mikudagur 19. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 19. oktober 2005
5
"Barbara" í uppskoti
til Emmy-virðisløn
Ólóglig sigling um firðirnar
Í sambandi við verk-
bannið eru tað nógvir
bátar, sum flyta fólk
um bæði Leirvíks-
fjørð og Suðuroyar-
fjørð, hóast teir ikki
hava loyvi til hetta.
Skipaeftirlitið hevur
steðgað fleiri av bát-
unum, men ógjørligt
er at steðga øllum
FLUTNINGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Síðani verkbannið bleiv
lýst hósdagin, hava strand-
faraskipini ligið svínabund-
in við bryggjurnar, og hes-
um hava fleiri eigarar av
smærri og størri bátum
gjørt sær dælt av. Teir hava
fyri eina ávísa upphædd, ið
er væl hægri enn tann, ið tú
vanliga rindar umborð á
strandfaraskipunum, flutt
fólk um eitt nú Leirvíks-
fjørð og Suðuroyarfjørð.
Skipaeftirlitið hevur roynt
at havt eftirlit við hesum
bátum, og fleiri teirra eru
steðgaðir, tí teir ikki hava
havt neyðugu loyvini, sigur
stjórin á Skipaeftirlitinum.
Ongin tikin um
Suðuroyarfjørð
Óla Hans Hammer Olsen,
stjóri á Skipaeftirlitinum,
sigur, at tað fyrst og fremst
er á farleiðini um Leirvíks-
fjørð, at trupullein við ólóg-
ligari sigling er stórur.
- Vit hava enn ikki tikið
nakran bát, sum hevur siglt
ólógligani um Suðuroyar-
fjørð, men vit hava tikið
fleiri um Leirvíksfjørð.
Hetta eru bátar, sum ikki
lúka neyðugu krøvini, og
sum ikki hava pappír upp á
nakað sum helst. Tað er
enntá komið fyri, at vit hava
steðgað onkrum báti, ið als
onga bjargingarútgerð hevur
havt umborð, sigur Óla
Hans Hammer Olsen.
Stjórin á Skipaeftirlitin-
um samanber ólógligu sigl-
ingina við, at bilar, sum
ikki eru sýnaðir og tískil
ikki hava nakað nummar-
spjaldur, fluttu fólk aftur og
fram millum bygdir.
- Eingin veit hvørjum
standi bátarnir eru í, tí teir
ikki eru sýnaðir. Vit noyð-
ast tó at staðfesta, at tað er
trupult at steðga hesum, tí
bátarnir eru nógvir, og vit
hava avmarkaða orku, sigur
Óla Hans Hammer Olsen.
Ferðast undir egnari
ábyrgd
At fólk velja at ferðast við
smábátum, ið ikki hava
neyðugu loyvini, er vanda-
mikið, men ferðafólkini
ferðast undir egnari ábyrgd,
og eingin trygging verjir
ferðafólkini, um báturin
ikki hevur neyðugu loyvini.
Óla Hans Hammer Olsen
sigur, at tað er ikki uttan or-
søk, at krøvini eru sett, og
at tað heldur ikki er bert her
í Føroyum, at hesi krøv eru
galdandi.
Verkbannið rakar eisini
Skipaeftirlitið, tí av teimum
ellivu starvsfólkunum á
stovninum eru hálvtfimta í
arbeiðssteðgi, og tað rakar
partvís eisini eftirlitsfólk-
ini,
greiðir
Óla
Hans
Hammer Olsen frá.
Nakað av slatri hevur
gingið um loyvini hjá teim-
um, ið hava flutt fólk um
Suðuroyarfjørð. Tað hevur
eitt nú ljóðað, at sluppirnar
báðar, Johanna og Norð-
lýsið, hava flutt nógv fólk
aftur og fram. Her vísir Óla
Hans Hammer Olsen á, at
Norðlýsið hevur loyvi til at
sigla við okkurt um fimti
ferðafólkum, meðan Jo-
hanna bert hevur loyvi til at
hava 12 ferðafólk við um-
borð. Sosialurin er tó vit-
andi um, at Johanna hevur
siglt við væl fleiri enn 12
ferðafólkum hesar dagarnar.
