mikudagur 19. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 199 - 19. oktober 2005
Í gjár, týsdagin 18. oktober,
fylti Kjartan Dalbúð í
Fuglafirði 80 ár. Føðingar-
dagurin varð hildin á Vest-
urstovu, har Kjartan nú býr.
Har var hann at hitta kl. 18-
21.
Kjartan er fuglfirðingur.
Foreldrini vóru Anna, sum
var ættað frá Gøtugjógv, og
Hans Dalbúð. Hann var
føddur Eliasen, men keypti
sær Dalbúð til eftirnavn.
Børnini hjá Annu og Hans
vóru tvíburðarnir Kjartan
og Hjalmar, Adeleid Joen-
sen, sum býr í Klaksvík,
Piddi, sum búði í Vági og
Jonleig Henriksen, sum
búði í Havnini. Eftir á lívi
eru Kjartan og Adeleid.
Kjartan hevur alla sína
tíð búð í barnaheiminum á
Dalbø í Fuglafirði. Hann
lærdi at klippa hjá Eskild
Norðbúð í Klaksvík, og
hann hevði í mong ár
klippistovu á Krossinum í
Fuglafirði.
Kjartan hevur gott minni,
og hann er áhugaður í og
veit væl um familjuviður-
skifti. Kjartan hevur altíð
havt sera stóran áhuga fyri
seyði
og
seyðahaldi,
hoygging og øllum tí, sum
hoyrir til í tí sambandinum.
Hann var í mong ár
røktingarmaður
í
Gjógvaráhaga,
og
ta
uppgávuna
gekk
hann
ógvuliga høgt uppí. Tað
hevur verið ein av bygdar-
myndunum í Fuglafirði at
síggja Kjartan saman við
hundinum, sum hann altíð
hevði hjá sær, á veg til og
frá røkting av seyði.
Sunnudagin 16. oktober
fylti Dánial Jákup Petersen,
vanliga nevndur Áku, í
Fuglafirði 60 ár.
Áku vaks upp norðuri á
Bakka, har umstøðurnar
hjá børnum og serliga smá-
dreingjum vóru stak góðar.
Her var havnaøkið, har
hópur av skipum legði at,
og har var stórt virksemi.
Fótbóltsvøllurin, ið fugl-
firðingar tá nýttu, var eisini
á havnarøkinum. Ein av
ídnastu fótbóltsspæl-ararn-
um millum smádreingirnar
mundi vera Áku, og henda
áhuga hevur hann havt
síðani.
Tá ið fuglfirðingar í 1971
fluttu upp í bestu deildina
at spæla fótbólt, var Áku
sjálvandi við, og hann
mundi vera millum bestu
spælarnar, ið ÍF tá átti.
Í 1973 varð hann tikin út
til fótbóltslandsliðið, og
hetta summarið spældi
hann á Seafield móti
Hetlandi og í Bignold Park
í Kirkwall móti Orknoyggj-
unum.
Krúnan á fótbóltslívinum
hjá Áku mundi tað tó vera,
tá ið hann í 1979 var við til
at vinna fyrsta og higartil
einasta FM heitið í 1. deild
til ÍF. Saman við Sam
Jacobsen var Áku veteranur
á annars ungum liði.
Fuglfirðingar tóku eisini
lut í hondbólti í sjeyti árun-
um, og eisini her var Áku
millum teir fremstu, og í
badmintonkappingum tald-
ist hann millum teir frægu.
Tá ið Áku gavst at spæla,
tók hann á seg venjaraupp-
gávur millum teir yngru, og
eisini hetta gekk hann upp í
við lív og sál. Eisini var
Áku nevndarlimur í ítrótt-
arfelagnum ÍF í mong ár.
Mitt í sjeyti árunum
høvdu fuglfirðingar tætt
samstarv við ítróttarfelagið
á Selfossi í Íslandi. Áku var
við á øllum ferðunum til
Íslands, og hann hevur
framvegis tætt samstarv við
íslendingarnar, sum spældu
tá, og við teir, sum skipaðu
fyri samstarvinum.
Áku er sonur Palmu og
Einar Suðring í Fuglafirði.
Sum heilt ungur fór hann til
skips, og hann var nógvar
túrar undir Íslandi við
snøri. Seinni var hann við
øðrum nýggjari førum, ið
komu í flotan.
So segði hann sjólívinum
farvæl, fekk sær útbúgving
sum málari, og hann ar-
beiddi innan hetta økið í
mong ár.
Seinni var Áku settur í
starv
hjá
Fuglafjarðar
kommunu sum húsavørður,
og hetta starvið røkir hann
framvegis.
Áku
eru
giftur
við
Pállfríðu, ið er ættað av
Skála. Tey eiga trý børn:
Súsanna, ið lesur niðri,
Rúna, sum býr í Leirvík, og
Áka, ið býr í Fuglafirði.
Abbabørnini eru tvey í tali.
Hjartaliga til lukku !
Kjartan Dalbúð 80 ár
Áku 60 ár
Stjórin á Sjóvátryggingini
seinastu fimm árini, Hákun
Steingrímsson,
er
ikki
longur í starvinum.
Hann hevur boðað frá, at
hann nú gevst í starvinum,
men tað er tó ikki stórvegis
av viðmerkingum, sum
hann
vil
geva
hesum
viðvíkjandi.
– Eg havi nú verið í
starvinnum í fimm ár, og tí
havi eg nú valt at leita mær
aðrar vegir, sigur hann.
Hann sigur víðari, at
uppsøgnin er latin í besta
forstáilsi við leiðsluna í
Tryggingarfelagnum, og at
eingin av pørtunum hevur
klamsað við hurðunum
hesum viðvíkjandi.
Heldur ikki vil hann siga
nakað um, hvørjar avbjóð-
ingarnar eru, sum hann nú
ætlar sær í holt við.
- mørk
Hákun givin á Tryggingini
um...
...er lisin
-so ert
tú við!