Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2005 11 VIÐMERKINGAR Orka við sunnum fornufti Hjalmar Norðberg Poulsen Í hesum orkurembingar- tíðum har Kyoto-sáttmalin, so at siga dagliga, hevur verið borin framm av mannatungum, hava vit sum samfelagsborgarir skyldu hvør í sínum lagi, at ávirka gongdina positiva vegin, taka lógvatak, og gera okkum meira leys av fossilu orkuni. Hetta kann bert gerast við at satsa meir uppá náttúrukreftirnar. Á polittiskum plani sýn- ist einki skilagott vera framborið í so máta. Orku- málaráðharrin hevur tó eina ávísa meining um gongd- ina, nú oljuprísirnir eru í topppi. Hann sigur, at tað gert ikki við og vinnan má tillaga seg nýggju fortreyt- irnar at virka undir. Hvør skal siga, vinnan má sigla sín egna sjógv. Samstundis gleðist hann yvir gongdina, tí tá vit einaferð finna olj- una, er bjarging í eygsjón og loysing kann fremjast í praktiskum verki. Tað sleppst ikki undan, at nýhugsannir innan orku,-og orkupolitikk ger, at all- menningurin broytur hug- bur innan orkuøkið, soleið- is at skilja at meira viðvarð- andi orka, kemur at verða framleidd í mun til fossilu orkuframleiðsluna. Ikki dálkandi, ella rein orka, so sum orka framleidd úr vatni aldu ella vindi, kemur í komandi tíðum at vinna frama. Menningin seinastu árini av nýtsluni burturúr sólarorku, nýhugsannir inn- an brintframleiðslu og brennicellum í hesum sam- bandi, er heldur ikki at forgloyma. Møguleikarnir her á landi eru óteljandi innan reina orkuframleiðslu. Og tað er ein órongiligur veruleiki, at bert hugfloðið setur markið innan hetta økið. Vindorka hevur seinastu árini í ávísum londum vunnið frama. Størsta or- søkin til hetta, er høgi olju- prísurin, men sanniliga eisini høga tekniska støði hjá mylluframleiðarunum. Trupuleikin við at tær skuldu vera haldgóðar, og tola einhvønn vind er í dag so at siga tilonkisgjørdur. Tekniska støðið á reguler- ingsmøguleikunum er, tá saman um kemur, sera høgt. Menningin innan teldutøknina saman við teimum dygdargóðu byggimaterialunum, ger sítt til at hesin viðvarandi orku- møðuleiki eftirhondini støðugt gerst betur. Myllurnar gerast eftir- hondini størri og meri álít- andi. Ávísir trupuleikar eru sjálvsagt tengdir at vind- orku. Ein trupuleiki er at tær ikki kunnu framleiða orku, tá ongin vindur er. Fyri okkara viðkomandi er hetta ein luksustrupulleiki, av tí at í Føroyum er, sum kunnugt, sera nógvur vind- ur. Heldur kann sigast at trupuleikin er, at vindurin ov ofta er ov nógvur til at kunna brúka megi hansara. Ein annar trupuleiki er at føroyski orkutørvurin innan streymveitingina, er sera avmarkaður. Hetta ger at vit í skerdan mun bert kunnu loyva vindmyllum inn á háspenningsnetið. Álítandi tekniskar kann- ingar m.a. í Danmark á hes- um øki, hava víst at megin- reglan hesum viðvíkjandi sigur, at hægst 19% av samlaðu elframleiðsluni kunnu umboðast av vind- myllum. Um so er at hetta virði økist munandi, er vandi fyri at tann fram- leiddi veksilstreymurin, sum brúkarinum tørvar, missur góðsku sína. Eitt nú kann "frekvenvurin" blíva óstøðugur. Hetta kann í ávísan mun tó góðtakast. Hartil eru møguleikar til- staðar, at kompensera fyri hesum. Frekvensurin ella periodutalið, sum tað eisini verður nevnt, er vanliga støðugt 50 Hz her á landi. At frekvensurin kann gerast óstøðugur er eitt, men verri er at veksilkurv- an, sum vanliga eigur at vera sinusformað, eftir- hondini kann avskeplast og missur sín uprunaform. Hon verður snøgt sagt ónýtilig, og í ringum føri skaðilig fyri ávís el-drivin nýtslutól. Hetta tí at hon verur framleidd í asynkron- generatorum, sum er van- liga