Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2005 9 Kreppuláns- grunnurin farin í søguna 1. desember verð- ur Kommunali láns- og veðhalds- grunnurin strik- aður. Samstundis fáa kommunurn- ar kring landið 56 mió kr. útgoldnar AVTØKA tíðindaskriv Kommunali Láns- og Veðhaldsgrunnurin verður nú tikin av. Stýrið fyri grunnin samtykti á fundi fyrra- partin at mæla lands- stýrismanninum í inn- lendismálum til at taka av grunnin. Samtyktin er grund- að á løgtingslógina um Kommunala Láns- og Veðhaldsgrunnin frá 20. mars 2000. Sambært lógini kann landsstýrismað- urin við kunngerð taka grunnin av, um hann metir, at grundarlag ikki longur er fyri fel- ags fígging av komm- unuskuld. Eftir stýrisfundin handaði stýrið Jógvani við Keldu landsstýris- manni áheitanina um at taka av grunnin. Verður grunnurin tikin av, fáa kommun- urnar útgoldið fæið í grunninum, sum er uppá slakar 56 milj. kr. tilsamans. Lógin um Kommun- ala Láns- og Veðhalds- grunnin sigur, at í seinasta lagi 1. des- ember 2005 – ella fimm ár eftir, at avtala um framhaldandi fel- ags fígging er gjørd – fáa kommunurnar út- goldið fæið, sum tá er í grunninum. Útgoldið verður til hvørja kommunu í lut- fallinum: Samlað inn- gjald frádrigið av- skrivingar, frádrigið samlað áður útgoldið býtt við inngjaldi frá kommunu frádrigið áður útgoldið til kommunu. Á fundinum í Tinga- nesi fyrrapartin játtaði landsstýrismaðurin í innlendismálum at ganga áheitanini frá stýrinum á møti, soleiðis at Kommunali Láns- og Veðhalds- grunnurin verður tikin av í seinasta lagi 1. desember í ár. kenni tey, sum halda, at arbeiðið hjá okkum er oyðileggjandi fyri primitivu fólkini. Arbeiðið hjá NTM hevur verið orsøk til, at mong eru bjargað undan sjúkum, sum tey annars høvdu verið deyð av. Millum tey innføddu harmast tey flestu um, at NTM nú skal gevast. Á sama hátt, sum vit eru vorðin góð við tey, so eru tey vorðin góð við okkum, staðfestir Símin í Túni. Hann leggur afturat, at NTM í Venesuela týsdagin boðaði frá, at teir ikki ætla sær at pakka saman beinan- vegin, men at teir ætla at bíða eftir nærri boðum frá myndugleikunum. Ongar politiskar viðmerkingar Orsøkin til orrustuna, sum venesuelski forsetin nú stendur á odda fyri, er, at ein amerikanskur sjón- varpsprædikumaður, Pat Robertsson, sum einki hev- ur við NTM at gera, í einari talu herfyri segði, at USA átti at syrgt fyri, at lívið varð tikið av Hugo Chavez. Hetta hevur rættuliga sett eld í, og um vikuskiftið tosaði forsetin um at heita á amerikonsku myndugleik- arnar um at útflýggja sær henda Pat Robertsson! – NTM í Venesuela hevur boðað frá í fjølmiðlunum har yviri – bæði í stóru bløðunum og í sjónvarpin- um – at felagsskapurin tekur frástøðu frá tí, sum Pat Robertsson hevur sagt. Vit hava sæð sjónarmiðini, sum siga, at talan er um herferð móti USA, sum fyrst og fremst er grundað á veruleikan, at tað um tveir mánaðir verður val til lóggávutingið. NTM í Venesuela hevur saman við aðalnevndini í Florida avrátt, at vit ikki skulu gera viðmerk-ingar til annað enn arbeiðið, sum vit hava við at gera. Fyri nøkrum árum síðani hitti eg Hugo Chavez, og tá gav eg honum eitt Nýggja Testamenti. Tá hevði hann sera positivan hugburð til arbeiðið hjá okkum, men nú mugu vit staðfesta, at tað er øðrvísi. Tað er eingin loyna, at katólska kirkjan, sum hevur ógvuliga stórt vald í Suðuramerika og eisini í Venesuela ikki hevur verið so fegin um arbeiðið hjá NTM. Símin í Túni hevur hitt biskupin yvir venesuelska partinum av Amazonas økinum, og nú hevur hann millum mongu útsøgnirnar úr Venesuela um spentu støðuna eisini sæð tað, sum hesin biskupurin hevur sagt: – Hann sigur seg undrast á, at NTM nú so brádliga skal vísast av landinum. Biskupurin hevur víst á, at NTM arbeiðið í Venesuela ikki hevur verið so stórt tey seinastu árini, sum tað áður hevur verið, og hann sigur seg hava roknað við, at ar- beiðið fór at minka uppaft- ur meiri. Hann hevur rætt í, at NTM er sinnað at taka seg aftur, tá ið tíðin verður mett at vera búgvin til tað. Ein alt størri partur av okk- ara arbeiði er tey seinastu árini yvirtikin av venesuel- arum, sum arbeiða saman við NTM. Eg kann ikki ímynda mær, at tað skal bera til at vísa teimum av landinum. Men útlendsku NTM arbeiðararnir í Vene- suela – og tað vil eitt nú siga føroyingarnir – mugu nú fyrireika seg at pakka, sigur Símin í Túni. Ikki ókend støða Aðalnevndarformaðurin og dagligi leiðarin í NTM, Óli á