Tað hevur eisini ljóðað,
at Silja Star, sum nú er lið-
ugt umvæld og hevur siglt
um Suðuroyarfjørð í viku-
skiftinum, ikki hevur fingið
siglingarloyvi aftur, men
tað avsannar stjórin í
Skipaeftirlitinum.
- Tá ið Silja Star var lið-
ugt umvæld, vóru fólk og
sýnaðu bátin í Noreg, so
har er alt í lagi, sigur Óla
Hans Hammer Olsen.
Anneke von der Lippe,
sum spældi høvuðs-
leiklutin í filminum
um Barbaru, er inn-
stillað til eina Emmy-
virðisløn, ið eru
fremstu virðislønir, ið
verða latnar innan
sjónvarpsframleiðslu
VIRÐISLØNIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Her á landi hava vit annars
ikki hoyrt so nógv til
norsku Anneke von der
Lippe, síðani hon spældi
leiklutin sum Barbara í
filminum av sama navni.
Men nú er norska sjónleik-
arakvinnan so komin við í
allarfremstu
røð
innan
sjónvarpsframleiðslu.
Fyrsta norska
umboðanin
Í Noreg gera tey nógv burt-
ur úr, at Anneke von der
Lippe er innstillað til virð-
islønina, tí tað er fyrstu ferð
í søguni, at ein norskur
sjónleikari er í uppskoti til
heiðurin.
Emmy-virðislønirnar eru
sum áðurnevnt tær fremstu
innan fyri sjónvarpsfram-
leiðslu, og tær eru býttar
upp í tveir bólkar.
Tá ið Anneke von der
Lippe tann 21. november
fær at vita, um hon hevur
vunnið virðislønina, eru tað
tær altjóða Emmy-virðis-
lønirnar, ið verða latnar.
Tað vil siga, at tá eru tað
sjónvarpsframsleiðslur úr
øllum heiminum, ið kapp-
ing stendur millum.
Emmy-virðislønir verða
eisini latnar bert fyri amer-
ikanskar framleiðslur, og
hesar virðislønirnar vóru
latnar fyri kortum.
Spælir
heilsumálaráðharri
Annika von der Lippe er í
uppskoti til Emmy-virðis-
lønina fyri sín leiklut í
norsku sendirøðini "Ved
kongens bord". Í sendirøð-
ini spælir sjónleikarakvinn-
an leiklutin sum norskur
heilsumálaráðharri.
Tríggjar aðrar sjónleik-
arakvinnur eru í uppskoti
til heiðurin sum besta sjón-
leikarakvinna í eini spenn-
ingsrøð. Tær eru He Lin úr
Kina, Carolina Oliveira úr
Brasil og Catherine Tate úr
Bretlandi.
Sum áðurnevnt verður
tað avdúkað tann 21. nov-
ember, hvør ið fær heiður-
in, tá ið eitt stórt tiltak
verður í New York, har
millum annað Oprah Win-
frey og Hillary Clinton fara
at taka lut.
Anneke von der Lippe, sum føroyingar kenna
aftur frá leiklutinum sum Barbara, er nú í
uppskoti at fáa eina Emmy-virðisløn sum
fyrsti norski sjónleikarin nakrantíð.
savnsmynd
Silja Star er ein av bátunum, sum hevur siglt við ferðafólki um firðirnar hesar seinastu dagarnar. Báturin hjá Palla Lamhauge í
Vestmanna er liðugt umvældur eftir óhappið fyrr í ár, og Skipaeftirlitið hevur útvegað bátinum neyðugu loyvini aftur.
Mynd: Jens Kr. Vang