mikudagur 19. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 199 - 19. oktober 2005
Skipini hjá Strand-
ferðsluni skulu í
sigling aftur beinan-
vegin og verður tað
neyðugt, skal
Løgtingið gera tað
ARBEIÐSSTEÐGUR
OG SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skipini hjá Strandferðsluni
skulu í sigling aftur og tað
skal vera beinanvegin.
Tað krevja politikarar nú.
Og teir siga, at finna
Fíggjarmálaráðið
og
Starvsmannafelagið
ikki
útav at finna eina semju so
at Strandferðslan fær und-
antak frá arbeiðssteðginum,
so verður neyðugt at Løg-
tingið leggur uppí og lóg-
gevur fyri, at skipini sigla
aftur beinanvegin.
Tveir tingmenn, sum nú
vilja hava ein enda á tí, at
Strandfaraskipini liggja, nú
arbeiðssteðgur
er,
eru
Hendrik Old og Johan
Dahl, báðir samgonguting-
menn úr Suðuroy.
Báðir siga, at tað er tað
eitt ófrávíkiligt krav, at sigl-
ingin hjá Strandfersðluni
verður tikin uppaftur alt
fyri eitt.
Og í dag verður so upp-
skot lagt fyri tingið um at
longja tann partin av sátt-
málanum ímillum Starvs-
mannafelagið og Fíggjar-
málaráðið sum hevur við
manningarnar hjá Strand-
ferðsluni at gera. Hinvegin
verður onki gjørt við verk-
fallið annars.
Strandferðslan
skal sigla aftur
beinanvegin
– Eg eri púra samdur í, at
skipini skulu í sigling aftur,
sama hvussu tað verður
gjørt, sigur sigur Hendrik
Old.
Hann sigur, at hetta er ein
spurningur um at yvirliva
vinnuliga og tað mugu vit
taka í allarstørsta álvara.
– Vinnan er hart fyrispent
og slíta vit høvdið av høn-
uni, sum verpir gulleggini,
er liðugt. Og sum støðan er
nú, verpir hønan ikki nógv-
ar dagar afturat.
– Sostatt mugu øll fyri-
varni leggjast til viks, tí
skipini mugu í sigling aftur
og tað má vera nú.
Hann sigur, at fer vinnan
fyri bakka, er tað ein van-
lukka, tí kreftirnar at byrja
av nýggjum eru neyvan til
staðar úti um landið og vit
hava ikki nógvar dagar at
leypa uppá.
– Tað má halda uppat, at
framleiðslan í somu økjum
kring landið ferð eftir verð-
ur løgd lamin tí arbeiðs-
ósemjur eru her og har og tí
tekur hann fult undir við
kravinum um, at siglingin
skal byrja aftur beinanveg-
in, antin so ella so.
Ein annar samgonguting-
maður úr Suðuroy, Johan
Dahl, er púra samdur.
– Tað er eitt treytaleyst
krav frá okkum tingmonn-
um í útjaðaranum, at skip-
ini hjá Strandferðsluni fara
aftur í sigling beinanvegin,
sigur hann.
Hann sigur, at tað, sum
fer fram nú, skal steðgast
og so mugu tey stig takast,
sum eru neyðug at taka fyri
at fáa skipini í sigling aftur.
– Støðan er heilt van-
lukkulig og hetta kunnu vit
ikki liva við. Á meginøkin-
um gongur alt sína vanligu
gongd, men útjaðarin bløðir
ferð eftir ferð og hetta er
ikki at liva við, hvørki hjá
vinnuni ella hjá privatfólki.
– Skipini eru lívæðrin hjá
okkum úti um landið og
hon má og skal ikki kvettast
av.
– Tí mugu Fíggjarmála-
ráðið og Starvsmannafelag-
ið finna eina semju við
brestin, ella má løgtingið
lóggeva fyri at skipini
koma aftur í sigling, sigur
Johan Dahl.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, sigur, at polit-
iskt hevur tað fremstu rað-
festing, at partarnir sjálvir
finna eina semju og tí má
ein politisk uppílegging av-
gjørt at vera seinasti útveg-
ur.
– Men vit mugu stað-
festa, at føroyska samfelag-
ið er óivað eindømi, tá ið
hugsað verður um arbeiðs-
steðgir og tað er ikki nøkt-
andi, sigur landsstýrismað-
urin.
– Sandoy og Suðuroy eru
vinnuliga veik og hetta er
steinur omaná byrðu og tí
kann hetta gera, at vinnu-
liga teppið verður rykt
undan hesum økjum, hóast
tey ongan lut eiga í
ósemjuni.
Bjarni Djurholm heldur,
at tað eru nøkur øki í sam-
felagnum, sum hava so
stóran týdning, at tey eiga
ikki at vera umfatað av ein-
um arbeiðssteðgi og sam-
ferðslan er eitt av teimum
økjum.
– Hetta kann seta stór,
samfelagslig virði í vága og
tað kunnu vit ikki lata
okkum lynda, sigur hann.
Løgmaður ásannar, at
hetta er ein stórur trupul-
leiki hjá vanligum fólki,
men ikki minst er hetta
darvandi fyri vinnuna, sum
missur pening og ikki fær
lagt til rættis. Støðan darvar
eisini íløgum í hesi øki í
landinum, tí íleggjarar vilja
hava støðug viðurskifti.