standa í vindmyllum. Gongdin endar so við at ein missur tamarhaldið á el- framleiðsluni og alt kol- lapsar. Ein kann so halda at tað gongur nokk, so leingi ongin leggur merki til syn- dromið. Jú,- hetta er satt, tí mangan hevur verið snýtt í kortum, uttan at nakar nakrantíð fekk ilt av tí. Men hugsi tykkum so flakavirkið, sum framleiddi beinfríð fløk? Alt gekk gott eina tíð. Men so ein dagin stóðu mannafjøldir uttan- fyri læknamiðstøðirnar. Øll høvdu fingið bein í hálsin. Fyri at koma aftur til tey 19%. Tað er sjálvsagt at hetta markið longu er yvir- hálað á vinstru síðu. Hóast orkutørvurin á meginøkin- um broytist dag frá degi, krevst nú á døgum ein minimumsorka oppá ca. 17 Megawatt. og til tíðir ofta heldur minni. Vanliga er hetta tann orkutørvurin, sum er á førayska megin- økinum seinnapartin eina mánanátt . Sum kunnugt eru vind- myllur uppsettar á megin- økinum. Hesar umboða ídag tilsamans ca. 4,5 Megawatt. Føroyska meg- inøkið hevur sostætt í dag eina vindmyllupark uppá tilsamans 26,4 %, ella 7,4% ov nógva vindorka, í mun til minsta respektiva orkutørvin. Ella sagt á annan hátt, tað eru 7.4% ov nógv vindorka uppsett á meginøkinum, skal áður- nevnda meginregla um til- ráðing yvirhaldast. Og 17 MW er júst tann orkutørv- ur, sum er avgerandi fyri hvussu stórur partur verður framleiddur úr vindi. Á hesum grundarlagi og á tí støði, orkutørvurin í dag er, er skilaleyst at út- byggja vindorkuna enn meir. Henda niðurstøðan er harmulig, tí vind hava vit nógv av, og eisini so tað forslær. Tó er tað stór synd og skomm við, ikki at hugsa í eitt sindur øðrvísi, tí her kann mangt annað upp- náast, til at betra um tann føroyska orkutørvin, at hann kann gerast minni dálkandi og meira viðvarð- andi. Og her kann, um vilji er til staðar, væl og sera einfalt mangt uppnáast. Skulu vit gera okkum vónir, um at gera okkum minni bundnan av teimum fossilu orkukeldumum, er ongantíð ov skjótt at byrja hesa ætlan. Serliga nú olju- prísurin hevur gjørt stórt skærvslop uppeftir, og eyg- leiðarar á økinum eru samdir um, at hann ikki lækkar munandi, men held- ur fer at hækka enn meir, er hetta ein upplagdur møgu- leiki, sum uttan iva og í stóran mun gevur skilagott avkast til allar partar. Fyrsta treytin er at Kwt- prísurin ikki hækkar. Men hvussu skal man so bera seg at við hesum á mest skynsaman hátt? Grund- sjónarmiðið er sjálvsagt, at tað skal gerast meira at- traktivt at nýta el-megi við fyrimuni, ístaðin fyri kostn- aðarmiklu oljuna. Fólk flest fara sjálvandi at nýta hetta høvi til egnan fyrimun. Harvið skapast ein størri umsetningur hjá SEV, sum aftur hevur møguleika at tálma Kwt-prísin tilsvarðandi, við øktari framleiðslu og sølu sum grundarlagi. Sjálvandi fær føroyska vinnulívið eisini sín ágóða av hesum tiltaki, tí avísi framleiðslukostnað- utin verður lutfallsliga lág- ur hóast høgu oljuprísirnar. Føroyska kappingarførið fer at betrast í mun til grannatjóðir okkara. Karm- ar vera skaptir, har grumd- arlag er fyri einum størri el-orkutørvi á føroyska meginøkinum. Alt hetta skapar sjálvsagt nógv størri møguleikar fyri, at vind- orkan kann útbyggjast munandi. Eri vælvitandi um at orkutørvur føroyinga ikki altíð er eins fyri øll, og broytist eitt sindur av og á. Men taka vit nú eitt vanligt føroyskt húskið sum fyri- mynd, og mánaðarligu út- reiðslutnar hesum viðvíkj- andi: Prísirnir eru v. olju- avgjaldi og v.mvg. og rokna verður við 10 mánað- argjøldum. Hvussu nógva orku hava vit so fingið fyri pengarnar? Tá árliga fasta SEV- gjaldið uppá Kr: 600,- er mótroknað eru keyptir til- samans 565 Kwt. hvønn mánað. Við núverðandi oljuprísi