mikudagur 19. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 199 - 19. oktober 2005
Vit rokna við at tú hevur hóskandi útbúgving og royndir frá
samsvarandi starvi. Tað er týdningarmikið at tú hevur áhuga í og
skil fyri tøkni og dugir at orða teg í skrift og talu.
Hevur hetta tín áhuga kanst tú senda eina umsøkn við prógvum
og c.v. til Niels Chr. Nolsøe, P/F Elekron, Staravegur 9, 110
Tórsavn, ella við telduposti til ncn@elektron.fo. Umsøknin skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2005.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Niels Chr. Nolsøe. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
Søluleiðari til Elektron
Stephanssons Hús
Elektron er í vøkstri sum veitari av hosting- og breiðbands-
tænastum, og vit søkja tí ein søluráðleiðara at fyriskipa
marknaðarføringina og søluna til serliga vinnufyritøkur og
almennar stovnar.
Sjálvt um marknaðurin er lutvís nýggjur, eru tænasturnar vit bjóða
ikki. Vit hava í eitt langt áramál veitt ambætara- og skipanarrakstur
umframt nettænastur til okkara kundar.
Talan er um nýstovnað starv, ið verður sera spennandi og
avbjóðandi fyri rætta persónin og vit kunnu lova góðar starvs-
felagar, sum altíð eru fúsir at hjálpa og vegleiða.
P/F Elektron er heildarveitari av KT-tænastum. Okkara kundar eru m.a. føroysku peninga-
stovnarnir, Toll- og Skattastova Føroya, Arbeiðsloysisskipanin og Almannastovan.
Størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri.
Á P/F Elektron starvast umleið 60 fólk og nettosølan var umleið 50 mió. kr. í 2004.
PF ELEKTRON
Staravegur 9 · P.O. BOX 3219
FO-110 Tórshavn
Tel.: +298 34 51 00 · fax: +298 34 51 01
e-mail: info@elektron.fo
Seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2005.
Fýra
live-
bólkar
á pallin
KONSERT
tíðindaskriv
Hóskvøldið verður kon-
sert í Kagganum, har
fýra væl dámdir bólkar
fara at spæla
Teir fýra bólkarnir eru
fløguaktuellu Paradox,
sum saman við Lama
Sea, Deja Vu og Dreams
fara at hava framførslur
í staðnum, sum júst
hevur fingið eina høv-
uðsumvæling.
Hetta kvøldið er talan
um ókeypis atgongd, og
verður byrjað kl. 19.30.
Minnast teir ið fórust í
heimsbardaganum
MINNINGARHALD
Tað eru í ár liðin 60 ár liðin
síðan 2. heimsbardagi end-
aði. Hesin bardagin kostaði
okkum dýrt í tapi av menn-
iskjalívum á sjónum.
Í hesum sambandi verð-
ur Alla Halgannadagur,
minningardagur teirra sjó-
latnu, í ár eisini ein ser-
ligur minningardagur fyri
teir, sum fórust á sjónum
undir krígnum.
Skráin fyri dagin er
henda:
kl. 15,00:
Tá verður tann vanliga
samkoman, sum plagar at
vera kl. 10 fyrst á Sjómans-
heiminum og síðan við
minnisvarðan í Viðalund-
ini, har løgmaður leggur
krans.
kl. 20.00:
Minningargudstænasta
í
Havnar
Kirkju.
Bergur
Debes Joensen talar. Aftan
á gudstænastuna verða øll
boðin til drekkamunn á
Sjómansheiminum, Hotel
Tórshavn.
Tí bjóðar Hin Føroyska
Sjómansmissiónin og Før-
oya Fiskimannafelag teim-
um, sum sigldu undir
krígnum, til eina samveru
við døgurða týsdagin tann
1. november kl. 17 á Sjó-
mansheiminum,
Hotel
Tórshavn.
Henda innbjóðing um-
fatar eisini konur, einkjur
og neyðug hjálparfólk.
Skipað verður so fyri, at
farast kann á sjómansheim-
ið aftan á bønarhaldið við
minnisvarðan og farast
kann í kirkju aftan á sam-
veruna.
Tey, sum hava hug at
koma við til hesa samveru
eiga í seinasta lagi 28.
oktober at boða frá til
Føroya Fiskimannafelag.
Ringjast kann til tlf. 31
1569,
faxast
kann
til
318769, og teldupostur
kann
sendast
til:
fo-
fisk@post.olivant.fo, sigur
Hin Føroyska Sjómans-
missiónin.
Sætti fyrilesturin í
røðini, Setrið á ferð,
verður í Fuglafirði
mikukvøldið, tá Jógv-
an í Lon Jacobsen fer
at halda fyrilestur um
mál
FYRILESTUR
Jákup Mørk
Fyrilestrarrøðin er partur
av 40 ára føðingardags-
haldinum hjá Setrinum, og
verður sætti fyrilesturin í
røðini á Bókasavninum í
Fuglafirði mikukvøldið 19.
oktober kl. 20. Tá fer
Jógvan í Lon Jacobsen, ad-
junktur í málfrøði á Før-
oyamálsdeildini at halda
fyrilesturin »Føroyskt í al-
tjóðagerðini - Hugburður
til enska ávirkan á før-
oyskt.«
Fyrilesturin byggir á ein
felags norðurlendsku verk-
ætlan »hugburður til ensk
tøkuorð í teimum norður-
lendsku málunum«. Jógvan
hevur gjørt kanningarnar í
Føroyum, og fer hann at
taka fram nakrar niðurstøð-
ur burtúr úr tí kvantitativa
partionum av verkætlanini,
t.e. úr eini meiningakann-
ing.
Vinkulin er tann sam-
felagsmálvísindaligi (sosi-
olingvistiski), og tí er spurn-
ingurin: í hvussu stóran
mun síggja vit nøkur sam-
felagslig mynstur i kann-
ingini um nýtslu av og hug-
burði til ensk orð í før-
oyskum. Er nakað samband
millum mál og samfelag? Er
hugburður og nýtsla treytað
av samfelagsligari støðu í
breiðari merking (inntøka,
útbúgving, kyn, aldur, hvar
fólk búgva og um fólk hava
teldu og internet.)
Jógvan í Lon Jacobsen er
mag.art. í norrønari mál-
frøði frá Fróðskaparsetri
Føroya og Københavns
Universiteti. Hann hevur
verið formaður í málnevnd-
ini frá 1998 til 2004. Hann
hevur verið í starvi á
Fróðskaparsetrinum síðani
1998. Hann er við í eini
felags
norðurlendskari
granskingarverkætlan um
enska ávirkan á norður-
landamálini.
Meðan arbeiðssteðgur er
verða eingir fyrilestrar í
Suðuroy, Sandoy og í
Klaksvík. Teir fyrilestrar-
nir, sum verða raktir av
arbeiðssteðginum, verða á
skránni seinni í heyst.
Ensk ávirkan á føroyskt mál