– Hetta eru ikki umstøður
at bjóða vinnulívinum,
staðfestir løgmaður.
Løgtingið er kallað
saman í morgun at
viðgera siglingina hjá
Strandferðsluni við tí
fyri eyga at fáa skipini
í sigling aftur við lóg
ARBEIÐSSTEÐGUR
OG SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú
skulu
skipini
hjá
Strandferðsluni í sigling
aftur, hóast arbeiðssteðgur
er.
Tað skal løgtingið nú
syrgja fyri við lóg.
Løgtingið er kallað sam-
an í morgun klokkan 10 og
tá fer tað at viðgerða eitt
uppskot frá landsstýrinum
um at longja tann partin av
sáttmálanum
ímillum
Starvsmannafelagið
og
fíggjarmálaráðið, sum hev-
ur við manningarnar hjá
Strandferðsluni at gera.
Landsstýrið
segði
í
tíðindaskrivi í gjár, at nú
arbeiðssteðgur er, og stóru
strandfaraskipini liggja, er
høvuðsæðrin til partar av
útjaðaranum kvett.
– Borgarar og vinna, sum
hava sjóvegin sum einastu
farleið, hava í løtuni onki
nýtiligt og trygt flutnings-
samband við meginøkið og
eru sostatt – enn einaferð –
avskorin frá restini av
landinum.
Landsstýrið vísir á, at
næstan hvørja ferð, ar-
beiðssteðgur er, rakar tað
farleiðirnar til Suðuroynna,
Sandoynna og Norðoyggj-
ar. Arbeiðssteðgurin orsak-
að av ósemjuni millum
Starvsmannafelagið
og
Fíggjarmálaráðið
hevur
aftur kvett regluliga sam-
bandið til áðurnevndu øki.
Hetta hevur svárar avleið-
ingar fyrst og fremst fyri
fólkið, men eisini fyri vinn-
una í hesum økjum.
– Fólk, sum mugu ferð-
ast, verða noydd at fara við
smábátum um hesar vanda-
miklu firðir. Hetta er alt
annað enn trygt hesa ársins
tíð, mangan í myrkri og
óveðri.
Landsstýrið heldur tað tí
vera alneyðugt at tryggja,
at hesin partur av útjaðar-
anum ikki í órímiligan
mun, verður darvaður av
arbeiðssteðginum.
Tí fer landsstýrið at
leggja lógaruppskot fyri
Løgtingið um at endur-
nýggja sáttmálan millum
Fíggjarmálaráðið
og
Starvsmannafelagið
fyri
tey, sum sigla við skipunum
hjá Strandferðsluni.
Hetta verður gjørt fyri at
fáa skipini aftur í sigling,
so skjótt sum til ber.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður Starvsmannafel-
agsins, hevði onga við-
merking til málið, áðrenn
blaðið fór til prentingar í
gjár.
Sum vit greiddu frá í
Sosialinum í gjár, ætlar
landsstýrið annars í næst-
um at taka stig til at finna
eina varandi loysn, so
strandfaraskipini ikki verða
løgd, hvørja ferð arbeiðs-
steðgur er.
Treytaleyst krav frá politikarum at
Strandferðslan siglur aftur beinanveg
Løgtingið tvingar skipini hjá
Strandferðsluni aftur í sigling
Gamli Smyril sleppur hevur ikki siglt, tí arbeiðssteðgur er. Samstundis fær Strandferðslan heldur
ikki gjørt nýggja Smyril siglingarkláran so leingi arbeiðssteðgur er
Eitt sjónvarpslið hevur
ferðast
við
Danmarks
Radios Big Band á konsert-
ferðini við Eivør, hetta lið
var ikki við í Føroyum,
men tók alla konsertina í
Operahúsinum upp. Ætlan-
in er, at upptøkurnar verða
nýttar til ein DVD útgávu,
ið Big Bandi gevur út.
Aftan á konsertina spurdi
sjónvarpsliðið áskoðarar,
um hvat teimum dámdu
konsertina, og um tey
skuldu velja eitt djór sum
Eivør var, hvat djór tey so
valdu. Enn er ikki greitt
nær DVD’in kemur út.
nud
HUGNAKVØLD
tíðindaskriv
Aftur í ár verður skipað fyri
hugnakvøldi fyri eldri á
Klaksvíkar
Bókasavni.
Hugnakvøldið verður týs-
kvøldið 25. oktober kl.
19.30.
Hesaferð
verður
tað
Erling Poulsen, sum fer at
siga frá bókum sínum
Mangt er millum himmal
og jørð og Meiri er millum
himmal og jørð.
Í bókunum eru frásagnir
frá eldri fólki, sum greiða
frá ymsum yvirnátúrligum,
ið tey hava upplivað ella
hava hoyrt frá øðrum.
Bøkurnar hjá Erlingi
Poulsen hava verið sera væl
umtóktar, og í løtuni er
hann í holt við at savna til-
far til eina líknandi bók aft-
urat.
Hetta kvøldið verður
eisini kaffi og køkur at fáa.
Eivør á DVD
Hugnakvøld fyri eldri
Týskvøldið í komandi viku
verður skipað fyri hugna-
kvøldið á Klaksvíkar Bóka-
savni