Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2005 3 ga vakurt seg eitt lítið sindur meira enn vanligt og vóru eisini við til at gera upplivingina vakra. Fólk gapaðu undrandi Nógvir føroyingar vóru í operahúsinum hetta kvøld- ið, men sanniliga eisini nógvir danir og fleiri av hesum mundu vera komnir at hyggja at navnframu Caroline Henderson, ella Danmarks Radios Big Band og kendu tí ikki Eivør áðrenn. Eg hoyrdi parið, ið sat framman fyri meg, práta um hetta.Tey vóru komin, at hyggja eftir Caroline og vistu slettis ikki av, at nakað annað var á skránni. Tá Danmarks Radios Big Band og Eivør byrjaðu við besta lagnum á kvøldinum "Nú brennur tú í mær" gapaðu tey undrandi, hetta var so vilt so frumkent og so ógvusligt, at gásarholdið var næstan ov nógv av tí góða. Við hesið garrvillu byrjan brendi Eivør seg fæstan í minnið hjá øllum teimum, sum ikki kendu hana áður. Vildu hoyra meira Hóast konsertin ongantíð aftur kom á hæddina við byrjanina, so var talan um eina sera vakra og sam- stundis ógvusliga konsert, og at meta eftir stóru fløgu- søluni aftan á konsertina, vóru nógv av teimum meira jomfrúuligu oyrunum áhug- aði í at hoyra meira. Eivør líktist í sínum grøna kjóla eini gandaveru av onkrum slag. Við síni sámisku trummu og ganda- kendu rørslum bergtók og trøllabant hon áhoyrar- arnar. bliknaði aftur í móti. Poppurin klæddi henni Tey fyrstu nógvu løgini vóru í stóran mun standard jazzur, og røddin og mátin hon var brúkt, var ikki framúrskarandi. Tað var ikki fyrr enn "Made in Europe" kom á skránna, at konsertin og kanska serliga Caroline vístu eitt eyka gear, hetta lagið var hædd- arpunkti á framførsluni hjá Caroline, og við tí flutti hon seg úr standard jazzinum til nógv meira popputtan tónleik, við blús, gospel og soul dámi, hetta klæddi henni væl, og gav konsertini ein góðan enda. Dietmar Schmidt, Plátufelagstjóri Sundance Records Hetta er fyrstu ferð, at eg hoyri Eivør live. Eg kenni fløgurnar, tí vit samstarva nógv við TUTL. Men eingin ivi er um, at Eivør er ein stór stjørna. Hon hevur eina fantastiska rødd. Verður hon vegleidd á rættan hátt, kann hon gerast heilt stór. Kenslan á hesið kon- sertini, og eg haldi eisini, at tað var galdandi fyri áskoðararnar sum heild, var, at hetta gjørdist ov nógv av tí góða. Man tím- ir heldur ikki at eta 20 pettir av lagkaku við róma. Skráin var løgd eitt sindur óheppið til rættis. Hevði konsertin verið uppbygd betur, soleiðis at man royndi at fáa hennara nógvu styrkir betur fram, so hevði heildin blivið betur. Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í operahúsinum, hetta er ein fantastiskur bygningur, mær dámar sera væl arkitekturin. Ljósið er eisini ómetaliga vakurt. Vágs poppur í operahúsinum Tummas Jákup Thomsen, listarmaður Hetta var ein sjáldsom konsert, eg haldi ikki, at eg havi orð fyri tí enn. Um eg skal hugsa í teim- um myndunum, ið eg havi í høvdinum, so vildi eg brúkt orðið surrealistiskt. Hetta, at tað norrøna møt- ir einum big bandi, skapar okkurt heilt serligt. Men samstundis bleiv tað at endans eitt sindur lang- drigið. Men sum heild var tað gott. Mær dámdi ser- liga væl, mátan sum rødd- in yvirdoyvdi og fór upp- um blásararnar, og uppum allan tónleikin. Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í operahúsinum, og hetta eru ótrúligir karmar til eina konsert, hetta er heilt futuristiskt. Brandur Patursson, listarmaður Konsertin var øgiliga góð, hon var fantastiska fjøl- broytt. Hetta var gott, í støðum varð tað næstan disharmoniskt. Blandið millum Eivør og eitt big band, gevur tónleikinum fleiri løg, og skapar fleri nuancir. So vóru tað eisini fantastiskir tónleikarar í big bandinum. Eg havi ikki verið í hes- um húsinum fyrr. Men mær dámar væl, at tað er gjørt so einkult. Hetta er øgiliga flott, og gevur góðar karmar til konsert- ina. Men eg tosaði við onkran, sum hevði sitið eitt annað stað, og har hoyrdu tey øgiliga illa, og tað er óheppið í einum operahúsið fyri 3 milliardir. Caroline Henderson, sum var kend við lagnum »Made in Europe« byrjaði konsertina í Operahúsinum mánakvøldið Við lagnum »Nú brennur tú í mær« bergtók Eivør donsku áhoyrararnar