Grømma Jacobsen, hevur seinastu vikurnar verið í Føroyum. Hann sigur, at teir á høvuðsskrivstovuni í Florida hava mótmælt hjá Pat Robertsson og alment, at hann er komin við so ábyrgdarleysari almennari útsøgn – Okkara fólk fylgja væl við, og eg verði fleiri ferðir um dagin kunnaður um støðuna í Venesuela. Eg luttaki í orðaskiftinum saman við teimum, ið hava við júst hetta torføra málið at gera, og vit hava álit á Gudi – eisini í hesum førinum. Tíverri eru tílíkar støður sum eitt nú føroysku trúboðararnir í Venesuela eru í, ikki ókendar fyri okkum. Í fjør var eitt nú neyðugt hjá okkum orsaka av borgarakríggi at flyta allar trúboðararnar burtur av Fílabeinsstrondini. Tá ið vit fara undir so víðgongt tiltak eru tað fleiri atlit, sum skulu takast. Eitt eru tey, sum skulu flytast og teirra næsta, eitt annað er missiónin, eitt sera týdningarmikið eru samkomurnar, sum vit fara frá, og so eru tað onnur viðurskifti sum t. d. bíbliuumsetingar, sum vit ikki eru lidnir við, sigur Óla á Grømma Jacobsen úr Klaksvík. Judy og Óli á Grømma Jacobsen fara 25. oktober úr aftur Føroyum og yvir til Florida, har tey frá høvuðs- skrivstovuni hjá NTM framvegis fara at fylgja við í, hvussu gongdin fer at verða í Venesuela. Í gjár var Elsa Maria Holm Olsen sett í starvið sum stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins STARV Elsa Maria Holm Olsen er 41 ára gomul og hevur síðani 1997 verið deildar- stjóri á Føroya Handils- skúla – fyrst á Kambsdali, og síðani í Havn. Framm- anundan hevði hon í nøkur ár starvast sum undirvísari í Danmark. Tað var fyrst í september, at Dagmar Joensen, sum hevur verið stjóri síðani Rúsdrekkasøla Landsins varð stovnað í 1992, legði frá sær og varð fríttstillað í uppsagnartíðini. Maria Róin í Vinnumálaráðnum hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri, til nýggjur stjóri nú varð settur. Elsa Maria Holm Olsen tók við starvinum í mána- dagin. 20 umsøkjarar vóru til starvið. Elsa Maria nýggjur rúsustjóri FÓTBÓLTSDANSUR tíðindaskriv Leygardagin endar lands- kappingin í fótbólti, og tað verður sum vanligt hildið við einum serligum dansi- kvøldi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Showmenn fara at spæla Tað hevur verið eitt aftur- vendandi tiltak, at punktum verður sett fyri fótbólts- kappingini í Mentanar- húsinum tað leygarkvøldið, tá ið seinasta umfarið verð- ur spælt. Hetta verður leygarkvøld, og tá kunnu áskoðarar, spælarar og onnur taka sær av løttum og práta um fótbóltsárið, sum er farið aftur um bak. Tað er eisin komið fyri, at fótbólts- spælarar hava verið gestir á pallinum til onkran sang. Bussar koyra í sambandi við tiltakið leygarkvøldið. Showmenn spæla til fótbóltsdans Eftir at hava virkað sum royndarskipan síðani 2001, verður Dagtilhaldið, Rók, umskipað til Dagstovn DAGSTOVNUR Tíðindaskriv Dagtilhaldið inni í Rók hevur síðan 2001 virkað sum royndarskipan. Ar- beiðið at skipa stovnin byrjaði í 2001, tá ein løg- tingslóg um royndarskipan við dagtilhaldið fyri fjøl- brekað børn varð sett í gildi. Við støði í royndun- um við dagtilhaldinum varð avgjørt, at fjølbrekað børn skuldu hava eitt skip- að tilboð – ein dagstovn, sum eisini skuldi hava møguleika fyri samdøgur- umlætting. Dagstovnurin fer nú al- ment undir virksemið. Dagstovnurin hevur fingið navnið Reiðrið og húsast á Rókarvegi á Saltnesi. Tað er landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, sum við heimild í § 32 í forsorgarlógini hevur sett á stovn henda dagstovnin til fjølbrekaði børn undir 18 ár. Almanna- og heilsumála- ráðið keypti í 2004 sethús á Saltnesi ætlað til dagstovn- in, og arbeitt hevur síðan verið við at gera alt klárt til at taka í nýtslu. Dagstovnurin Reiðrið er ein landsstovnur, ið hoyrir undir Almannastovuna. Endamálið við dagstovn- inum er at seta á stovn eina nýggja skipan við tilboði, har fjølbrekað børn verða stimbrað og ment, og har ansing, viðgerð og umlætti- ng av fjølbrekaðum børn- um verður samantvinnað á einum staði. Málbólkurin er børn við fjølbreki, t.v.s. børn undir 18 ár við týð- andi og varðandi niðursett- um likamligum og sálarlig- um førleika. Umframt at vera dagstovnur er Reiðrið eisini ein umlætt-ingar- stovnur. Dagstovnurin er normer- aður til 8 fólk. Hann Juul er stovnsleiðari, og harum- framt eru 6 fólk í starvi á stovninum. Dagstovnurin Reiðrið verður alment tikin í nýtslu 17. oktober 2004, og móttøka verður kl. 9:30. Nýggjur dagstovnur á Nesi