Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 199 - 19. oktober 2005 Í blaðnum í gjár høvdu vit eina drúgva frásøgn frá ungdómsráðstevnu, ið var herfyri í høvuð- staðnum. Ráðstevnan staðfesti, at stórur tørvur er á, at meira verður gjørt fyri børn og ung í Føroyum. Niðurstøðan á stevnuni var tann, at myndugleikarnir og tey vaksnu sum heild noyðast at lurta betur eftir teimum ungu og ikki altíð halda, at tey sjálvi vita betur. Tað vóru Tórshavnar Kommuna og Føroya Ungdómsráð, sum í felag skipaðu fyri ráðstevnuni, sum bar heitið "hetta er tín kommuna". Ráðstevnan var fyrst og fremst ætlað teimum 14 til 18 ára gomlu, sum á ráðstevnuni høvdu møguleika at taka lut í ymiskum verkstøðum. Endamálið við ráðstevnuni var fyrst og fremst at fina út av hvønn tørv, ið tey ungu halda seg at hava í dagsins samfelag.. Tey ungu komu við sera nógvum, góðum og serra væl undirbygdum hugskotum. Ein niður- støðan var, at foredklur, myndugleikar og sam- felag eiga at lurta meira eftir teimumungu. Eis- ini kom nógv fram um teir fordómar, ið mong tilkomin og mangir myndugleikar hava um ungdómin. Myndugleikarnir eiga at taka tey ungu í álvara, og tað sum er hent eftir ráðstevnuna, vísir at í hvussu so er býráðið í høvuðstaðnum er farið í ein seriøsan dialog við tey ungu um tað, sum eigur at vera gjørt. Nógv hugskot eru komin fram og eitt er, at tað eigur at verða stovnað eitt ungdómshús afturat margarinfabrikkini fyri tey umleið 16 til 19 ára gomlu. Annað, sum kom í ljósmála, er, at tað verður av mongum hildið óheppið, at barna- og ungdómshúsið stendur miðskeiðis millum øll skeinkistøðini í Havn. Hetta elvir til nógv óheppið, við tað at ung skulu framvið ølstovurnar, eftir at margarin- frabrikkin er stongd. Hetta er ikki trygt fyri serstakliga børnini. Nú eiga myndugleikarnir at koma við einum boði uppá ein veruligan ung- dómspolitikk. Vit mugu fáa greið boð um, hvat ið samfelagið ætlar á hesum øki og land og kommunur eiga at samstarva um hetta týdn- ingarmikla mál. Hugskotini eru longu har - tey komu fram á ráðstevnuni. DAGSINS MEINING Sosialurin Børn og ung VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Harrin kemur brátt. Verðins endi??? Jákup Vang Tvøroyri Ein kona spurdi meg, hvat hetta var fyri nakað, sum hendi í Pakistan og har um leiðir? Hon kundi ikki góð- taka at, sum hon segði, óskyldug børn lógu undir húsaleivdum og píndust í langa tíð fyri síðani at doyggja. Sum eg skilti, gav hon Gudi ábreiðslur fyri hetta. Ja – vit standa spyrjandi? Og hvat er svarið? Vit hava einans Bíbliuna at leita til og har er eisini nógv at finna. Harrin Jesus hevur sjálv- ur sagt, at um vit ikki venda um og trúgva evangeliin- um, skulu vit doyggja í syndum okkara. Í Opinberingsbókini um síðstu dagar, ávarar Gud menniskjuni, við at hella út vreiði skálir. Men einki hjálpti. Tó at ólukka eftir ólukku rakti menniskjuni við plágum og deyða, vendu tey ikki við. Men – tvørturímóti, tey bannaðu Gudi fyri plágurnar. Endatíðin nærkast. Sum Bíblian klárt sigur frá. Vit hoyra og síggja ófrættatíðindi frá allari verðini. Kríggj, uppreistur, jarð- skjálvtar, ódnir, skriðulop, flóðaldur, hungursneyð, farsóttir sum aids, lógloysi og terror, mafian breiðir seg bæði eystur og vestur, narkotikasølan økist, harð- skapur harðnar, neyðtøka og annað lógloysi tekur til, pedofili og incest. Tann stóra siðspillan, homoseksualitetur, tekur dik á seg, og endin er nær. Lógloysi økist, tí kær- leikin kølnar millum menn- iskju. Alt hetta, sum hendir, er ein ávaring til okkum um at venda við og ákalla Harran Jesus, um náði og frelsu. Harrin Gud hevur sanni- liga verið náðigur og lang- móðigur. Í 2000 ár hava tey góðu tíðindi ljóða. Men – nú er tíðin við at renna út, tað hevur skund at verða bjargaður. Jesu afturkoma er nær fyri durum. Hvussu nær, veit eingin. Men – tíðartek- ini fyri afturkomu Harrans eru týðilig, sum skrivað er um í Bíbliuni. Einki menniskja, sum hevur nakrar hjartakenslur, kann vera blint fyri, at ond- skapurin í heiminum í dag er ræðuligur. Og tað er týðiligt, at djevulin leikar í, sum ongantíð fyrr. Tí, hann veit, at hansara tíð er brátt úti. Vakið og biðið. Harrin er nær. Sum Hann sjálvur sig- ur: Eg komi sum tjóvur á nátt. Helgi Fossádal savnsleiðari Í greinini "At síggja" hjá Louisu Lamhauge í Dimmalætting 13.oktober 2005 viðgerð Louisa Lam- hauge m.a. leigumálið, sum Listasavn Føroya hevur við Føroya Grafiska Verkstað. Louisa Lamhauge leggur savnsleiðaran undir at hava hækkað leiguna hjá Føroya Grafiska Verkstað fleiri ferðir, so at leigan í dag er so høg, at Føroya Grafiski Verkstaður er um at hokna undir tí stóra leigugjaldin- um. Við tí førleika sum grein- skrivarin hevur, undrar tað meg stórliga, at hon nýtir hugtakið "sum mær er sagt frá"; heldur hevði tað sømt seg betur at eftirkanna teir upplýsingar, sum rekast fyri oyruni, áðrenn alment at viðgera slatur. Til øll tey, sum nýta stóra orku at illgita leiðsluna og stýrið fyri Listasavn Føroya at leggja fótonglar fyri Føroya Grafiska Verkstað skal upplýsast fylgjandi: • at litografurin Jan And- ersson byrjaði á sumri 1999 at arbeiða á verk- staðnum - eingin leiga varð goldin fyri hetta fyrsta árið. • at leigusáttmáli varð gjørdur um leigu av verk- staðnum við øllum mask- inum o.t. við Jan Anders- son frá 1/6-2000, og at leigan var kr. 4.000 um mánaðin íroknað ljós og hita. Afturat hesari upp- hædd skal Føroya Graf- iski Verkstaður lata Lista- savninum ókeypis eitt eintak av hvørjum upp- lagi (listprenti), sum verður gjørt á verkstaðn- um. Hetta var gjørt tá Bárður Jákupsson var savnsleiðari. • at leigan hevur verið óbroytt síðan 1/6-2000. • at Listasavnið onga ávirkan hevur á virksem- ið á Føroya Grafiska Verkstaði. Rættleiðing til greinina "At síggja" hjá Louisu Lamhauge