mikudagur 19. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 19. oktober 2005
7
Hesin Smyrilin er eitt
veruligt frambrot fyri
Suðuroyingar, segði
løgmaður
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggi Smyril var bíðitíðina
verdur.
Tað helt Jóannes Eides-
gaard, løgmaður, tá ið hann
var við til at taka ímóti
nýggja Smyrli leygardagin.
Hann minti á, at tað var
fyri júst 110 árum síðani, at
tann fyrsti Smyrilin stevndi
inn á Trongisvágsfjørð.
Mortensensmenninir lótu
hann byggja í Malmø til
innanoyggjasigling.
Nú
tann fimti Smyril stevnir
inn á sama fjør, eru tey 162
bruttotonsini hjá fyrsta
Smyrli vorðin til næstan
13.000 BRT, 160 HK
dampmaskinan er vorðin til
18.300 HK maskinorku, og
tær 70.000 kr., ið var byggi-
kostnaðurin í 1895, eru
vorðnar til á leið 270
milliónir krónur.
So tað er munur á skip-
um.
– Í meira enn eina øld hava
Smyrlarnir havt ein ótrúlig-
an týdning fyri suðuroying-
ar og teir hava verið ein
sannur partur av okkara
samleika og ein ímynd av
Suðuroynni. Hetta er okk-
ara samband við umheimin.
Smyril er okkara úthurð, og
hann er okkara vegur út í
heim.
Løgmaður vísti á, at tað
størsta og veruliga fram-
brotið í sambandi við
suðuroyarsiglingina kom í
1975, tá ið Smyril kom,
sum nú verður lagdur.
– Tá varð veruliga hugs-
að stórt. Smyrilin undan
honum flutti seks, sjey
bilar, sum allir skuldu hiv-
ast umborð, men Smyrilin,
sum kom í 1975, var ein
bilaferja, sum tók 100 bilar,
ið
allir
kundu
koyra
umborð.
Hann vísti á, at nógv
vóru reiðiliga ivasom um
tað var rætt at keypa eitt so
stórt skip til innanoyggja-
sigling.
– Men tíbetur vóru veru-
lig framburðsfólk, sum
søgdu, at jú betur ferða-
sambandið var, tess fleiri
fólk fóru at ferðast – at
Smyril var landsvegurin hjá
suðuroyingum til restina av
landinum. Og rætt fingu
tey.
Nú nýggjur Smyril kem-
ur, kann frambrotið ikki
heilt samanberast við 1975.
men kortini er talan um eitt
veruligt frambrot.
– Tá vit sóu henda Smyril
fyri fyrstu ferð, tá hann fyri
trimum vikum síðani varð
doyptur í Spania, vóru allir
føroysku gestirnir á einum
máli um, at talan var um
eitt framúr vakurt skip, har
vit síggja spanskt hand-
verk, tá tað er best, og eg
veit, at hetta skip verða vit
øll glað fyri og góð við,
segði løgmaður.
Í øllum vanligum
veðri fer nýggi Smyril
ikki at rulla, sigur
Magnus Magnussen,
sum eigur sín stóra
leiklut í, at nýggi
Smyril er blivin tað
skipið, hann er
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi Smyril uppførir
seg væl og í øllum vanlig-
um veðri fer hann ikki at
rulla.
Tað sigur Magnus Magn-
ussen.
Eisini fyri hann var tað
ein stórur dagur, tá ið nýggi
Smyril kom til Føroya leyg-
ardagin.
Hann eigur nevniliga ein
høvuðsleiklut í tí, at nýggi
Smyril er blivin tað skipið
hann er.
Hann var tekniskur stjóri
á Strandferðsluni, tá ið
byggingin varð fyrireikað
og hann hevði eftirlitið við
byggingini fyri Strand-
ferðsluna til fyri einum
sløkum ári síðani, tá ið
hann fór í annað starv sum
stjóri á skipasmiðjunum í
Havn og á Skála.
Tá hevði hann arbeitt við
nýggja Smyrli í næstan
fimm ár.
Í hesum sambandi búði
hann eisini í Spania í hálvt-
annað ár fyri at kunna hava
betri eftirlit við byggingini.
Livir munandi minni
Nú nýggi Smyril varð lið-
ugur, fekk Magnus Magn-
ussen høvi at vera við til at
sigla hann heim.
Og hann er avbera væl
nøgdur við endaliga úrslit-
ið.
Nýggi
Smyril
svarar
ógvuliga væl til tað, sum
vit sóu fyri okkum, tá ið vit
fóru undir byggingina.
Og úrslitið er eitt skip,
sum ber seg ótrúliga væl í
sjónum.
– Á heimferðini høvdu
vit 25 metrar um sekundið,
men tað gjørdi ikki mun.
Hann sigur, at aldan var
ikki so stór, men tað sást og
merktist, at talan er um eitt
sera gott skip.
Nýggi Smyril hevur eis-
ini stabilisatorar sum stinga
tríggjar metrar út frá skips-
síðununum og tískil gera
ógvuliga góðan stabilitet og
í øllum vanligum veðri fer
Smyril ikki at rulla og tað
er stórur munur á, at nýggi
Smyril fer at liva minni enn
tann gamli, sum nú fer úr
sigling, sigur hann.
– Tað vit upplivdu á
heimferðini, svarar akkurát
til tað, vit sóu í modell-
royndunum, sum vórðu
gjørdar, so tað sær væl út.
Magnus
Magnussen
fegnast eisini um, at bæði
manning og fólk, sum
heild, hava tikið ómetaliga
væl ímóti skipinum.
Fyrireikingin alt at
siga
Hann sigur, eitt, sum hetta
hevur lært hann, er, hvussu
ómetaliga stóran týdning
tað hevur at fyrireika eitt
slíkt projekt væl.
– Vit høvdu sett nágreini-
lig krøv til, hvussu vit vildu
at skipið skuldu vera. Og
vit brúktu nógvan pening
uppá at gera ein góðan sátt-
mála við sponsku skipa-
smiðjuna, har vit brúktu
bæði føroyskar, danskir,
enskar og spanskar løgfrøð-
ingar og serfrøðingar at
hjálpa okkum við sáttmála-
num.
– Fyrireikingarnar vóru
so mikið góðar, at spanska
skipasmiðjan hevði onki
annað væl uttan at gera
Smyril lidnan, so tað loysti
seg at fyrireika byggingina
væl, sigur Magnus Magn-
ussen.
Smyril var bíðitíðina verdur
Nýggi Smyril uppførir seg væl
Tað var ein stórur dagur at koma inn eftir Trongisvágsfirði við
einum nýggjum skipi, sigur Magnus Magnussen. Hann eigur
ein høvuðsleiklut í, at nýggi Smyril er blivin tað skipið, hann er
blivin. Her stendur hann á brúnni á nýggja Smyrli
Nýggi og gamli Smyril við bryggju á Tvøroyri. Ikki skerst burtur, at eitt sindur av muni er á skipunum
Ikki minst hava
børnini fingið
rúmari ræsur
umborð á nýggja
Smyrli við
biografi og
spæliplássi
Her hevur Gutti úr Vági tikið stýrisvøl í hond í einum spæliplássi á nýggja Smyrli