Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 199 - 19. oktober 2005 Forsetin í Venesuela hevur givið boð um, at NTM trúboðara- felagsskapurin skal stinga í sekkin. Tað ber við sær, at føroy- ingar, sum hava ar- beitt millum innfødd í tredivu ár, nú mugu taka seg aftur úr Venesuela ÚTVÍSTIR FØROYINGAR Jóannes Hansen Trúboðarafelagsskapurin New Tribes Mission, NTM, sum fleiri føroyingar eru partur av, hevur frá forset- anum í Venesuela, Hugo Chavez, fingið boð um, at forsetin ikki vil hava felagsskapin at halda fram við sínum arbeiði í Venesu- ela, har NTM hevur arbeitt í meiri enn eina hálva øld. Tíðindini hava seinastu dagarnar verið borin í al- tjóða fjølmiðlunum. Niður- støðan hjá eygleiðarum er, at talan er um populistiskt tiltak hjá umstrídda forset- anum. Tað eru tveir mánað- ir til kongressvalið í Vene- suela, og forsetin heldur seg ivaleyst hava betri møguleikar fyri størri undirtøku, um hann spennir anti amerikanska bogan. NTM hevur tey seinastu árini gjørt nógv fyri at vinna sær altjóða profil, men felagsskapurin var í síni tíð stovnaður av amerikumonnum, og høv- uðsskrivstovan er í Florida. Føroyingar eru nógv uppi í NTM. Óli á Grømma Jacobsen úr Klaksvík er formaður í aðalnevndini, sum hevur ábyrgdina av 3500 trúboðarum, og í Venesuela arbeiða føroy- ingar í sambandi við NTM. Føroyingarnir hava tó allir verið heima, meðan polit- iski ágangurin er vorðin alt størri. Føroyingarnir í NTM í Venesuela eru Dania og Símin í Túni, sum búgva á Toftum, Erla og Ingvard Petersen, sum í løtuni búgva í Havnini, og Jóhannes Frants Poulsen, sum í løtuni er í heimbygd- ini á Eiði. Símin fór til Venesuela í 1975. Síðani 2000 hava hann og familjan búð í Føroyum, men Símin hevur alla tíðina verið partur av Bíbliuumsetingar- arbeiðnum, og hann hevur fleiri ferðir tey seinastu árini verið í Venesuela. Jóhannes Frants Poulsen, sum hevur verið í Venesu- ela síðani í 1998, kom seint í summar heim. Ætlanin hjá honum hevur verið at steðga her inntil eftir árs- skiftið. Erla og Ingvard Petersen komu heim mitt í summar. Ætlanin hjá teim- um hevur verið at steðga inntil næsta summar. Hugo Chavez er avgjørd- ur í, at NTM skal stinga í sekkin og fara úr Venesu- ela. Hann hevur tó lagt afturat, at talan skal vera um hampuliga framferð, og at NTM fólkini skulu fáa tíð at rudda upp eftir sær, áðrenn tey fara úr landin- um. Á Toftum fylgir Símin í Túni væl við í, hvat er at frætta úr Venesuela. Hann er formaður í NTM Føroyar nevndini, ið hevur sum mál at upplýsa um felagsskapin og eisini at vera millumlið millum føroyingarnar, sum virka í NTM høpi, og so samkomur og einstakling- ar: – Fyrst í vikuni ljóðaði, at guvernørurin yvir Ama- zonas økinum skuldi í kunngerð hava givið boð um, at hann vildi hava NTM fólkini at fara beinan- vegin. Tá gav leiðslan í NTM í Venesuela boð um, at trúboðararnir beinanveg- in skuldu gera seg til at flyta. Teir kundu bara hava rættuliga avmarkaðar nøgd- ir av viðføri við sær. Ing- vard Petersen fór mánadag- in úr Føroyum og til Vene- suela. Tá vistu vit ikki, um tað fór at eydnast honum at sleppa inn í landið. Ørind- ini hjá honum eru at fara inn í Parima, har vit hava búð, og har átta føroyingar í 1988 vóru og bygdu okkum sethús. Nú er støðan ikki heilt so akutt, sum hon var fyrr í vikuni. Nú vísir tað seg, at tíðindini um, at guvernørurin skuldi hava givið boð um skjóta útvís- ing, ikki vóru sonn. Hvussu sært tú upp á støðuna? – Vit hava verið har í mong ár, og sjálvandi kenn- ist tað svárt, at tað í løtuni ikki tykist vera møguleiki fyri at halda fram við arbeiðnum. Vit eiga nógvar vinir millum tey innføddu, og hóast vit eru komin væl ávegis, so høvdu vit vónað at hildið fram við arbeiðn- um í nøkur ár afturat. Málið hjá NTM er at arbeiða fram ímóti at gera seg sjálvt arbeiðsleyst. Men so langt vóru vit ikki komin enn. Hvat hugsar tú um? – Málið hjá okkum er at boða gleðiboðskapin og at seta samkomur á stovn, sum tey innføddu sjálvi skulu hava ábyrgdina av. Vit hava kunngjørt gleði- boðskapin í hesum ættar- bólkinum seinastu fimtan árini. Í sambandi við verkið hava vit arbeitt nógv á heilsuøkinum, á sosiala økinum, á landbúnaðar- økinum og á skúlaøkinum. Hetta er heilt víst komið samfelagnum og indianar- unum til góða, hóast eg væl Føroyskir trúboðarar vístir úr Venesuela Símin í Túni handaði fyri nøkrum árum síðani venesuelska forsetanum Hugo Chavez eintak av Nýggja Testamenti á yaonmami málinum. Tað var Hugo Chavez fegin um. Nú vil hann hava NTM at fara úr Venesuela