fáast fyri oljurokningina, tilsamans 273 litrar av gassolju. Tá tann bundna orkan í hesi nøgd er umsett til hita í miðstøðhitaskipan- inni, eru til nyttu komnir 2780 Kwt hvønn mánaða. Um henda orkunøgd ístað- in bleiv keypt frá SEV hevði rokningin ljóða uppá Kr: 3857,- um mánaðin fyri somu hitamongd. Hús- arhaldið hevði sjálvsagt ikki brúkt henda kostnað- armykla møðuleika. Um oljufýringin ístaðin bleiv avsøgd og invertari verið uppsettur til orku- nýtsluna í samband við hitaflutning, og sama hita- mongdin bleiv brúkt, hevði roknistykkið hjá viðkom- andi húski verið heilt øðrvísi. Hesi tølini eru í allar hægsta grad eftirfarandi, hóast tey í uppruna eru tilvildarliga vald fyri hetta ávísa húski. Sum tað sæst kann nógv- ur peningur sparast. Tað skal eisini havast í huga, umframt at árliga olju- nýtslan hjá viðkomandi húsi bleiv spærd, gjørgist umhvørvið betri og reinari, tí tilsvarandi minni bleiv dálkað. Uppá landsbasis eru rættuliga stór pers- pektiv í hesum lutfallsligu einklu útrokningum. Um vit nú rokna við, at í Føroyum búgva 10000 húski, og 8000 av teimum nýta miðstovuhita og olju- fýr í hesum sambandi, verður samlaða orkunýtslan ca. 2180 tons av gassolju um mánaðin Ella tilsam- ans 21800 tons av gassolju árliga. Umroknað til el- orku og hitaflutningur bleiv nýttur til endamálið, hevði neyðugi tørvurin verið til- samans ca. 74000 Mega- watttímar árliga. Sum eg fyrr var inni á, broytist orkutørvurin dag frá degi á meginøkinum, tí føroyingar eru vanabundn- ir, og tað merkist eisini í so máta. Um ein miðvís ætlan bleiv framd í verki á hesi leið, og við ávísum skyn- semi er meting mín, at meginøkið hjá SEV eftir hetta, hevði havt eina mini- mumsorkuframleiðslu, sum var áleið 9 Mw hægri enn hon ídag vanliga er. Hetta hevði so ført við sær, at breiðir møguleikar vóru skaptir, at útbyggja vind- orkuna rættiliga munandi. Um so var at t.d. invert- ari, ella sokallaður hita- flutningur var brúktur til at nøkta orkutørvin hjá hes- um 8000 húskjunum og neyðuga orkan bleiv keypt frá SEV, hevði orkutørvurin á Føroyska meginháspenn- ingsnetinum voksið tilsvar- andi. Og tað er júst hetta endamálið sum skapar eitt breitt og gott grundarlag fyri at ein miðvís útbygging innan vindorku kann fara fram. Øll tann spærda olju- nýtslan hevði komið sam- felagi okkara tilgóðar. SEV hevði økt sín umsetning. Kwt-prísurin hevði kunna tillaga seg fyrimyndarligt á hesum grundarlagi. Før- oysku húskini høvdu fingið ódýrari og reinari orku. Kappingarføri á vinnuøkin- um hevði betrast munandi. Ja, stutt sagt ein skilagóð gongd leið á orkuøkinum soleiðis at Kyoto-sáttmálin eisini kundi undirskrivast av landsins leiðandi polit- ikkarum í nærmastu fram- tíð. Mangan hevur SEV verið hartað á mangan hátt. Skot- ið hevur verið í skógvar tess, men eg havi sett mær sjálvum spurningin, hví einki ítøkiligt er gjørt frá politiskari síðu á hesum øki. Orkutekniska óvitni teirra er helst eitt tungt haft. Eri komin til ta niðurstøðu, at orkumálaráðið kanska ikki hevur teknisku vitan- ina og førleikan til slíkt. Teir eru annars væl komnir at taka hesa hug- sjón til sín. SEV. 565 Kwt . el-nýtsla (+ árl. fast gjald)... Kr: 1000.- Olja: 272 l av gassolju (+ oljuavgj.) ..Kr: 1800,- Keypt orka hvønn mánaða tilsamans Kr: 3800,- ella tilsamans Kr: ..38000,- árliga SEV. 565 Kwt. el-nýtsla (+ árl. fast gjald).. Kr: 1000,- SEV930 Kwt el-nýtsla (invertari)........ Kr: 1290,- Keypt orka hvønn mánaða tilsamans Kr: 2990,- ella................... Kr. 29900,- árliga Spardur peningur................. (3800- 2990) = Kr: 810,- um mánaðin el. Kr........:8100,- árliga i