða áhoyrarafjøldin hevur tikið tær til sín. Kresten Osgod í hvítari T-shirt Tað var eisini jazzurin, ið merkti konsertina hjá Hend- erson í Operahúsinum. Í svørtum strømmum kjóla, Whitney Houston hári og skóm við stórum reyðum sloyfum á, líktist hon eini diva, og á onkran hátt klæddi hetta slettis ikki ann- ars so vøkru Caroline. Við sær hevði hon ein jazzbólk í heimsflokki, har serliga tann fantastiski trummu- leikarin Kresten Osgod skaraði framúr. Kresten Osgod, ið plagar at vera gestur á konsertum hjá Teiti, var í fyrstu helvt av konsertini heldur enn Caroline frontmaður í bólk- inum. Hann var frísuttur og farin í hvíta t-shirt, meðan restin øll vóru svørtklødd, hansara kropsmál var ógv- usligt, og hann spældi so markant, at Caroline Made in Europe »Tað var ótrúliga flott at síggja, tá eg traðkaði út á pallin, og sá fulla salin«, sigur Eivør Pálsdóttir